týsdagur 4. desember 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 235 - 5. desember 2001
Nr. 235 - 5. desember 2001
7
Tað var heppið, at
Almanna- og heilsu-
skúlin varð lagdur í
Suðuroy, sigur ein av
næmingunum, Hildi-
garð Djurhuus, úr
Fuglafirði
ØKISMENNING
Áki Bertholdsen
– At fara til Suðuroyar at
ganga í skúla er onki at
stúra fyri.
Hildigarð Djurhuus úr
Fuglafirði er ein av næm-
ingunum, sum júst hevur
tikið prógv á nýggja Al-
manna- og Heilsuskúlanum
í Suðuroy.
Og hon heldur, at tað
hevur bara verið ein fyri-
munur, at skúlin er í Suð-
uroy og ikki í miðstaðar-
økinum.
Tá ið tað varð gjørt av, at
skúlin skuldi vera í Suð-
uroy, og ikki í Havn, varð
eitt ramaskríggj. Bæði pol-
itikarar og fakfólk vóru
fullvís í, at hetta fór at for-
koma skúlanum. Skúlin
mátti liggja í Havn, tí tað
var avgerandi, at hann var
tætt við Sjúkrasystraskúlan
og Landssjúkrahúsið. Tey
vístu eisini á, at teir flestu
av næmingunum vóru til-
komnar konur og tær fóru
aldrin at hætta sær heilt til
Suðuroyar at ganga í skúla.
Nú er útbúgvingin roynd í
verki, tí fríggjadagin fingu
teir fyrstu næmingarnir
prógv.
Tískil kundi tað verið
hóskandi at biðið eina av
hesum tilkomu konunum
um eina eftirmeting.
Og eftirmetingin er púra
greið.
– Eg kann beinanvegin
siga, at allir fordómar eru
so
púrasta
gjørdir
til
skammar, sigur Hildigarð
Djurhuus, nýklaktur heilsu-
røktari av skúlanum í Suð-
uroy.
Hon leggur afturat, at í
hesum mál talar hon ikki
bara fyri seg sjálva.
– Hetta eru vit allar púra
samdar um, sigur hon.
Hon sigur, at tað hevur
verið bæði læruríkt og
spennandi at ganga í skúla.
– Hóast eg havi arbeitt í
nógv ár, hava vit nú fingið
eina aðra barlast.
Hon heldur eisini, at tað
var stuttligt og nakað serligt
at vera í tí fyrsta flokkinum,
sum fekk hesa útbúgving í
Føroyum.
– Vit hava eisini havt
avbera góðar lærarakreftir
og vit eru eru sera væl
nøgdar við tíðina í Suðuroy.
Væl móttikin
Hildigarð Djurhuus sigur
eisini, at tey hava verið sera
væl móttikin í Suðuroy.
Næmingarnir hava búð í
ymsum húsum, sum skjótt
fingu navn: Eysturoyarhús-
ið var í Trongisvági, Sand-
oyar- og Klaksvíkarhúsið
var í Froðba og Vágahúsið
var í Válinum.
– Vit hava følt okkum
sera vælkomin og suðuroy-
ingar hava verið sera blíðir.
Hon sigur, at nógv varð
tosað um, at tað var onki
skúlaumhvørv í Suðuroy,
men tað er ikki rætt. Vit
hava skapt okkara egna
skúlaumhvørvið og vit hava
eisini eitt røktarfakligt um-
hvørvið at kalla í túnin um,
tí bæði sambýli, ellis- og
røktarheim og sjúkrahús er
beint við, umframt at sam-
býli eisini er í Vági.
– Eg haldi, at tað hevur
riggað sera væl.
Men tað besta við, at
skúlin er í Suðuroy hevur í
veruleikanum verið, at tær
ikki eru slopnar heim hvørt
kvøld.
– Tað hevur skapt eitt
sera sterkt sosialt samband
ímillum okkum, sum vit
ikki høvdu fingið, um skúl-
in var í Havn og vit fóru til
húsar, hvør í sína ætt,
hvønn dag eftir skúlatíð.
– Eg vil ikki siga, at hetta
hevur verið so øgiliga
strævið. Men hetta er ikki
ein útbúgving, sum til-
komnar konur ikki koma
sovandi til.
– At vit hava verið so
staðbundnar, hevur eisini
gjørt, at vit hava kunnað
hugsavnað okkum 100%
um skúlagongdina.
– Vit eru allar tilkomnar
og at ganga í skúla í okkara
aldri, krevur meir, enn tað
krevur av yngri fólki. Tí
hevur tað verið heppið fyri
skúlagongdina, at vit ikki
eru slopnar heim, hvørt
kvøld, tí so hevði skúla
gongdin ikki verið tann
sama. Tað hevur eisini ein
ávísan týdning at koma
burtur úr tí dagliga eina
tíð, sigur Hildigarð Djur-
huus.
– Eg vil til eina og hvørja
tíð mæla øllum til at fara á
hendan skúlan, sigur hon.
Allir fordómar eru gjørdir til skammar
– Tað er onki at stúra fyri at
fara til Suðuroyar at ganga í
skúla. Tvørturímóti hava tað
verið nógvir fyrimunir av, at
skúlin ikki hevur verið í mið-
staðarøkinum, sigur Hildi-
garð Djurhuus úr Fulgafirði,
nýklaktur heilsuhjálpari av
skúlanum í Suðuroy
Leiðarin á Lands-
sjúkrahúsinum sigur,
at tað verða ikki fleiri
sjúkrasystrar settar á
B 6. So koma vit ikki
aftur, sigur Ingun
Gaardbo, álitisfólk
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Áki Bertholdsen
Á miðdegi í gjár var onki,
sum bendi á, at ein loysn
fór at verða funnin á krepp-
uni á B 6 á Landssjúkrahús-
inum..
Tvørturímóti.
Kravið frá einum 19
sjúkrasystrunum, sum hava
sagt upp, hevur verið, at
fleiri starvsfólk verða sett.
Men hesum vísir Jóanes
Erik Køttlum, leiðari á
Landssjúkrahúsinum aftur
aðrastaðni í blaðnum í dag.
Tað sama verður endurtikið
í einum tíðindaskrivi, sum
leiðslan á Landssjúkrahús-
inum almannakunngjørdi
beint fyri miðdag í gjár.
Har verður sagt, at tað er
onki, sum talar fyri at seta
fleiri fólk á B 6.
– Ingun Gaardbo sigur
púra greitt, at verða ikki
fleiri fólk sett, standa upp-
sagnirnar við og so koma
vit ikki aftur.
Leiðslan á Landssjúkra-
húsinum vísir í tíðinda-
skrivinum á fleiri tiltøk,
sum eru sett í verk fyri at
bøta um umstøðurnar á B 6.
– Tað er rætt, at fleiri til-
tøk eru sett á eitt pappír.
Men tey eru aldrin sett í
verk á deildini, sigur Ingun
Gaardbo í eini stuttari við-
merking, beint áðrenn blað-
ið fór til prentingar
Eitt nú er seingjatalið sett
niður í 18, men tað hjálpir
lítið, tá ið sjúklingar liggja
á gongini.
Leiðslan á Landssjúkra-
húsinum vísir eisini á, at á
B 6 hava tey 0,91 starvsfólk
fyri hvørja song á deildini.
Í Danmark hava tey 0,8.
–Hetta er ikki rætt.
Nógva staðni í Danmark
hava tey 1,1 starvsfólk fyri
hvørja song.
Tað ber heldur ikki til at
samanbera viðurskiftini, tí í
Føroyum er stórt trot á
røktarheimsplássum
og
døgnrøktarskipan
og
tí
liggja nógv fólk á B 6, sum
av røttum ikki hoyra heima
her. Tann, sum hevur verið
longst á B 6, hevur ligið har
í hálvttriðja ár.
– Tí er arbeiðið hjá okk-
um nógv tyngri og kann tí á
ongan hátt samanberast við
eitt danskt sjúkrahús,tí har
eru heilt aðrar umstøður.
Í Danmark betalir komm-
unan eisini, hvørja ferð, ein
røktarsjúklingur liggur á
sjúkrahúsi.
– Tað nyttar onki at seta
tøl upp, uttan at hyggja eftir
veruleikanum. Vit kunnu
hava 30 sjúklingar og tað er
nóg mikið við fýra fólkum.
Vit kunnu eisini hava 15
sjúklingar og tað er ikki
nóg mikið við seks fólkum.
À Landssjúkrahúsinum er
arbeiðsbyrðan nógvar ferð-
ir tyngri enn á einum
donskum sjúkrahúsi, tí
sjúklingarnir krevja meiri
røkt, sigur Ingun Gaardbo.
B 6: Uppsøgnirnar verða ikki tiknar aftur
Á miðdegi í gjár røktist onki fyri eini loysn á kreppuni á B 6 á
Landssjúkrahúsinum, tvørturímóti
AVSANNAN
Edvard Joensen
Tað er loddrøtt lygn,
sum stóð á forsíðuni á
Sosialinum leygardagin,
at Heini O. Heinesen
ikki fær blaðrúmd í
Fregnum, sigur Jonhard
Mikkelsen,
ábyrgdar-
blaðstjóri á Fregnum.
Heini O. Heinesen
hevur ongantíð vent sær
til blaðið við nøkrum
tilfari, og blaðið hevur
heldur ongantíð havt
nakra
samrøðu
við
hann. Bara tosað við
hann um mál, hann veit
nógv um, sigur ábyrgd-
arstjórin.
Um
samrøðurnar,
Heini
O.
Heinesen
nevnir í Sosialinum,
sigur
blaðstjórin,
at
Fregnir alla ta tíð, blaðið
er komið út, bert hevur
tosað við Heina O.
Heinesen tvær ferðir.
Tað var við tí endamáli
at fáa bakgrundsvitan
um mál, sum Heini er
væl inni í. Mett var ikki,
at tað var nøkur grund
til at endurgeva keld-
urnar í slíkum føri, sigur
hann.
Fregnir koyrir ongan
út ella hevur ikki skilt
tilfar frá, sum sent er
blaðnum, sigur ábyrgd-
arstjórin.
Jonhard
Mikkelsen
sigur, at Fregnir ongan-
tíð hevur fingið nakað
tilfar frá Heina O. Hein-
esen at seta í blaðið
yvirhøvur. Tað er grund-
in til, at hann ikki hevur
verið í blaðnum.
–At fryst tann garpin
úti var tað seinasta, eg
hevði gjørt, sigur Jon-
hard Mikkelsen í við-
merking við Sosialin.
Loddrøtt
lygn
P/F Vesturvón hevur
keypt partrolararnar
Sardis og Topas frá
Snaraløki í Runavík.
Skipini hava skift
navn og eita nú Akra-
nes og Dragasund
SKIPAKEYP
Edvard Joensen
Nú Vesturvón hevur keypt
Sardis og Topas, eru fimm
skip í reiðarínum. Umframt
flaggskipið,
Vesturvón,
eigur felagið eisini trolara-
parið Akraborg og Varborg.
Prísin fyri hesi bæði skip-
ini, sum nú eru keypt, vil
stjórin á Vesturvón ikki
upplýsa.
Ólavur Petersen, stjóri á
Vesturvón, sigur, at skipini
fara at fiska undir Føroy-
um, sum tey áður hava
gjørt. Tey fara í so stóran
mun sum gjørligt, sigur
hann, at landa í Sørvági.
Vesturvón eigur flaka-
virkið í Sørvági, sum
felagið Vestís Seafood rek-
ur, og vónar Ólavur Peter-
sen, at hesi bæði skipini,
sum komin eru afturat,
kunnu spjaða eitt sindur til
har eisini.
Skipini bæði, sum Vest-
urvón nú hevur keypt, eru
nevnd eftir støðum við
fjarðarmunnan. Sardis eitur
nú Dragasund, sum er fyri
sunnan, meðan Topas nú
eitur Akranes, sum liggur
norðantil uttanvert Bíggjar
bygd.
Um restina av flotanum
sigur Ólavur Petersen, at
Vesturvón í løtuni er í
Barentshavinum.
Hann
hevði 137 tons inni sunnu-
kvøldið og verður væntandi
heima til jóla. Nú er kvotan
eisini við at vera uppi, sigur
Ólavur Petersen.
Hann vónar, at tað fer at
bera til at fáa eina líkinda
avtalu um svartkjaftin kom-
andi ár, so vit hava nakað at
býta um við russar. Tí
svartkjafturin er lívsneyð-
ugur fyri trolararnar eystan
fyri, sigur hann.
Í aðrar mátar verður
komandi ár sum vanligt hjá
Vesturvón. Tað verður at
fara eystureftir, eins og
kongafiskurin í Irmingar-
havinum og svartkalvi und-
ir Grønlandi verða tað, far-
ið verður eftir.
Tær báðar smáu borgir-
nar, Akraborg og Varborg,
hava í ár fiska fyri einar 12
milliónir,
sigur
Ólavur
Petersen, sum er nøgdur við
tað. Tær hava verið til um-
vælingar stóran part av
november mánaða, sigur
hann.
Tvey skip til Sørvágs
Sardis hevur skift eigara, navn og nummar. Hann eitur nú Dragasund og er merktur VA 361. Systurskipið Topas eitur nú
Akranes VA 261
Mynd: Edvard Joensen
Tað er loddrøtt lygn, tá Sosialurin skrivar,
at Heini O. Heinesen ikki fær blaðrúmd í
Fregnum, sigur ábyrgdarblaðstjórin á
blaðnum
Yvirtøkan av flogvøll-
inum er ikki steðgað,
men verður útsett, til
loftferðslumynduglei
kin eisini er komin á
føroyskar hendur,
sigur løgmaður
LOFTFERÐSLA
Edvard Joensen
Yvirtøkan av loftferðslu-
myndugleikanum eigur at
verða gjørd, áðrenn sjálvur
flogvøllurin verður yvir-
tikin, sigur løgmaður. Tí er
yvirtøkan av vøllinum, sum
skuldi vera á nýggjárinum,
útsett.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, sigur, at tað hevur
einki við nakað valúrslit
ella valagn at gera, at nú er
gjørt av at útseta yvir-
tøkuna av flogvøllinum,
sum ætlandi skuldi verða
framd á nýggjárinum.
Men hann ásannar, at
orðini hjá flogvallarstjór-
anum um, at danir ikki vilja
byggja
út
orsakað
av
fullveldispolitikkinum hjá
landstýrinum, hava havt
árin.
Løgmaður sigur, at hann
hevur fingið at vita frá
donskum myndugleikum,
at tað er ikki Ferðslu-
málaráðið, sum samráðst
annars hevur verið við, men
Forsætismálaráðið,
sum
tekur avgerðir, tá talan er
um pengar til flogvøllin.
Flogvøllurin í Vágum
verður rikin við fleiri
undantaksloyvum
frá
donsku loftferðslumyndug-
leikunum, sigur løgmaður.
Tí metir hann tað skilabest
at bíða við at yvirtaka
sjálvan vøllin, til myndug-
leikin yvir honum eisini er
yvirtikin.
–Tí tað kann ikki vænt-
ast, at loftferðslumyndug-
leikarnir fara at lata nøkur
undantaksloyvi, tá teir vita,
at føroyingar skulu gjalda
tær kravdu útbyggingarnar.
Tað kann gott vera, at tað
tykist løgið at tosa um at
yvirtaka ein flogvøll, sum
vit samstundis krevja, at
danir byggja út og gjalda
fyri.
Men tað er einki løgið í
tí, vísir løgmaður á, tí tær
útbyggingarnar
skuldu
langt síðan havt veirð
gjørdar, men eru beinlieðis
forsømdar. Og har er tað so,
at undantaksloyvini koma
inn í myndina.
Tann sum í løtuni eigur
flogvøllin, hevur sjálvur
myndugleikan, og so kann
ymist gerast, sum eitt nú at
víkja frá altjóða krøvum
við at lata sær sjálvum
undantaksloyvi.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, sigur, at tað ber ikki
til at yvirtaka flogvøllin í
Vágum, uttan at loft-
ferðslumyndugleikin eisini
samstundis verður yvirtik-
in.
At yvirtaka loftferðslu-
myndugleikan
er
ikki
nakað, sum gjørt verður
eftir einum degi. Og eftir
ætlan skal tann vyritøkan
ikki verða fyrr enn fyrsta
januar 2004.
So tað liggur nakað væl
frammi í tíðini við yvirtøku
av flogvøllinum, sigur løg-
maður.
Men tað merkir kortini
ikki, at flogvøllurin ikki
skal byggjast út. Tí tað skal
hann.
Hvussu
verður
við
kostnaðinum av tí, heldur
løgmaður ikki nakað vera
at ivast í. Hann eiga danir at
bera, tí tað skuldi langt
síðan havt verið gjørt.
Halda fram við yvirtøkuni
Yvirtøka av flogvølli og loftferðslumyndugleika eiga at hanga
saman, sigur løgmaður. Tí verður flogvøllurin í Vágum ikki
yvirtikin, fyrr enn føroyingar hava fingið loftferðslumyndug-
leikan á føroyskar hendur
C
M
Y
K
7
6