fríggjadagur 27. november 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 228 · 27. november 2009
9
VIKUSKIFTI
um, at lívið á jørðini hevur ment seg
frá einføldum til samansettar lívverur
ígjøgnum milliónir av árum. Men hann
heldur ikki, at natúrligt úrval for klár
ar alt, sum vit síggja í náttúruni. Og
í menniskjalívinum er so nógv, sum
natúrligt úrval als ikki forklárar nøkt
andi.
– Tí hevur darwinisman ikki eitt
fullfíggjað boð uppá, hví lív hevur ment
seg soleiðis, sum tað hevur. Men tað
vilja flestu lívfrøðingar als ikki kennast
við, og tað skapar gróðrarlíkindi fyri
antivísindaligari religión, sigur Jesper
Hoffmeyer.
Í nýggju bókini kritiserar professarin
eirindaleyst kristna kreationismu, sum
grovt sagt er læran um ein Gud, sum
skapti alheimin, soleiðis sum vit kenna
hann. Tí er tað so týdningarmikið fyri
mannin at menna eina teori, sum
ikki avnoktar, at náttúran rúmar eina
immateriella dimensjón, sum ikki letur
seg kanna við náttúruvísindaligum am
boðum.
– Trupulleikin við tí neodarwin
istisku heimsmyndini er, at hon reduserar
veruleikan til nakrar mekaniskar og
deterministiskar prosessir. Tað vil siga
nakrar prosessir, sum eru avgjørdar og
programmeraðar frammanundan, held
ur Jesper Hoffmeyer.
Ein nýggj menningarlæra
Grundleggjandi pástandurin hjá Hoff
meyer er, at darwinisman ikki kann for
klára, hví ein planta altíð veksur ímóti
ljósinum. Hví ein bakteria altíð leitar
til tey støð, har føðsla er at finna. Hví
livandi lívverur í heila tikið stremba
eftir at yvirliva og nørast. Hví lívið á
okkara lítlu gongustjørnu hevur ment
seg soleiðis, sum tað hevur.
Hesar spurningar hevur hann
funderað yvir alt hansara akademiska
lív. Og eftir knøpp hálvtrýss ár á støv
utum bókasøvnum og bonaðum labora
torium er hann komin til ta niðurstøðu,
at Darwin bert forklárar ein part av
menning lívsins á jørðini.
– Darwinisman forklárar, at summ
ar lívverur hava størri sannlíkindi at
yvir liva enn aðrar, og at tær best til
lagaðu lívverurnar fáa meiri avkom
enn tær ótillagaðu. Men Darwin segði
einki um, hví livandi lívverur í grundini
royna at yvirliva. Hví stremba allar
livandi organismur eftir at yvirliva og
nørast?, spyr Hoffmeyer og hyggur so
inntreingjandi uppá meg, at eg næstan
kenni meg noyddan at koma við einum
svari. Men tað sleppi eg tíbetur undan,
tí hann heldur sjálvur fram.
– Vit eru noydd til at tilskriva nátt
úruni ein ávísan sjálvstøðugan vilja ella
tilvitsku. Annars gevur tað púrt onga
meining, sigur Jesper Hoffmeyer.
Sjálvur hevur hann grundlagt eitt
nýtt ástøði, sum ber heitið »semi
otisk biologi«. Nýggja tesan bíð ar
fram vegis eftir sínum altjóða gjøgn
um broti, hóast nøkur hundrað vís
inda fólk í vesturheiminum eru lim ir
í altjóða felagsskapinum fyri bio semi
otiska gransking. Ástøðið hjá Hoff
meyer og kompaní er ómøguligt at
lýsa í eini blaðgrein sum hesari, men
grund leggjandi snýr tað seg um, at all
ar livandi lívverur – frá teimum mest
einføldu til tær mest kompleksu – eru
tulkandi verur, sum interagera kreativt
við sínar umstøður fyri at yvirliva og
nørast. Náttúran rúmar við øðrum
orð um eina tulkandi dimensjón, sum
darwin isman als ikki fyriheldur seg
til. Sæð í hesum ljósinum eru tað ikki
bara genini inni í kyknum okkara, sum
Hugskotið um intelligent design sigur í grundini,
at av tí at vit menniskju ikki kunnu forklára alt
her og nú, so má ein Gud vera til
tekning: jón tórur einarsson
Uppruni menniskjunnar.
Sambært Jesper Hoffmeyer
kann eingin við sínum fullu
fimm seta spurnar tekin við læru
Darwins um, at menniskjan
stavar frá einfaldari lívverum,
sum hava ment seg ígjøgnum
milliónir av árum. Men sambært
professaranum er tíðin komin til
at leggja onnur ástøði afturat.