mánadagur 30. november 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 229 - 30. november 2009
Fordómarnir hjá
Katrin Ottarsdóttir
um superføroyingin
og mikla skaldið
Jó anes Nielsen verða
dygiliga gjørdir til
skammar í hennara
nýggja filmi um rit
høvundan, sum
verð ur frumsýndur
hóskvøldið
Filmur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Við filminum Sporini vaksa
úr orðum um rithøvundan
Jóanes Nielsen er Katrin
Ottarsdóttir nú komin á mál
við síni ætlan at lýsa trý
før oysk listafólk og kanska
finna inn til kjarnuna í
teirra skapanartrongd. Sein
asti filmurin í røðini verður
frumsýndur komandi hós
kvøld, tá eisini høvuðs per
sónurin
Jóanes
Nielsen
fyrstu ferð sleppur at síggja,
hvørji spor hann hevur sett
eftir seg í myndunum og
hug anum
hjá
føroysku
films kvinnuni.
Ræðandi
kommunisturin
Kanska var tað ikki uttan
orsøk, at Katrin Ottarsdóttir
bíðaði við filmsportrettinum
av Jóanesi Nielsen til síðst.
Í øllum førum var hon hesu
ferð veruliga noydd at taka
dik á seg, áðrenn hon tordi
at seta seg í samband við
skaldið um sína ætlan, við
gongur Katrin Ottarsdóttir,
sum heldur, at filmurin man
vera íbirtur av hennara egnu
fordómum um Jóanes.
– Sjálvt um eg bara eri
fýra ár yngri enn Jóanes, so
virkaði hann altíð so øgiliga
vaksin og ræðandi í síni
sannføring. Hesin álvar
sami, mytugyrdi maður,
sum altíð hevur verið ein
partur av býarmyndini í
mín um heimbýi – antin á
prutli ella í djúpum tonkum
við hondunum handan bak
gjøgnum havnargøtur. At
síggja til var hetta ikki ein
maður, ið tók tilveruna við
løttum, minnist hon.
Og ikki bara tað. Hartil
var maðurin yrkjari og livdi
sína kommunistisku sann
føring fult og heilt sum
fiski og arbeiðsmaður. Eis
ini stóðu hansara atfinn
ingarsomu
og
bersøgnu
lesarabrøv ofta at lesa í
bløð unum, so hetta var
sanni liga ikki hvør sum
helst í eygunum á ungu
havn argentuni.
Mátti røkka
ella støkka
– Nei, Jóanes var bara ikki
ein persónur, tú kundi fara
yvir at tosa við uttan at føla
teg býttan og heilt við síð
una av. Eg var sannførd um,
at ein sovorðin sum eg ikki
fór at finna náði í hansara
atfinningarsomu
eygum.
Og tað gjørdi tað ikki betri,
at eg var av heili tveimum
svornum javnaðarfamiljum.
So eg var vís í, at vit neyvan
nakrantíð fóru at hava nak
að við hvønn annan at
gera.
Tí var tað eisini við biv
andi hjarta at Katrin Ott
arsdóttir, asfaltføroyingurin
í Danmark, fór í gongd við
hendan filmin um super
føroyingin og mikla tjóð
skaparmannin Jóanes Niel
sen. Fór hann at gjøgnum
skoða hennara intellektuellu
og politisku fákunnu og av
skriva filmsprojektið sum
óseriøst og popput?
– Tíbetur eri eg so mikið
treisk, tá tað snýr seg um at
gera film, at valdi bara at
leypa beint út í tað. So mátti
tað røkka ella støkka. Og
eg kann bara siga, at allir
mínir
fordómar
vórðu
dyggi liga gjørdir til skamm
ar, sigur Katrin Ottarsdóttir,
nú filmurin er klárur so »øll
tit harúti kunnu læra hendan
stóra mannin at kenna«,
sum hon tekur til.
»Býttu« spurning
arnir bera
Katrin Ottarsdóttir hevur
áður gjørt filmar um lista
menninar Hans Paula Olsen
og Tórodd Poulsen, sum
eins og Jóanes eru úr Havn.
Hennara mál við film un
um var frá byrjan at leita
inn til menniskjað handan
listafólkið og listina og vita,
um tað bar til at finna inn
til sjálva kjarnuna í skap
aratrongdini.
Bæði
fyri
Katrin
Ottarsdóttir
og
áskoð aran skuldi filmarnir
vera ein ferð inn í ókent
land við forvitninum sum
fremstu drívmegi.
– Eg síggi fyri mær nakr
ar filmar, sum ikki eru
bang nir fyri at seta nettup
teir forvitnu og »býttu«
spurn ingarnar, sum fólk
oftast ikki tora at seta lista
fólkum, segði Katrin Ott
ars dóttir, tá hon fór undir
filmsverkætlanina, har tað
ópoleraða
og
spontana
skuldi vera tað berandi
bæði í formi og innihaldi.
Allir tríggir filmarnir eru
sokallaðar »one woman,
one camera« framleiðslur,
tað vil siga at Katrin Ottars
dóttir er bæði leikstjóri,
myndakvinna og klippari.
Sporini vaksa úr orðum
verður frumsýndur hós
kvøld ið klokkan 20 á Meia
rínum, Tjóðpalli Føroya.
Jóanes ger fordómunum til skammar
Úr broti frá filminum, har Jóanes Niesen lesur yrkingar fyri konuni Rannvá
Mynd: Bluebirdfilm
Leikstjórn, upptøka & klipping: Katrin Ottarsdóttir.
Hugskot: Hugin Eide & Katrin Ottarsdóttir.
Ljóðbland: Iben Haahr Andersen.
Framleiðandi: Hugin Eide.
Framleiðsla: Blue Bird Film © 2009.
Longd: 75 minuttir (+ eykatilfar á fløgu-útgávuni).
Undirtekstir: Danskir og enskir.
Frumsýningar: 3. desember 2009 á Meiarínum, Tjóðpalli
Føroya, í Havn. Donsk frumsýning í februar 2010 á
Bryggjuni í Keypmannahavn.
FAKTA
Konan styðjar Brown
Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, avsannar, at
hann stundum kann finna upp á at tveita skrivstovu útgerð
eftir gólvinum av berari øði. Bretskir fjølmiðlar skrivaðu
fyrr í ár, at Gordon Brown hevði tveitt fartele fonina frá
sær, so hon brast í veggin á skrivstovu hansara, og um
vikuskiftið kom fram, at hann kann finna upp á at tveita
bæði skrivimaskinur og kopi maskin ur eftir gólvinum.
Men forsætisráðharrin av sannar tíðind ini. Hann ásannar,
at forsætis ráðharra starvið kann vera krevjandi, men
sigur, at hann fær góðan stuðul frá konuni, Sarah, og
teimum báðum børnunum.
ESlimaskapur kostar
ES hevur sett stjórnini í Kroatia fleiri krøv, sum landið
skal lúka, áðrenn tað kann fáa ESlimaskap, sum tað
hevur søkt um. Kroatiska stjórnin sigur, at tað fer at kosta
ríkiskassanum meiri enn eina hálva milliard evrur at
fremja tær ábøtur, sum ES krevur. Á fíggjarlógina fyri
2010 hevur stjórnin sett 273 milliónir evrur til endamálið,
og hon sigur, at tað verður neyðugt at játta aðrar 277
milliónir evrur í 2011. Eitt nú hevur ES kravt, at Kroatia
skal laga sítt marknaeftirlit eftir Schengenreglunum.
Kroatiska stjórnin vónar, at landið kann fáa limaskap í ES
í 2011.