Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 234 - 4. desember 2001 Nr. 234 - 4. desember 2001 5 Tað er bíligt at ringja úr Føroyum til onnur lond. Internet og GSM eru so avgjørt í dýrara endanum. Kappingin á fjar- skiftisøkinum hevur ruddað slóð fyri lægri prísum, men enn væntar eitt sindur, vísa tøl, ið Fjarskiftis hevur sett saman í sambandi við KT- vinnupolitikkin FJARSKIFTI Heri á Rógvi Við sær í tingið í dag hevur Bjarni Djurholm eisini eina støðumynd, sum Fjar- skiftiseftirlitið hevur gjørt. Hetta er ein støðumynd, sum er gjørd til at stuðla undir í sambandi við orða- skifti um ein KT-vinnu- politikk. Talan er um hagtøl, sum hyggja nærri at støðuni á føroyska fjarskiftisøkinum, men eisini samanbera við onnur lond. Sum vera man, so verður tað borið saman við ríkisfelagarnar úr Dan- mørkini. Eisini verða bæði Norra, Grønland og Íslandi tikin við upp á ráð í fjar- skiftisspurninginum. Hini bæði londini, samanborið verður við, eru Luksem- burg og Ísrael. Fyri einari tíð síðani var eitt fjøltáttað ferðalág úr føroysku umsit- ingini í Ísrael og hugdi nærri at, hvussu heilaga fólkið skipa seg innan KT- vinnu. Eins og altíð, skulu hag- tølini takast við einum ávísum fyrivarni, tá ið tað ikki hevur verið møguligt at samanborið javnt á øllum økjum. Eitt nú eru hagtølini savnaði til bæði 1. oktober og 24. oktober, og hetta kann gera eina eitt sindur skeiva mynd, men fjar- skiftismyndugleikararnir meta, at hetta kann nýtast sum eina yvirlits- og støðu- mynd. Bíligt og dýrt Tað eru 25.454 fastnetfe- lagar í Føroyum, ella rætt- ari sagt: hin 24. oktober 2001 vóru tað 25.454 fe- lagar í Føroyum. Av hesum eigur Føroya Tele hin nógv størsta partin. 23.324 felagar í Føroyum kundu kalla seg Føroya Tele kundar hin 24. oktober 2001. Hetta er 91,6%. Hini 8,4% ella 2.130 felagar kunnu kalla seg Kall- kundar. Tað sum kanska er enn meira áhugavaert er, at 21. 358 GSM-felagar vóru 1. oktober í Føroyum. Afturat teimum vóru eisini 2.363 NMT-felagar í Føroyum, soleiðis at tað tilsamans vóru 23.721 felagar, sum kundu kalla seg annað enn fastnet felagar. Hesir 23.721 fáa allir sína rokn- ing sendandi frá Føroya Tele einaferð um mánaðin, tá ið Føroya Tele er einasti veitarin á økinum. Samanlagt vóru tað 8.445 Internet-felagar í Føroyum. 251 hava fast samband, og 8.194 hava uppringt samband. Av hes- um eigur 7.478 felagar hjá Føroya Tele á uppringda partinum av marknaðinum, og teir eiga eisini 43,8% ella 110 felagar á føstum sambandi. Tvær minni fyri- tøkur, Teletech og Kappin, eiga góð 40% av mark- naðinum á føstum sam- bondum. 15,9% av hesum, sum hava fast samband, hoyra til Tykissamfelagið í Svínoy og Fugloy – sig so tað. Hesi tøl kunnu tykjast løgin, tá ið Kall lýsir við, at hvør felagi hjá teimum eisini er Internet felagi. Tað er áhugavert, at fe- lagar við føstum sambandi hava hug at fara frá Føroya Tele, hóast hesir samanlagt ikki eru so nógvir. Enn hevur hetta við føstum sambandi til privatfólk kanska ikki vundið so nógv upp á seg. Kanningin vísir eisini, at eitt ADSL (fast tráborið Internet samband) er dýrast í Føroyum enn í mun til hini fimm londini, ið tað verður samanborið við. Felags fyri felagar í Føroyum er, at hesir kunnu gleða seg yvir at ringja rímiliga bíliga til útlond. Innanlands er prísurin tó, samborið við onnur lond, ikki nakað at reypa av. Seinastu tvey árini er ein sannførandi stór lækking farin fram á fastnetsamrøð- um, og hetta skyldast mest- ir eisini kappingini m.a. Ì Føroyum er støðan tann, at felagar hjá Kalli kunnu reypa fyri grannunum, sum hava Føroya Tele sum veitara, at tey skulu gjalda munandi minni í Internet rokning, tá ið Kall er bí- ligari enn Føroya Tele á Internetøkinum. Men tá ið Kall kundin ringir bíliga til systkina- barnið í Ísrel, so fær pípan eitt annað ljóð, tá ið ísraelsfólk hava tann møgu- leika at vera online fyri hálvatriðju fer kostnaðin hjá føroyingum. Hini Samanborið við hini lond- ini, so verður tað hildið, at Føroyar eru væl fyri á uttanlandssamrøðum. Inn- anlandssamrøður, Internet og ikki at snakka um GSM er ikki eitt økið, har før- oyingar eru væl fyri í mun til hini londini. Hinvegin so er støðan munandi verri í Grønlandi. Tað smáu londini, Luks- emburg og Ísland, standa seg rættiliga væl í kapp- ingini um prísir. Eitt nú er ein 3 min samrøða 117% dýrari í Føroyum enn í Íslandi. Fyri tingið KT-vinnupolitikkurin kem- ur fyri tingið í dag. Hetta líkist fyri so vítt rættiliga nógv tí, sum Bjarni Djurholm og hansara menn løgdu fram á ferðavinnu- økinum. Aðalendamálið við hesum nýggja politikk- inum er at skapa eina sjálvberandi KT-vinnu. Ætlanin er, at landið skal ganga undan í at nýta KT og menna hesa somu vinnu. Tað verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer, tá ið aðalorðaskifti stendur á skránni í tinginum í dag. Føroyskt fjarskifti ov dýrt Tað er bíligt at ringja út í heim úr Føroyum, samborið við onnur lond, men serliga GSM-kostnaðurin er ovurhonds dýrur Endaliga úrslitið av fólkatingsvalinum er nú greitt. Tað verða framvegis Lisbeth og Høgni, sum skulu niður á danating, men summum val- støðum hava nógvar atkvøður flutt seg úr einum bunka í annan VAL Heri á Rógvi Hin 20. november kundu tey mongu valevnini kanna eftir, hvussu nógvar at- kvøður tey høvdu fingið í sín part. Síðani tá hava vit sæð takkarheilsur frá summum valevnum, og hetta tekur eisini so dýran til at takka teimum x mongu, sum valdu at seta krossin út fyri navnið á viðkomandi. Sum altíð, tá ið val er á skránni, so er tað eisini ein fínteljing. Hetta seinasta fólkatingsvalið var heldur einki undantak. Tað verða framvegis Lisbeth L. Petersen og Høgni Hoydal, sum skulu taka sæti á danatingi, men onkur hevur fingið eitt sindur meira í sín part. Sambandsflokkurin gjørdist størsti flokkur 7.208 atkvøðum, og hetta er bæði met, men eisini 12 atkvøður fleiri enn sjálvt valkvøldið. Hetta við at fáa fleiri atkvøður er eisini nakað, sum er rættiliga vanlig á nýggja fíntalda listanum yvir atkvøðurnar hjá teimum ymisku. Tjóðveldisflokkurin fekk skavað 13 atkvøður fleiri saman, soleiðis at hetta gav eitt úrslit áljóðandi 6.578 atkvøður. Javnaðarflokk- urin fekk 6.187, Fólka- flokkurin fekk 5.417, Mið- flokkurin fekk 569 og Sjálvstýrisflokkurin endaði við at fáa 434, sum eisini var tað sama sum sjálvt valkvøldið. Jóannnes kann fegnast um, at 3.689 føroyingar valdu at geva honum sín kross. Hetta er eisini eitt rættiliga stórt, og tað er bert Óli Breckman, sum hevur megnað at fingið fleiri atkvøður enn núverandi formaðurin í Javnaðar- flokkinum. Óli Breckman fekk hesaferð 2.329 per- sónligar atkvøður. Sterki maðurin á Tjóðveldislist- anum, Høgni Hoydal, tryggjaði sær eitt sæti á fólkatingi við 2.641 per- sónligum atkvøðum. 2.288 fullu í lut hjá Lisbeth L. Petersen. Eftir at fínteljingin er gjørd vóru 26.393 fólk á vali til fólkatingsvali. 105 atkvøður vóru ógildugar. Vanligt Olaf á Stongunum, val- stýrisformaður, sigur hetta vera púra vanligt, at onkrar atkvøður koma fyri. - Orsøkirnar til, at fín- teljingin vísir eitt eitt sindur øðrvísi úrslit enn úrslitið sjálvt valkvøldið kunnu vera so nógvar. Eitt nú eru fleiri atkvøður taldar við hesaferð, sum ivi var um fyrstu ferðina, sigur Olaf á Stongunum. Eitt dømi var, har eitt valevni fær heili 20 atkvøður fleiri á einum valstaði, men hetta heldur Olaf á Stongunum ikki vera nakað løgið. Olaf á Stongunum vísir á, at í Danmark endaði tað við, at okkurt nýtt fólk kom at sita í býráðið eftir fínteljingina, men støðan er ikki heilt so galin her. Íslendingar valdu at lata heilbrigdið eitt heiðursprógv í sam- bandi við, at Heil- brigdið leygardagin fylti 15 ár ÁRSDAGUR Heri á Rógvi Sunnudagin skipaði Heil- brigdið fyri einum tiltaki í Norðurlandahúsinum. Hetta var í sambandi við, at tað 1. desember vóru 15 ár síðani, at Heilbrigdið lat upp á Velbastað. Eini 150 fólk vóru komin saman í Norðurlandahúsinum fyri at fagna Heilbrigdið henda serliga dagin. Heilbrigdið hevði eisini fingið vitjan uttan úr landi. Úr Íslandi var umboð fyri SÀÁ komin til Føroya. Heilbrigdið hevur øll árini havt sera tætt samskifti við SÁÁ, sum er viðferðar- stovnar har. Guðbjørn Bjørnson var komin til Føroya at siga eitt sindur um teirra virksemi. Seinastu tíðini hevur eisini verið nógv samskifti við Kongens Ø viðgerð- arstovnin í Norðursælandi. Hesir sendu eisini eitt umboð til Føroya. Hesin kallast fyri Morten Ege- skov, og hann greiddi sunnudagin eisini frá um royndir, sum teir hava gjørt sær við at viðgera fangar í einum fongsli í Danmark. SÀÀ hevði eisini eina gávu við sær til Føroya. Hetta var ein heiðursgáva, sum varð givin á 15 ára degnum. Talan var um eina plátu, har tað stóð skrivvað føgur orð á íslendskum. Plátan varð handað Jákupi Lindenskov, sum hevur verið formaður fyri Heil- brigdið øll árini. Lesið samrøðu við Inga Mohr í Sosialinum í morgin um virksemið hjá Heilbrigdið. Heilbrigdið fingið viðurkenning úr Íslandi Úrslitið av fínteljingini av fólkatingsvalinum er nú almannakunngjørt. Á størsta valstaðnum, á Hálsi í Havn, fekk sambandsvalveni Olav Enomoto skavað sær tjúgu atkvøður afturat í sín part Fínteljingin gjørd Sum tøkk fyri gott arbeiði kundi formaðurin fyri Heilbrigdið, Jákup Lindenskov, taka ímóti heiðursgávu fyri arbeiðið hjá stovninum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 5 4