Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-30, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. november 2009 – Nr. 229 Við sigrinum á VB staðfestu kvinnurnar hjá StÍF, at tær ikki ætla sær nakran veg úr bestu deildini Útsetti dysturin millum StÍF og VB varð spældur fríggjakvøldið. Og her eydnaðist tað StÍF at toga seg fullkomuliga frá botninum. Talan var annars fyri tað nógva um ein sera javnan dyst, men beint eftir steðgin eydnaðist tað StÍF at stinga av. Adina Chiricesci mest sum stongdi málið fyrstu 10 minuttirnar, og tá liðfelagar hennara samstundis megnaðu at gera sær dælt av hesum, skrædnaði veruliga hjá VB. Tær royndu eina løtu at stríða seg aftur í dystin, men munurin upp til StÍF var blivin og ov stórur, og so máttu gestirnir geva skarvin yvir. VB ella VÍF Og tað mugu tær eisini á stigatalvuni, har StÍF við sigrinum veruliga slapp sær leyst frá botninum. Har hevur StÍF stríðst við VB og VÍF, men nú eru tað bert tey bæði seinast nevndu, sum eru eftir í tí stríðnum. Fyrsta slagið millum tey bæði vann VÍF á heimavølli, men tað merkir samstundis, at VB enn hevur tveir heimadystir til góðar í botnstríðnum, og tað verða fyrst og fremst hesir, sum gera av, hvussu niðurflytarin í kvinnudeildini fer at eita. Davydenko vann í London Russiski Nikolay Daydenko megnaði akkurát at koma við í endakappingina hjá ATP World Tour tennis. Hann tapti eisini fyrsta dystin í bólkaspælinum, men síðani hevur hann ikki verið til at steðga. Lykilin til hálvfinaluna var sigurin á Rafael Nadal, og í hálvfinaluni sendi hann sjálvan Roger Federer úr kappingini, og í finaluni vann hann tryggan 6-3, 6-4 sigur á Juan Martin Del Potro, sum fyrr í ár vann US-Open. Huntelaar fekk hol á Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá hollendska Klaas-Jan Huntelaar, sum fyri einum ári síðani skifti úr Ajax til Real Madrid. Í dag spælir hann við Milan, men fram til sunnudagin hevur hann lítið og einki gjørt um seg. Leonardo, sum er venjari hjá Milan, vildi broyta okkurt, tá tað eftir 86 minuttum stóð 0-0 á talvuni í dystinum móti Catania, og hann gjørdi av at senda Huntelaar á vøllin. Og við tveimum málum í seks minuttir staðfesti Huntelaar, at tað er ein orsøk til, at hann fyri stuttum varð roknaður fyri at vera eitt tað størsta álopstalentið í europiskum fótbólti. Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 7 7 - 0 21 1 20 14 2 Mjølnir 7 6 - 1 18 7 11 12 3 Fleyr 7 4 - 3 14 12 2 8 4 TB 6 3 - 3 12 10 2 6 5 Dráttur 7 3 - 4 13 13 0 6 6 ÍF 7 1 - 6 3 18 -15 2 7 KÍF 7 0 - 7 1 21 -20 0 Eik-ligan, menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 Mjølnir 8 7 - 1 23 9 14 14 2 SÍ 8 6 - 2 20 12 8 12 3 Fleyr 8 3 - 5 17 17 0 6 4 ÍF 8 0 - 8 2 24 -22 0 Máltindurin, hondbóltur Sunset-kappingin Adina Petrea Tjaldur 96 (10) Cornelia Rimbu Tjaldur 62 (7) Simona Petersen Stjørnan 55 (8) Liljan Durhuus VÍF 53 (17) Valentina Suciu Stjørnan 52 (12) Rebekka Justinussen StÍF 48 (6) Roxanna Bodirlau StÍF 35 (3) Bára Mortensen VB 31 Marinela Patru Tjaldur 30 (2) Bára Berthelsen StÍF 29 Jacklin Durhuus Neistin 28 Una Egilsdóttir VB 28 (9) Fríðrún B. Danielsen StÍF 27 Joan M. Djordjevic Stjørnan 27 Annika Thomsen Tjaldur 27 Mál (br.) jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk StÍF-VB 29-24 (15-15) 10 min: 5-3 20 min: 12-8 40 min: 21-16 50 min: 26-20 Málskjúttar StÍF: Roxanna Bodirlau 8, Bára Berthelsen 8, Bobra Adriana 6(6), Rebekka Justinussen 4, Fríðrun Danielsen 3 VB: Bára Mortensen 8, Sára Samuelsen 4, Christina Holm 4(1), Svava Vestergaard 3, Theresa Joensen 2(1), Una Egilsdóttir 2, Anna Djurhuus 1 Brotskøst: StÍF 7, VB 4 Útvísingar: 2, VB 3 Dómarar: Birgir Sondum & Thomas Juul Hansen FAKTA Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Tjaldur 8 8 - 0 - 0 255 180 75 16 2 Stjørnan 8 7 - 0 - 1 232 163 69 14 3 Neistin 8 4 - 0 - 4 195 191 4 8 4 StÍF 8 4 - 0 - 4 193 222 -29 8 5 VÍF 8 1 - 0 - 7 182 239 -57 2 6 VB 8 0 - 0 - 8 165 227 -62 0 StÍF-VB 29-24 (15-15): StÍF er púrasta leyst