týsdagur 4. desember 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 235 - 5. desember 2001
Nr. 235 - 5. desember 2001
9
C
M
Y
K
Næstan 3.000 sjúk-
lingar hava síðani
1986 verið á Heil-
brigdið á Velbastað.
Góðir tveir triðingar
av sjúklingunum eru
komnir væl frá sínari
misnýtslu. Føroy-
ingar drekka ikki
verri enn fólk í hinum
Norðanlondunum.
Alkoholisma er ein
sjúka og eigur at
verða viðgjørd sum
ein sjúka, sigur Ingi
Mohr í sambandi við
serliga dagin hjá
Heilbrigdið
MISNÝTSLA/
SAMRØÐA
Heri á Rógvi
Leygardagin hin 1. de-
sember kundi Heilbrigdið
halda 15 ára føðingardag.
Tað var nevniliga fyrsta
dagin í desember mánaði í
1986, at tóku seg saman at
skipa
viðgerðarstovnin
Heilbrigdið. Eftir eina væl
eydnaða íslandsferð og
áhuga fyri at betra um
støðuna, gjørdist sjálvs-
ognarstovnurin Heilbrigdið
til veruleika. Velbastað-
menn hava síðani tá havt
eina fasta bygdarmynd at
festa eyguni á.
Hesi fimtan árini hevur
starvsfólkið á Heilbrigdið
kunnað skrivað sær 2.948
nøvn niður, og hetta gevur
200 sjúklingar á hvørjum
ári. Tað merkir aftur, at tað
er gott og væl eitt hálvt pro-
sent av øllum føroyingum
um árið, sum hava verið á
Velbastað til at fáa viðgerð.
Av hesum eru 17,5%
kvinnur.
- Vit hava havt fólk í so at
siga øllum aldri og úr øllum
samfelagsligum bólkum.
Vit hava sæð bæði høg og
lág koma á gátt hjá okkum,
sigur Ingi Mohr, sum er
leiðari fyri Heilbrigdið.
Miðalaldurin er í dag 35 ár
fyri tey vitjandi á Heil-
brigdið.
Hann velur at kalla
Heilbrigdið fyri ein skúla,
heldur enn eitt viðgerðar-
heim, tá ið hann sigur, at
tey læra teirra sjúklingar at
koma aftur á slætt og ríka
seg sjálvan og familjuna.
Viðgerðarheimið tekur sær
í dag av misnýtarum. Hetta
kunnu vera alkohilikarar,
men eisini fólk, ið hava
eina misnýtslu við harðari
stoffum.
Og hetta eru sjúklingar í
orðsins rætta týdningi, tá ið
alkolisma og onnur mis-
nýtsla eru sjúkur.
Úr Íslandi via
Minnesota
Um vit nú byrja frá byrj-
anini. So er Heilbrigdið
sum so mangt annað úr-
slitið av nøkrum átøkum
hjá einkultum persónum.
Ingi Mohr var sjálvur
aktivur alkoholikari í 1986.
Hann er framvegis sum so
mangur annar alkoholikari,
men munurin er bert tann,
at hann í dag ikki er ein
aktivur alkoholikari, t.e.
hann drekkur ikki.
Hann gjørdist edrúur eftir
sítt síðsta tørn 10. mars í
1985. Áðrenn hetta hevði
hann hitt nakrar íslendarar,
sum høvdu eitt viðgerðar-
heim í Íslandi, og hann
merkti eisini, at nógv av tí,
ið teir søgdur fyri honum,
fall á eitt rættiliga turt stað
í hansara verð.
- Eg plagi at siga tað
soleiðis, um ta tíðina, tá ið
eg drakk, at eg drakk meg
ikki fullan, eg drakk meg
svakan. Hetta vardi so
eisini í nógv ár, men eg fór
faktiskt yvir til Íslands fyri
at læra meg betur at drekka,
ikki fyri at halda uppat. Eg
varnaðist tó skjótt skriftina
á vegginum, og eg havi
skulað hildið mær frá at
drukkið líka síðani, sigur
Ingi Mohr.
Gvøðny Steffanson og
Skuli Thoroddson vóru teir
báðir íslendingarnir, sum á
einari ferð til Føroya vórðu
sendir heim til Inga. Hesir
byrjaðu eitt skandinaviskt
viðgerðarheim í Reykjavík,
og teir hevur Ingi eisini
havt samstarv við síðani.
Hetta við einum viðgerð-
arheimi var eisini nakað, ið
Ingi, saman við øðrum, helt
hóska seg til føroyskt
viðurskifti.
Tað var so hin 1. de-
sember 1986, at Ingi saman
við Nannu Skála og Jákupi
Lindenskov byrjaðu við-
gerðarheimið Heilbrigdið.
Hetta var sjálvandi nógv
ávirkað
av
íslendskari
fyrimynd. Íslendingar nýta
tað sokallaða Minnesota
modellið, sum hevur verið
tað mest roynda modellið
kring allan heim. Hetta
høvdu amerikumenn við
sær til Íslands, og hetta vísti
seg at rigga væl.
- Vit hildu, at hetta mo-
dellið passaði rættiliga væl
til okkum og okkara ment-
an. Tað byggir m.a. á eina
trúðareind, og hetta hevur
eisini hóskað væl, sigur
Ingi Mohr. Fyri at gleða tey
mongu sálarfrøðiáhugaðu,
so kunnu vit eisini nevna, at
viðgerðin eftir hesum mo-
dellinum fyri tað nógva
byggir á ástøði hjá Jung.
Tey nógvu viðgerðar-
heimini kring allan heim, ið
byggja á Minnesota mo-
dellið, hava øll ávíst sam-
starv, har tey eisini savnast
á
ymsum
ráðstevnum.
Heilbrigdið hevur í dag
einamest
samstarv
við
SÀÀ, sum er eitt viðgerð-
arheim í Íslandi, og Kong-
ens Ø, ið er eitt viðgerðar-
heim á Sælandi. SÀÀ og
Kongens Ø vóru eisini til
staðar, tá ið Heilbrigdið
skipaði fyri einum tiltaki í
sambandi við føðingar-
dagin. SÀÁ hevði eina
heiðursgávu við til Heil-
brigdið. Kongens Ø leggur
seg meira eftir teimum heilt
álvarsamt raktu rúsevnis-
misnýtarunum. Ingi greiðir
frá, at fleiri av teimum
viðgerðarheimunum, ið í
dag byggja á sama modell,
eru undir einum hatta, har
tey kunnu njóta gott av
royndunum
hvør
hjá
øðrum.
Í samfull fimtan ár hevur
Heilbrigdið nú virkað. Tey
leggja seg eftir, í tráð við
Minnesota modellið, at
betra um lívsgóðskuna og
etiska virðið hjá tí einstaka.
Ásetingarnar í modell-
inum merkja eisini, at teir
skulu halda til í einum
vardum umhvørvi, sum
skal liggja eitt sindur uttan
fyri
miðjaðaran,
men
allíkavæl so mikið nær, at
tað skuldi verið lætt at
komið til eitt sjúkrahúsið,
um okkurt skuldi borið á,
og tílíkar hendingar hava
eisini verið hesi árini, ið
viðgerðarheimið
hevur
virkað. Staðið, ið tey valdu,
var Velbastaður. Hóast tað
var eitt sindur av skeptisk-
um
hugburði
millum
manna, so hevur stovnurin
verið virkin síðani.
Vakra umhvørvið og tey
hvítu sethúsini mynda í tað
karmarnar fyri virksemið
hjá Heilbrigdið. Viðgerðar-
heimið og tess sjúklingar
eru í dag ein natúrligur
partur av bygdamyndini á
Velbastað.
2/3 og 1/3
- Tað minsti trupulleikin er
at seta fløskuna frá sær.
Heldur er tað ein trupul-
leiki at gerast moralskt og í
aðrar mátar edrúur, sigur
Ingi Mohr.
Tað hava verið 2.948
vitjandi á viðgerðarheim-
inum, og tað er sjálvandi
eitt sindur ymiskt, hvussu
hesi klára seg undir við-
gerðini og eftir.
Tá sjúklingarir koma inn
til
viðgerðarheimið,
er
steðgurin kanska nakrar
vikur, har sjúklingarnir
verða hildnir ígongd alla-
tíðina. Umleið helmingurin
av teimum vitjandi klára
seg við einum viðgerðar-
umfari, stívliga 16% mugu
hava fleiri viðgerðarumfør,
men klára seg tó. Tann
írestandi triðingurin er ikki
nakað at gera við, greiðir
Ingi frá. Lagnan hjá hesum
hoyrir ikki til tær mest
vøkru. Tað mest vanliga er,
at alkoholikarar doyggja
millum 48-56 ára aldur.
- Alkoholisma er í dag
ein stór deyðsorsøk, hóast
hetta kanska eitur okkurt
annað í hagtølunum, sigur
Ingi Mohr.
Á Heilbrigdið leggja tey
seg eftir at menna hvønn
einstakan sjúkling. Tey fáa
ikki møguleika at vera í
sambandi við umverðina
gjøgnum fjølmiðlar ella
annað.
Sjálv innleggjanin og
útskrivingin verður løgd til
rættis av lækna, sum eisini
tekur tær stóru avgerðirnar.
Sálarfrøðingur er eisini
knýttur at stovninum. Við-
gerðarhættirnir fevna bæði
um fyrilestar, bólkaviðgerð
og
einskaklingaviðgerð.
Tað verður lagdur stórur
dentur á tað andaliga eins
og tað verður lagdur dentur
á
tað
likamsliga,
har
sjúklingarnir fáast nógv við
at venja likamið. Tað starv-
ast níggju fólk á Heil-
brigdið, og hetta umfatar
bæði kokkar og læknar. Tað
er so avgjørt eisini tørvur á
fleiri starvsfólkum, skuldu
vit líka heilsa og siga.
Tað, at so mikið nógv av
fólkið hava verið á við-
gerðarheiminum á Velba-
stað, merkir sjálvandi eisini
samfelagið, tá ið tað ikki er
ókeypis at reka ein tílíkan
stovn sum hendan.
- Tær krónurnar, sum
landið leggur í Heilbrigdið,
eru ein framúr góð íløga, tí
eftir viðgerðina, so spyrjast
nógvir skattgjaldarar og
ábyrgdarfullir
borgarar
burturúr. Høvdu teir ístaðin
verið verandi sjúkir av
alkoholismu, so høvdu tey
øll savnast sum sosialir
klientar, sigur Ingi Mohr.
Mentan
Sum áður nevnt, so hóskar
Minnesota modellið væl til
mentanin í Føroyum. Tað er
eisini í sambandi við ment-
anini, at vit skulu finna
fleiri av orsøkunum til
alkoholismu.
Hagtølini siga okkum, at
tað er eitt sindur knýtt at
landafrøðini, hvar vit finna
teir flestu alkoholikararnar.
Eitt nú í Italia siga hag-
tølini, at tað er bert eitt
prosent av teimum, sum
byrja at drekka, ið útvikla
alkoholismu. Í Norðurlond-
um er støðan ein onnur, og
her liggur talið um tey
10%, sum útvikla eina
misnýtsla, eftir at tey eru
byrjaði at smakka sær á.
Talið á føroyingum, sum
gerast misnýtarir, er ikki
hægri enn í hinum Norð-
anlondunum.
- Ein frágreining upp á
hví so er, hon er, at hesi
londini við Miðjarahavið
og har um leiðir eru meira
siviliserað, og harvið duga
betri við at drekka, sigur
Ingi Mohr.
Summum
pørtum
av
heiminum hava vit sæð, at
alkoholikarar heilt einfalt
hava útruddað seg sjálvar,
tá ið hetta við misnýtsla
veruliga hevur fingið ferð á
seg í ein so stóran part. Eitt
nú upprunafólki í Avstralia
hevur í dag stórar trupul-
leikar við tí, at teirra mis
nýtsla er voksin so ovur-
honds nógv.
- Ábyrgdin liggur hjá tí
einstaka, men tað slepst
ikki undan at viðurkenna,
at rúsdrekka er komið við
okkara dagligu mentan,
sigur Ingi Mohr.
Sjúka
Alkoholisma er eitt rætti-
liga kent evni millum
manna, men er eitt av teim-
um tabu líknandi evnunum,
sum fólk flest plaga at
goyma burtur.
Tá vit spyrja eftir, hvat
alkoholisma er fyri nakað,
so er tað ikki nakað einfalt
svar.
-
Vit
meta,
at
alkoholisma er ein sjúka, ið
ber til at viðgera. At tað er
sjúka, er ikki nakað, ið vit
hava funnið upp á. Bæði
WHO
(World
Health
Organisation, blðm.) og
aðrir kendir felagsskapir
meta alkoholismu sum eina
sjúku, sigur Ingi Mohr.
Tað, at alkoholisma er
ein sjúkan, eru tað tó ikki
øll, ið taka undir við, men
hetta gerst meira og meira
tann vanliga fatanin.
Tá tað kemur til at
definera sjúkuna ella eyð-
kennini, so er tað heldur
ikki her nakað einfalt svar.
Tær flestu niðurstøðurnar
byggja á, at tað sjúki missir
tamarhaldið, og eftir hetta
ber ikki til at venda aftur.
Sviar hava eina rættilig
greiða
fatan
av,
hvat
alkoholisma er. Teir siga, at
ein alkoholikari er ein, ið
drekkur óvanligt.
Sosialurin ynskir Heil-
brigdið til lukku við deg-
num.
Heilbrigdið 15 ár á baki:
Ein góð íløga fyri samfelagið
Sjúkrahússtjórin
heldur ikki tað vera
neyðugt við fleiri
starvsfólkum til B6.
Hinvegin sigur hann
seg ásanna, at tað er
tørvur á betri am-
boðum. Sum støðan
er nú so standa
partarnir langt frá
hvørjum øðrum
B6
Heri á Rógvi
Málið um tær mongu
uppsagnirnar fekk eina
nýggja vend, tá ið sjúkra-
húsleiðslan
á
Lands-
sjúkrahúsinum týsmorg-
unin kom við tíðinda-
skrivi um, hvør teirra
støða er í málinum um
sjúkrasystrarnar á B6.
Kvøldið fyri hevði Jóanis
Erik Køtlum boðað frá, at
teir ikki mettu tað vera
neyðugt við fleiri starvs-
fólkum til deildina. Nið-
urstøðan hjá sjúkrahús-
leiðsluni er sum fylgj-
andi: Út frá teimum
tiltøkum, sum eru gjørd í
2001, virkseminum á
deildini
og
verandi
starvsfólkorku
er
tað
einki, sum talar fyri, at
starvsfólkorkan á B6 skal
økjast.
Haraftturímóti
er
leiðslan á Landssjúkra-
húsinum greið yvir, at
nakað ítøkuligt og muna-
gott skal gerast fyri, at
betra um arbeiðsamboð
og útgerð hjá røktar-
starvsfólki. Hetta verður
tí raðfest høgt í fíggj-
arárinum 2002.
Hetta er greið tala, og
hetta staðfestir samstund-
is, at partarnir eru rætti-
liga langt frá hvørjum
øðrum.
Í sama tíðindaskrivi
førir leiðslan eisini fram,
at viðurskiftini á B6 eru
batnaði seinastu árini.
Eitt nú er talið av innlegg-
ingum munandi batna.
Tað, sum sjúkrahús-
leiðslan serliga leggur
dent á í teirra próvførslu
er, at talið av sjúklingum
pr. starvsfólk er lægri enn
í flestu sjúkrahúsum í
Danmark.
- Næsta stigið verður at
kalla inn til fund millum
partarnar, sigur Jóanis
Erik Køtlum.
Jóanis Erik Køtlum:
B6 er hóskandi til tørvin
Forkvinnan í
Sjúkrasystrafelag
Føroya, Jana
Dalsgaard, heldur
ógvuliga lítið um
seinastu útmelding-
ina hjá sjúkrahús-
leiðsluni. Fer leiðsl-
an at søkja eftir
nýggjum fólki, so
ætlar Sjúkrasystra-
felagið at blokera
arbeiðið
B6
Heri á Rógvi
Forkvinnan
í
Sjúkra-
systrafelag Føroya, Jana
Dalsgaard, sigur, at málið
á B6 er eitt mál millum
sjúkrasystrarnar
og
leiðsluna á Landssjúkra-
húsinum, men hon hevur
kortini nakrar viðmerk-
ingar.
Tað eru serliga seinastu
úttalilsini frá sjúkrahúsl-
eiðsluni, sum hava fingið
forkvinnuna at loysa fyri
posabandinum.
- Eg haldi tað vera heilt
óhoyrt, at leiðslan nýtir
talið av sjúklingum sum
orsøk fyri ikki at gera
nakað við starvsfólka-
trupulleikan. Tað taka als
ikki tað við, hvussu
sjúklingarnir eru til at
hava við at gera, sigur
Jana Dalsgaard.
Hon heldur, at støðan er
sera óheppin, og hon vísir
staðiliga á, at sjúkra-
systrarnar veruliga eru
komnar í eina tronga
støðu, tá ið tær hava tikið
hetta stigið.
Jana sigur, at tað heilt
einfalt ikki eru sjúkra-
systrar til at søkja størvini
á B6, um tað kemur so
langt.
Seinastu
orðini
frá
sjúkrahúsleiðsluni siga
okkum so mikið, at teir í
seinasta lagi 7. desember
fara at søkja eftir fólki,
um eingin loysn verður
funnin.
-Fara teir at søkja eftir
fólki 7. desember, so
blokera
vit
arbeiðið,
soleiðis at okkara limir
ikki sleppa at søkja, sigur
Jana Dalsgaard.
Tá Sjúkrasystrafelagið
tekur hetta stigið, fer
hetta at merkja, at tað
mestir heilt einfalt ikki
fer at bera til hjá leiðsluni
at manna deildina.
Jana Dalsgaard, Sjúkrasystrafelagið:
– Vit blokera arbeiðið
Jóanis Erik Køtlum hevur
ongar ætlanir um at biðja
um fleiri pengar til
starvsfólk á B6
- Fara teir at søkja eftir fólki 7. desember, so blokera vit
arbeiðið, soleiðis at okkara limir ikki sleppa at søkja, sigur
Jana Dalsgaard.
- Eg plagi at siga tað soleiðis, um ta tíðina, tá ið eg drakk, at eg
drakk meg ikki fullan, eg drakk meg svakan. Hetta vardi so
eisini í nógv ár, men eg fór faktiskt yvir til Íslands fyri at læra
meg betur at drekka, ikki fyri at halda uppat. Eg varnaðist tó
skjótt skriftina á vegginum, og eg havi skulað hildið mær frá at
drukkið líka síðani, sigur Ingi Mohr, sum er dagligur leiðari
fyri Heilbrigdið, og hann hevur eisini verið við frá byrjan
Mynd: Jens Kristian Vang
Í vakra umhvørvinum á
Velbastað húsast Heilbrigdið,
sum nú hevur verið virkið í
15 ár.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
9
8