Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. november 2009 – Nr. 229 Holst kom, sá og sigraði Christian Lamhauge Holst var eykamaður, tá Silkeborg vitjaði FCN í dag, men hann kom í fokus stutt eftir innskifting sína. Føroyski landsliðsspælarin kom á vøllin fyri Henrik Tømrer Pedersen, tá góður tími var av dystinum, og eitt lítið korter fyri dystarlok var hann maðurin, sum við einasta málinum avgjørdi, hvar stigini skuldu fara. Sigurin ber við sær, at Silkeborg nú er á fimta plássi í donsku superliguni. FIFA-varaforsetin stuðlar Onglandi Jack Warner, sum bæði er varaforseti í FIFA, og forseti hjá CONCACAF, fótbóltssamgonguni hjá norður- og millumamerikonsku londunum hevur áður verið neiligur yvirfyri Onglandi, men nú hevur hann broytt støðu. Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown vitjar Trinidad og Tobago í hesum døgum, og hann hevur verið á fundi við Jack Warner. Aftaná fundin við bretska forsætisráðharran segði Jack Warner: - Brown heldur, at Ongland eigur tørn nú, aftaná 52 ár, og eg eri samdur við honum. Ongland hevur tað besta undirstøðukervi, fyri at vera vertur til eina so stóra kapping. Við tveimum málum var Di di er Drogba heilt stóra hetj an hjá Chelsea í gjár. Tað er tó als ikki fyrsta ferð in, at Drogba roynir seg í hesum leikluti móti Arse- nal, tí hann hevur skotið til- sam a ns tíggju mál í ellivu dyst um móti Arsenal Seinnapartin í gjár vann Chelsea 3-0 á útivølli móti Arsenal. Teir bláu gjørdust sigursharrar í London upp- gerðini og vunnu við trimum mál- um, eins og teir gjørdu seinast liðini hittust á Emirates Stadion. Tá gjørd- ist úrslitið 4-1 til Chelsea. Hetta var í maimánaði í fjør, men hóast fýra mál, taldist Didier Drogba ikki mill- um málskjúttarnar og tað er sjáld- samt. 11 ferðir hevur hann spælt í móti Arsenal. Tíggju ferðir hevur hann skor að í móti Arsenal. Átta ferðir hev ur hann vunnið á Arsenal og tríggj ar ferðir hann spælt javnleik. Drogba, sum kom til Chelsea í 2004, hevur ongantíð tapt ein dyst í móti Arsenal. Hesi fimm árini Drogba er tað blivið til 108 mál frá hansara síðu, og so nógvu mál hevur eingin út lend- ingur gjørt fyri Chelsea. Í roynd og veru eru tað einans sjey mans, ið ha va skotið fleiri mál í Chelsea enn Drogba. Gekk seint fyri seg Hóast 31 ára gamal, er tað bara tíggju ár síðani, at Drogba gjørdist yrkisleikari burturav. Hetta var, tá hann sum 21 ára gamal skrivaði und ir sáttmála við Le Mans, sum spældi í næstbestu fronsku deildini. Trý ár seinni, tá Drogba var 24 ára gamal, spældi hann sín fyrsta dyst í bestu fronsku deildini. Hetta var fyri felagið Guingamp, har Drogba spæl di hálvtannað ár, áðrenn leiðin gekk til Marseille og síðani Chelsea. Árið fyri – í 2002 – fekk tá 24 ára gamli Drogba landsliðsboð. Við øðr- um orðum hevur fótbóltsliga menn- ingin hjá Drogba ikki gingið heilt so skjótt fyri seg sum hjá onkrum øðrum. Fingið úrslit Men hóast hetta, hevur Drogba sanniliga góð úrslit at vísa á. Størsti persón ligi sigurin higartil til er ivaleyst, tá hann var kosin ársins afrikanski leikari í 2006. Hetta sama árið vann hann eisini Premier League við Chelsea, eins og hann varð kosin liðskipari á landsliðnum hjá Fílabeinsstrondini. Kappingarárið 2006-2007 roynd- ist eisini serstakliga væl hjá honum. Hann gjørdist toppskjútti í Premier League við 20 málum, og vann av gylta bóltin. Í Chelsea hevur Drogba vunnið Premier League tvær ferðir, FA Cup tvær ferðir, Carling Cup tvær ferðir og Community Chield tvær ferðir. Tað er tó ikki bara talan um sigrar hjá Drogba. Í 2008 tapti hann Champ ions League finaluna við Chel sea, í 2006 tapti hann finaluna í Afracian Nations Cup við Fíla beins- strondini og í 2004 tapti hann UEFA Cup finaluna við Marseille. Fleiri sigrar í eygsjón Tað er tó nógv sum bendir á, at Di di- er Drogba hálar fleiri sigrar heim í næstum, tí bæði í Chelsea, á lands- liðnum og reint persónliga á vøll i- num gongur tað serstakliga væl hjá honum. Seinasti stóri sigurin var, tá hann var við at tryggja Fílabeinsstrondini eitt pláss í HM-endaspælinum fyri aðru ferð á rað og fyri aðru ferð nakran tíð. Í farnu viku var hann eisini við at syrgja fyri, at Chelsea spældi seg víð ari í bólkaspælinum í Champions League. Fyri nøkrum døgum síðani gjørd- ist greitt, at hann telist millum teir tíggju, sum hava møguleikan at vin- na Ballon d’Or og í gjár prógvaði hann við tveimum málum, at Chel- sea er besta boði upp á ein komandi enskan meistara í løtuni. Samstundis syrgdi hann eisini fyri, at hann, saman við Jermain De foe í Tottenham, hevur skotið fleiri mál enn nakar annar í Premier League higartil. Dundrandi Drogba Úrslitini hetta umfarið Arsenal - Chelsea 0-3 Everton - Liverpool 0-2 Wolverhampton - Birmingham 0-1 Aston Villa - Tottenham 1-1 Portsmouth - Manchester United 1-4 West Ham - Burnley 5-3 Manchester City - Hull 1-1 Fulham - Bolton 1-1 Blackburn - Stoke 0-0 Wigan - Sunderland 1-0 FAKTA Eingin tykist steðga Chelsea í løtuni. Sunnudagin vunnu teir imponerandi 3-0 á útivølli móti Arsenal. Sum ikki eina ferð við Didier Drogba í høvuðsleiklutinum Mynd: Polfoto Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Chelsea 14 12 - 0 - 2 36 8 28 36 2 Man Utd. 14 10 - 1 - 3 30 13 17 31 3 Tottenham 14 8 - 2 - 4 33 19 14 26 4 Arsenal 13 8 - 1 - 4 36 18 18 25 5 Liverpool 14 7 - 2 - 5 31 20 11 23 6 Aston Villa 14 6 - 5 - 3 22 14 8 23 7 Man City 13 5 - 7 - 1 24 17 7 22 8 Sunderland 14 6 - 2 - 6 21 20 1 20 9 Stoke 14 5 - 5 - 4 13 15 -2 20 10 Fulham 14 5 - 4 - 5 18 16 2 19 11 Birmingham 14 5 - 3 - 6 12 14 -2 18 12 Burnley 14 5 - 2 - 7 19 31 -12 17 13 Blackburn 14 5 - 2 - 7 16 28 -12 17 14 Wigan 14 5 - 2 - 7 15 31 -16 17 15 Hull 15 4 - 4 - 7 17 31 -14 16 16 Everton 14 4 - 3 - 7 17 25 -8 15 17 West Ham 14 3 - 5 - 6 24 26 -2 14 18 Bolton 13 3 - 3 - 7 16 29 -13 12 19 Wolves 14 2 - 4 - 8 12 27 -15 10 20 Portsmouth 14 2 - 1 - 11 11 23 -12 7 Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo