Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. november 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 228 - 27. november 2009 lýsingar Leys størv í Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo Málsviðgeri Á sosialu deild í Tórshavnar kommunu er eitt fulltíðarstarv sum málsviðgeri/skrivari leyst at søkja. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Arbeiðsuppgávur Arbeiðsuppgávurnar eru fjøllbroyttar. Útbúgving/royndir Viðkomandi útbúgving og fyrisitingarligar royndir eru krav. Setanarviðurskifti Til rætta fakliga førleikan er starvið normerað í 3. lønarflokki sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Jensen, deildarleiðara, tlf. 30 20 10. Umsókn saman við viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndir, skal vera hjá Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi 15. desember 2009. Pedagogur Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin í Øksnagerði eftir einum pedagogi til Serstovu at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 1. januar 2010 ella eftir nærri avtalu. Starvið er á serstovuni, ið er ætlað børnum við samskiftis og/ella kontakt trupulleikum. Arbeitt verður miðvíst við at menna samskiftisførleikarnar hjá børnunum í einum skipaðum gerandisdegi, har stórur dentur verður lagdur á visualisering. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita Við at venda sær til Jesper Roos Nielsen, leiðara, á tlf. 30 22 60/21 99 59, ella til Anju Djurhuus, samskipara á serstovuni, á tlf. 25 08 68. Ella á heimasíðu www.oksnagerdi.fo Umsókn Saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera hjá Dagstovninum í Øksnagerði, Øksnagerð 1, 100 Tórshavn, í seinasta lagi leygardagin 12. desember 2009. tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta vit somuleiðis innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo Opið: Hósd. – fríggjad.. 09.00-18.00 Leygardag. ......... 09.00-16.00 Tilboð Tilboð Fríggjadagin og Leygardagin Dr. Jakobsensgøta 21 Telefon 315 315 av frátiknum vørum frá brandtex og Zhenzi 20%