mánadagur 30. november 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 229 - 30. november 2009
ES krevur størri skerjing
Formansskapurin í ES er als ikki nøgdur við tey málini, sum lond hava sett sær
undan veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn. Tað segði svenski
forsætisráðharrin, Fredrik Reinfeldt, á toppfundi millum ES og Kina um
vikuskiftið. Svøríki hevur formansskapin í ES hetta hálvárið. Fredrik Reinfeldt
segði, at tær CO2-skerjingar, sum eru komnar á borðið tær seinastu vikurnar,
eru als ikki nøktandi, og at londini mugu gera meiri. Kina og USA, sum eru
tey londini, ið hava tað størsta CO2-útlátið, hava boðað frá, hvussu nógv tey
ætla at skerja útlátið. Hinvegin hevur India einki sagt enn, skrivar DR.
Bjarni Djurholm
ávaraði bæði flokkin
og Føroya fólk sum
heild um ikki at taka
kreppuna ov lætt
LANDSFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hann kendi seg hava nakrar
royndir á politiska pallinum,
men hann helt tað vera hug-
vekjandi, tað sum gongur
fyri seg í tinginum, men
ikki á ein positivan hátt.
Tað tykist ikki at rína við,
at vit tátta fram ímóti einari
milliard í halli á fíggjar-
lógaruppskotinum.
Hann segði tað verða
neyð ugt at taka nøkur stig,
men tað verður ikki lætt, tí
talan verður um tung tøk.
Bjarni Djurholm nýtti
eisini høvið at rósa Thomas
Dam fyri fyrilesturin og
endurtók
metingina
hjá
búskaparfrøðínginum um,
at bert helmingurin av
undir skotinum á fíggjar-
lógini stavar frá kreppuni.
Hann kom eisini inn á
skattapolitikkin og nevndi
skattalættingarnar,
sum
flokk urin hevði staðið fyri.
Men hann harmaðist sam-
stundis um, at vit hava
hægsta marginalskatt yvir-
høvur.
Skattalættarnir
svaraðu
til eina reallønarhækking
sum svaraði til 7 krónur um
tíman, vit hava annars klatra
upp eftir skattastiganum í
mong ár framman undan,
segði Bjarni Djurholm.
Hann segði, at vit eru
40.000 skattgjaldarar í Før-
oyum. Helmingurin, ella
18.500, liggja á einari inn-
tøku á undir 150.000, og
tey rinda 82 milliónir í
skatti, svarandi til seks
prosent. Hinir 21.500 rinda
so tey eftirverandi 94%.
Fólk flest merktu ikki
skattalættan so nógv, tí pen-
ingurin varð í staðin fluttur
yvir á pensjónsskipanina.
Hann nevndi eisini øking-
in í almennu útreiðslunum
seinastu árini, ið er 15 ferðir
sjómannafrádráttin.
Bjarni Djurholm ávaraði um
ikki at taka kreppuna ov lætt
Jacob Vestergaard
hugleiddi eitt sindur
um landbúnaðin og
serliga fiskivinuna
á landsfundi Fólka
floksins leygardagin
LANDSFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hann helt, at sambært
kann ingunum hjá Peturi
Steintún, so sær gott út við
toskastovninum eins og í
90-unum, tá hann rættiliga
tók seg upp.
Línuflotin hevur tillagað
seg og er vorðin minni.
Tað var eitt øgiligt trýst á
trolaraflotan í fjør tá olju-
prísurin var so høgur, men
hann er tíbetur nú farin nið-
ur aftur, og fyrra hálvár var
gott hjá tí partinum av flot-
anum við góðum upsa-
fiskiskapi. Støðan er eitt
sindur lakari aftur nú.
– Um vit samanbera við
aðrar skipanir uttan um
okk um, so er okkara fiski-
dagaskipan hin besta, og
áhugin fyri henni er vaks-
andi. Eg var í Skotlandi
her fyri og greiddi frá og
skal niður til Brússel í
morgin at greiða Joe Borg,
fiskimálakommiseri í ES
frá
føroysku
skipanini,
segði Jacob Vestergaard.
Hann metti, at tað fer at
veða neyðugt at tillaga trol-
araflotan eisini, tó at tað
verð ur svárt hjá teimum,
sum mugu fara út. Hinvegin
verður tað so tað betri fyri
teir, ið eru eftir.
Jacob Vestergaard nevndi
eisini lemmatrolararnar, og
at arbeitt verður við einari
skipan, har teir eisini koma
inn í fiskidagaskipanina.
Spurn ingurin er so, um tað
verður neyðugt at tillaga
tann partin av flotanum eis-
ini.
Hann kom eisini inn á tey
62.000 tonsini í suðurhøv-
um og helt, at tað er eitt
gott íkast.
Vónandi kunnu vit fáa
vir kað nakað av sild til
matna á landi í Føroyum,
kreftir eru í holt við at lata
Kollafjørð Pelagic upp aft-
ur, segði Jacob Vester-
gaard.
Samráðingar
Svartkjafturin er undir trýsti
og tað sá út til, at kvotan fór
at minka, men hon helt sær
á nøkurlunda sama støði tá
avtornaði.
– Vit hava sett krav fram
um, at vit skulu hava størri
part av makrelinum í sam-
ráðingunum við norðmenn.
Vit noktaðu at skriva undir
eina avtalu í heyst uttan so,
at vit fáa eina munandi
størri makrelkvotu enn vit
hava nú, segði Jacob Vester-
gaard.
Hetta hevur so ført til at
eingin avtala er um makrel-
in. Hann hevur ført fram
mótvegis norðmonnum, at
hóast ósemja er um eina
avtalu, eigur hetta ikki at
ganga út yvir aðrar avtalur
eisini.
– Vit mugu finna út av
tíðliga í 2010, hvussu vit
áseta okkara egnu makrel-
kvotu. Og tað verður ein
spenn andi
avbjøoðing,
segði Jacob Vestergaard.
– Føroyar skulu til sam-
ráðingar við russar í kom-
andi viku, og vit hava stórar
trupulleikar
við
russarí
løtuni við tað, at Skálaberg
liggur í Murmansk, men vit
hava sett øll segl til fyri at
loysa hendan knútin. Ein
stór sendinevnd kemur til
Før oya mánadagin, so vón-
andi fæst ein loysn tá, og
tað fer at hava sttóran týdn-
ing at fáa eina fiskiavtalu í
lag við russar, eisini sæð í
ljósinum av, at vit kanska
onga avtalu fáa við norð-
menn, segði Jacob Vester-
gaard.
Hann væntaði tað fór at
verða trupult at fáa størri
toskakvøtu,
sjálvt
um
TAC’ið í Barentshavinum
er farið upp, tí teir stovn-
arnir, vit lata afturfyri til
russar, eru í minking.
At enda segði fiski mála-
ráðharrin, at hann ætlar at
fáa brúksskyldu inn í fiski-
skipanina, og vónar eisini
at fáa eitt kjak um umseti-
ligheitina.
Útlitini fyri fiskiflotan betrað
Mugu síggja álvaran í kreppuni
Jacob Vestergaard greiddi frá sínum málsøki
á landsfundi Fólkafloksins leygardagin