Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 228 - 27. november 2009 Sunnudagin, 1. sunnu dag í advent, taka tey nýggju kirk­ ju ráðini kring landið við. Í Dómkirkjuni og í Hoyvíkar kirkju komu bert ein listi inn, og hava tey nú skipað seg KirKjuráð Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Nú fyrsta sunnudag í ad vent taka nýggj kirkjuráð við kring landið. Nógv nýggj andlit eru helst at síggja í ymsu kirkju ráð u­ num, og serliga í Havn og í Hoy vík er kanska ringt at vita, júst hvør situr í kirkju­ ráðnum. Í Dómkirkjuni, Havnar Kirkju, kom bara ein listi, so har var einki val. Nýggja kirkjuráðið hevði fund tann 17. november, og har skip­ aðu tey seg soleðis. Ása M. Justinussen, forkvinna Inga Dahl, næstforkvinna Kartni Olsen, kirkjuverji Hans Debes, kassameistari Sólrún Michelsen, skrivari Helgi í Brekkunum Vagnur Michelsen Andrias Sjóvara Kaj P. Mortensen Jacoba Funding Ester Simonsen Hoyvíkar Kirkja Hoyvíkar kirkja er nú vor­ ðin sjálvstøðug kirkjusókn. Har kom eisini bara ein listi inn, og var tískil einki val har heldur. Nýggja kirkju­ ráðið í Hoyvíkar Kirkju hevur skipað seg soleiðis. Jákup Símun Simonsen, formaður Uni Danielsen, næstformaður Petur Even Djurhuus, skrivari Bente Kjær, kirkjuverji Heðin Mikkelsen, kassameistari (valdur av kirkjuráðnum uttanífrá) Katrin Dahl Anna Dahl­Olsen Malan Rasmussen Snorri Brend Kirkjuráðini í Havn og Hoyvík skipað seg Hoyvíkar Kirkja er nú sjálvstøðug kirkjusókn, og har tekur eitt nýtt kirkjuráð við sunnudagin Savnsmynd Johan Dahl sigur, at tað hevur bráðskund at finna pengar, so at Smyril sleppur í dokk sum skjótast Smyril Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Hetta er eitt mál, sum hevur bráðskund og tí fari eg at arbeiða skjótt. Johan Dahl, lands stýris­ maður í vinnumálum, sigur, at hann fer at arbeiða skjótt fyri at finna pening so at Smyril kann sleppa í dokk sum skjótast og allarhelst longu í vár. Hann hevur sagt at trygd­ in á Smyrli verður tikin fram um alt og tí verður neyðugt at finna neyðugu játtan ina. Leyðsliga mett fer tað at kosta einar 11­13 milliónir at seta tær neyðugu skipan­ ir nar í Smyrli sum loysa trupul leikan einferð fyri alla tíð. Nú skal Strandferðslan so roknað kostnaðin út ná greini liga og so skjótt tað er gjørt, fer hann at biðja Løg tingið um at játta neyðu gu upphæddina til enda málið. Tað fer hann antin at gera í sambandi við sjálva fíggjar lógina, sum skal sam tykkjast fyri ársskiftið, ella við eini umbøn um eyka játtan. Annars hevur samgongan avgjørt, at tað verða bara tvær umsóknir um eyka­ játtan lagdar fyri tingið um ár ið, ein um várið og ein um heystið. Men Johan Dahl stað­ festir, at tað kann ikki bíða til í vár at fáa játtanina til Smyril. Eydnast tað ikki at fáa tað við í vanligu fíggjar­ lógina, fer hann tískil at biðja um eykajáttan beinan­ vegin. Skilja støðuna Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur tosað við bæði løgmann og lands­ stýrismannin í fíggjar­ málum og teir taka undir við, at peningurin skal játtast. Johan Dahl sigur, at hann fer eisini at kunna lands­ stýrið um málið á fundi, men hann væntar avgjørt ikki, at tað verður nakar trupul leiki at finna pengar­ nar. Spurningurin er so, hvað­ ani peningurin skal koma. Johan Dahl staðfestir, at tað kann ikki koma upp á tal at finna pengarnar aðra­ staðni á hansara málsøki í vinnumálaráðnum. ­ Hetta eru brek við sjálvum skipinum og tí verð ur tað rætt og slætt neyðugt at játta pengarnar til neyðugu ábøturnar, sigur Johan Dahl. Les eisini grein á síðu seks, at Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strand ferðsluni, staðfestir, at tey har fáa tey onki gjørt, fyrr enn pengarnir eru játtað ir. Fer at skunda sær at finna peng ar til Smyril Johan Dahl sigur, at hann fer at skunda sær at finna neyðugu játtanina, so at Smyril sleppur í dokk sum skjótast at fáa eina endaliga loysn á teknisku trupulleikunum. Her er hann avmyndaður á fundi sum kallað var til í skundi á Strandferðsluni á Tvøroyri mikumorgunin um teknisku trupulleikar á Smyrli. Aftanfyri hann situr Kjartan Kristiansen, ráðgevari í vinnumálaráðnum Ísland má helst bíða Nógv bendir nú á, at íslendska umsóknin um limaskap í Evropasamveldinum fær ikki so skjóta viðgerð, sum tær fyrstu ábendingarnar vístu. Tá umsóknin varð send til Bruxelles, ljóðaði, at ES­nevndin fór at viðgera hana so mikið skjótt, at nevndin kundi leggja sítt tilmæli fyri ríkis­ og stjórnarleiðarafundin í desember. Men sambært íslendska uttanríkisráðnum hevur viðgerði drigið út, tí fólk eru farin úr nevndini, og onnur komin ístaðin fyri. Tí væntar Össur Skarphéðinsson, uttanríkisráðharri, at umsóknin má bíða til toppfundin í mars næsta ár. Tað sigur hann við Morgunblaðið í dag. Statoil á oljuleiting Statoil ætlar sær at fara undir oljuleiting í Grønlandi sum skjótast. Norska blaðið Dagens Næringsliv skrivar, at Statoil ætlar sær at bjóða seg fram, tá næsta útbjóðingarumfar verður í Grønlandi í 2013. Ein talsmaður fyri Statoil sigur við blaðið, at felagið er sannført um, at nógv olja og gass eru í grønlendsku undirgrundini, og harafturat benda tey jarðfrøðiligu viðurskiftini á, at Grønland er eitt áhugavert øki, sigur hann. Í 2000 gjørdi Statoil eina roynd at finna olju í Vesturgrønlandi, men fann einki.