mánadagur 30. november 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 30. november 2009
17
viðmerkingar
Pástandir og
ræðusøgur
Eitt kvalifiserað innlegg frá Hans Meinard á Høgabóli
verður sagt, og hvat er so tað. Jú Hans Meinard vísti
bert til tað, sum øll Vágafólk hava verið greið yvir í
áratíggjur, nevnliga at veður og vindur og mjørki er
stóri trupulleikin við flúgving upp á Føroyar.
At hann so niðurtónar longdina av einum flogvølli,
tað gevur so ikki Glyvursnesi tað fjøður í hattin, sum
Petur Hermansen roynir at fyrigykla fólki. Tað sama
verður jabbað umaftur, og nú er tað Airbus-flogfarið,
sum als ikki er gott nokk, meðan Boing-flogfarið, ið
fleyg á føroyarutuni í 20 ár, hevði verið tað betra
flogfarið.
Øll ella nógv av okkum minnast til herferðina hjá
Poul Michelsen, tá hon var í hæddini - tá hann skírdi
allar flogskiparnar hjá Maersk at vera kamikaze-
flogskiparar, ið vóru teir einastu, sum yvirhøvur kundu
flúgva upp á Føroyar. Harafturat skuldu Boeing-
flogførini vera gjørd soleiðis, at tey mestsum bara
skuldu flúgva upp á Føroya. Hettar sjálvt um fleiri
hundrað av tí slagnum vóru bygd. Ein reguler
Goebbels-søga.
So um stjórin í Atlantic Airways kemur í ta støðu, at
neyðugt verður at seta Boeing-flogfør inn á føroyar-
utuna, so hevur hann ein álvarsligan trupulleika, tí
væntandi eru allir teir frálíka dugnaligu flogskiparnir,
ið røktu føroyarutuna, pensioneraðir.
Men mær vitandi hava teir, sum seinni hava
útbúgvið seg til flogskiparar og flogið upp á Føroyar,
tó fingið eina vanliga útbúgving sum flogskiparar.
Men teir nógvu fantastisku pástandirnir vísa okkum
bara, hvørji skitin vápn hava verið nýtt til at rættvís-
gera ta niðurgerðing av verandi Flogvølli, ið hevur
verið seinstu 20 árini.
Góði løgmaður
og tingfólk
Eg havi ferð eftir ferð sæð KT-verkætlanir settar í verk
í Føroyum uttan at vita av hesum framman und an og
uttan at hava møguleika fyri at bjóða upp á hesar.
Tað er so, at eg sum KT-serfrøðingur frítt kann bjóða
upp á útboð í øllum ES, um tað so er ein KT-skip an í
Keyp manna havn ella í Rom. Reglurnar í ES áleggja tí
almenna at lýsa allar KT-værkatlanum í almenum
útboði, um tær eru størri enn 1,4 mió. kr. Í Danmark
eru reglurnar enn harðari, tí har skal tað alemna lýsa
uppgávurnar í almennum útboði, um tær eru størri enn
500.000 kr.
Mín fatan er, at KT-verkætlanir her heima beinleiðis
verða lætnar einum ella nøkrum fáum veitarum at
bjóða uppá. Fleiri av hesum verk ætl anum eru heilt
uppi í tíggjutals mió. kr!
Sjálvandi kann tað geva eitt lítið sting í hjartað
soleiðis ikki at verða bjóð aður við til háborðs, tá ið
íløgur fyri okkara skatta krónur skulu gerast í eina og
hvørja verkætlan. Í region Sjælland mugu tey gjalda
50.000 kr. í bót fyri ikki at hava sent innkeyp av
sjúkrahúsútgerð í útboð. Allir hesir sáttmálar við
veitaran eru av Konkurrencestyrelsen dømdar
ólógligar og skulu ógildast.
Eg haldi, vit hava ein trupulleika við reglugerð um á
hesum økinum, og hetta er eitt øki, eg hugsi, at
Kappingarráðið eisini eigur at hyggja at.
Havi eg skilt tað rætt, at støðan er soleiðis, sum eg
havi lýst hana her?
Hóast vit hava 9 ára skúla-
skyldu í Føroyum, so hava
flestu skúlar við fram-
haldsdeild valt at hava eitt
10. floks tilboð at bjóða
næmingunum, sum ikki
hava valt at fara á miðnám
eftir loknan 9. flokk.
Grund irnar kunnu vera so
ymiskar, hví so er, m. a.
halda nógv foreldur, at
barn teirra er ov lítið
búgvið, meðan onnur
halda, at 1 ár í 10. flokki
gevur teimum eitt betri
fakligt støði at standa á, tá
farast skal víðari, meðan
uppaftur onnur hava hoyrt,
at 10. flokkur er nakað
heilt annað enn hini 9 árini
í fólkaskúlanum hava
verið, og velja tí at fara í
henda øðrvísi 10. flokk. at
royna, hvussu tað nú er.
Skúlaleiðslur, lærarar,
saman við skúlastýrum og
kommunum kring landið,
hava lagt høvur í blot fyri
at finna fram til besta
leistin, hvat 10. flokki við-
víkur, sjálvandi alt fyri
næminganna besta, nú
lesiætlanir, ársætlanir o. a.
ikki eru so neyvt orðaðar,
og bólturin er í staðin givin
yvir til einstøku skúlarnar
at fáa sum frægast burturúr
- og hugskotini tróta ikki.
Men ein fyritreytin fyri,
at spennandi og øðrvísi 10.
flokkur skal kunna geva so
margfald tilboð sum
gjørligt, er, at næminga-
grundarlagið er til staðar,
og at engageraðir lærarar,
sum vilja gera ein eyka
innsats fyri tey 15- 16 ára
gomlu, finnast.
Hjá framhaldsskúlunum
úti á bygd hevur tað mang-
an verið so, at næminga-
talið, sum hevur valt at fara
í 10. flokki hevur verið so
lítið, at bert heilt fá tilboð
hava verið at valt í hjá hes-
um næmingum. Men av tí
at havnarskúlar eru so
stórir, og næmingatalið
liggur um 500 næmingar á
hvørjum framhaldsskúla,
so hevur ligið eina best fyri
at skapa verunligar val-
møguleikar í teimum 4
høvuðsstaðarskúlunum.
Men hóast hesa sannroynd,
so hevur Tórshavnar
komm una ikki verið heilt
nøgd við skipanina, og fór
tí undir, fyri nøkrum árum
síðani, saman við skúla-
leiðslunum, at skipa so -
leiðis fyri, at ymisku fak-
tilboðini blivu savnaði á
ymsu skúlunum, alt eftir
hvussu skúlarnir vóru
útgjørdir, læraratilfeingið
v. m., og næmingarnir
fluttu so ímillum, sambært
tímatalvuni.
Álit varð skrivað
Og seinri bleiv eitt álit
skrivað, har mælt varð til
at seta sjálvstøðugan skúla
á stovn, sum savnaði 10.
floksnæmingar úr øllum
teimum kommunalu
skúlunum í Tórshavnar
kommunu – hetta bleiv so
av ongum vegna pengatrot
og vantandi lógarheimild,
og í staðin varð víst á
Eysturskúlan, sum eina
loysn, tí har var nógmikið
av plássi og útgerðin á
skúlanum var á eini leið,
og so kundi onkur av
verandi eysturskúlaleiðslu
virka sum leiðari – tó
mælti ein minniluti til at
hava tveir 10. flokkar í
kommununi, ein í Eystur-
skúlanum og ein í Komm-
unuskúlanum. Og nú er so
spurningurin, um allur
havnarungdómur skal
savn ast á einum ella tveim-
um skúlum í framtíðini?
Hetta skúlaárið hava 80
næmingar valt av 102 íalt
at halda áfram í 10. fl. í
Tórshavnar kommunu-
skúla, teirra millum eisini
næmingar úr Argja- og
Venjingarskúlanum, sum
valdu Kommunuskúlan,
sambært fría skúlavalinum,
meðan 53 av teimum 112
næmingum í Eystur skúl-
anum valdu at halda áfram
í 10. flokki har. Hetta sigur
ikki so lítið - tí hvør veit
betri enn næmingarnir
sjálvir og foreldur teirra,
hvat er best fyri »barnsins
sanna gagn og frami«, og tí
valdu tey sum tey gjørdu. Í
Kommunuskúlanum hava
ungir lærarar, saman við
leiðsluni, tikið lógvatak
saman, fyri at fáa ein so
væleydnaðan 10. flokk
sum gjørligt, og tað má
vera eydnast teimum í
stóran mun, sum úrslitið
vísir, tí kappingin er hørð
um hesar næmingar – og á
hvørjum vári koma eisini
danskir eftirskúlar, sum
hava óteljandi sertilboð at
bjóða fram í 10. flokki, so
sum í ítrótti, tónleiki, list,
fremmandamáli o.s.fr. til
Føroyar at gera sær dælt av
útferðarhugi teirra ungu,
og lokka við litføgrum
faldarum, hvussu eina-
stand andi gott teirra tilboð
er! Men eisini her hevur
Kommunuskúlin klárað at
steðga gongdini, ongantíð
hava so fáir næmingar úr
Havnini farið á kostnaðar-
miklu donsku eftirskúl-
arnar sum í ár.
Danskir eftirskúlar fáa
kapping
Hetta skuldi verið gleðis-
tíðindi í Føroyum í dag,
har høvuðsevnið dagliga
hevur verið fólkaflytingin
úr landi okkara – og serliga
áttu býráðspolitikarar at
verið fegnir og ikki sørt
stoltir um gongdina í
málinum, teir reisa líka til
London og Keypmanna-
havnar at biðja og bøna
fólk at koma heimaftur -
og takka hesum lærara-
fólkum fyri einastandandi
arbeiðið at hava megnað at
vent keðiligu gongdini.
Men so eiðasørt! Ein
mentanevndarformaður,
Jógvan Arge, sigur ikki eitt
kis, men letur bóltin fara
yvir til Marin Katrina
Frýdal, býráðslim, og hon
ger allan spurningin um
framtíðina og trivnaðin hjá
teimum 15 – 16 ára gomlu
í Havn til ein fíggjarspurn-
ing!! Og fer enntá so langt
sum til at hótta við at
steðga ellis- og røktar-
heim inum yviri við Stond,
um Kommunuskúlin fram-
haldandi sleppur at hava
eina fullfíggjaða fram-
haldsdeild (sic)!! Nú sigi
eg sum tey ungu plaga at
taka til: heilt erligt, Marin
Katrina, hetta er ódámligt!
Støðumetingarnar sum eru
gjørdar av neyðugari um-
og útbygging av Komm-
unu skúlanum, vórðu
gjørdar langt áðrenn hesin
spurningurin um 10. flokk
stakk seg upp – soppa-
vøksturin kemur ikki eftir
einum degi!! Kommunu-
skúlin er nógv elsti skúli í
býnum, tikin í nýtslu í
1956, og at hann treingir til
ábøtur og umbygging er,
ella átti als ikki at verið,
nakað nýtt fyri ein býráðs-
lim ella nakran annan, og
talið 25 millónir fyri
framhaldandi at hava 10.
flokk, er tikið úr leysum
lofti, sum lærarar Komm-
unuskúlans eisini vísa á í
opnum brævi um dagarnar!
Mest brúkti skúlin í
býnum
Alt meðan fleiri av nýggj-
aru skúlunum í komm un-
uni hava fingið munandi
ábøtur í milliónaklassanum
seinastu árini, hevur
Kommunuskúlin verið við
sviðusoð – mær kunnugt er
ætlan gjørd, sum sigur, at
eftir lokna bygging av
skúlanum á Løgmanna-
breyt og á Hamrinum, so
er Býráðið sinnað til at
fara undir eina stigvísa
um- og útbygging av
Kommunuskúlanum. Eg
havi starvast í útvið 40 ár í
Kommunuskúlanum og at
síggja handverkara har, ja,
tað var sum lundi á
jólanátt! Í »Gula skúla« er
snøgt sagt lítið og onki
gjørt hesa góðu halvu øld,
og ongin skúli í býnum
hevur verið í námind av tí
nýtslistigi sum Komm-
unuskúlin hevur verið tað:
um dagin sum barnaskúli
við meiri enn 1000 næm-
ingum viðhvørt, sum
kvøldskúli, har var eisini
Handilsskúli, áðrenn bygt
varð í Marknagili,
fimleikurin, tivoli og
dansur á ólavsøku, valhøli,
konsert- og samkomuhøli í
Aulini o. s. fr. Stórsti
trupulleikin í míni skúlatíð,
var, nær vaskifólkið kundi
sleppa framat at vaska!!
Og so at leggja fíggjar ván-
irnar sum grund fyri at
steðga 10. flokki í Komm-
unuskúlanum, tað er bæði
synd og skomm! Høvdu
allar krónurnar, sum út
vórðu givnar úr kommunu-
kassanum, komið so væl
aftur við renturs rentu sum
tær sum Havnar kommuna
megnaði at skava saman í
fátæku 1950-árunum til
skúlabyggingina, so var
væl vorðið, Marin Katrina!
Og nútímansgerðin av
Kommunuskúlanum
stendur sjálvsagt fyri tørni
nú – alt hitt er uttanumtos!
Latið foreldur og børn
teirra velja
At savna allan havnarung-
dóm í eymu og viðkvomu
árunum á einum staði, tá
farast skal í 10. flokk, er
ikki skilagott. Lat kapp-
ingina ráða (hóast Marin
Katrina ikki skilir tað!?),
gevið havnarungdómi høvi
at velja tann 10. flokk, sum
tey nú halda er best – har
skal ongin Marin Katrina
ella nakar annar koma og
siga foreldrum og børnum
teirra, hvat er best fyri tey-
latið Eysturskúlan og
Kommunuskúlan kappast
um næmingagrundarlagið,
so vit fáa eitt so gott 10.
floks tilboð sum møguligt,
sum eisini harvið vinnur á
útlendsku skúlatilboð un-
um. Ongastaðni í Føroyum
fara valmøguleikarnir í 10.
flokki at vera so nógvir
sum her – vandin lúrir úti
um landið á skúlum við
eini 100 – 200 næmingum,
men her fáa allir næmingar
í 10.flokki ta lærugrein,
sum tey ynskja, annaðhvørt
í Kommunuskúlanum ella
Eysturskúlanum og til-
lukku við tí, havnarung-
dómur – tit skulu ikki
rekast av landinum av
tjóðveldisfólki og teirra
lakajum í Tórshavnar
býráði – tit hava betri uppi-
borið!
Sjálvandi geva býráðs-
politikkarar havnarung-
dómi ein valmøguleika, so
vit varðveita ungdómin her
heima!
Rekið ikki ungdómin av landinum?
Johan
SamuelSen
Sørvágur
Frank
DaviDSen
Senior SharePoint Consultant INTRA
ChriStian v. DalSgaarD
innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he-
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.