Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 228 · 27. november 2009 8 VIKUSKIFTI Samrøða Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Um onkur fjarhugsin sál framvegis ikki hevur fingið tað við, so er 2009 vorðið fagnaðarár fyri Charles Darwin, sum varð føddur fyri 200 árum síðani, og sum fyri 150 árum síðani gav út sítt høvuðsverk við heitinum »Origin of Species«. Bókin, sum grundlegði okkara fatan av, hvussu lív hevur ment seg á jørðini, og sum kollvelti heimin. Men læra Darwins um menning lívs ins frá einføldum til samansettar organismur ígjøgnum natúrliga úr velj­ ing er framvegis ein støðug kelda til stríð, ofta millum átrúnaðin øðrumegin og náttúruvísindina hinumegin. Hetta hóast tað eisini eru kreftir, sum dúgliga royna at byggja brýr millum Darwin og Bíbliuna. Tankin um, at menniskjan »bert« er eitt úrslit av lívsins menningargongd ígjøgnum milliónir av árum, er fram­ vegis ein herskin biti fyri mong. Og samanbresturin millum darwinistar og kreationistar er størri enn nakrantíð. Ikki minst í heimsins superveldi vestan hav, USA. Tann triði vegurin Í seinastu viku hevði Studentaskúlin í Hoydølum vitjan av einum 67 ára goml um professara í biokemi frá Køben havns Universiteti. Navnið er Jesper Hoffmeyer. Í ártíggjur hevur hann verið ein sjónlig rødd í kjak inum um vísindi og trúgv, og á vitj an ini í Føroyum helt hann fyrilestur í høllini á Nabb fyri nøkrum hundrað studenta­ skúlanæmingum. Tað hugvekjandi við manninum er, at hann hvørki góðtekur modernaðu darwinismuna ella átrún­ aðar liga grundaðar frágreiðingar um lívið. – Menningarlæra Darwins var eitt fantastiskt vísindaligt frambrot, sum náttúruvísindin líka síðani hevur bygt á. Men tann religiøsi kritikkurin hev ur rætt í, at menningarlæran hevur nøk­ ur hol, sigur Jesper Hoffmeyer, tá vit hittast eitt illsligt fríggjakvøld á kaféini Hvonn í Havn. Hoffmeyer heldur, at tíðin er komin til at útbyggja læru Darwins og korrigera veikleikarnar við menningarlæruni. Men hansara boðskapur er ikki fallin í góða jørð í lívfrøðiliga umhvørvinum í Dan mark. Sjálvur heldur professarin, at mangl andi viljin til at kritisera Darwin og koma víðari er fremsta orsøkin til, at fólk fella fyri »religiøsum og anti­ vís inda ligum forteljingum um lívið«, sum hann málber seg. – Á henda hátt livir tann reli gi øsa fundamentalisman av tí náttúru vís­ inda ligu fundamentalismuni. Mítt pro­ sjekt er at menna ein triðja veg, sigur Hoffmeyer, sum nú hevur fingið sær eina bjór inni á myrku kaféini í Vágs­ botni í Havn. Hann spyr, um eg havi lisið hansara nýggjastu bók, sum kom út í vár, og sum ber heitið »Tro på tvivl – kritik af religiøs og videnskabelig ufor nuft«. Tað havi eg tíbetur. – Men hvat hevur tú so at spyrja meg um? Alt stendur í bókini, sigur hann spakmæltur og við einum var­ lig um brosi. Í umstríddu bókini leggur Hoffmeyer dent á, at hann er post­darwinistur og ikki anti­darwinistur. Hann setur als ikki spurnartekin við boðskap Darwins Menningarlæra DarwinS var eitt fantastiskt fraMbrot. Men tann religiøSi kritikkurin hevur rætt í, at læran hevur nøkur hol. tað Metir danski professarin JeSper Hoffmeyer, suM í nýggjari bók útpeikar tvinnar fíggindar: ta fundaMentalistisku religiónina og ta víðgongdu DarwiniSmuna, suM halda lív í hvørji aðrari. Darwin forkláraði nógv, men ikki alt. og nú er tíðin komin til at fara víðari« » Darwinisman hevur nakrar veikleikar, sum lívfrøðingar ikki vilja kennast við. Og tað skapar gróðrarlíkindi fyri anti-vísindaligari religión Jesper Hoffmeyer, professari