mánadagur 30. november 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 30. november 2009
15
H
ar er rok, har í Føroyum.
Um CX. Um Z og Å, W og
annað meira. Og sum altíð, tá
ið talan er um mál, fer alt upp
at flogsa.
Eingin einmæltur føroyingur
er til, tað er eitt. Einki nýtt er í
tí. Heldur ikki í, at føroyskt er
týdningarmikið sum eitt slag av
einum samleikaflaggi.
Fyrst heilt stutt nakað um
tvímælisstøðuna. Eg kann
nevna, at ein longri grein er um
hetta evnið í Varðanum í ár frá.
Hin tvímælti, virkni føroyski
málbrúkarin lænir orð og
vendingar úr donskum, meðan
so at siga eingi ljóð eru lænt;
ná, nøkur fá, sum ‘a’ í ‘statur’,
‘y’ í ‘typa’ og ‘au’ í ‘aula’.
Orðini leggja fólk merki til, og
málrøktin roynir at finna
avloysaraorð. Syntaksina leggja
fólk ikki so oftani merki til,
sum at kringsetingin ‘frá ung
um árum av’ er lænt, t.e. hetta,
at hava ‘frá’ og ‘av’ soleiðis í
einum setningi. Tá ið hin virkni
málbrúkarin tosar danskt, ella
gøtudanskt, otar hann/hon før
oyskan framburð á gøtudanskt,
summi føroysk orð (kotuskift)
og einnýtislán, og nakað av
syntaks, men fá lán. Eg veit
bara um eitt føroyskt lániorð í
donskum, og tað er ‘grind’,
sum er komið í orðabøkrinar.
Vit tosa danskt við aksent, og
eg havi í datagrunni mínum her
um føroysktdanskt tvímæli,
kallað K8 datagrunnurin í
Ham borg, dømir við koduskifti
sum ‘man får et upplivilsi’, og
einnýtislán sum ‘ræstfisk’.
Eisini blandaðar samansetingar
um ‘idrætskúlin’.
Men hetta er sjálvandi ikki
øll søgan. Tí hin virkni mál
brúkarin nýtir málið at identi
fisera seg við, og hann flaggar
við serføroyskum orðum og
gjørdum, sum ‘telda’. Soleiðis
vísir málbrúkarin sín solidari
tet. Við onnur í málsamfelag
num, og hann/hon vísir, ella vil
vísa, seperatión frá einum
øðrum, ella fleiri øðrum mál um
og tað kann enntá blíva soleiðis,
at tað verður ein prestisja í
hesum at flagga við orðum og
vendingum, eitt nú at siga
‘tjúguein’ fyri ‘einog tjúgu’ og
enntá eisini ‘mær dámar’, ella
‘meg droymdi dreym’.
Vit hava eina tvímælis støða,
har orð lænast inn, og til ber at
síggja hana sum ein møguleika
og sum mábygging, heldur enn
eina hóttan, og flestir
føroyingar hava ein jaligan
hugburð til tað at læra danskt, tí
tað gevur okkum møguleika at
lesa víðari og arbeiða í
Norðurlondum. Hetta kemur
fram í grein, sum Vár í
Ólavstovu hevði í Fróðskapar
rit, og í doktararitgerðini hjá
Jógvan í LonJacobsen. Og í og
fyri seg ríka orðini og vending
arnar føroyskt, tí málið er
dynam isk, og hin virkni mál
brúkarin er nýskapandi, sum tá
ið ein segði, at ‘so gavst mann
upp’. Her brúkar hann sjálvandi
føroyskt ‘gevast’ og danskt
‘give op’ og letur tað smelta
saman í eina heild. Og hví ikki.
Men vit sleppa heldur ikki
undan málrøktini, tí eisini hon
er partur av søguni, byrjandi
við Jákup Jakobsen, og tí ger
tað sosum einki, sum eg havi
sagt fyrr, um mann roynir at
smíða orð. Tað skal bara ikki
vera nakar tvingsil í. Mann má
og skal, meti eg, finna eina
miðleið.
Tað málsliga teknið/orðið
Viðvíkjandi orðasmíði, liggur
føroyskt ímillum íslendskt og
danskt. Til dømis sigur G.
Kvaran, at málrøktin hevur
sterkar røtur í Íslandi, og at hon
er væl grundað millum fólk.
Danir eru heldur lakari at smíða
orð, men knáir at læna, og tað
mugu teir so um. Føroyingar
liggja mitt ímillum. Málrøktin
hevur ikki so stóra undirtøku
millum fólk sum í Danmark,
men heldur ikki heilt onga, og
eg kann vísa eina ritgerð, eg las
fyri stuttum hjá Wittkugel. Hon
skrivaði um ‘anbeforheitilsi’
orðini, og har vísir hon á við
uppteljingum frá orðabókum og
Dimmu og Sosialinum frá
1990unum og fram til í dag, at
‘anbeforheitilsi’ orðini ikki
eru so mong í bløðunum, sjálvt
um fleiri hava fingið innivist í
orðabókunum. Altso, ‘betala’
verður ikki so nógv brúkt meira
í skrift, men heldur ‘gjalda’, til
dømis. Og soleiðis kann mann
hava ymisk stílløg, og nýta
‘gjalda’ í einum teksti, men eitt
nú ‘betala’, tá ið talan er um ein
dialog í einum teksti.
Orðasmíð ber til, tí tað
málsliga teknið er arbitrert. Tað
vil siga, at einki ljóð í telda
ger, at orðið hevur júst ta
merking tað hevur. Tað er einki
í eitt nú anum, sum ger, at
hetta skal merkja ‘hetta tólið,
vit brúka at skriva o.m.a. við’.
Men av tí at tað málsliga teknið
er arbitrert, ber tað eisini til at
læna orð inn, og í sínari byrjan,
so eru bæði lániorðið og
nýorðið eitt lán. Seinni verða
bæði ein partur av føroyskum.
Av tí mentala orðastovninum í
føroyskum. Eisini lániorðini.
Hvør hugsar kanska um, at
‘dunna’ er keltiskt?
Eg haldi, eg fari at
stjala ein prest
Ein danskur vanabrotsmaður
fekk tosað fimm jydar so til, at
teir trúðu, at hann hevði sam
band við okkurt útlendskt
politi, og teir stjólu ein prest í
Jyllandi. Hesin slapp leysur
seinni, men líka so lítið jørð
samband sum hesin maðurin
hevði, soleiðis tykist mær
oftani, at tað føroyska málkjak
ið er. Alt verður vavt saman í
ein greyt. Fólk tosa um at fara
aftur í danatíðina, og eisini
hevur verið uppá tal at koma
aftur við bolleå. Well, hetta
kunnu fólk so yvirtaka og so
kunnu vit kalla tað tobbaå, og
vissuliga um tað ikki er til í
sama navni sum ein variantur
av ‘o’. Og eg skal eisini nevna,
at ein annar Jakobsen, nevniliga
Jákup Jakobsen doktari hevði
tobbaå í skriftmálsuppskoti
sínum frá 1889. Her mælir
hann til at skriva ‘borg’ sum
‘bårg’. Uppskotið kom ikki
ígjøgnum, men fyri tað er tað
gott. Tað, sum hendi var, at
politikkur kom uppí, og fleiri
skoyttu ikki um at lurta eftir
hesum køna og klóka manni.
Men grundin til at eg nevndi
hatta við prestastuldrinum er
ikki, at ‘eg’, altso ‘hpp’ fari at
stjala nakran prest, og skuldi
tað endiliga verið, hevði tað
verið meira passandi við einari
prestindu, men ‘eg’ sum orð er
serstakt, eisini eitt nú eitt
staðarhjáorð sum ‘her’. Hesi
orð eru ikon, segði C. S. Peirce,
ein amerikanskur filosoffur.
Tað sum hann meinti við var, at
eitt beinleiðis fysiskt samband
var ímillum fornavnið ‘eg’ og
tann, sum tað vísir til, sum tá ið
eitt beinleiðis fysiskt samband
er ímillum royk og eld. Royk
urin indikerar, at eldur er í.
Sigur eitt nú Zakaris S. Hansen
‘eg’, so er eitt samband ímillum
pronomenið ‘eg’ og persónin,
eitt beinleiðis, peikandi sam
band, og sigur Jógvan í Lon
Jacobsen ‘eg’ skiftir tilvísingin
frá Zakarisi til Jógvan. Sama
við ‘her’. Sigi eg, at eg siti ‘her’
og skrivi um føroyskt, merkir
tað reint fysiskt, at eg eri í
Ham borg, men sigur til dømis
Zakaris S. Hansen, at hann situr
‘her’ og skrivar, so merkir tað,
at hann er í Føroyum. Hesi
orðini eru annarleiðis enn
‘telda’ og tey flestu orðini, sum
eru í málinum, har ‘telda’
stendur fyri øllum heimsins
teldum, og øllum teimum, sum
hava verið og sum fara at koma.
Hví nevna hetta?
Tí at nú er tað, at eg komi til
tað, sum eg ætlaði við hesari
greinini. Tað er ógviliga einfalt,
hetta við stavraðnum.
Eg meini, at mann skal skriva
‘citat’ sum ‘sitat’, xylofon sum
‘sylofon’, ‘taxa’ sum ‘taksa’ og
‘pizza’ sum ‘pitsa’ o.s.fr. Hetta
er ein ortografisk purisma. Hesi
orð hoyra til tey, har lutfallið
ímillum ljóð og innihald er til
vildarligt, og við einari orto
graf iskari purismu, kann mann
vísa málsolaritet við føroyskt.
Hasin C. S. Peirce, sum eg
nevndi omanfyri, kallaði slík
orð ella málslig tekn fyri
symbolir, og orðabøkur, millum
annað tann, sum eg gjørdi
saman við M. Staksberg, og
orðabøkurnar hjá Sprotanum
hava m.a. slíkar stavihættir.
Men eg meini ikki, at mann
skal skriva CO2 sum SO2, tí
hetta er eitt serligt heiti, og
heldur ikki slíkt, sum hevur við
mentanarrák at gera, t.e.
‘marxisma’ og ‘calvinimsa’.
CX kann mann skriva ‘sex’,
mest fyri dámin, og tobbaå, tað
er óneyðugt, tí so skulu aðrar
alternatiónir eisini takast við,
sosum ‘stórur’ : stört’, sum J.
Jacobsen eisini skjeyt upp. Og
eg meini ikki, at mann skal
skriva Chile sum Kili. Her skal
mann behalda Chili, tí staðar
nøvn og nøvn yvirhøvur eru
ikonisk, sum tað persónliga
fornavnið ‘eg’ og staðarhjáorð
sum ‘her, har’. Soleiðis kann
málskipanin sjálv avgera hetta,
samstundis sum mann
respekterar føroyskt fyri tað,
tað er, og eisini ta puristisku
stevnu, sum vit heldur ikki
sleppa undan.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
CX, SO2, tobba-å og
aðrar farligheitir
Tíðargreinin
tíðargreinin
Hjalmar P. Petersen