týsdagur 4. desember 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 234 - 4. desember 2001
Nr. 234 - 4. desember 2001
7
Sjúkrasystrar á
Landssjúkrahúsinum
hava so nógvar
sjúkradagar, at tað
má vera á fáum
arbeiðsplássum, at
støðan er so ring
LANDSJÚKRAHÚSIÐ
Áki Bertholdsen
Tað er hart lív at arbeiða á
Landssjúkrahúsinum.
Tað kunnu sjúkrasystr-
arnar skriva undir upp á.
Á B 6, sum er ein heili-
ráðsdeild á Landssjúkra-
húsinum, hava 19 av teim-
um 23 sjúkrasystrunum følt
arbeiðstrýstið so hart, at tær
hava nú gjørt av at siga upp.
Eftir á deildini verða sostatt
bara fýra sjúkrasystrar og
tveir sjúkrahjálparar.
Ingun Gaardbo, álitisfólk
hjá sjúkrasystrunum á B 6,
sigur, at tað er so tungt at
arbeiða
á
deildini,
at
sjúkrasystrarnar rætt og
slætt verða sjúkar av tí.
Tað er vanlig fatan, at eitt
eyðkenni um vánaligar
umstøður á einum arbeiðs-
plássi, er, at starvsfólkið er
nógv burtur vegna sjúku.
Er tað rætt, stendur rætti-
liga illa til á B 6, tí har tað
munnu vera fá arbeiðspláss
í landinum, har starvsfólkið
er so illa sjúkt.
– Í fjør vóru sjúkrasystr-
arnar á B 6 sjúkar í 23 dag-
ar í miðal. Tvs, at hvør
sjúkrasystir var sjúk í yvir
tríggjar vikur í miðal.
Tilsamans høvdu tær 23
sjúkrasystrarnar
545
sjúkradagar.
Álitisfólkið minnist, at í
1997 høvdu tær á B 6 yvir
380 sjúkradagar tilsamans
og tað var hildið at vera
óhoyrt nógv. Í fjør vóru teir
so yvir hálvtannað hundrað
fleiri.
Hon sigur, at tað er
ógvuliga ójavnt, hvussu
sjúkradagarnir eru býttir
ímillum sjúkrasystrarnar á
deildini.
– Summar eru ikki ofta
sjúkar og aðrar eru rættiliga
nógv burtur vegna sjúku.
Hon heldur, at teir nógvu
sjúkradagarnar eru eitt víst
tekin um, at arbeiðsum-
støðurnar eru so vánaligar.
– Nógvar av sjúkradøg-
unum eru tí at ryggurin á
sjúkrasystrunum
gongur
fyri av tí at arbeiðið er so
tungt.
Eisini í gjár stóð rættiliga
illa til á B 6. Tær skuldu
vera átta til arbeiðis, men
vóru bara fýra, so tær
høvdu úr at gera.
Ikki frið at halda frí
Ingun Gaardbo sigur, at
tað, sum tey hava brúk fyri
á B 6, er rætt og slætt at tær
fáa fleiri fólk.
Leiðslan á Landssjúkra-
húsinum
hevur
bjóðað
teimum á skeið, men tað
hava tær tikið rættiliga illa
upp.
– Tað einasta, hetta vísir,
er, at leiðslan á Lands-
sjúkrahúsinum hevur brúk
fyri at fara á skeið. Vit hava
ikki brúk fyri skeiði, tí tað
eru ikki samstarvstrupul-
leikar, ella annað, sum eitt
skeið kann loysa, sum er
trupulleikin. Tað einasta,
sum er trupulleikin, er, at
vit eru ov fá starvsfólk.
– Avleiðingin av, at vit
eru so fá, er m.a. at vit fáa
aldrin frið, tí tá ið vit annars
hava frí, er tað næstan altíð
boð eftir okkum, tí trot er á
fólki. Av tí sama er yvirtíð-
in alt ov nógv.
Tey siga, at hevði B 6
fingið 3,6 sjúkrasystrar aft-
urat, hevði tað staðið væl
til.
– Men vit hvørki krevja
ella vænta, at fáa øll í senn.
Høvdu vit fingið eitt, ella
tvey fólk afturat beinanveg-
in og lyfti um at fáa restina
seinni, og at amboð og út-
gerð verða skift út, tí alt er
so niðurslitið, hevði tað
helst fingið okkum at tikið
uppsagnirnar aftur.
Alitisfólkið á B 6 sigur,
at so leingi, sum leiðslan á
landssjúkrahúsinum ikki
gongur teimum á møti,
standa uppsagnirnar við.
Og í gjáramorgunin høvdu
tey onki hoyrt frá leiðsluni.
– Hetta er ikki ein nýggj-
ur trupulleikar. Vit hava
verið undirmannað í fleiri
ár og nú eru vit so útkoyrd-
ar, at tað var ongin vegur
aftur, uttan at taka tað álv-
arsliga stigið at siga upp,
sigur Ingun Gaardbo.
Verða sjúkar av at arbeiða
á Landssjúkrahúsinum
Sjúkrasystrarnar á
Landssjúkrahúsinum
skilja væl, ta støðu,
sum sjúkrasystrarnar
á B 6 eru komnar í
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Áki Bertholdsen
Sjúkrasystrarnar á B 6 á
Landssjúkrahúsinum eru
ikki einsamallar. Av øðrum
deildum á Landssjúkrahús-
inum verður sagt, at tær
skilja væl støðuna, sum tær
á B 6 eru komnar í.
Tað skilst, at tað er trot á
sjúkrasystrum víða hvar á
Landsjúkrahúsinum.
Á B 7 sigur álitisfólkið,
Leila Danielsen, at arbeiðs-
umstøðurnar eru vánaligar
og at tey eisini hava søkt
um fleiri fólk á teirra deild.
Fólk verða eldri og eldri og
tí eru tey mangan ógvuliga
røktarkrevjandi, tá ið tey
koma á sjúkrahús. Nogv
fólk, sum av røttum áttu at
verið á røktarheimi, ella
øðrum stovnum, enda eisini
á sjúkrahúsinum.
Á B 4, sum er barna-
deildin, er støðan eisini
vánalig, tó at arbeiðstrýstið
ikki er so javnt stórt, sum á
øðrum deildum.
– Tað veldst um, hvussu
nógv børn eru innløgd.
Viðhvørt, tá ið umfarssjúk-
ur av ymsum slagi ganga,
liggja nógv børn á barna-
deildini og tá er úr at gera,
sigur Aurora Weihe, sum er
álitisfólk har.
Eisini á barnadeildini
hava tey søkt um fleiri fleiri
fólk.
Hon viðgongur eisini, at
framstig henda, men tað
gongur ógvuliga seint og
enn er brúk fyri fleiri
fólkum.
– Vit hava nóg mikið at
gera. Men tað er ikki so
galið, at vit hava hug at siga
upp, ikki enn í hvuss so er.
Hon sigur, at hon skilir
støðuna hjá teimum á B 6
fullvæl.
– Har er spart og spart í
kreppuni og tað tykist ikki
sum um tað kemur í rættlag
aftur. Tær hava arbeitt í
nógv ár við ov fáum fólkum
undir eini arbeiðsbyrðu,
sum er javnt stór.
– Tað verður sagt, at tað
hevur hjálpt upp á støðuna
at seingjatalið á deildini er
lækkað, men hetta er mest á
pappírinum, tí ofta er
gangurin eisini fullur av
sjúklingum, sigur Aurora
Veihe.
Sjúkrasystrar á B 6 á Landssjúkrahúsinum eruso ofta sjúkar, at tað man vera á fáum arbeiðsplássum, at støðan er verri
Vit skilja tær væl
Á øðrum deildum á Landssjúkrahúsinum skilja tær fullvæl
støðuna, sum tær á B 6 eru komnar í
Undan seinasta
bygdaráðsvali á Eiði
varð uppskot lagt
fram um bygging av
ítróttar-og skúlahøll
afturat skúlanum á
Eiði. Kostnaðarmet-
ingin lá beint niðan-
fyri 9 milliónur krón-
ur. Uppskotið varð
samtykt við 6 atkvøð-
um fyri og bert einari
ímóti. Til dags dato
eru brúktar góðar 15
milliónur krónur, og
væntandi verða eini
fýra milliónir brúktar
afturat, áðrenn ítrótt-
arhøllin er liðugt
bygd
BYGGING
Ingrid Bjarnastein
Íløguloftið
hjá
Eiðis
Kommunu er 2,5 milliónur
krónur. Hetta sigur so mik-
ið sum tað, at kommunan
hevur seinastu tvey árini
sprongt íløguloftið við yvir
10 milliónum krónum. Á
Kommunala Eftirlitinum
eru tey varug við trupul-
leikan, men onki verið gjørt
við hann fyribils.
– Grundin til, at vit ikki
hava megnað at hildið okk-
um innafyri íløgukarmin er,
at skúlans partur skuldi
verða liðugur aftaná summ-
arfrítíðina í ár, sigur Tordur
Niclasen, borgarstjóri á
Eiði.
Høllin var mett at koma
at kosta nærum 9 milliónir
krónur. Í dag eru brúktar
góðar 15 milliónir krónur,
og verða umleið fýra milli-
ónir krónur brúktar afturat.
Tað ger, at tá høllin er lið-
ug, hevur hon kostað meira
enn 100% afturat uppruna-
kostnaðarmetingini.
– Um vit høvdu skula
hildið karmin, so hevði
høllin tikið eini 10 ár at
byggja. Kostnaðarmeting-
in, sum varð framd av ein-
um av bygdaráðslimunum,
hevur verið alt ov vánalig.
Ov lítið forarbeiðið hevur
verið gjørt. Ein kann næst-
an siga, at talið, sum varð
lagt fram var eitt fiktivt tal,
sigur Tordur Niclasen.
Ikki afturvaldur
Hans Jákup í Kollsbyrgi var
fyrrverandi bygdaráðsfor-
maður á Eiði. Hann var
sum tann einasti ímóti
byggingini av høllini á
Eiði, og varð hann ikki
afturvaldur til kommunu-
valið í 2000.
– Eg var ikki ímóti sjálv-
ari høllini, men eg helt tað
vera skilabetri at byggja
høllina á til dømis Oyra-
bakka saman við hinum
kommununum í Norður-
streymoy og Norðureyst-
uroy, so vit øll kundu brúka
høllina í felag, sigur Hans
Jákup í Kollsbyrgi.
Tá nýggja skúlalógin
kom í gildi, varð staðfest, at
skúlin á Eiði nøktaði ikki
plássið, sum var kravt. Tí
skuldi byggjast uppí skúl-
an. Fyrsta uppskotið til at
byggja uppí skúlan varð
ikki góðkent av landsarkit-
ektinum ella Undirvísing-
ar- og Mentamálastýrinum.
Tí samráddist Hans Jákup
við ein nýklaktan byggi-
frøðing, og fekk hana at
gera eitt uppskot til uppí-
bygging
av
skúlanum.
Hetta uppskotið varð góð-
kent, men stutt eftir legði
ein av bygdaráðslimunum
uppskot fram um at byggja
ítróttar- og skúlahøll – alt í
senn.
Kostnaðarmetingin
av
uppíbygging til skúlan lá
um 8 milliónir krónur og
upprunametingin til ítrótt-
arhøllina og skúlahøllina
var 16. desember 1999 8,95
milliónir krónur. Á borg-
arafundi á Eiði segði Hans
Jákup, sum sjálvur er
byggifrøðingur, at henda
verkætlan fór at kosta í
minsta lagi 13 milliónir.
Uppskotið til bygging av
ítróttar- og skúlahøll varð
tó samtykt við eini kostnað-
armeting, sum nú hevur
víst seg at vera langt við
síðuna av veruliga kostnað-
inum.
– Á Eiði búgva 700 fólk, og
tí haldi eg ikki, at grundar-
lag er fyri at byggja slíka
høll bert til eiðisfólk, greið-
ir Hans Jákup frá.
– Tað er ikki nøkur ein-
gangsútreiðsla at byggja
eina høll. Høllin skal eisini
rekast, og tað er mest um
vikuskiftini, at høllin verð-
ur nýtt og noyðast tí minst
tvey fólk at arbeiða í hesum
sambandi, tí ongin tímur at
arbeiða hvørt vikuskifti.
Lata standa til
Á Kommunala Eftirlitinum
eru tey varug við trupul-
leikan, men fyribils verður
onki gjørt við at loysa hann.
– Vit hava fyri stuttum
verið í samráðingum við
kommunufeløgini
um
íløgukarmin fyri komandi
ár, sigur Hilmar Høgenni á
Kommunala Eftirlitinum.
– At Eiðis Kommuna
hevur
trupulleikar
við
íløgukarminum, er okkum
væl greitt, men vit fáa ikki
avgreitt hetta, fyrr enn ein
avtala um íløgukarmin fyri
komandi ár er gjørd. Tað er
ikki fyrr enn íløgukarmurin
fyri komandi ár er settur, at
tosað verður um, hvat skal
gerast við kommunur, sum
hava sprongt íløgukarmin,
og hvussu verður við teim-
um, sum ikki hava brúkt alt.
Ov lítið
fyrireikingararbeiði
Høllin á Eiði verður fíggjað
yvir raksturin. Inntøku-
grundarlagið er stak gott í
løtuni og skattagrundarlag-
ið nógv hægri enn væntað
varð. Tordur Niclasen sigur,
at Eiðis Kommuna er ein
kommuna í blóma, og tí
skulu fortreytir fyri at fáa
fólk at trívast eisini vera
har. Harundir kemur mill-
um annað skúli, ítróttar-
høll, dagrøkt, eldrasambýli
og annað.
Men at upprunametingin
av høllini skuldi verða so
langt við síðuna av, hevði
helst fáur droymt um.
– Ov lítið fyrireikingar-
arbeiði hevur verið gjørt
innan farið varð undir at
byggja, greiðir Tordur frá.
– Høllin er vorðin nógv
dýrari enn væntað varð,
men vit hava fingið nógv
fyri pengarnar. Handverka-
arbeiðið er eitt dygdar-
arbeiði, sum er ógvuliga
væl úr hondum greitt.
Hans Jákup í Kollsbyrgi,
fyrrverandi bygdaráðsfor-
maður, heldur sjálvur, at
um teir heldur vóru farnir
undir at byggja høll í sam-
ráð við hinar kommunurnar
í Norðurstreymoy og Norð-
ureysturoy, so hevði Eiðis
Kommuna heldur kunnað
miðað ímóti at bygt ein
barnagarð. Hesin barna-
garður kundi allarhelst
staðið nærum, um ikki heilt
liðugt bygdur í dag.
Bæði Tordur Niclasen og
Hans Jákup í Kollsbyrgi
halda, at tað at árið var eitt
valár kann hava havt okkurt
at siga í hesum sambandi.
Ítróttarhøllin á Eiði:
Dupult so dýr sum ætlað
Høllin á Eiði verður
allarhelst meira enn dupult
so dýr sum upprunaliga
mett.
C
M
Y
K
7
6