mánadagur 30. november 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 30 november 2009 – Nr. 229 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
SÍ-kvinnurnar eru
framvegis ósigraðar í
kvinnukappingini, men í
gjár var um reppið, at tær
fingu fyrsta tapið, tí Fleyr
hevði møguleikan at koppa
teimum – men megnaði
ikki at taka av, tá avtornaði
Framvegis er SÍ oddalið í Eikliguni
hjá kvinnum, og framvegis hava
sørvágskvinnur heldur ikki tapt
nakran dyst. Men ímóti Fleyr tær
taptu sítt fyrsta sett í ár – og kundu
eins væl tapt dystin við.
KÍF-kvinnurnar gjørdu tað øvugta,
tí fyri fyrstu ferð í ár vunnu tær eitt
sett, men tær megnaðu ikki at halda
fast, tá harðast leikaði á ímóti Drátti.
Mjølnir er enn størsti avbjóðarin
har frammi, og hóast spælið ikki var
serliga sannførandi á Kambsdali
ímóti ÍF, rakk tað væl og virðiliga til
sigurs.
Fleyr-SÍ 1-3
(25-18, 27-29, 19-25, 20-25)
Ikki hevur av álvara ligið fyri hjá
Fleyr at leggja seg út í oddastríðið,
men í gjár var ein av størstu
møguleikunum. Fleyr møtti einum
SÍ-liði, ið ikki rættiliga fekk tingið at
ganga eftir vild, men hóast hetta,
megnaði Fleyr ikki at taka av, nú
møguleikin var har.
Fleyr legði væl út og vann fyrsta
sett lættliga, men mátti síðani lúta í
øðrum setti, ið gjørdist rættiliga
drúgt. Bæði lið høvdu settbóltar, og
hevði Fleyr vunnið ein av sínum,
hevði dysturin helst endað við sigri
til heimaliðið. Men SÍ vann at enda,
og so megnaði Fleyr ikki meira.
SÍ fekk servuna at rigga sera væl í
triðja og fjórða setti, men spælið var
tað ringasta higartil í ár – og kortini
rakk tað til sigurs. SÍ eigur enn fysta
ósigurin til góðar og er framvegis
tvey stig framman fyri Mjølnir og
heili seks stig framman fyri Fleyr.
Fleyr hevur framvegis trupult við
at vísa støðugt spæl, og tá tað
heldur ikki eydnast at koppa SÍ á
einum degi, tá sørvágskvinnur
makta so lítið, verður tað sera
trupult at ímynda sær Fleyr sum
eina veruliga hóttan í oddastríðnum.
ÍF-Mjølnir 0-3
(16-25, 18-25, 23-25)
Hóast Mjølnir í gjár var uttan
bæði Birgit Guttesen og Kate Kalsø,
stóð ikki á at tryggja sær sigurin, ið
væntandi var, at Mjølnir skuldi fáa
ímóti ÍF, ið enn stríðist millum
niðastu liðini.
ÍF royndi at stríðast og gjørdi eftir
umstøðunum ein góðan innsats.
Tað munaði tó ikki í teimum báðum
fyrstu settunum, men í triðja setti
eydnaðist ÍF at fáa lagt eitt ávíst
servutrýst á Mjølnir.
Tað
sást,
at
Mjølnir
hevði
trupulleikar
við
motivatiónini
henda dystin, og nógvar skiftingar í
øðrum og triðja setti gjørdu tað ikki
lættari
hjá
liðnum
at
vinna
sannførandi. Men kortini var sigurin
ongantíð í vanda, tí Mjølnir fyrst og
fremst hevði betri álop og blokk.
Mjølnir er væl við í kappingini, og
tá liðið møtir SÍ um tvær vikur, fæst
at
síggja,
um
hóttanin
frá
klaksvíkskvinnum
skal
takast
í
álvara, ella um SÍ bara er tað betri
enn øll hini liðini.
KÍF-Dráttur 1-3
(12-25, 11-25, 25-23, 21-25)
Ikki hevur nógv gingið eftir vild
hjá unga KÍF-liðnum í vetur, og eftir
fyrstu tvey settini ímóti Drátti sá
heldur ikki út til, at hesin dysturin
skuldi gerast øðrvísi. Men tað gjørdi
hann.
Í triðja setti byrjaðu tingini at
lukkast hjá kollfjarðarkvinnum, sum
eitt skifti vóru á odda 18-11, men
síðani sóu út til at missa alt á gólvið,
tí Dráttur kom upp á 17 stig, áðrenn
KÍF aftur kom á kósina og vann
settið.
Nú var tað KÍF, sum hevði munin,
og tað var um reppið, at liðið tók
fjórða sett og tí fekk møguleikan at
avgera dystin í fimta setti. KÍF var á
odda við fleiri stigum, men Dráttur
nærkaðist ímóti endanum. KÍF var á
odda so seint sum 19-18, men tapti
kortini settið og dystin.
Tað tók kortini ikki gleðina frá
ungu
gentunum,
ið
fegnaðust
stórliga um vunna settið, ið hevði
nógv at siga fyri tær, hóast tær
enntá kundu fingið nógv meira
burturúr hesa ferð. Og ein settsigur
og tað, at liðið var so nær við at fara
við øllum, gevur óivað betri hug til
venjingarnar næstu vikurnar.
Bute vardi HM-beltið
Canacdiski Lucian Bute hevði ikki stórvegis
trupulleikar, tá hann um vikuskiftið skuldi verja
sítt IBF-heimsmeistaraheiti í supermillumvekt.
Mótstøðumaðurin, Librado Andrada, helt bara í
fýra umfør, áðrenn hann varð langaður í
gólvið,og so var frøin sjálvandi stór hjá Bute og
manning hansara.
Runt vikuskifti hjá Giggs
Ryan Giggs hevði nógv at gleðast um hetta vikuskiftið.
Leygardagin skoraði hann sítt mál nummar 100 í Premier
League, tá Manchester United á heimavølli vann 4-1 móti
Portsmouth. Og við hesum er Giggs fyrsti
miðvallarspælaran, sum hevur skotið 100 mál í Premier
League. Málið var samstundis hansara nummar 151 fyri
Manchester United. Og sunnudagin kundi hann so saman
við familjuni halda sín 36 ára føðingardag.
Fleyr kláraði ikki SÍ
Kvinnurnar hjá Fleyr høvdu møguleikan
at taka SÍ í gjár, men megnaðu tað ikki –
hóast SÍ kanska spældi sín ringasta dyst í
kappingini higartil
Mynd: Álvur Haraldsen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen