Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 234 - 4. desember 2001 Nr. 234 - 4. desember 2001 9 Útlit eru fyri, at koyr- ingin hjá Bygdaleið- um í Suðuroy fer at halda uppat á nýggj- árinum. Teir, sum koyra í dag, halda ikki fram, og eingin avtala er enn gjørd um koyring eftir nýggjár BYGDALEIÐIR Edvard Joensen Tað er ivasamt, um nøkur rutukoyring verður í Suðuroy eftir nýggjár. Teir, sum koyra í dag, sleppa ikki at halda fram, og ein fundur hevur verið við tann, sum hevði lægsta boð, tá koyringin varð boðin út. Men eingin avtala er gjørd. Tá tilboðini upp á rutu- koyringina komu inn, hevði eitt felag undir stovnan, sum ikki koyrir í løtuni, lægsta tilboðið. Eftir at tilfarið var kannað, varð gjørt av at samráðast viðari við tað felagið, meðan hinir, sum boðið høvdu, ikki hava fingið fundarboð. Ein teirra, Uni Morten- sen á Tvøroyri, sigur, at hann veit í veruleikanum ikki, um hann er keyptur ella seldur. Hann veit bara munnliga, soleiðis meira ella minni, sigur hann, at hann fær onga koyring. Hann hevur eingi skrivlig boð fingið, men hevur frætt, at ein annar hevur verið til samrøðu, og tað skilir hann soleiðis, at hann skal ikki halda fram. Michael Pauli Johansen á Tvøroyri, sum stendur aftan fyri nýggja felagið, sum hevur boðið upp á koyr- ingina í Suðuroy, váttar fyri Sosialinum, at hann hevur verið á einum fundi við Strandferðsluna um koyr- ingina. Einki er avgjørt enn, sigur hann, og vil annars ikki gera fleiri viðmerk- ingar til málið. Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandfaraskipum Land- sins, sigur, at í næstu viku verða sáttmálarnir helst undirskrivaðir. Órímiligt Uni Mortensen, sum higar- til hevur verið ein teirra, sum koyrt hevur, hevur eisini boðið upp á koyr- ingina eftir 1. januar. Men hann hevur so einki frætt aftur. Og av tí at hansara boð ikki var tað lægsta, og hann umvegis hevur frætt, at aðrir hava verið á fundi við Strandferðsluna, tekur hann sum givið, at hann ikki skal koyra eftir nýggjár. – Tað mugu vit so taka við, tá vit ikki klára at koma við einum boði, sum er kappingarført. Men eg haldi tað vera órímiligt bæði móti okkum og tí, sum fær koyringina, at einki er avgjørt enn, minni enn ein mánaða áðrenn nýggja skipanin skal byrja, sigur Uni Mortensen. Sosialurin hevur frætt, at tann, sum eftir øllum at døma fær koyringina, hevur ongar bussar. Líkt er til, at tað verður felagið hjá Mikkjali Paula Johansen, men hann vil ikki upplýsa, um hann hevur bussar tøkar á nýggjárinum ella ikki. Hinvegin sigur Uni Mort- ensen, at teir, sum nú koyra, halda seg ikki hava nakra skyldu at halda fram eftir nýggjár, tá teirra sáttmálar ganga út. Strandferðslan hevur annars arbeitt við at fáa teir at halda fram við fyri- bilsloysnum, meðan sam- ráðst verður um nýggju sáttmálarnar. Fara aðrastaðni Tann møguleikin kann vera til staðar, har samráðingar eru við teir somu, sum hava koyringina í dag. Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandferðsluni, sigur, at í øllum førum uttan einum, eru samráðingar við teir, sum í dag koyra. Hann vil kortini ikki vátta, at tann eini er úr Suðuroy. Um fyribilsloysnirnar sigur hann, at tí møgu- leikanum hava teir arbeitt við, men at tann ætlanin nú er slept. Uni Mortensen vísir á, at møguleikin fyri, at koyr- ingin í Suðuroy heldur uppat á nýggjárinum, als ikki er órealistiskur. – Vit hava onga orsøk til at fara at halda fram nakrar dagar ella vikur, tá vit vita, at vit ikki sleppa at koyra kortini, sigur hann. Eisini er tað so, at fleiri av bussførarunum eru longu farnir at finna sær onnur størv, tí teir skulu eisini hava eina inntøku í januar. Ov nógvir endar Tað eru ov nógvir leysir endar í hasum málinum, sigur Uni Mortensen. hann vísir á, at ógreitt er, hvussu verður við skúlabarna- flutninginum, sum er ein stórur partur av flutning- inum hjá Bygdaleiðum. Skulu Bygdaleiðir fram- vegis røkja hesa koyring- ina? Ella skulu kommun- urnar sjálvar bjóða hana út uttan um hina koyringina? Og hvussu passa tilboðini so? spyr Uni Mortensen. Tað verður eingin fíggj- arligur missur sum so hjá teimum, sum ikki sleppa at halda fram, sigur Uni Motensen. Strandferðslan hevur bundið seg til at yvirtaka gomlu busarnar, so eigararnir ikki koma illa fyri av, at aðrir fara at røkja ruturnar. Men hann ivast í, hvussu realistiskt tað er at vænta, at ein nýggj ruta kann byrja á nýggjárinum, tí í út- bjóðingartilfarinum standa sera nágreiniligar reglur fyri, hvussu busarnir skulu vera. Teir skulu vera nýggir. Skulu hava ávísan lit og klára ávísan standard. Eingir slíkir bussar eru í dag í Suðuroy, sum skilst, og heldur ikki bara soleiðis at fáa hendur á í landinum. So skulu teir flytast inn. Men at keypa brúktar ber ikki til, um teir ikki skulu vera ov gamlir, áðrenn sáttmálin við Strandferðsl- una gongur út. Og at fáa nýgjan buss til 1. januar, er ikki hugsingur um. Tað tekur minst einar sjey mánaðar at smíða ein nýggjan buss, vísir Uni Mortensen á. Hann er ikki nøgdur við tíðarfreistina, givin er í samband við útbjóðingina. – Um tað so var klárt hálvan november, sum tað stendur í útbjóðingartil- farinum, bar tað ikki til at fáa nýggjar bussar kortini, sigur hann. Ivasamt við Bygdaleiðum í Suðuroy Teir, sum í dag koyra hjá Bygdaleiðum í Suðuroy, fara ikki at halda fram eftir nýggjár. Tað kann í ringasta føra gera, at eingin koyring verður Savnsmynd – Fyri nøkrum árum síðan vóru vit nøgdir við prísin, um vit fingu 3 kr. minni enn íslendingar fyri kilo av saltfiski. Í dag hevur føroyski saltfiskurin betri orð á sær enn tann ísl- endski og norski, og keyparar vilja geva okkum 10 kr. meira fyri kilo, enn teir geva íslendingum og norð- monnum, sigur Jógvan Gregersen, stjóri á P/F Vaðhorn FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í hálvan triðja mánaða hev- ur gøtumaðurin, Jógvan Gregersen, verið stjóri á saltfiskavirkinum, P/F Vað- horn á Strondum. Næstur honum er Jansy Brøðra- berg, sum heldur vil kalla seg arbeiðsformann enn virkisleiðara! Tá ið Jógvan umrøður Jansy hendan dag- in, vit práta saman, er tað bara við góðum orðum. »Hon er roynd, skilagóð og veit, hvat hon sigur og ger«, er skoðsmálið, hann gevur kvinnuni. Tey bæði taka sær í felag av virkis- leiðsluni. Sjálvur er Jógvan roynd- ur á Fiskavirkinum í Gøtu, har hann hevur starvast í fleiri ár. Í vár gavst hann í Gøtu og fór í starv á Fiska- søluni. Har var hann í eitt hálvt ár, til hann tók við starvinum sum stjóri á Vað- horn. 40 fólk virka saltfisk Um nakar ivast, hvar Vað- horn heldur til, so fer virk- semið hjá felagnum fram á virkinum á Hulki, sum í sínari tíð varð bygt til tara- virki. Her hevur Vaðhorn hildið til síðan tíðliga í níti- árunum, men felagið, sum nú rekur virksemið, er frá 1995. Á Vaðhorn starvast eini 40 fólk; tey virka saltfisk burtur úr toski, longu og brosmu. At kalla øll rávør- an verður keypt á uppboðs- sølu. Jógvan Gregersen sigur, at virkið eisini hevur loyvi at framleiða fesk fløk og annað, men tað gera tey einki við sum er. – Sjálvandi hyggja vit uttan um okkum, og tað skerst ikki burtur, at tað av og á kann loysa seg at senda fesk fløk ella heilan fisk av landinum, t.d. hesa tíðina av árinum, tá ið fiskurin er av tí besta, sigur hann. Saltfiskurin bindur pening Vit kunnu leggja aftrat, at Hjørleif Dahl, sum gavst á Vaðhorn fyri góðum ári síðan, hevur keypt flaka- virkið í Haldórsvík saman við Háldan Haldansen. Teir fóru undir virksemið í Vík í apríl í ár og hava, umframt at virka saltfisk, eisini lagt seg eftir at útflyta feskt. Jógvan vísir á, at tá ið tú virkar saltfisk, bindur framleiðslan pengar, um lidna vøran ikki verður seld so hvørt, og tú veitst ikki, fyrr enn ein tíð er umliðin, hvussu nógv tú fekst fyri framleiðsluna. – Hjá teimum, sum selja feskt, er nógv trýst uppund- ir endan av vikuni, tá ið fiskurin verður keyptur og fer av landinum, men her sært tú eisini úrslitið longu tíðliga í vikuni eftir. Sum skilst, hevur tað gingið væl hjá Vaðhorn seinastu árini. Marknaðurin trekur Høvuðsfiskasløgini hjá virkinum á Hulki eru sum nevnt toskur, longa og brosma. – Spania og Italia keypa toskin, og Italia keypir eis- ini meginpartin av longuni og brosmuni. Av hesum fer lítið til Spaniu, sum ístaðin keypir nógvan tosk. Jógvan sigur, at tíðin til jólar vanliga er tann besta á marknaðinum, men í ár vís- ir tað seg, at nýtslan av salt- fiski er minni, enn hon plagar at vera. – Fólk eta ikki líka nógv- an saltfisk, sum tey plaga. Onkur vil vera við, at hetta hevur eitt hvørt við orrust- una at gera, sum stóðst av álopinum á World Trade Center og seinni álopið á Afghanistan, sigur hann. Jógvan Gregersen sigur, at serliga norðmenn og ísl- endingar eru á marknaðin- um við nógvum saltfiski, men teir selja eisini fiskin fyri 10 kr. minni enn vit. – Okkara ráfiskaprísur er so høgur, at vit selja ikki lidnu vøruna uttan so, at vit fáa tað fyri hana, sum neyð- ugt er. Hann vísir á, at fyri nøkrum árum síðan vóru føroyskir framleiðarar nøgdir, um teir fingu 3 kr. minni fyri kilo av saltfiski enn íslendingar. – Saltfiskur hevur nógv við traditión at gera. Hevur fiskurin fyrst fingið gott orð á seg, so broytist tað ikki uttan nakað. Soleiðis var við íslendska saltfiskin- um. Men nú er vent í hol- uni. Í dag er føroyski salt- fiskurin »kvalitetsfiskur«, sum hevur betri orð á sær í eitt nú Spaniu enn tann ísl- endski og norski. So, her er gjørt eitt gott og miðvíst ar- beiði. Tískil kunnu vit í dag selja føroyskan saltfisk fyri 10 kr. meira fyri kilo enn í l di ð Klippfiskur ikki kappingarførur Jógvan hevur eisini verið við til at virka klippfisk í Syðrugøtu, men henda framleiðsla fekk ta bakkast, at bygningurin, sum var karmur um framleiðsluna, brendi fyri nøkrum árum síðan. Samstundis, sum lítið og einki hevur verið gjørt við klippfisk í Føroy- um í mong Harrans ár, hava norðmenn útflutt klippfisk fyri miljardir. Stjórin á Vaðhorn veit tó at siga, at hesin marknaður var fyri bakkasti nøkur ár herfyri, tá ið búskapurin í Brasiliu, sum er týdningar- mesta keyparalandið, skinklaði. – Men klippfiskurin klár- ar slett ikki at kappast við saltfiskin í prísi. Fiskurin verður turkaður meira, og vektin er bert eini 70-80% av vektini á salt- fiski, sigur Jógvan Greger- sen. Jógvan Gregersen, stjóri á P/F Vaðhorn: Føroyski saltfiskurin er betri enn tann íslendski og norski Fyri nøkrum árum síðan var íslendski saltfiskurin »alfa og omega« hjá eitt nú spaniu- monnum. Men í dag verður føroyski saltfiskurin tikin fram um tann íslendska og norska. – Hetta er prógv um, at tað loysir seg at gera eitt gott og miðvíst arbeiði, sigur Jógvan Gregersen, stjóri á P/F Vaðhorn Vaðhorn á Hulki er eitt saltfiskavirki burtur av; har virka tey tosk, longu og brosmu. – Men vit hyggja uttan um okkum. Og tað skerst ikki burtur, at tað av og á kann loysa seg at arbeiða feskt, t.d. hesa tíðina av árinum, tá ið fiskurin er so góður, sigur stjórina C M Y K 9 8