Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 228 · 27. november 2009 17 VIKUSKIFTI heIlsU lagt tIl rættIs: Inna Törnroos Góð ráð um tú fær krím Host og snor - móð og troytt Um veturin er ikki altíð lætt at vera frískur og í góðum lag. Fyri at hjálpa kroppinum hesa myrku tíðina skulu vit eta 500 gramm av frukt og grønmeti um dagin. Her eru nøkur hugskot til, hvussu tú fært hesi grammini í teg dagliga. DømI 1 1 kiwi 1 banan brokkkoli - umleið ein dl 1 gularót víndrúvur - umleið tveir dl Kaloriir: 330 DømI 2 1 fersken 1 pera 3 blommir 3 radisir 1 reyðrót 4 flísir av agurk Kaloriir: 221 DømI 3 1 appelsin 1 súrepli 3 piparfruktringar 1 flís av ananas 2–3 flísir squash 2 dl hvíttkál Kaloriir: 210 Kelda: Måbra síðan Krím er tann vanligasta av øllum sjúkum; hon smittar lættliga millum fólk við dropasmittu við hosta ella nýsan. Sjálvdan varir kímsjúka longur enn eina viku. Krím er orsaka av influensa- ella krímvirus, sum setur seg í munn, nøs, háls ella lungu. Hjá frískum børnum, ungum og miðaldrandi gongur sjúkan sum oftast skjótt yvir. Men hjá eldri fólki yvir 65 ár og fólki við sukur-, hjarta-, lungna- og nýrasjúkum kann krímsjúka verða lívshættislig. Tí eiga fólk í hesum vandabókum at lata seg koppseta fyri krím á hvørjum heysti hjá lækna. Hvat kann gerast? Fært tú krím, fær so í song, drekk ríviligt av vætu, og tak um neyðugt parasetamol fyri at linna fepur og pínu. Fyri sáran háls fáast súgvitablettir, sum virka lokaldoyvandi í hálsinum. Fyri høvuð pínu kann ein taka pínutablettir, ið innihalda paracetamol. Børn kunnu eisini fáa paracetamol, men best er at tosa við lækna um hetta. Pínustillandi til børn fæst í tablettum, súgvitablettum, sevju ella stikpillarum. Fyri turran hosta fáast hostadoyvandi tablettir ella sevja. Heimaráð, sum t.d. at drekka Kamillute, eta C-vitaminir, Echinamindropar og hvítleyk vísir seg at hjálpa fyri krím hjá nøkrum. Tað er tó ikki dokumenterað at hesi hjálpa. Góð ráð Tá ein hevur krím, eigur ein ikki at verða ov strongdur, tí tað kann versna um krím. Roykur frá tubbakki kann leingja um krím og serliga hjá børnum. Drekkið altíð nógv, tá ið tygum hava krím, t.d. heita mjólk við húnangi, juice, vatn o.a. Krím smittar illa, tak tí hesi fyrivarni: • Snýs tær við pappírsklútum og bein teir burtur beinanvegin • Halt fyri munnin tá tú hostar ella nýsu • Vaska tær ofta um hendurnar • Lat vera við at rætta hond. Far til lækna Sjúkueyðkennini av krími hvørva sum oftast aftaná eina viku ella so, og tá er ikki neyðugt at fara til lækna. Um sjúkueyðkennini vara í meira enn eina viku og um ein fær fepur ella um ein afturvendandi hevur krím, eigur ein at fara til lækna, at vera kannaður nærri. Kelda: Apotek.fo KrímsjúKa – ella influensa ella bara Krím – er vanlig um veturin Lívið gerst Longri Miðalaldurin í ríka partinum av heiminum økist alsamt. Helvtin av teimum børnum, sum verða borin í heim nú, fara at liva, til tey eru yvir 100 ár. tað skrivar tíðaritið the Lancet og byggir tað á tíðindi, teir hava fingið frá fleiri ymiskum granskarum. talið av eldri fólkum, sum liva leingi uttan varandi mein, er eisini økt. soLAriUM koyrd bUrtUr ein av størstu venjingarketunum í norðurlondum, sAts, sum hevur 155 venjingarmiðstøðir, hevur nú valt at gevast við solarium. Avgerðin er tikin, eftir at kanningarúrslitini hjá WHo (World Healt organisation) staðfesta, at solariesólin er líka krabbameinselvandi sum til dømis sigarettir. SoLeiðiS fær Tú DagSInS VItamInIr visti tú ... ...at fyri nøkrum árum síðani vóru tallerkarnir 16 sentimetrar í tvørmáti - nú eru teir flestu upp ímóti 26 sentimetrum. tá er lætt at leggja meiri mat enn neyðugt á tallerkin. mynd: poLFoto