mánadagur 30. november 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 30. november 2009 – Nr. 229 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 29
Aguero fer til Chelsea
Bretskir miðlar skriva, at Chelsea er til reiðar at nýta úti við eina milliard fyri at fáa fatur á
Sergio Aguero. Av hesum er helmingurin transfer-peningur til Atlético Madrid, har Aguero
spælir, meðan hin helmingurin er løn til nú 21 ára gamla spælaran, sum sigst skriva undir
ein 6-ára sáttmála. Verður skiftið veruleiki, verður Aguero ein av best løntu spælarunum í
heiminum, eins og skiftið til Chelsea verður størsta transfer-upphædd, sum er goldin av
enskum felag. Núverandi metið eru ætr £32,5, sum Manchester City rindaði til Real
Madrid fyri at fáa hendur á Robinho. Aguero hevur seinastu tvey árini markerað seg sum
eitt av størstu talentunum í sponskum fótbólti, og eisini á argentinska landsliðnum hevur
hann gjørt um seg. Har hevur hann enntá verfaðirin sum venjara, tí unnustan hjá Augero
eitur nevnliga Giannina Maradona, og er dóttir Diego Armando Maradona.
Avlýstu rennikapping
Rennikappingin á stutt- og miðteinum, sum
Bragdið skuldi halda sunnudagin, er avlýst vegna
veður. Kavin, sum nú er lagstur kring landið, er ikki
júst besta fortreytin fyri at halda eina rennikapping,
og tí gjørdi Bragdið av at avlýsa kappingina. Tosað
varð eisini um at útseta kappingina, men longu
komandi vikuskifti byrjar vetrarkappingin í renning,
og tí er trupult at finna pláss í álmanakkanum til at
halda nýggja kapping.
Jimmy Bullard skrivaði
seg í søgubøkurnar, tá
hann og liðfelaginir úr
Hull City framførdu kanska
stuttligastu mál feiranina
í Premier League søguni,
tá teir javnaðu á City of
Manchester Stadium. Á
Goodison Park møttust
tvey lið í mótgangi.
Sosialurin var til báðar
dystirnar
Seinast Hull City vitjaði á City of
Manchester Stadium var støðan í
hálvleikinum 4-0 til Man City.
Venjarin hjá Hull, Phil Brown, var so
í øðini, at hann valdi at hava
hálvleikssteðgin á vøllinum framm-
an fyri Hull viðhaldsfólkinum.
Myndir av Phil Brown og hansara
talu við peikifingrinum fremst fóru
heimin runt.
Leygardagin vóru Phil Brown og
Hull, gamla felagið hjá Julian Johns-
son, aftur á vitjan hjá Man City. Við
støðuni 1-0 til heimaliðið, fekk Hull
brotsspark stutt fyri leiklok –
framm an fyri Hull viðhaldsfólkinum.
Jimmy Bullard, sum er kendur fyri
at verða ein skemtari millum
liðfelagarnar, fekk ábyrgdina og
skoraði uppá brotssparkið. Eftir
hetta settu allir spælarnir seg í ein
ring, eins og seinast, men í leiklut-
inum sum Phil Brown, var Jimmy
Bullard. Við peikifingirinum fremst,
eftirgjørdi hann somu taluna, sum
Phil Brown gjørdi seinast. Hesa ferð
var lagið tó nógv betri á spælarin-
um og sjálvt onkur Man City við-
haldsfólk máttu smílast.
Myndirnar av nýggju “Phil Brown
taluni” eru eisini farnar kring knøtt-
in. Phil Brown sjálvur var í góðum
lag eftir dystin og helt at feiðringin
var skemtilig og vísti at lagið í Hull
er gott fyri tíðina. Mark Hughes var
hinvegin í øðini um brotssparkið,
sum hann ikki helt skuldi verða
dømt. Viðhaldsfólkini hjá Man City
hava nú sæð liðið hjá teimum spælt
javnt sjey ferðir á rað. Teir hava í
fýra av dystinum mist leiðsluna í
seinna hálvleiki, og lagið var einki
serliga tá dómarin bríkslaði fyri
seinastu ferð.
Grannaupperð í Liverpool
Sunnudagin var grannauppgerð á
Goodison Park millum Everton og
Liverpool. Heimaliðið fekk í vikuni
at vita, at planirnar um nýggja leik-
vøll ikki blivu góðkendar. Everton
hevur eins og Liverpool planir um
at byggja nýggjan leikvøll. Eitt er
greitt, tað verður ikki talan um at
deila ein heimavøll eins og eitt nú
Milan liðini gera.
Dysturin var ikki meir enn byrj-
aður, so skolaðu rópini móti Ever-
ton viðhaldsfólkinum, um at teir
kundu byggja sítt egna leikvøll.
Everton viðhaldsfólkini svaraðu
aftur at teir heldur ongan hug
høvdu at deila leikvøll við grann-
arnar.
Stemningurin var annars góður
millum viðhaldsfólkini. Hvørki
áðrenn ella aftaná dystin var neyð-
ugt hjá løgregluni at trakka til, ella
skilja partarnar at. Í mun til eitt nú
dystin millum Liverpool og Man
Utd fyrr í ár, har vitjandi viðhalds-
fólkini úr Manchester blivu førd inn
á Anfield áðrenn og fylgd út aftaná
av løgregluni, so vóru bara nøkur fá
løgreglufólk á hestum, sum hildu
skil á.
Dysturin hevði alt tað, sum vant-
ast kann av einki grannauppgerð í
Onglandi. Massar av hørðum
nærdystum, ógvusligar taklingar og
ikki minst ein intensan stemning.
Gott fótbóltsspæl kemur í aðru
rekkju í slíkum dystum, serliga tá
hugsað verður um ringu støðuna
hjá báðum liðnum.
Liverpool kom á odda tíðliga í
fyrra hálvleiki, tá Javier Mascherano
royndi seg við langskoti. Bólturin
rakti ein Everton verjuleikara og
snýtti Tim Howard í Everton
málinum.
Eftir hetta setti Everton seg á
dystin og Goodison Park. So hvørt
sum álopini skolaðu móti Liverpool
málinum, øktist stemningurin mill-
um Everton viðhaldsbólkini. Men
tvær ferðir rangstøða og ein væl
spælandi Pepe Reina í Liverpool
málinum vóru í vegin.
Tíggju minuttir fyri tíð sprellaði
Liverpool so aftur. Tim Howard
hálvbjargaði einum skoti og fyrstur
á leysa bóltin var Dirk Kuyt, sum
lættliga kundi skjóta bóltin í tóma
málið. Viðhaldsfólkini hjá Everton
høvdu sæð nokk og byrjaðu at fara
av stadion.
Liverpool viðhaldsfólkini vóru
skjót at geva teimum eina heilsan á
veg út: “going down, going down,
going down” ljóðaði tað. Everton er
nú bara trý stig frá niðurflyt ingar-
strikuni, meðan hini úrslitini gjørdu
at Liverpool nú er komið uppá
fimta pláss.
Tróndur Arge
argetrondur@ofir.dk
Bullard gjørdi ársins!
Jimmy Bullard í ferð við at
imitera hálvleiksrøðuna, sum
ein uppøstur Phil Brown í fjør
helt fyri sínum spælarum, tá
spælt varð móti Manchester
City. Lagið í Hull-hópinum var
tó munandi betri hesaferð
Mynd: Polfoto/AP