týsdagur 4. desember 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 234 - 4. desember 2001
Nr. 234 - 4. desember 2001
3
NORÐURLOND
Eirikur Lindenskov
Nýggjur stjóri í Nordens
Institutt í Álandi verður
Stefan Simonsen, sum í
løtuni er stjóri í Norður-
landahúsinum í Grønlandi.
Føroyingar kenna Stefan
Simonsen,
sum
var
musikkskúlalærari í Før-
oyum í nøkur ár. Hann er
38 ára gamal, er giftur
Guðrun Guðmundsen úr
Sandavági, og tey eiga trý
børn. Hann er føddur í
Esbo í Finnlandi og vaks
upp í Helsingborg og
Borgå. Hann tók prógv á
Sibelius-Akademinum
í
1991 og hevur síðani
starvast sum musikkskúla-
lærari í Finnlandi og í
Føroyum, her hann eisini
var
musikskúlaleiðari.
Seinastu góðu tvey árini
hevur hann verið stjóri í
mentanarhúsinum, Kaduak,
sum er norðurlandahúsið í
Nuuk í Grønlandi.
Stefan Simonsen tekur
við starvinum, sum Mikkjal
Helmsdal fór frá, tá hann
gjørdist stjóri í Sjónvarpi
Føroya.
Tá vit fingu at vita, at
Henry var raktur av hervi-
ligari sjúku, hugsaðu vit,
at hann nokk fór at klára
tað. Men so komu sorgar-
boðini, hann hevði lagt
árarnar inn og var farin
heim til Harran.
Tankarnir hava verið
nógvir síðani, tí vit hava
átt so nógvar hugnaligar
løtur saman ígjøgnum
árini, ið eru farin. Vit
hugsa um, tá vit eftir
skúlatíð fóru heim til
Vigerd og Henry á Oyri,
altíð fingu vit ein góðan
drekkamunn,
og
um
Henry var heima, so var
ein sangur og gittarspæl
afturvið.
Vit ávirkast øll av
teimum menniskjum, vit
møta, og Henry var við
sínari lívsgleði ein av
teimum. Hann elskaði at
syngja, og tað sjáldsama
við honum var, at hann
hevði ein sang til hvønn
einstakan, og óansæð hvar
og hvørjum vit komu frá,
so var hann fyri okkum
líka.
Heimið hjá Vigerd og
Henry á Oyri var eitt
samlingsstað fyri vinirnar
hjá Hildur og Pola. Har
var ikki so nógv pláss,
men allir vinirnir kundu
vera har, óansæð hvussu
nógv vit vóru, so orða-
takið »har hjartarúm er, er
eisini
húsrúm«
kann
sanniliga sigast um tað
heim, ið tey skaptu fyri
síni børn. Og sjálvt um tey
fluttu í størri hús, so bleiv
hjartarúmið ikki minni,
nei, heldur størri.
Skjótt spjaddust vit øll,
onkur fór uttanlands, og
onnur aðrastaðni í Føroy-
um. Hetta skilti Henry
ikki altíð. Hví velja tit at
vera aðrastaðni enn í
Suðuroy? Koma tit ikki
heimaftur? Hetta vóru
spurningar, ið hann kundi
seta okkum, tí hansara
tokki til Suðuroy var stór-
ur og ikki minni til heim-
bygdina Vág.
Henry var ein barna-
vinur, hann elskaði at
spæla og geva sær tíð til
børnini, tó vóru tað tvey
stjørnubørn, ið vóru nak-
að serstakt fyri hann, og
sum hann var stoltur av.
Hetta vóru hansara abba-
børn, Heri og Vár. Har tey
vóru, vóru eisini Vigerd
og Henry.
Tann dagin, tá ið Henry
fór til hvíldar, skein sólin
so bjart, og Ljómur sang
so vakurt. Líkaso vøkur
eru minnini um hann.
Takk fyri tað, Henry.
Góða Vigerd, Hildur og
Poli við familju, orð eru
so fátøk í tykkara støðu,
men Harrin styrki tykkum
í sakni tykkara.
Tveir vinir
Minningarorð um
Henry Jacobsen
– vanliga nevndur Henry hjá Pola
Tøkk
Øllum tykkum, sum mintust meg á 75 ára
degnum við gávum, blómum, uppringingum
og heilsan í Dimmalætting, takki eg hjarta-
liga.
Heilsan
Absalon Jaocbsen, Vágur
Stefan Simonsen stjóri í Álandi
Fríggjadagin
komandi
klokkan 17 verður jóla-
hugni í Losjuni í Havn.
Petur Jacob Sigvardsen fer
at lesa jólaevangeliið og
Beinta Háberg Jacobsen fer
at sita við klaverið. Okkurt
góða verður á borðinum, og
sungin verða kendu jóla-
løgini.
Jólahugni í Losjuni
í Havn
C
M
Y
K
3
2