Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 229 - 30. november 2009 Valdu at byggja nýtt røktaheim Innara andstøðan Valstríðið er byrjað. Sjálvstýrisflokkurin hevur á landsfundi staðfest valevnalistan; nú er at brynjað seg og gevi fólki høvi at vraka bæði samgongu og hennara innaru andstøðu. Í hesum tíðum er so vanligt kæra seg um kappingar­ avlaging. Róð verður framundir, at hesi og hasi misnýta sterku støðu sína á marknaðinum. Ofta er veruligi vansin heldur manglandi útboð. Vit í andstøðu á tingi hava mangan kensluna av, at vit eru fyri kappingaravlagan. Síðstu vikuna hevur landsstýrið fingið sín mót­Poul, ið sigst bøna løgmann at enda svansinum; uttanríkisráðharrin ger afturfyri álop á hini fyri oyðsl; og javnaðarflokkurin í fíggjar­ nevndini brikslar afturímóti, at fólkaflokkurin kemur við ov stórum óproduktivum íløgum, ið fara at leggja hálva aðru milliard afturat skuldini. Og hetta var bara um vikuskiftið. Vit, ið ganga har úti í minniluta, har grátur er og tannagrísl, mugu sjálvsagt rannsaka okkum sjálvi spyrja, hvørt vit gera ov lítið við at ákæra, spyrja og vera ímóti. Kanska er útboð okkara av andstøðu ov lítið? Ella kanska manglar meiri uppbyggiligt andstøðingavirksemi, alternativ, mótuppskot, aðrar ætlanir og frægari loysnir? Men tankin kemur eisini fram, hvørt her er talan um kappingaravlagandi virksemi og vantandi kappingar­ eftirlit. Tí, hvat er ringasta dømið um svans, ið Poul Michelsen kann nevna? Flytingin av Strandferðsluni til Suðuroyar. Hansara egni partamaður var smiðju­ meistari í teirri ætlanini – og nú vil Poul hava sam­ gonguslit, um slíkt endurtekur seg. Fólkaflokkurin bjóðar seg fram sum alternativ til fólkafloksins! Hvat er ringasta dømi um skuldarøking, ið Eyðgunn Samuelsen veit? Jú, “bæði Norð um Fjall og Sand oyar­ tunnilin.” Hennara egnu floksfelagar hava samtykt báðar verkætlanir og játtað teimum pengar. Javnaðar­ flokkurin bjóðar seg fram sum alternativ til javnaðar­ floksins! Pressa tey! At arbeiða í føroysku miðlunum man kennast sera løgið. Hvussu sigur tú fólki frá lásamálinum, har javnaðarhøvdingin og krúnprinsur hansara fabrikera eina slatursøgu fyri at fáa okkurt hissini páskot til at skifta samgongu, har teir ofra politikkin fyri størv og sessir? Hvussu greinar tú, at javnaðarflokkurin og fólkaflokkurin, ið hava spilt hvønn annan út seinasta mansaldurin kortini hava verið í samgongu frá 1974, frá 1990, frá 2004 og frá 2008? Hvussu skal tú siga lesarum frá, at tunnulin Norð um Fjall var feldur á tingi á vári 2008, men játtaður á heysti 2008, síðani samtyktur á vári 2009, men nú helst missir játtan á heysti 2009? Ikki man vera nemt, og tí er lætt at skilja, at spurningar ikki verða settir teimum politikarum, ið nú eru í andstøðu til sínar egnu: álvaratos, hvat meinar tú við? Kanst tú bæði sita í leiðsluni í samgonguni og vera ímóti henni? Hvat við sum í Bretlandi at ‘resign on principle’ – taka seg aftur úr fremstu røð og fara á teir aftaru beinkirnar at orða okkurt alternativ, onkran annan politikk? Og hvussu kunnu tit øll fyrst atkvøða fyri fíggjarlóg 2009, ólavsøkupakka, verklagslógum osfr., sum hava svans, undirskot og skuldarøking sum fortreyt – og so nú koma ein eftir annan og mótmæla, forða og seinka øllum hesum avleiðingum av tykkara egnu samtyktum, so hvørt tær verða bornar niðan í tingið? Fyri mín part má eg bert siga, at nú noyðist eg at taka meg um reiggj. Lætt er at missa hugin til orða­ skiftis í Føroyum, men eftir hesa innleiðandi við­ merking um ta innaru andstøðuna og hennara minni enn heiðurligu roynd at vera sítt egna alternativ, fari eg næstu vikurnar at taka støði í valskrá sjálvstýris­ floksins og orða nøkur boð uppá veruliga øðrvísi politikk og annan valmøguleika. Sum forkvinna í sosialu nevnd føldi eg tað sum ein stóran dag tann 23. novemb er, at vit í Klaks­ víkar býráð høvdu møgu­ leika, at atkvøða um, um vit skuldu fara undir at byggja eitt nýtt røktarheim í Klaksvík. Akutti tørvurin á eldra­ økinum fyri at sleppa á røktarheim eru 32 fólk, og góð 80 fólk standa á bíðilista. At byggja eitt røktarheim til 24 búfólk hjálpir væl upp á akutta tørvin, og tá 1. byggistig er framt, verður tað lættari at fara undir 2. byggistig. Ein skal minnast til, at íløgan at byggja nýtt røktar heim er ikki ein luksusíløga, men ein lívs­ neyðug íløga í okkara eldru, sum hava rætt til eitt virðiligt lív, eisini tað síðstu tíðina. So tá ið almannaráðið boðaði frá, at nú var møgu­ leiki fyri at søkja lands­ kassan um stuðul til byggj­ an av nýggjum røktar­ heimi, var tað ongantíð nakar ivi í mínari sál. Her her skuldi Klaksvíkar kommuna ikki leggjast á boðini, men søkja um landskassastuðul. Størsti kamelurin Hettar hevur verið ein spennandi og strævin tíð fyri at náa á mál. Men størsti kamelurin sum skuldi slúkast, var at hækka skattaprosentið við ½ prosenti. Hækkan av skattatrýsti var ikki tað, sum vit ynsktu, men vit høvdu onki val, um vit skuldu byggja røktar heim­ ið. Upprunaliga kravdi FMR, at vit skuldu hækka skattaprocentið við 1%, men undir sámráðingunum eydnaðist tað at fáa hetta niður á ½%. Vit mettu, at hetta var nakað, vit kundu liva við, tí vit fingu nógv afturfyri. Fyrst og fremst hjálpir hetta upp á tann akutta tørvin á røktarheims­ plássum og hartil kemur hetta at geva okkum uml. 35­40 nýggj arbeiðspláss. Haraftrat gevur byggingin av røktarheiminum nógv arbeiði í byggitiðini. Samt býráð Eg eri sera glað og takk­ som fyri, at alt býráðið hevur staðið so sterkt saman um hesa verkætlan, og er tað ein fantastisk styrki. Tað eg veit um, er hetta fyrstu ferð í uml. 10 ár, at vit fara undir at skapa nýggj almenn arbeiðspláss her í kommununi. Fortíð og framtíð Tíðir broytast og vit skulu ikki gloyma, at tað er bert umleið 1 ár síðani, at kreppan rakti Klaksvíkar kommunu og serliga Klaksvíkin varð hart rakt. Her var neyðugt við al stórum sparingum, sum vóru í fleiri umførum. Bylgjurnar gingu høgt, arbeiðsloysið var sera stórt, samstundis sum mett var neyðugt at hækka skatta­ prosentið 1 prosent. Fleiri høvdu ilt við at síggja ljós fyri framman. Størsta arbeiðsplássið í Klaksvík, Kósavirkið lukkaði, og hevði hetta við sær, at umleið 150 fólk vóru send út í arbeiðsloysi. Nógv vórðu arbeiðsleys og bátar og skip vóru seld av Klaksvíkini, o.s.v. Nú umleið eitt ár eftir harða niðurtúrin sær nakað ljósari út. Kósavirkið er latið uppaftur, tó ikki á sama støði enn. Men alt er ein byrjan, at 40 fólk sleppa til arbeiðis, stutt áðrenn jól. Somuleiðis, sum bátar eru keyptir til Klaksvíkar. Ja, vit í Klaksvíkar kommunu eiga at seta prís uppá, at vit eiga fólk, sum bróta uppum armar og ikki eru bangin fyri at byrja nakað nýtt. Hettar hevur givið okkum í manna­ minnir arbeiði til nógvar hendur. Rætt er eisini at nevna Norðhavnina, sum mong hava tosað niðursetandi um. Her eru stórar íløgur gjørdar, og spurt hevur verið, hvat vit skulu brúka havnina til. Men hygg í dag yvir á Norðhavnina, har tað er stuttligt at síggja aktivitetin. Har koma nú russiskir trolarar at um ­ skipa og Norðborg leggur veiðuna upp har. Skjótt kemur uppisjóvarskipið hjá JFK at leggja veiðuna upp í Norðhavnini. Tá nú bæði Norðborg og uppisjóvar­ skipið og flakatrolarar leggja veiðuna upp her, so fara vit helst at síggja ­ og síggja eisini longu nú ­ frystiskip her norðuri at innskipa til útflutning. Hetta er at frøast yvir og er gott hjá Klaksvíkar Havn. Framtíðin Vit eru ikki komin á mál enn og fara at kempa víðari fyri at fáa fleiri føst og støðug arbeiðspláss hendanvegin. Klaksvíkin er so nógv tann størsti »næst­ størsti« býurin í Føroyum og skal hava status sum ein slíkur. Fyri at honum skal vera lív lagað eru landsins myndugleikar eisini noyddir til at seta fleiri almenn arbeiðspláss her. Onki er meir náttúrligt enn tað. Vit skulu hava fleiri útboð av ymiskum arbeiði her. Tórshavn er okkara høvuðsstaður og fer altíð at vera tað, og vit skulu vera góð við høvuðsstaðin. Samstundis er bráðneyð­ ugt, at landsins myndug­ leikar gera eitthvørt munagott fyri Klaksvík, sum er næststørsti býur í Føroyum við 5000 íbúgv­ um. Býurin hevur fiski­ vinnu sum høvuðsvinnu­ grein, men vit hava stóran tørv á øðrum arbeiðum eisini. Serliga vitannar­ tungum arbeiðum fyri at fáa part av okkara lærda ungdómi aftur til heim­ staðin. Her verða lands­ myndugleikarnir noyddir at traðka til. Býráðslimur í Klaksvík ElsEbEth Gunn­ lEyGsdóttur hansEn løgtingsmaður Kári á róGvi Vinnarirnir eru funnir: teir konservativu kristnu og nýliberlistisku fólkafloksorienteraðu úr øllum flokkum. Og tapararnir eru: Føroya fólk. Fiskurin er avreiddur til vinir í andanum. Fiskiloyvini eru virðisøkt við túsundals procentum og verða veðsett, sum eru tey privat ogn. Hálv milliard verður útgoldin í vinningsbýti, meðan tíggjutalsmilliónir mvg-krónur verða stungar í privatar lummar og skattaundandrátturin náar áður ósæddum hæddum uttan eftirlit. Tapararnir fáa øktar medicinútreiðslur í túsundtalskrónuklassanum fyri hvønn og eftirlønarmóttakarar fáa nýggjan og øktan skatt og hægri gjald á ellis- og røktarheimum, meðan arbeiðsfólk fáa fótin. Alt meðan teir veruligi makthavararnir: pengamafian framvegis nýtir løgtingið sum dukkuteatur í nýggjum ætlanum um privatiseringar av fólksins ognum: Føroya Banka Atlantic Airwais SEV Telesamskifti ÚF/SVF Skúlar og sjúkrahús Postverk Vatnverk Landsjørð Tunnlar osfr., osfr. osfr. Og so kann Huxast at m.a. partafelagsskatturin verður avtikin og at fleiri skattalættar til tey vælbjargaðu verður endurtikin meðan fólkið svevur. Fólksins verjar hava svikið so dyggiliga. Fólkið má sameint byggja nýggja verju, skulu teir høgrakristnu og nýliberalistisku ránsmenninir steðgast, og ognir Føroya fólks latnar fólkinum aftur. Og ætlaða einskiljingsherferðin eftir salamitaktikkætlan má fáa neyðugu skotini fyri bógvin. Alternativið eru Føroyar á húsagang og vanliga fólkið enn einaferð í útlegd. Hetta má ikki henda. Ábyrgdin er okkara. Dagfinnur Danbjørg Stættastríðið er av? viðmerkingar