mánadagur 30. november 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. november 2009 – Nr. 229
Seinnapartin leygardagin
vóru spennandi
talvfinalurnar fyri ungdóm
telvdar í hølum Havnar
Telvingarfelags
Talv
Jógvan Joensen
jogvan@kallnet.fo
Kappast var í fimm aldursbólkum,
har umframt FM-heitið í sínum
aldursbólki, somuleiðis var telvað
um, at verða úttikin at umboða
Føroyar í NM í talvi fyri skúlaungdóm,
sum verður í Svøríki í februar
mánaði komandi. FM vinnarin í
aldursbólkinum og nummar tvey
verða úttiknir.
Føroyar hava seinnu árini, av
álvara gjørt um seg, nú m.a. Helgi
Dam Ziska – sum annars ikki er í
hesum høpinum longur – vann gull
í U16 og gull í U20 á heimvølli 2009.
Harafturat er vunnar silvur og
bronsu krúnur í farnum kappingum.
Menningin er sjónlig, at vit senda 10
unglingatelvarar
í
orrustu
við
norðurlendskar javnaldrar.
Spennandi bólkar
Í U20 bólkinum luttóku 5 telvarar,
sum hvør á sín hátt – við nakað av
viðvindi – kundu vunnið FM. Tá
avtornaði
dróg
Rógvi
Egilstoft
Nielsen úr Sandavági FM-heitið til
høldar. Margar Berg úr Tórshavn,
vann, tá samanumkom, sannførandi,
umdystin um 2. plássið ímóti Hjalta
Toftum Jógvansson,
og
harvið
seinna NM plássið í bólkinum.
Heiðrikur Tindskarð Jacobsen, úr
Tórshavn, vann FM-heitið í U16
bólkinum, meðan Karl Marius Dahl,
úr Kollafirði, gjørdist nr. 2. Báðir til
NM í Svørki.
U14 bólkurin var ein sonn krút-
tunna.
5
sera
royndir
unglingatelvarar settu stevnu, har
ikki var at taka dagar í millum
útlitini,
hvør
ovastur
varð
tá
avtornaði.
Klaksvíkingar
tóku
FM-heitið og bæði NM-plássini, tá
seinasti leikur var fluttur. Brøðurnir
Einar og Heðin Gregersen, úr
Klaksvík
telvdu
umdyst
um
FM-heitið og loksins – hevur ein
hug at siga – eydnaðist tað Einari, at
vinna FM-heitið, sum yngri bróðurin
hevur megnað áður. Rúni Tindskarð
Jacobsen, úr Tórshavn, telvdi væl og
rakk 3. plássinum.
Høgni Egilstoft Nielsen, lat ongan
iva verða um, hvør bestur er í
Føroyum fyri telvarar 12 ár og yngri.
Vann øll talvini. Hevur umboðað
Føroyar og vunnið FM, síðani 7-ára
aldur. Hinvegin hevur Vestmanna 2
sera stinnar unglingar, sum ota seg
alsamt nærri ovastu rókunum. Og
orrustuna hesuferð vann Alfred
Olsen, sum gjørdist nr. 2 og harvið
NM-pláss, meðan Sjúrður Olsen
gjørdist nr. 3. Áður hevur tað verið
umvent
ímillum
javntsterku
unglingarnar.
Beint
niðanfyri
heiðursmerkini,
sýnist
serliga
Sandavágur, men eisini Klaksvík, at
hava sera evnaríkar telvarar, sum
uttan iva gera ein vørr í komandi
árum.
Elsta
talvfelagið
í
landinum,
Havnar Telvingarfelag, kann fegnast
um, at borðreitt varð við einum
sonnum stjørnuskoti og vinnara í
U10-bólkinum. Eli W. Finnsson, sum
bert hevur telvað í uml. 1 ár, var
eirindaleysur og vann 7 talv á rað og
gjørdist sannførandi FM-vinnari.
Sermerkt avrik og ein sermerktur
stílur. Eins einastandandi hugaligur
og spennandi varð umdysturin um
silvurið og 2. NM-plássið, ímillum
Janus Skaale, úr Klaksvík, og Honnu
Jacobsen,
úr
Kollafirði.
Janus
gjørdist drúgvari, eftir 4 umtalv,
meðan Kollfirðingar kunnu fegnast
um, at Hanna, uttan iva, hevur
dygdir, sum røkka heilt langt.
Nú verður lagt til brots við
fyrireikingunum. NM-venjingarlega,
umframt
at
úttiknu
telvararnir
luttaka í kappingum í januar/
februar mánað 2010, áðrenn fráferð
til Svørki.
Woods í ferðsluóhappi
Tiger Woods dugir betur enn tey flestu at sveiggja eini
golfkúllu, men eftir øllum at døma dugir hann ikki eins væl at
koyra bil. Fríggjadagin rendi hann á eitt træ skamt frá húsum
sínum, og somikið illa stóð til, at kona hansara mátti nýta
eina golfkúllu, so hon kundi knúsa rútin og fáa mannin út.
Higar til hevur Woods noktað at tosa við løgregluna um
hendingina, og tað hevur elvt til nógvar gitingar í miðlunum.
– Eg skilji væl, at nógv hava áhuga í hesum, men søgurnar,
sum nú verða skrivaðar, hava einki hald i veruleikanum, er
tað einasta, sum Woods vil siga við miðlarnar.
Laudrup spælir við Real
Seinasta góða mánaðin hava fleiri miðlar skrivað, at Michael
Laudrup er favorittur til starvið sum nýggjur venjari hjá Real
Madrid. Tað er tó ikki orsakað av hesum, at Laudrup hú hevur
funnið sær gaggurnar framaftur. Michael Laudrup hevur
framvegis bústað í Madrid, og nú er hann byrjaður at spæla
oldboys-fótbólt fyri kontaliga felagið. Við Mundo Deportivo
sigur Laudrup, at hann fer at halda fram við at spæla, til hann
aftur hevur funnið sær eitt venjarastarv.
Føroyski
NM-hópurin,
sum stutt eftir
ársskiftið skal
til Svøríkis at
royna seg í NM í
ungdómstelving
Úrslit, FM
U20
Rógvi Egilstoft Nielsen (FM)
3,0
Margar Berg
2,5
Hjalti Toftum Jógvansson
2,5
Rógvi Dragaberg
2,0
Borgar Jónsson Stórá
0,0
U16
Heiðrikur Tindskarð Jacobsen (FM)
3,0
Karl Marius Dahl
0,0
U14
Einar Gregersen (FM)
2,5
Heðin Gregersen
2,5
Rúni Tindskarð Jacobsen
2,0
Johan Hentze
1,5
Sára Traber Olsen
1,5
U12
Høgni Egilstoft Nielsen (FM)
6,0
Alfred Olsen
4,5
Sjúrður Olsen
4,0
Silas Eyðsteinsson
3,5
Julian Gregersen
2,0
Magni Weihe
1,0
Andrias S.W. Reinert
0,0
U10
Eli W Finnsson (FM)
7,0
Janus Skaale
5,0
Hanna Jacobsen
5,0
Tórur Villiamsson
3,5
Fróði Johansen
2,5
Áron R. Fjallheim
2,0
Ragnar Weihe
2,0
Karstin í Húsinum
1,0
Unglingar
telvdu seg á
landsliðið
um...
...er lisin
-so ert
tú við!
i