Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-30, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 30. november 2009 33 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tárini tey runnu, Tá eg mín bróður fann, Eg rópti til Guð! Tak heldur meg, enn hann. Eg kíni tínar kynnar, So kaldir teir tykjast mær, Eg kann næstan ikki fata, Tú er farin frá mær. Í dreyminum tú segði, Tú mást stóla upp á meg, Hóast tað er svárt, Eg geri alt hettar fyri teg, Tú var meira enn ein bróður, Tú var alt fyri meg, Á hvat eg ynskti at tú visti, Hvussu nógv eg elski teg. Eg sakni at hoyra tína rødd, Eg sakni títt blíða bros, Tíni friðarkendu eygu, Og okkara seru tos. So svárt tað er at liva, Nú tú er farin herfrá, Eg veit at einki verður aftur, Sum tað var tá. Eg má liva lívið, Eg má finna frið, Eg má liva við tí tanka, Tú verður aldrin aftur við mína lið. Farvæl mín bróður, Og takk fyri tað tú var, So inntil vit síggjast aftur, Eitt síðsta »Farvæl« Orð: Frans Jensen 21. okt. 09 Farvæl Til minnis um Edmund Jensen 26.01.87 - 07.09.08 Edmund og Frans Í morgin, týsdagin 1. desem­ ber kl. 10, letur jólahandilin “Fimm feitar flugur” upp í miðbýnum í Havn. Handilin er í N. Finsensgøtu, har sum Ullvøruhúsið var í mong ár. Tað eru tær fimm: Mikka­ lina Norðberg, Jórunn Dáni­ alsdóttir, Lív Dam, Erla Matr­ as Jensen og Durita Dam, ið hava handilin, sum verður opin opin í jólamánaðinum. Handilin selur listahand­ verk hjá teimum fimm, sum gera lutir úr leiri, tekstil, glasi, málningar, eins og smúkkur og mangt annað. Tær fimm siga, at talan er um ein handil við øðrvísi jólagávum. Alt er hondgjørt. Sjálvar nevna tær tað hjartagávur. Spurdar um navnið á handlinum siga tær, at hetta er ein øðrvísi handil, hví so ikki eisini hava eitt øðrvísi navn. Opið er: mándag til fríggja­ dag frá kl. 10­17.30 og leygar­ dag frá kl. 10­14. Í jólavikuni verður opið frá kl. 10­20. Handilin verður opin til og við mikudagin 23. desember. -mg Fimm feitar flugur Tær fimm f.v.: Lív Dam, Jórunn Dánialsdóttir, Erla Matras Jensen, Mikkalina Norðberg og Durita Dam, saman við Paula Nielsen, sum eigur gamla Ullvøruhúsið og eisini selur bøkur har Jens Kristian Vang Andlát og jarðarferðir Jákup Hansen, Klaksvík, andaðist á hospitalinum í Århuus hósdagin, 55 ára gamal. Jógvan Pætur Gilsstein, Klaksvík, andaðist hós­ kvøldið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, 78 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, vermamma og omma okkara Elsa Maria Fanny Anthoniussen andaðist og varð jarðað. Tøkk til Hanus Simonsen, prest, fyri troystarrík orð, tá kistan kom heim í kirkjuna, og til jarðarferðina. Tøkk til Ólavur, mammubeiggja, fyri vakran sang til mammu okkara á hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur, og fyri hjálp og stuðul til jarðarferðina og ervið. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Sigfríður, Eina, Hans David, Axel, Elisabeth, Hans Vilhelm og Anthon Silvurbrúdleyp Sunnudagin 18. okt. høvdu Birgit og Hanus Hansen, klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 12. des. kl. 19 í Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 227479 ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@ post.olivant.fo áðrenn 3. des. Silvurbrúdleyp Týsdagin 29. des. halda við bæði, Pálin og Henry Olsen, Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry­o@olivant.fo ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember. Silvurbrúdleyp Týsdagin 1. des. hava hjúnini Andra og Hjørleif Zachariassen, Streymnes, silvurbrúdleyp. Tey verða burturstødd. Gullbrúdleyp Leygardagin 5. des. kunnu hjúnini Edith og Páll Klettskarð, í Haraldssundi, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Haraldssundi í millum kl. 12 og 17. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum, eru hjartaliga vælkomin. Diamantbrúðleyp Fríggjadagin 4. des. hava Kirsten og Daniel Næs, Hvalba, diamantbrúðleyp. Tey, sum vilja heilsa uppa diamantbrúðarparið eru vælkomin hjá Monu og Eliesar, Toftavegur 15, frá kl. 14­19. Brúdleyp Fríggjadagin 4. des. kl. 10 giftast í Sørvágs kirkju, Tórgun Jørleifsdøttur úr Sørvági og Hans Petur Lamhauge av Skála. Dagurin verður hildin í missiónshúsinum Libanon í Sørvági frá 13­17, har øll eru hjartaliga vælkomin. merkisdagar