Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 30. november 2009 13 tíðindi Íslendskt sáð til Noregs Fyri fyrstu ferð hava norskir seyðabóndur innflutt sáð undan íslendskum veðrum. Íslendska blaðið Vísir skrivar, at í fyrsta umfari hava teir norsku bóndurnir keypt sáð, sum er nóg mikið til 540 ær. úr íslenskum hrútum. Sáðið varð keypt fryst frá einari ísáðingarstð á Suðurlandinum. Norðmenn brúka tað íslendska veðrasáðið til kynsbótararbeiði víða um landið. Samstarvið millum íslendingar og teir norsku bóndurnar um kynsbótararbeiði byrjaði fyri sjey árum síðani, skrivar Vísir. Búskaparligt kjak Á landsfundinum helt Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum, fyrilestur undir heitinum » Fíggjarpolitikkurin má aftur á beint nú«. Hóast fíggjarkreppu, hava vit gott útgangsstøði, við lítl­ ari skuld, bæði almennt og privar. Og so hevur almenni sektorurin verið við til at stuðla upp undir alla tíðina. ALS rindar meiri út, tá tíðirnar eru ringar, so tað al ­ menna er við til at javna út ringu tíðirnar. Hinvegin hevur gongdin seinastu árini verið skeiv, og almenni sektorurin er øktur eini 80% síðani 2000. Danir hava hinvegin megnað at hildi aftur so almennu lønar­ útreiðslurnar eru minni enn inntøkurnar. Tað er ikki bert kreppan, ið gevur undirskotið. Búskap ar frøðingar eru ikki á einummáli um, hvussu stóran mun hon ger, men Thomas Dam metir, at um helvtin er á einari góðari leið. Hann vísti á, at góðu árini 2006 og 07 høvdu vit bert eitt yvirskot á 150 milliónir, sum er alt ov lítið. Tað er eingin vanlukka at hava undirskot á fíggjar­ lógini, men vit mugu hava yvirskot og undirskot, ið hanga saman yvir tíðina, og tað hava vit ikki havt. Thomas Dam segði, at vit mugu minnast til, at vit eiga ikki allar inntøkurnar, tá tíðirnar eru góðar, og ávar aði ímóti at hækka útreiðslurnar tá. Høgan skatt Somuleiðis ráddi hann frá at økja um almennu tænast­ urnar, tá tíðirnar eru góðar, tí tað er ógjørligt at taka tær av aftur, tá tíðirnar versna. Landskassin hevur síðani 2000 hækka sínar útreiðslur støðugt, meðan inntøkurnar eru lækkaðar. Og tað ber ikki til at hækka útreiðslurnar javnt, meðan inntøku­ grundarlagið minkar, vísti Thomas Dam á. Vit liggja ógvuliga høgt í almennum útreiðslum í mun til londini rundan um okkum. Skattatrýstið í Føroy­ um lægri enn í Danmark og Svøríki, men hægri enn í Noregi og Íslandi. Marginalskatturin í Føroyum ógvu­ liga høgur. Formaðurin í Búskaparráðnum legði eisini dent á, at vit hava eina serliga stóra avbjóðing, tá vit vilja veita tæn astur, tí vit eru ikki størri enn ein lítil danskur provins býur. Eftir fyrilesturin var høvi at seta spurningar, og tað skapti eitt sunt kjak millum vælmøtta fundarfólkið. Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum Svenski politikarin fyri Moderaterna, Gunnar Axén, greiddi á landsfundi Fólkafloksins frá nýggju pensjóns skip­ anini, ið varð sett í gildi í Svøríki í 2006. LANDSFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Talan er um tríggjar væl­ eydnaðar reformar, pen­ sjóns reformin, sjúkra trygg­ ing og vegurin aftur frá fyri tíðarpensjón Í Svøríki vóru tríggjar pensjónir, ein almenn, ið er taldi 74%, ein avtalupensjón, sum er ein avtala millum arbeiðsgevarar og fakfeløg, ið telur 19% og ein privat á 7%. Gamla skipanin kom í gildi í 1960 og bygdi á við­ urskiftini, ið tá vóru. Men hesi broyttust serliga í 70­un um og 80­unum, tá búskaparvøksturin minkaði og barnatalið hjá familj­ unum broyttist. Talan var um eina pay as you go skipan, ið bygdi á óverulig fíggjarlig viður­ skifti. Og tá komið var fram til 2015 fór skipanin ikki at virka meira. Teir fýra borgarligu flokk arnir saman við javn­ aðarflokkinum standa aftan fyri nýggju skipanina, og tað er meiri enn 80% av svenska Ríkisdegnum. Nýggja pensjónsskipanin verður fíggjað uttan fyri svensku fíggjarlógina. 18,5% verður fíggjað um vegis lønina, tó bert upp til eina inntøku á 30.000 svenskum krónum. Harav fara 2,5% til ein pensjóns­ fond. Avmarkað sjúkramelding Støddin á pensjónini kemur frá • Øllum lívsinntøkunum • Fíggjarligu og dema gog­ isku menningini • Nær pensjónin verður tikin út (tó ikki fyrr enn 61 ár) Úrslitið er heimsins mest støðuga pensjónsskipan, sigur Gunnar Axén. Ein týðandi broyting var at avtaka sjálvvirkandi fyri­ tíðarpensjónina hjá fólki, tá tey høvdu verið sjúkra­ meld að í eitt ár. Ein onnur týðandi broyting er, at fólk fáa ikki automatiskt sjúkra­ pengar, men bert í tann mun tey ikki megna at arbeiða. Eftir trimum mánaðum sum sjúkrameldað fáa fólk bert sjúkrapening, um tey ikki kunnu gera annað ar ­ beiði á sínum arbeiðsplássi, og eftir hálvum ári verður hetta víðkað til onnur ar ­ beiði í økinum. Tað ber ikki til at vera sjúkrameldaður í fleiri enn 914 dagar, tá ber ikki til longur at fáa sjúkrapening. Tá verða fólk send til ar ­ beiðsávísningina, ið skal finna arbeiði til fólk, ella at endurbúgva tey. Færri fyritíðar­ pensjónistar Áður hevur eingin tíðarav­ marking verið á longdini á sjúkrameldanini. Bert tá allir møguleikar eru troyttir, fáa fólk fyritíðarpensjón. Broytingin hevur skorið sjúkradagarnar niður í helvt, eins og talið á fyri­ tíðarpensjónistum er lækk­ að við 10%, og hetta hevur merkt eina sparing á 30 milliardir krónur seinastu trý árini frá oktober 2006 til oktober 2009. Fyrr fyritíðarpensjón er­ aðust 140 fólk um dagin í Svøríki, meðan talið nú er munandi lægri. Munurin á at fáa sjúkra­ pening ella fyritíðarpensjón og at arbeiða er somuleiðis vaksin í Svøríki. Fyrri var lítil og eingin munur á tí, fólk fingu. Fyritíðarpensjónistar kunnu forvinna upp til 43.000 krónur um árið uttan at tað ávirkarpensjónina, men omanfyri tað verða 50 oyru afturhildin í pensjónini fyri hvørja krónu, ið verður forvunnin. Pensjónsreformur spart 30 milliardir Gunnar Axén er svenskur ríkisdagslimur fyri Moderaterna