Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 235 - 5. desember 2001 Nr. 235 - 5. desember 2001 3 Strandferðslan kann- ar nú møguleikan, um Sam kann setast inn í sigling um Lorvíks- fjørð afturat Dúgv- uni. Neyðugt er tó við loyvi frá Skipaeftir- litinum til hesa sig- ling SAMFERÐSLA Eyðun Klakstein Klaksvík: Strandfaraskip Landsins kanna nu, um Sam kann veita Dúgvuni eina hjálpandi hond á farleiðini um Lorvíksfjørð. – Dúgvan hevur ein trupulleika við at klára alla ferðsluna um Lorvíksfjørð, og tí arbeiða vit nú við møguleikanum, at Sam kann hjálpa Dúgvuni, tá mesta ferðslan er um dagin, sigur Poul Jákup Thomsen, ferðafólkaflutningsleiðari hjá Strandferðsluni. Áðrenn tað kann koma upp á tal, at Sam kann sigla á farleiðini, skulu neyðug loyvi fáast til vega frá Skipaeftirlitinum, og tey eru ikki komin enn. Sam er ikki í fastari rutu longur. Síðani Ternan var sett inn í siglingina um Vestmannasund, hevur Sam ligið nógv. Hann hevur tó onkuntíð siglt um Vest- mannasund, og hann hevur eisini verið brúktur til yms- ar leigutúrar. Pengar til fleiri túrar Løgtingið játtaði herfyri Strandfaraskipum Landsins eyka pengar, so fleiri túrar kunnu siglast um Lorvíks- fjørð. Samráðingar hava verið millum manningarfeløgini og myndugleikararnar fyri at finna eina hóskandi skipan, um Dúgvan skal sigla longur út á kvøldið, soleiðis sum ætlanin hevur verið. Við einum oyramerktum kekki til Lorvíksfjarðaleið- ini søkja Strandafaraskip Landsins nú eftir manning til hesa farleiðina. Ætlanin er, at hendan manningin skal sigla við Dúgvuni. – Um vit fáa loyvi at brúka Sam á farleiðini, so kann tað koma upp á tal, at vit skipa siglingina eitt sindur øðrvísi, so at Sam eisini fær ein leiklut, sigur Poul Jákup Thomsen. Fløskuhálsurin Tað er serliga um dagin, at nógv ferðsla er um Lor- víksfjørð, og tað hevur ver- ið havt á munni, at tað er eingin orsøk at lata Dúgv- una sigla fleiri túrar, tí fløskuhálsurin um dagin verður tann sami. Tað er av somu orsøk, at Strandferðslan nú umhugs- ar at lata Sam sigla afturat Dúgvuni. – Vit eru í somu støðu alla tíðina, at vit hava ikki nóg nógv góð skip. Um vit seta Sam inn á Lorvíks- fjarðaleiðini, so verður hann meira ella minni bundin har, og tað kann skerja okkum aðrastaðni, sigur Poul Jákup Thomsen. Ætlanin er, at Ternan skal flytast frá Vestmannasundi og norður til Klaksvíkar, tá koyrandi verður undir Vest- mannasundi um eitt ár ella so. Tá skulu Ternan og Dúgvan so røkja farleiðina um Lorvíksfjørð, og ætlan- in er eisini at lata Ternuna taka sær av Kalsoyarleiðini, sum Barsskor annars røkir. Strandferðslan bíðar nú eftir, um loyvi kann fáast til at lata Sam sigla um Lor- víksfjørð, og tá tað er greitt, kann endaliga avgerðin eisini takast. Sam jokari um Lorvíksfjørð Góði Mikkjal! Tað sýnist okkum so óveruligt her í húsinum, at tú ikki ert ímillum okkum longur, og ikki at síggja teg koma yvir til okkum at eta døgurða. Eg var staddur uttan fyri, tá ið systir tín rópti á meg og segði, at Villi, skiparin á »Havhesti«, vildi tosa við meg. Og tað vóru nógvir tankar, sum fóru ígjøgnum høvdið á mær til eg kom til telefonina og tey boðini eg fekk, sjálvt um Villi var róligur, so grunaði eg, at okkurt álvarsligt var áfatt. Men at tað skuldi verða seinastu ferð, eg sá teg sunnudagin, tá tú fór avstað, hevði eg ikki roknað við, systir tín hevði sett døgurðan á borðið, men eg segði við hana, at heilsa uppá Mikkjal mátti eg fara, áðrenn hann fór avstað. Ja, góði Mikkjal, sakn- urin er stórur, tú var so góður við okkum øll. Og altíð segði tú, tá tú fór avstað: Jesus pápi veri hjá tykkum øllum. Vit minnast væl, tá tú kom yvir at siga farvæl, at mussa mammu tína, um tað so var á morgni ella kvøldi, sjálvt um hon lá og svav. Mikkjal góði, tú var sjúkur sum smádrongur. Mamma tín var niðri í Danmark við tær í fleiri mánaðir er mær fortalt, men tú komst væl fyri teg aftur, sigldi í fleiri ár við skipum úr Klaksvík og síðan við »Havhesti« í 15 ár, og tær líkt, gramdi tú teg ongantíð um sjúku. Um tú var dekkari, stýrimaður ella skipari, var tú altíð tann sami, spakur og lítillátin. Meg eg veit, at tað lá væl fyri hjá tær at fáa fisk sum skipari. Góði Mikkjal, eg endi við tveimum versum úr 107 sálmi 28-29: Men teir róptu til Harrans í neyðini, og hann frelsti teir úr trongdum teirra. Hann læt stormin vendast í stilli, bylgjurnar rundan um teir tagnaðu. Svágur Minningarorð um Mikkjal føddur 5.10.58 deyður 5.09.01 Strandferðslan umhugsar at brúka Sam fyri at sleppa av við fløskuhálsin á farleiðini millum Klaksvík og Lorvík Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, bjóðar nú foreldrum í Klaksvík á fund fyri at hoyra teirra hugsan um, hvussu tað ber til at skapa trivnað millum ungdómin í býnum UNGDÓMUR Eyðun Klakstein Klaksvík: Borgarstjórin í Klaksvík tekur í kvøld eitt óvanligt stig, tá hann kallar foreldur saman til ein fund um ungdómsviðurskiftini í býnum. – Vit ætla at seta spurn- ingin, hvussu vit frægast kunnu skapa trivnað mill- um okkara unga ættarlið, og hvørji tilboð skulu til í tí sambandi, sigur Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri. Serligi foreldrafundurin verður í býráðshøllini í Klaksvík í kvøld, miku- kvøldið, klokkan 19.00. Arbeiða við tilhaldsstaði – Nógv verður tosað um hendan spurningin – ikki minst her í Klaksvík, stað- festir borgarstjórin, sum heldur, at málið oftani verður viðgjørt í negativum vendingum millum manna. – Býráðið hevur nú í eina tíð viðgjørt spurningin um eitt tilhaldsstað fyri ung- dóm, sum ætlandi skal vera karmur um virksemi hjá teimum ungu í kommun- uni. – Sosiala Deild fyrireikar málið í løtuni, og væntandi gongur ein tíð enn, áðrenn vit síggja nakað ítøkiligt úrslit, men breið semja tyk- ist tó vera í býráðnum um, at vit her í kommununi skulu betra um tilboðini og møguleikarnar hjá ung- dóminum í kommununi, sigur borgarstjórin. Biðja um ráð frá foreldrum Endamálið við fundinum í kvøld er at koma á tal við foreldur og onnur, sum hava áhuga í hesum spurn- ingi, fyri at finna fram til ta mest skilagóðu leiðina í hesum nógv umrødda máli. – Tað finst neyvan nøkur uppskrift ella patentloysn upp á, hvussu ein fær ung- dómin at trívast, men hetta er ein spurningur, sum meir ella minni kemur okkum øllum við, og tí vilja vit við hesum geva fólki møgu- leikan at siga sína hugsan, sigur Steinbjørn Jacobsen. Rúsdrekkaráðgevin luttekur á fundinum Umframt møguligar aðrar býráðspolitikarar verða tað formenninir – ella kanska rættari sagt forkvinnurnar – í Sosialu Nevnd og Ment- unarnevndini, Eyðgunn Samuelsen og Jórun Høgn- esen, sum saman við borg- arstjóranum fara at umboða býráðið á hesum fundi. Umframt politikararnar og umboð fyri Sosialu Deild, ið tekur sær av mál- inum í býráðsumsitingini, verður eisini rúsdrekka- og narkotikaráðgevin, Carl August Arge, sum hevur royndir innan hetta økið, við á fundinum. Vónar góða undirtøku Klaksvíkar býráð hevur heitt á ein av kendastu tón- leikabólkunum í landinum í løtuni, I AM, um at syngja og spæla nøkur løg á fund- inum. – Vit vóna, at tiltakið fær góða undirtøku millum for- eldur og onnur áhugað í kommununi. Í øllum førum kunnu vit siga, at fólk nú hava møguleikan at gera sína ávirkan galdandi, sigur Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri. Borgarstjórin kallar foreldur saman Borgarstjórin í Klaksvík kallar nú foreldur í býunum saman til fund um ungdómsviðurskiftini í býnum. Fundurin verður mikukvøldið Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 2 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo -har tað hendir