mánadagur 30. november 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 30 november 2009 – Nr. 229 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Albert Dam vann ikki
kapp ing ina, tá tað kom til
stykkis, men við inn leið
an di úrslitinum setti hann
nýtt føroyskt met, sum ann
ars var 12 ára gamalt
Í 1997 setti Schandorff Vang før
oyskt met fyri 60 pílar á 18 metrum,
men í gjár varð hetta met tikið, tá
Al bert Dam skeyt seg til 582 stig av
600 møguligum. Hetta hevur eisini
við sær, at hann nú hevur skotið nóg
væl til at fara við til innandura EM í
Croa tia í vár. Hetta hevur Jógvan
Nicla sen megnað fyri tíð síðan, so
har verða helst tveir menn úr Før oy
um, sum luttaka í Com pound bólki
num.
Tapti finaluna
Hóast Albert Dam var í serflokki inn
leiðandi, so megnaði hann ikki at
vin na sjálva kappingina.
Fyrstu dystirnar vann hann rími
liga lættliga, men í finaluni hitti
Albert Jógvan Niclasen, sum leingi
hev ur verið sterkasti skjúttin í landi
num.
Dysturin millum teir báðar endaði
við, at Jógvan vann 115 ímóti 113
hjá Alberti av 120 møguligum stig
um.
Í bronsudystinum í Compound
hitt ust Kaj Johannesen og Magnus
Andreas sen, sum báðir eru ungir
skjútt ar og høvdu verið í umskjóting
í hálvfinalunum ímóti Jógvani og
Al ber ti, eftir at vanligu dystirnir
end aðu javnir.
Sjálvur dysturin millum ungu
menn ing ar endaði javnur. 112112,
og so skuldi aftur umskjoting til.
Her var Kaj kaldari og megnaði at
skjóta sín píl í miðjuna. Tað vil siga,
at Kaj Johannesen vann triðja pláss
ið, meðan Magnus mátti vera nøgd
ur við fjórða plássið.
Heimasigur í recurve
Í recurve bólkinum vóru tveir skjútt
ar, ið tað var rokna við skuldu luttaka
ikki við. Og tá Hans Petur Højgaard
og Eirikur í Jákupsstovu skutu heilt
óvan liga illa, bleiv skjótingin inn
leið andi á einum støði, sum ikki
hev ur verið í longri tíð.
Bert ein skjútti megnaði at vera
omanfyri 500 stig, og tað var Jógvan
Mag nus Andreasen, sum veruliga
hev ur fingið skil uppá sína skjóting
og megnaði at fáa 539 stig.
Í finalunum broyttist myndin lítið
frá tí hon var innleiðandi. Í hálv
finalu num skeyt Jógvan Magnus
Andr easen ímóti Jim S. Guttesen og
vann við góðari skjóting lættliga. Í
hin ari hálvfinaluni skutu Tórhallur
Simon sen, sum var næstur inn leið
an di, ímóti Eiriki í Jákupsstovu, sum
lá á triðja plássi innleiðandi.
Tórhallur vann sannførandi, hóast
skjót ingin ikki var góð.
Tí hittust Jógvan Magnus Andrea
sen og Tórhallur Simonsen í finaluni.
Jógvan Magnus vant burtur úr Tór
halli og vann við 35 stigum, sum er
óvanliga nógv.
Hinvegin fegnaðust Vágamenn, tí
Jim S. Guttesen, sum umframt Tor
hall og Jógvan Magnus er úr Vágum,
vann á Eiriki í Jákupsstovu í bronsu
dystinum, og hetta hevði við sær, at
Vága menn áttu fyrsta, annað og
trið ja plássið í fyrstu kappingini á
heima vølli á Giljanesi í ár.
Innleiðandi vóru liðfelagarnir úr
Ørvi fremstir, men Oddmar var
munandi betur fyri hendan
dagin. 535 stig fekk hann, og
hóast hetta er minni enn bæði
hann og Odd skjóta í venjing, so
var Oddmar 45 stig frammanfyri
liðfelagan innleiðandi.
Í til finaluskjótingina broyttist
tó eitt vet, teir báðir úr Ørvi
vundu burtur úr hinum
skjúttunum, og Oddmar vann ein
dyst ímóti finaluni við heili 52
stigum, sum má sigast vera heilt
nógv, tá tað bert eru 120 stig at
skjóta um.
Í bronsufinaluni skutu Marnar
Mikkelsen úr Vágaskoti og Ingi
Alfredsson úr Ørvi. Drongurin úr
Ørvi vísti seg at raka dagin, og
vann við seks stigum.
Í gulldystinum hittust teir
báðir ungu Ørvadreingirnir. Odd
var gjøgnum finaludystirnar
komin fyri seg, og skeyt nú eins
væl og hann ger til venjing.
Dysturin gjørdist tí rættiliga
javnur, og tá komið var á mál
hevði Odd vunnið sær 109 stig,
meðan Oddmar skeyt á sama
støði sum innleiðandi og fekk
105 stig av 120 møguligum.
Tí vann Odd Andreassen
kappingina, og á øðrum og triðja
plássi endaður Oddmar og Ingi,
sum eisini eru úr Ørvi.
Oddarnir
fremstir av
ungdóminum
Albert Dam tók
gamalt met
Dómarin avgjørdi dystin
Franski venjarin hjá enska felagnum Arsenal heldur, at
dómarin avgjørdi toppdystin millum Chelsea og Arsenal
um vikuskiftið. Chelsea vann dystin 30, eftir at støðan var
20 í hálvleikinum. Stutt inn í seinna hálvleik skoraði
Arsenal, men dómarin kolldømdi málið. Hetta var tað,
sum avgjørdi dystin. Sjálvur haldi eg ikki, at tað var ein
røtt avgerð av dómaranum, sigur Arsene Wenger. Arsenal
fekk ikki bóltin í málið aftur, og stutt fyri leiklok skoraði
Chelsea triðja málið í dystinum.
Benitez gott mót
Venjarin hjá Liverpool heldur, at tveir sigrar innan fáar
dagar kann verða tað, sum fer at venda skeivu gongdini
hjá hansara liði. Í farnu viku vann Liverpool í Champions
League, og sunnudagin sigraðu teir reyðu í lokaldystinum
ímóti Everton. Hesir sigrarnir vóru týdningarmiklir, og teir
eiga at seta okkum upp til restina av kappingarárinum,
sigur Rafael Benitez við BBC. Liverpool er nú nummar 5 í
Premier League, men tað eru heili 13 stig fram til Chelsea
á fremsta plássinum.
Oddmar Nielsen og Odd Andreassen úr Ørvi eru sterkastu
skjúttarnir hjá børnunum í løtuni. Ingi Alfredsson, sum eisini
skjýtur í Runavík fekk triðja plássið
Tórhallur Simonsen, Jógvan Magnus Andreasen og Jim S. Guttesen
fegnast, nú teir Vágaskoti hava tikið øll trý fremstu plássini
Alrbert Dam skeyt nýtt føroyskt met, men megnaði ikki at koppa
Jógvani Niclasen í finaluni. Kaj Johannesen fekk triðja pláss og var
sterkastu av ungu vaksnu Compound skjúttunum
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
eij@sosialurin.fo
Eirikur í
Jákupsstovu
Í longri tíð hava Odd Andreassen og Oddmar Nielsen
verið sterkastu skjúttarnir hjá teimum yngru. Aftur
hesa ferð hittust teir báðir í finaluni