Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 30 november 2009 – Nr. 229 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Ígjár vóru liðin júst 40 ár síða ni, at skandinavnar slup pu at síggja beinleiðis fót bólt í sjónvarpinum. Norð menn gjørdu nógv burturúr degnum Ígjár var ein serligur merkisdagur hjá teimum mongu, sum fylgja ensk um fótbólti í Noregi, Svøríki og Dan mark. 29. november í 1969 sluppu skandinavar fyri fyrstu ferð at síggja enskan fótbólt beinleiðis í sjón­ varpi num. Fyrstu árini vóru bert dyst ir frá Midlands­økinum í Ong­ lan di vístir í Noregi, Danmark og Svø ríki. So heimaliðini, sum fólk sóu í sjónvarpinum tey fyrstu árini, vóru lið sum Wolverhampton, Birm ing­ ham, Stoke, West Bromwich og Aston Villa. Av somu grund eru tað eisini fleiri fólk, sum eru millum 50 og 70 ár, sum halda við liðunum frá The Mid­ lands. Fyrstu dysturin, sum var vístur beinleiðis í Skandinavia var dysturin millum Wolverhampton og Sunder­ land. Tøknin sveik ta fyrstu løtuna, og ikki fyrr enn eitt korter var farið, var klárt at senda beinleiðis frá Molineux Ground í Wolver hampton. Bert nøkur fá sekundir aftaná, at mynd og ljóð kom ígjøgnum skoraði Hugh Curran fyri Wolver­ hampton. Málið gjørdist tað einasta í dystinum, og tað fyrsta málið frá ensku liguni, sum var víst beinleiðis í skandinaviskum sjónvarpi. NRK gjør di nógv burturúr 40­ára deg­ num, og í meir enn tveir tímar róðu norðmenn. Monopol Tey trý skandinavisku londini høvdu øll sjónvarpsmonopol í 1969, og áðr enn enski fótbólturin kom á breddan var ógvuliga langt ímillum, at fólk sóu ein beinleiðis fót bólts­ dyst. Gjøgnum eitt vanligt ár, var tað bara FA Cup finalan, onkrir hendinga landsdystir, og nakrir beinleiðis dyst ir, um eitt HM­endaspæl var á bredda num. Men longu áðrenn, NRK, SVT og DR fóru at senda dystir beinleiðis frá ensku liguni, var áhugin fyri enskum fótbólti stórur. Almennu vedd ing ar­ tænasturnar í teimum trimum skand i navisku londunum, høvdu allar enskar dystir á vedd ing ar seðlu­ num, og høvdu havt tað síðani 1940­árini. Og tí var tað í grundini ikki so løgið, at beinleiðis fótbólts­ sjón varpingin fekk so risastóra undir tøku millum sjónvarps hygg­ jar nar í teimum trimum brøð ra tjóð­ unum. Enskur fótbóltu bleiv eisini nógv debateraður á ar beiðs pláss­ um og skúlum mána morgnar. Svenskt hugskot Tað var svenskarin, Lars­Gunnar Björklund, sum fekk hugskotið um, at tey trý skandinavisku sjón varps­ monopolini áttu at standa saman um at fáa enskan fótbólt inn í stovur nar hjá fólki. Lars­Gunnar Björk lund var í arbeiðsørindum fyri svenska sjónvarpi í Onglandi, fyri at gera eina sending um revaveiðu. Men revaveiðan var av ongum, orsaka av munn­ og kleyvasótt. Fyri at hava okkurt at fara til, so fór Björk lund til ein dyst millum Totten­ ham og Chelsea. Og tá fekk hann hugskotið um at senda fótbólt ta tíðina av árinum, meðan svenska kapp ingin lá still. Björklund var tá ítróttar leiðari fyri Sveriges Radio og Sveriges Television í Göteborg, og hann setti seg beinavegin í sam­ band við sínar starvsfelagar í Noregi og Danmark, um at keypa rættindini til dystirnar saman. Úrslitið gjørdist, at tær tríggjar almennu skandinavisku sjón varps­ rásirnar fingu ein felags sáttmála, sum ljóðaði uppá 1.500 amerik an­ sk ar dollarar fyri hvønn dystin. Í øll­ um trimum londunum komu tær almen nu veddingarfyritøkurnar eisini á vøllin. Somu dystir komu at standa á veddingarseðlunum, og syrgt var fyri, at tað ljóðaði eitt “pling”, tá ein støða frá einum øðrum dysti kom ovast á sjónvarpsskíggjan. Víst í Føroyum Í Føroyum vóru tað fleiri fót bólts­ feløg, sum útvegaðu sær eitt sjón­ varp, og ein sjónbandsspælara, fyri at kunna sleppa at síggja dystir, sum føroyingar niðri í Danmark høvdu tikið upp, fyri síðani at senda sjónbandið heim. Vanligt var mánadagar at hoyra kunn gerðir í Útvarp Føroya, har feløg ini bjóðaðu fólki at koma til felags húsið fyri at síggja ein dyst úr ensku liguni, sum hevði verið tveir dagar frammanundan. Hendan sið­ venjan helt sær til 1980, tá Sjón­ varps felagið fór at vísa danska “Tips lørdag” við einari viku seinking. Mið skeiðis í 1980­unum byrjaði Sjón varp Føroya at samsenda enska dystin við NRK, men miðskeiðis í 1990­unum var tað vorðið ov dýrt at senda dystir frá bestu ensku deildini, og ensku dystirnir endaðu í hond­ un um hjá teimum kommersielu sjón varpsrásunum. Og sum áhugin er fyri enskum fótbólti, so fara føroyingar og aðrir norður lendingar at hyggja nógv eftir enskum fótbólti tey næstu 40 árini eisini, um enn tað verður meira gjøgn um internetið, enn gjøgnum van ligt sjónvarp. Símun Joensen til B36 Hart arbeiðandi klaksvíkingurin verður komandi kappingarár partur av hópinum hjá B36. B36 skrivar á heimasíðu felagsins, at avtala er gjørd við Símun, sum er farin undir lesna á Føroya Læraraskúla í Havn. 26 ára gamli Símun Joensen er fyrst og fremst eyðkendur við veldgu rennuorku síni, og kann hann røkja pláss bæði á miðvøllinum og sum vinstri bakkur. 29. november 1969: 40 ár við enskum fótbólti Enskur fótbóltur er millum mest populera innihaldið á sjónvarpsskíggjanum. Hvørt ár verða upphæddir seldar fyri milliarda-upphæddir, og eisini her í Føroyum eru tey nógv, sum hvørt vikuskifti fylgja við tí, sum fyriferst í Premier League EB/Streymur fingið Málið Málið er navnið á nýstovnsetta fjepparafelagnum hjá EB/Streymi. Hetta kunnger formaðurin í fjepparafelagnum hjá EB/Streymi. Tað var í samband við stovnandi aðalfundin hjá felagnum, at Rógvi Dam, formaður, og restin av nevndini útskrivaðu navnakapping. Vinnarin av hesi kapping og maðurin aftanfyri Málið er Hans Dávid Dam frá Norðskála. Hann hevur harvið vunnið eitt árskort til allar heimadystirnar hjá EB/Streymi. ­ Málið er eitt gott navn, heldur Rógvi Dam, tí tað umboðar bæði tað, fjepparafelagið ynskir av liðnum, nevniliga mál, og so tað, sum leikararnir kunnu vænta av fjepparafelagnum, nevniliga róp, skrál og málageipan. heris@sosialurin.fo Heri Simonsen