Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. november 2009 – Nr. 229 Tá tey bæði bestu liðini í mans kappingini brustu sam an leygardagin, vístu bæði SÍ og Mjølnir gott spæl – men bara ikki í senn. Tí gjørdist tað ong­ an tíð spennandi, hóast SÍ end aði við at vinna 3­2. Hin veg in var spenningur í Havn, har Fleyr somuleiðis vann 3­2 á ÍF, ið sostatt fekk síni fyrstu tvey sett í vetur Hóast tað her og nú ikki gevur nakað, mundi tað ikki hava so lítið at siga fyri menninar hjá SÍ, at teir í Eik­ liguni leygardagin vunnu á Mjølnir, sum enn er oddalið, men nú bara er tvey stig framman fyri sørvingar. Hjá fuglfirðingum hevur gingið stril tið, men fyrstu tvey settini í kapp ing ini vunnu teir á útivølli ímóti Fleyr. Tað rakk tó ikki til sigurs, tí Fleyr vann fimmsettaran, og ÍF eig ur enn fyrsta sigurin til góðar. SÍ­Mjølnir 3­2 (25­16, 20­25, 9­25, 25­18, 15­5) Fyri aðru ferð í ár mátti ein fimm­ settari til, áðrenn ein vinnari var funnin í dysti millum SÍ og Mjølnir. Tá liðini møttust í Sørvági, lá mesta av trýstinum á heimaliðnum, sum hevði tapt tvær ferðir fyri Mjølnir. SÍ sá beinanvegin út til at hava lisið skriftina á vegginum, tí Mjølnir fekk ikki fótin fyri seg í fyrsta setti. Spælið hjá sørvingum var gott, og bæði móttøkur og servur vóru góð­ ar. Men at tað kann skifta skjótt, vísti seg eisini í hesum dystinum, tí longu í øðrum setti hevði Mjølnir fingið tak á spælinum, samstundis sum SÍ dragn aði bólt fyri bólt. Og í triðja setti var heilt galið, tí tá veruliga smurdi Mjølnir sørvingarnar av. Teir myrkabláu hingu við høvdi­ num, men kunnu helst takka sínum ídnu viðhaldsfólkum fyri, at dysturin kortini vendi eina ferð aftrat. Sør­ ving ar nir, ið vóru komnir at hyggja, tóku væl á við sínum monnum, og í fjórða setti líktist spælið aftur tí, SÍ hevði víst í fyrsta. Nú stóð á jøvnum 2­2 í settum, og alt skuldi avgerast í fimta setti. Men her helt SÍ fram í somu øði og spældi upp til sítt allarbesta. Blokkurin, ið hevði verið góður í fjórða setti, var øgiligur í fimta, og SÍ sópaði Mjølnir av vøllinum og vann ruddliga settið og tí eisini dystin. Bæði lið vístu í løtum gott spæl, men kortini gjørdist tað ongantíð spennandi, tí tey ongantíð vóru góð í senn. Tann dag, tað hendir, spyrst óivað ársins brak burturúr! Fleyr­ÍF 3­2 (26­24, 12­25, 25­16, 21­25, 15­12) Fleyr og ÍF eru tey bæði niðaru liðini í Eikliguni hjá monnum, men tey megnaðu allíkavæl at borðreiða við einum spennandi dysti í Gunda­ dals høllini í gjár, ið máttu avgerast við fimmsettara. ÍF, sum undan dystinum ikki hevði vunnið eitt einasta sett higartil, kun­ di fegnast um, at nú bar til tvær ferðir. Men samstundis kunnu fugl­ firð ing ar iðra seg um, at tað tó ikki rakk til meira enn enn ein ósigur. Fleyr var í grundini tað av lið­ unum, ið gjørdi flestu feilirnar, men kundi hinvegin dúva upp á álops­ spælið, ið var sterkari enn hjá ÍF. Og í avgerandi løtunum vísti Fleyr seg at hava størri trúgv á, at tað kundi bera til, og tað gjørdist kanska størsti munurin á liðunum í síðsta enda. Líka so søtt, sum tað mundi vera fyri ÍF endiliga at vinna stig, mundi tað eisini kennast søtt hjá Fleyr, nú lið ið fyri fyrstu ferð í vetur fór úr ein­ um fimmsettara sum vinnari. Hetta var tann fjórði hjá Fleyr, men teir trígg ir undanfarnu vóru allir taptir. Báðir mansdystirnir um vikuskiftið endaðu við fimmsettarum. Í Havn eydnaðist Fleyr at vinna ein slíkan fyri fyrstu ferð í vetur, samstundis sum mótstøðuliðið, ÍF, vann síni fyrstu sett í kappingini Mynd: Álvur Haraldsen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Tveir fimmsettarar TB kanska fimta liðið At bara fýra lið eru í Eikliguni hjá monnum, ger sítt til, at kappingin hvørki verður so spennandi og undirhaldandi, sum hon kundi verið. Tey fýra liðini spæla seks dystir ímóti hvørjum øðrum, og tí verður tað sjáldan, at nakað óvæntað hendir. Til tað kenna liðini hvørt annað alt ov væl! Men útlit eru nú fyri, at eitt fimta lið kanska verður við í kappingini næsta ár. TB, sum eftir tólvta tíma fekk sítt besta manslið við í kappingina í næstbestu deildini, hevur higartil gjørt slætt borð og vunnið allar sínar dystir í 1. deild. Vit frætta, at spælið hevur verið heilt gott, og at TB hevur eitt gott lið, sum higartil hevur settúrtøkuna 9­2. TB kappast í 1. deild við næstbestu manningarnar hjá ÍF, Fleyr, Mjølnir og SÍ, umframt við bestu menninar hjá Drátti. Og av tí at tey fýra næstbestu ikki kunnu flyta upp, er TB í løtuni á góðari kós, ið altso kann enda við einum plássi í Eikliguni næsta kappingarár. hil Zlatan søkti Real Svenski áleyparin hjá Barcelona skuldi bara brúka tríggjar minuttir á vøllinum, áðrenn hann skoraði sigursmálið í spanska el Clasico. Zlatan hevur annars verið hálvskaddur, og tí byrjaði hann á beinkinum í dystinum í dag. Fyri steðgin hevði Barcelona bóltin mest, men gestirnir úr Real Madrid vóru vandamiklari, men tað eydnaðist teimum ikki at skora, hóast Ronaldo ta einu ferðina var púra leysur. Eftir 52 minuttum varð Zlatan sendur á vøllin, og bara tríggjar minuttir seinni fluktaði hann sera hegnisliga bóltin í netið. Nakað seinni varð Barcelona skert til 10 mans, tá Sergio Busquets fekk sítt næsta gult, men Real fekk ikki gagnnýtt hetta. Og móti dystarenda vórðu eisini teir skornir niður í 10 mans, tá Diarra fekk reytt kort. Bayern vann aftur Eftir tríggjar dysir uttan sigur, vendi eydnan hjá týska Bayern München um vikuskiftið, tá teir spældu á útivølli móti Hannover 96. Her eydnaðist tað nevnliga Bayern at vinna 3­0 við málum frá Thomas Müller, Ivica Olic og Mario Gomez. Við sigrinum er Bayern nú nummar fýra í Bundesliguni, seks stig aftan fyri Bayer Leverkusen, sum hesa ferð vann 4­0 móti Stuttgart.