fríggjadagur 27. november 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 228 · 27. november 2009
18
VIKUSKIFTI
Grannin koyrir við kenning
Hey Rigmor
Eg havi ein granna, sum dagliga koyrir við kenning.
Tað eru nógv børn í gøtuni. Vit grannar plaga at
hugna okkum saman við eini øl (í part) tey góðu
summarkvøldini. Men nú er spurningurin: Skal
eg melda grannan ella ikki? Higartil havi eg líkasum
bíðað og vónað, at onkur annar fór at ringja til politiið.
Hetta hugsa helst tey flestu í grannalagnum.
Heilsan grannin
Góði granni
Tá vit eru vitni til brotsverk, koma vit lættliga í tvístøðu.
Skulu vit blanda okkum ella ikki. Og ofta lata vit eyguni
aftur, um onnur fólk ikki beinleiðis eru í vanda.
Men rúsdrekkakoyring er lívshættisligt, og tí skalt tú
sjálvandi melda handan grannan sum skjótast. Ger tað
onkran dagin, tá tú veitst, at løgreglan fær tikið hann,
meðan hann koyrir við kenning.
Eg skilji, at fleiri í grannalagnum eru vitni til
ábyrgdarleysa atburðin. Hugsið tykkum, um eitt lítil
ósekur unglingi brádliga liggur undir hjólinum ein
dag, tí grannin koyrir við kenning. Tá verða góðu
summarkvøldini í grannalagnum neyvan so hugnalig
longur. Tí øll vita, at vanlukkan kundi verið fyribyrgd.
Á politistøðini siga tey, at borgarar hava rætt til at
vera dulnevndir, tá teir boða frá rúsdrekkakoyring. So
grannin nýtist ongantíð at fáa at vita, hvør tað var, sum
boðaði frá. Vælsignaðu tit – drálið ikki, men steðgið
galskapinum skjótast til ber. So liggur tykkara partur
ikki eftir.
v. rigmor
______________________________________________
Klassiskt jólafríggj
Hey Rigmor
Í einari jólaveitslu í fjør mussaðist eg við einari kvinnu.
Tað var ikki so smart, tí eg eri giftur. Eg havi ongantíð
fortalt hetta fyri konuni, men havi hugsað um at
gera tað. Eg havi einki forhold til kvinnuna, sum eg
mussaðist við fyri einum ári síðani. Tað hendi bara í
ovfarakæti tað kvøldið. Skal eg siga tað fyri henni, ella
skal eg lata vera?
V. mussarin
Góði mussari
Nei, tað er ikki serliga smart at mussast við einari
aðrari, tá tú ert giftur. Men ting henda. Ofta í veitslulagi
og í óvfarakæti. Og tað mást tú so dragast við. Men
halt frúuna uttanfyri, tí tað tænir ongum sum helst
endamáli, at fortelja henni tað nú, eitt ár aftaná. Tú
risikerar bara at særa hana, og kanska fer hon at krevja,
at tú ikki fert til jólaveitslu í ár. Men, hvat skuldi tað
hjálpt? Tú hevur nú fingið ein kvøkk, og gjørt valla tann
sama brølaran aftur.
Misskil meg nú rætt: Eg eggi ikki til ótrúskap. Men
í hesum førinum meti eg ikki, at tað tænir nøkrum
endamáli, at siga tað við frúuna.
v. rigmor
______________________________________________
Asosialur starvsfelagi
Góða Rigmor
Á mínum arbeiðsplássi eru nøkur, sum tross devulin
skulu samansjóða starvsfólkini á okkara arbeiðsplássi.
Í tíð og ótíð verða vit biðin um at tekna okkum
til veitslur, útferðir, bowlingkvøld og líknandi, og
sigur tú neitakk, verður tú fatað sum asosial og
ókollegial. Trupulleikin er, at eg havi yvirhøvur onki
til felags við tey út yvir arbeiðið, og havi sum so heldur
ikki áhuga í at fáa tað. Misskil meg ikki, eg elski mítt
arbeiðspláss, men eg tími ikki at brúka mína frítíð
saman við starvsfeløgunum, bara tí vit av tilvild arbeiða
í somu fyritøku. Eg arbeiði fínt saman við teimum
øllum, men harvið steðgar eisini mín hugur at vera
sama við teimum.
Hvussu heldur tú, Rigmor, at eg fái sagt hetta uttan at
fornerma tey ella ljóða arrogant?
Heilsan »hin avgjørda«
Góða »avgjørda«
Tað er í lagi, at tú ikki tímir at brúka tína frítíð upp
á fólk, sum onki siga tær. Men, sum tú sjálv sigur, so
rokni eg eisini við, at tú verður fatað sum asosial og
kanska eisini arrogant, um tú absolutt ongantíð luttekur
í nøkrum.
Men, hví so kostbar? Kanst tú ikki strekkja teg til eitt
ella tvey tiltøk árliga, til dømis til jólafrokostin og eitt
annað tiltak?
Tað er gott, at fólk trívast saman – bæði í og uttan
fyri arbeiðstíð. Men tað merkir ikki, at øll altíð skulu
luttaka. Serliga um talan er um nógv tiltøk. Tað má vera
upp til fólk sjálvi.
Tíð, og ikki minst frítíð, er dýrabart tilfeingi, sum tey
flestu noyðast at raðfesta við harðari hond. Tí mugu
vit góðtaka, at fólk ynskja at brúka frítíðina saman við
øðrum enn starvsfeløgum, sum tey eru saman við flestu
ljósu tímar lívsins.
v. rigmor
Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á
lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan
SpyrSt So livSt
Redaktiónin loyvir sær
at velja og vraka millum
innsendu spurningarnar
Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði,
so send spurningin til:
Sosialurin
SpyrSt So livSt
postboks 76
Fo-100 tórshavn
ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo
RigmoR Dam
Máltænastan hevur fingið hendan fyrispurningin: Hvussu
ber tað til, at útvarpið og aðrir fjølmiðlar nú í heilum
»siga fólki úr starvi«, tá ið tað vanliga eitur: »hann bleiv
uppsagdur, stjórin segði alt arbeiðsfólkið upp.«?
Hetta er ein gáta, tí tann klossuta formuleringin »siga úr
starvi« er bæði óneyðug og óklár. Ein forkláring kann
vera, at tað á donskum eitur »sige op« ella »opsige«. Og at
líkjast donskum tykist vera deyðssynd millum málstjórar.
Men »siga upp« er eisini føroyskt. J. C. Svabo (1773) hevur
á síðu 706: »siä up«, og Jóannes av Skarði hevur í sínari
donsku-føroysku (1977) undir uppslagsorðinum 'opsige'
»siga ein upp«. Her hevur hann púra rætt: siga upp pluss
hvønnfall, og soleiðis málbera fólk seg, sum ikki eru farin
av málinum ella skumpað av málinum. Tað eitur »hon segði
børnunum eina søgu« (subjekt + verbum + dativobjekt +
akkusativobjekt). Men er einki dativobjekt, stýrir 'siga'
hvønnfalli: hon segði hann vera sjúkan, teir søgdu hundin
av, hann segði hana upp. Tað eitur eisini at fáa eina uppsøgn
og ikki úrsøgn.
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvørji argument
eru fyri at brúka tað hátíðarliga og eitt sindur komiska »siga
úr starvi«, hvørja ferð onkur fær fótin.
(MT)
Nu verða øll søgd úr starvi
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð