Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 229 - 30. november 2009 Slík óhapp eiga ikki at koma fyri. Tað sigur Símun Hammer eftirlitsmaður hjá Arbeiðseftirlitinum um hendingina, tá ein maður varð sendur á sjógv á kajini í Havn, har hann arbeiddi við at loysa Smyril Óhapp Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Seint hóskvøldið varð ein maður sendur á sjógv, tá hann arbeiddi við at loysa Smyril av havnini í Havn. Tað var ein misskiljing millum mennirnar umborð og menninar uppi á landi, sum hevði við sær, at ein maður datt á sjógv, tá ein endi strammaðist, so mað­ urin datt á sjógv og fekk skaða. – Hatta er eitt samanfall av nógvum óhepnum um ­ støðum. Ein endi stramm­ aðist upp undir hann, tá hann fór gangandi eftir hon um, og slíkt eigur ikki at koma fyri. Vanliga verða slíkir endar ikki strammaðir so skjótt, og tað er heldur ikki vanligt at ganga uppi á endunum, sigur Símun Hammer, eftirlitismaður, sum hevur kannað umstøð­ urnar kring óhappið við manninum, sum datt niður ímillum Smyril og molan í Havn seint hóskvøldið. Ongar avleiðingar Eftirlitismaðurin er sann­ førdur um, at júst hetta óhappið ongar avleiðingar fær fyri mannagongdirnar, tí hetta óhappið var sera ósannlíkt at henda. – Ljósviðurskiftini vóru ikki í lagið, men tað verður arbeitt við tí í løtuni, so eg dugi ikki at síggja, at hetta kann fáa avleiðingar fyri mannagongdir, sigur Símun Hammer. Eftirlitismaðurin er eisini sannførdur um, at eitt slíkt óhapp ikki fer at koma fyri aftur, tí hetta er so øgiliga ósannlíkt at fara at henda aftur. – Hetta burdi ikki hent. Hetta er ikki eitt hendiligt óhapp, og eg dugi illa at ímynda mær, at slíkt hendir aftur, heldur Símun Hamm­ er. Óhappið Sjálvt óhappið hevði við sær, at maðurin varð sendur fyri borð og breyt sambært keldum óstbeinið. Ein starvsfelagi var tó skjót ur at fara eftir mann­ inum, sum skjótt varð flutt­ ur á Landssjukrahúsið, sum staðfesti, at maðurin altso hevði brotið óstbeinið. Fríggjadagin vildi sjúkra­ húsið ikki útskriva mannin. Arbeiðsóhapp var kleyvarskapur Jóla- og familju kon- sert í Norður landa- húsinum sunnudagin 6. desember klokkan 1400 og 1700. Eins og undanfarin ár fer Føroya Symfoniorkestur at hava eina familjukonsert nú undan jólum við ungum solistum og syngjandi bør­ num. Tað vera tvær kon­ sertir, báðar í Norður landa­ húsinum sunnudagin 6. desember klokkan 1400 og klokkan 1700. Umframt at jólasangir verða sungnir av børnum úr Kóri Glyvra kirkju, Tórs­ havnar Musikkskúla, Eyst­ ur skúlanum, Vestmanna skúla og Tórshavnar Komm unuskúla, so fer Oluf Dam at spæla kenda satsin úr klaverkonsert nr. 21, Kochel 467 av W. A. Mozart, betur kendur sum Elvira Madigan. Hesin sats­ urin fekk hetta heitið, tá tónleikurin varð brúktur í svenska filminum Elvira Madigan frá 1967 um syrgjuligu ástarsøguna um Elviru, sum var línudansari í sirkusinum hjá pápa sínum, og dragonløjnatntin Sixten Sparre. Tey endaðu sínar dagar á donsku oynni Tåsinge í 1889. Unga songgentan Jensia Højgaard Dam syngur vakra sangin “Walking in the Air” úr The Snowman, sum skaldið Alexander Kristiansen hevur føroyskað til “Vit sveima løtt í ský” eftir bretska tónasetaran Hovard Blake. Hetta verkið, The Snowman, verður fram ført av symfoni orkestr­ inum við Anfinni Heinesen, sjónleikara, sum frásøgu­ manni. Sum vant, so endar tón­ leikaløtan við at vit øll í felag syngja Føgur er foldin. Atgongumerkini kosta 75 krónur. Jóla- og familjukonsert í Norðurlandahúsinum Tornarósa í Sjónleikar- húsinum týsdagin Farið verður nú undir fyrstu sýningarnar av Tornarósu í Sjónleikarhúsinum í Havn. Týsdagin 1. desembur verður premiera av føroysku uppsetingini av dansi­ sjónleikinum Tornarósa í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað eru tær báðar, Elin á Rógvi og Jóna Kristin Thomsen,sum í felag skapa ta listaligu myndina. Við eru í alt 15 leikarar og dansarar. Atgongumerkjasølan byrjar mánadagin og fáast atgongu­ merkini á Kunningarstovuni og í Sjónleikarhúsinum 1 tíma undan sýning. Samtykt fíggjarætlanina Runavíkar kommuna samtykti á fundi í gjárkvøldið fíggjar ætlan ina fyri 2010. Skattaprosentið verður 22%, og barnafrádrátturin verður 4.000 kr fyri hvørt barnið. Skattainntøkurnar eru mettar til 99 mió komandi ár, har av 2 mió í partafelagsskatti. Til rakst urin eru avsettar 69 mió, og samlaðu íløgurnar verða góðar 13 milliónir. Størsta einstaka íløgan er 7 mió til 2 barnagarðar, sum verða bygdir á Skála og í Søldarfirði. Teir verða lidnir komandi summar. Harafturat verða íløgur gjørdar í skúla, vatnveiting, vegir, kloakkir og á havnaøkinum. Nettoskuldin hjá kommununi er, orsakað av lægri skattaintøku í ár, farin 5% upp um eina álíkning. Býráðið hevur sett sær fyri at fáa nettoskuldina niður um eina álíkning í 2010, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar Kommuna. Seint hóskvøldið gekk ein maður uppi á einum enda, tá hann arbeiddi við at loysa Smyril í Havn. Endin varð strammaður, og maðurin datt á sjógv. Sambært keldum breyt maðurin millum annað óstbeinið