Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 235 - 5. desember 2001 Nr. 235 - 5. desember 2001 5 Ude med snøren er heitið á bók um stuttleikafiskiskap eftir Uffe Ellemann- Jensen. Í bókini eru eisini upplivingar úr Føroyum ÚTGÁVA Turið Kjølbro Forlagið Gyldendal hevur givið út bókina Ude med snøren eftir Uffe Ellemann- Jensen. Undirheitið á bók- ini er Fisk og mennesker jeg har mødt. Uffe Elle- mann-Jensen skrivar á sínum vanliga sjarmerandi máta um upplivingar, hann hevur havt við fiskatráðuni í hondini. Í fororðunum skrivar hann eitt nú: - Sum stutt- leikafiskari lærir tú at liva við næstan at fáa tað, sum tú strembar eftir. Tað hevur verið ein góð fyrireiking til stóru fiskarnar, eg havi mist í mínum politiska lívi. Sum tá eg næstan gjørdist forsætismálaráðharri, og tá eg næstan gjørdist aðal- skrivari í NATO, - nøkur mál eg strembaði eftir við nærum líka heitum kensl- um sum tá ið eg royni at fáa ein eyrriða á krókin. . . Og so lærir tú náttúruna at kenna, at liva við henni á ein heilt serligan hátt. Eg havi í mínum politikaralívi og sum stuttleikafiskari kastað snøri út um allan heim, eg havi fingið fong, og eg havi upplivað vón- brot. Og eg havi møtt teim mest áhugaverdu fólkum og fiskum. Hetta havi eg hug at siga øðrum frá, sum dámar eins væl og eg at sita í einum góðum stóli og uppliva alt aftur í eini bók, sum fortelur um gávuna tað er at vera fiskari við lív og sál. Uffe Ellemann-Jensen, sum er føddur í 1941, hevur verið ein eyðsýndur per- sónur í donskum og altjóða politikki í 25 ár. Uttan- ríkisráðharri í nærum 11 ár, formaður í Venstre í 14 ár, og forseti í European Liberal Party í seks ár. Áðrenn hann gjørdist politikari, var hann ein sjónligur politiskur tíðinda- maður, bæði í sjónvarpi og sum blaðstjóri á Børsen. Nakrar atkvøður í Føroyum vantaðu í til at hann kundi gerast forsætismálaráðharri í 1998. Hann fór úr poli- tikki, og situr nú í eini røð av donskum og útlendskum nevndum og stýrum. Enn sum áður ferðast hann um allan heim, helst við fiska- tráðuni í viðførinum. Uffe Ellemann-Jensen hevur skrivað nógvar bøk- ur, serliga um búskap og politikk, og bókin Din egen dag er kort er mest selda bókin eftir ein politikara í Danmark í nógv ár. Ude med snøren er hansara fyrsta bók um stuttleika- fiskiskap. Bókin er 304 blaðsíður og kostar 279 krónur. Heimamissiónsforl agið hevur givið út barnabók um ferð- ina hjá Mariu og Jósefi til Betlehems ÚTGÁVA Heimamissiónsforlagið hevur givið eina nýggja jólabók út. Hon eitur “Ferðin til Betlehem”. Hetta er ein barnasøga um ferðina hjá Mariu og Jósefi. Augustus, sum var keisari, vildi vita, hvussu mongum menn- iskjum, hann ráddi yvir, og tí hevði hann boðið øllum at fara til ta bygd, sum tey vóru slektað úr, so øll kundu verða skriv- að í manntal. Tí fóru eisini Maria og Jósef avstað ta longu ferðina. Vit hoyra eina frálíka frásøgn um, hvat tey hava upplivað og støð á ferðini. Og vit ferðast við teimum - eftir bakkunum í Galileu og oman eftir tí róm- verska vegnum oman til Jeriko. Vit skunda okk- um gjøgnum ta frukta- leysu oyðimørkina og steðga á uttan fyri Jerúsalem. Og tá ið vit koma til Betlehems, fara vit at leita eftir onkrum at búgva í. Myndirnar í bókini eru góðar. Tær vísa eina gerandisliga mynd av lívinum í tí rómverska Palestina, og vit fáa eitt gott innlit í frásøgnina um Jesu føðing. Hjørleif Poulsen hevur týtt bók- ina úr enskum. Bókin kostar 90 krón- ur, hon er at fáa á Heimamissiónsforlag- num í Nesvík og ymsa staðni runt landið. Súgvimerkið eitur nýggj ungdómsbók, sum forlagið Nýlendi hevur givið út. Norski rithøvundurin Unni Lindell hevur skrivað bókina, sum Jákup í Skemmuni hevur umsett ÚTGÁVA Súgvimerkið eitur nýggj ungdómsbók eftir Unni Lindell. “Stella elskar Magna. Við øllum kropp- inum. Við hvítum tonkum. Við reyðum hjarta. Hon hoyrir hann innan í sær... Tað fyllir hana við vónum og spenningi, men óttin fyri at missa ríður henni sum marran. Stella hevur nýliga verið fyri stórum skelki, tá ið hon misti mammu sína ...” 14-ára gamla Stella er í kreppu, og hon situr illa um sátt við nýggju vinkonuna, sum pápin hevur funnið sær. Í sorgini hevur hon stygt bestu vinkonu sína burtur frá sær. Hon kennir seg einsamalla heima og einsamalla í skúlanum. Men hon hevur gott eyga til Magna, sum er floksfelagi hennara. Hon má berja seg upp úr sorgini og finna kærleikan og vinna Magna fyri seg. Magni er vónin, og kærleiki hennara stendur til hansara. Í fyrstuni tykist hann einki leggja í hana. Men tá ið hon umsíðir fær hann, uppliva tey nógvar spennandi løtur saman, tí eftir harðan vetur kemur várið - og summarið... Men tað var ikki Magni, ið gav henni súgvimerkið hin ringa dagin í Rottu- reiðrinum, tá ið hon varð kroyst niður móti kalda gólvinum og hoyrdi suðið úr gráu ánni. Ánni, sum ongantíð kemur á mál, og sum ongantíð støðgar á - sum sorgin hjá Stellu um mammuna, ið legðist sjúk og doyði. Undir yvirskriftini En perle av en bok om ung kjærlighet skrivar ummæl- arin Terje Stemland á norska Aftenposten um Súgvimerkið: “Stellas uutholdelige situasjon kulminerer med et angstanfall... på en skoledisco, og hun und- erkastes siden samtale- terapi hos psykolog. Tredje del av boken har tittelen “Kjærligheten”. Da blir hun endelig sammen med Manne, heller ikke det forløper problemløst, men forholdet mellom dem er innsiktsfullt og varmt skildret, en ren perle om ung kjærlighet. Manne blir den personen som bidrar mest avgjørende til at Stella makter å vokse ut av sorgen... Sugemerket burde bli obligatorisk lesning for tenåringsforeldre.” Tá ið Unni Lindell í einum práti á alnetinum varð spurd, um Súgvi- merkið “bara” var ein ung- dómsbók, svaraði hon soleiðis: - Ánei, Súgvimerkið kunnu vaksin eins væl lesa. Eg haldi ofta, at markið verður eitt sindur løgið, tá ið vit tosa um, hvat ið er vaksnamannabókmentir aftur ímóti ungdómsbók- mentum. Einasti boðskap- ur, eg havi, er at raka okkurt í lesaranum, okkurt, sum lesarin kennir aftur. Harumframt vil eg fegin í Súgvimerkinum royna at siga nakað um, at tað kann eisini vera gagnligt at hava gjørt truplar royndir... Unni Lindell er uppruna- liga útbúgvin blaðkona. Millum gitnastu nýggju bøkur hennara eru Slange- bæreren (1996), Måne- orkestret (1998), Drømme- fangeren (1999) og Sørge- kåpen (2000). Av virðislønum, sum Unni Lindell hevur fingið, kunnu vit nevna Riverton- virðislønina, 1989, Capp- elen-virðislønina í1992, og í 1994 fekk hon Kritiker- prisen júst fyri Súgvi- merkið, sum nú kemur á føroyskum. “Hesa náttina droymir hon um stór grasker, sum frysta í veltuni, og hon sær seg sjálva ganga við boygdum herðum og lyfta tey upp úr frystu moldini. Men hon er ikki før fyri tí, og tá ið hon gongur heim aftur til hús eftir grasgrónu rásini berføtt, er myrkt, og hon hevur gler ímillum fingrarnar. Tá ið hon rættar fingrarnar út, spegla stjørnurnar sær í sløttu lógvum hennara. Tí má hon ganga varliga, so at glerið skal ikki støkka og stjørn- urnar detta niður á jørðina.” Unni Lindell, sum er fødd 3. apríl 1957, er í dag millum viðurkendastu rit- høvundar í Noregi. Hon h- evur skrivað meir enn 40 bøkur, bæði barnabøkur, ungdómsbøkur, stuttsøgu- søvn, eitt yrkingasavn og krimibøkur. Hon verður í dag tald upp í tær nýggju norsku krimidrotningarnar. Men millum viðurkendastu bøkur hennara er ung- dómsbókin Súgvimerkið, sum verður nógv brúkt í norsku framhaldsdeildini. Kápuna hevur Olivur við Neyst teknað. Súgvimerk- ið, sum er prentað á Midt- fyns Bogtryk, er 163 síður og fæst í øllum bókabúðum fyri 128 krónur. Nordbok og Mentanargrunnur Land- sins hava stuðlað útgávuni. Ferðin til Betlehem Súgvimerkið Uffe úti við snørinum Sjálvt í Føroyum er stilt á sjónum við hvørt. Tá kanst tú verða heppin á fáa ein stóran seið á krókin, skrivar Uffe Ellemann-Jensen »Neyð lærir nakna kvinnu at spinna«, er gamalt orðafelli. Hetta kunnu brøður- nir, Kristin og Marius Vilhelmsen í Klaks- vík, ásanna. Saman eiga teir útróðrar- bátin, Gudrun, sum hevur verið á garna- veiði hvørt ár síðan 1994. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tey fyrru árini av níti- árunum var fiskaloysi undir Føroyum, og í 1994 var einki at royna eftir við línu hjá 24 tons stóra útróðrar- bátinum, Gudrun. Men hetta árið gjørdist eisini ein nýggj byrjan hjá Kristini og bróðrinum, Mariusi, sum tá fóru at royndarfiska eftir havtasku fyri Fiskirann- sóknarstovuna. Tá vóru onnur størri skip longu byrjaði at fiska havtasku við gørnum, men áhugavert var at vita, um havtaska í hampiligum nøgdum eisini fekst nærri landi. Tað, sum er serligt við garnaveiðini hjá Gudrun, er, at hetta er ein lutfalsliga lítil útróðrarbátur, sum hev- ur prógvað, at tað ber til at reka lønandi veiði eftir havtasku við einum slíkum báti. Garna-og línuveiða – Eg vil siga, at tað fyrsta árið fekst ikki nógv burtur úr, og árið eftir var heldur ikki nakað serligt. Vit vóru ókunnugir við henda veiði- hátt og mugu ásanna, at nógvi streymurin á grunn- inum var ein trupulleiki, tí gørnini fløktust illa. Men, sum frá leið fór at ganga betur, og seinnu árini hevur havtaskuveiðan havt stóran týdning fyri bátin og manningina, sigur Kristin Vilhelmsen. Gudrun hevur øll árini síðan 1994 verið á hav- taskuveiði í tíðarskeiðin- um, 1. apríl til 31. oktober. Síðan hava teir roynt við línu um veturin og egnt í landi. Fimm mans eru knýttir at útróðrarbátinum. - Øll árini við undantaki av árinum í ár, hevur talan verið um royndarfiskiskap, men tá ið nýggja garna- kunngerðin kom í mai, fingu vit veruligt fiski- loyvi til havtasku. Kristin sigur, at tá ið royndirnar byrjaðu í síni tíð, royndu teir serliga eystanfyri, men nú royna teir bara royna norðanfyri. Hetta er eisini ein treyt í nýggja loyvinum. Men hetta passar teimum fínt, tí tað vísir seg, at norðanfyri fæst frægast burtur úr. – Her er næstan eingin hjáveiða av øðrum fiska- sløgum. Í fjør og fyrraári lá hjáveiðan um 3%; í ár var hon uppaftur minni, sigur hann. Hóast Gudrun hevði loyvi at royna heilt inn móti landi, fóru teir sjáldan inn um 10 fjórðingar og ongantíð inn um 6 fjórðingar. - Fóru vit inn um 8 fjórðingar, var ofta nógvur mosi í gørnunum, men eisini her fekst hav- taska, sigur Kristin og vísir á, at fult so frægt vísir seg at vera at royna, har botn- urin ikki er ov bleytur. Í dag hevur Gudrun ikki loyvi at royna innanfyri 12 fjórð- ingar, og teir kunnu royna út í kantin. Jøvn havtaskuveiða Royndirnar, sum Gudrun hevur gjørt, hava víst, at meira og minni er at fáa allastaðni. Ongastaðni er einki at fáa, hvørki innari ella ytri. Kristin vísir á, at veiðan seinastu árini hevur verið rættiliga jøvn; hon hevur ligið millum 75 og 80 tons fyri sesongina. Í ár fingu teir 82 tons, 78 í fjør og 82 í fyrraári. – Í ár var prísurin ikki so góður sum í fjør, men hetta er framvegis ein góð veiða. Spurdur, hvussu gongur at samstarva við aðrar skipabólkar, sum koma fram við, sigur Kristin, at tað hevur ikki verið nakar trupulleiki. – Vit løgdu okkum á eitt øki norðanfyri. Har lógu vit púra stillir, drógu og settu aftur uttan nakrar sum helst trupulleikar. Men greitt er, at hetta er ein reiðskapur, sum tekur pláss og tí má upplýsast væl, hvar hann stendur. Vit gera nógv við at siga frá, og vit royna leingi á somu leið. Mær kunnugt, er ongantíð hent, at nakar hevur sett oman- yvir okkara reiðskap. Her koma eingir útróðrarbátar við línu, tí vit eru so uttarliga, og snelluskipini eru sum oftast ytri enn vit, sigur Kristin. Fáa væl við línuni Síðan Gudrun dróg gørnini, hava teir verið tríggjar túrar við línu og fingið til- samans 18.000 pund. Teir egna í landi og seta 40 stampar hvørja ferð. Agnið hevur verið kú- fiskur og høgguslokkur. Størri helmingurin av veið- ini hevur verið hýsa, restin gráur fiskur. Kristin Vilhelmsen sigur, at tað yvirhøvur hevur gingið væl hjá útróðrar- bátunum í ár og í fjør. – Tað er onkur, sum hevur fiskað fyri meira pengar enn vit, sjálvt um vit eisini fiska havtasku. So, útróðurin er hugaligari í dag, enn tá ið vit fóru at royndarfiska eftir havtasku í 1994, sigur hann at enda. Ætlanin var, at døg- urðatímin millum 12 og 13 skuldi broytast til ein matarsteðg frá mánadegnum at rokna, men enn eru ikki allar súður syftar. Arbeiðskvinnufelagið hevur givið »grønt« ljós fyri hesum, men arbeiðsmannafelagið hevur ikki tikið støðu. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Á flakavirkinum Kósini í Klaksvík hevur ein ávís togan tikið seg upp um døgurðatíman. Skipanin er hon, at tá ið klokkan slær 12, fer ar- beiðsfólkið heim til døg- urða. Hetta merkir, at van- ligi arbeiðsdagurin varar til kl. 17. Á fleiri virkjum er skipanin hon, at arbeiðs- fólkið hevur ein matarsteðg uppá ein hálvan tíma á døgurða. Sambært sáttmál- anum er døgurðatímin frá kl. 12 og 13, men verður arbeitt hendan tíman, fært tú dupulta løn. Tað merkir, at hevur tú ístaðin ein mat- arsteðg uppá ein hálvan tíma, fært tú løn fyri ein heilan tíma og kanst fara til hús kl. 16 við átta tímum í skjáttuni. Stórur meiriluti fyri Slíkar broytingar krevja í fyrsta lagi, at arbeiðsfólkið vil hava tær og í øðrum lagi, at arbeiðarafeløgini geva sítt samtykki. Men á Kósini er ikki full semja um hesa ætlaðu broyting, hóast meirilutin fyri henni er stórur. Tey, sum vilja hava matarsteðg og harvið sleppa heim ein tíma fyrr, heittu á leiðsluna á virk- inum um at fremja hesa broyting. Leiðslan játtaði, um meiriluti var fyri. Fyrr í heyst atkvøddi so arbeiðs- fólkið um hesa broyting, og úrslitið var, at stórur meiriluti var fyri at hava matarsteðg heldur enn døg- urðatíma; 89 atkvøddu fyri og 31 ímóti. Nakrar fáar at- kvøður vóru blankar. Sum skilst, hava arbeiðsgevarar av og á róð uppundir at avtaka døgurðatíman, men hetta vilja feløgini ikki hoyra talan um, tí hetta er ein dýrur tími. Hinvegin plaga feløgini ikki at blanda seg uppí, um fólk fara heim til døgurða, ella um tey hava ein matarsteðg uppá hálvan tíma og fáa løn fyri heilan tíma. Kortini skulu feløgini góðtaka eina slíka avgerð, áðrenn hon verður sett í verk. Arbeiðsmannafelagið drálar Nevndirnar í arbeiðs- mannafelagnum og ar- beiðskvinnufelagnum í Klaksvík hava havt málið til viðgerðar, og tað stóð ikki á hjá arbeiðskvinnu- felagnum at geva ætlaðu broytingini »grønt« ljós, tí meirilutin á Kósini er so stórur. Men felagið hjá monn- unum er eftir øllum at døma ikki so sannført um hesa broyting, tí nevndin segði seg ikki kunna taka støðu. Ætlanin var annars, at broytingin skuldi koma í gildi síðsta mánadag, men fríggjadagin kunnaði leiðslan á Kósini arbeiðs- fólkið um, at tey bíðaðu eftir avgerðini hjá arbeiðs- mannafelagnum, tí »svar- ið«, tey høvdu fingið, kundu tey ikki brúka til nakað. Tey, sum eru fyri mat- arsteðginum heldur enn døgurðatímanum, undrast yvir svarið hjá arbeiðs- mannafelagnum, sum hvørki var eitt »ja« ella »nei«. Tey siga, at nógvir menn eru millum tey 89, sum taka undir við broyt- ingini, sum merkir, at van- ligi arbeiðsdagurin er lið- ugur kl. 16. Hini 31 vilja, sum higartil, heldur sleppa heim til døgurða og arbeiða til kl. 17. Ógreiða um tíman Skipanin við matarsteðgi í døgurðatímanum er annars hon, at verður t.d. arbeitt til kl. 16, verður tímin millum 16 og 17 ein yvirtími. Á Kósini vita tey ikki, hvussu málið nú fer at tørna út, men tey, sum eru fyri matarsteðginum, undr- ast yvir, at ein so stórur meiriluti ikki verður hoyrdur. Eitt er so greitt; tað ber ikki til, at nøkur fara heim til døgurða og onnur ikki. Okkara minsti garnabátur, Gudrun: Armóð leiddi okkum á garnaveiði Havtaskan heldur sær ómetaliga væl í gørnunum, sigur Kristin Vilhelmsen. Útróðrarbáturin, Gudrun, hevur loyvi at royna við 600 gørnum í tíðarskeiðinum, 1. apríl til 31. oktober. Um veturin rógva teir út Mynd: Skipalistin Togan um døgurðatíman á Kósini: 89 vilja sleppa fyrr heim, 31 vilja ikki Á Kósini undrast tey, sum eru fyri matarsteðginum heldur enn døgurðatímanum á, at ein stórur meiriluti tapir fyri minnilutanum. Í løtuni er ógreitt, hvussu verður við døgurðatíman- um á Kósini C M Y K 5 4