Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-30, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 229 - 30. november 2009 viðmerkingar Sat og hugdi eftir Degi og viku týskvøldið 23. nov og bórust tíðindini um, at nú verður helst farið í gongd við Skálafjarðartunnilin. Tíðindini vóru merkt av bjartskygni, tí nú koma Føroyar at verða nógv betur samanknýttar og CO2 útlátið verður minni. – Sum heild kemur hesin tunnil at verða til stórt samfelagsligt gagn, var sagt. – Og, alt gott um tað. Kom so at hugsa um farleiðina til Sandoynna og Suðuroynna og tilknýtið av suðurøkinum til restina av landinum. Sparingar á suðurleiðini Fyrst skal eg gera viðmerk­ ing til sparingarnar, ið eru álagdar Strandferðsluni at gera til suðurøkið, har lagt verður upp til, at Smyril og Teistin skulu sigla færri túrar og ferðaseðlaprísurin skal upp. Hetta merkir, at tyngri verður hjá teimum, ið frammanundan eru avskor­ in frá teimum samferðslu­ møguleikum, ið hini norðan fjørðs hava! Hendan sviða og meir­ kostnað skulu bert hesi somu bera. Úrslitið verður ein upp­ aftur størri afturgongd í íbúgvaratalinum í suður­ økinum. Tey, ið frammanundan hava fast samband koma einki at merkja til nakran niðurskurð og fáa tey ikki nakra hækking í teirra ferðaútreiðslum. Er hetta rættvíst og solidar iskt? Trivnaður Tað man vera øllum greitt, at eitt betri ferðasamband til miðstaðarøkið ger tað liviligari í útjaðaranum. Og, eingin ivi er um, at um Sandoyggin fekk undir­ sjóvartunnil, at so hevði íbúgvaratalið í oynni vaksið skjótt. Tað er heldur eingin ivi um, at um Suðuroyggin eisini fekk hendan møgu­ leika, so hevði hetta havt stóran týdning fyri íbúgv­ aratalið her og trivnaðin í oynni. Og, hevði landið ikki eisini sum heild blivið meiri fjølbroytt fyri allar føroyingar?! Eldhugi fyri suðurøkinum? Men, hvar eru røddirnar á tingi, ið arbeiða fyri suður­ økinum? Sandoyggin hevur eina rødd, men verður hon bert skúgvað burtur. Men, hvar eru røddirnar hjá teimum, ið hava til­ knýti til Suðuroynna? Og, hvar er stuðulin, ið Gerard átti at fingið hiðani? Er ikki eitt fast samband til Suðuroynna fyrst treytað av einum Sandoyartunli? Hvar er eldhugin hjá myndugleikum okkara fyri einari slíkari ætlan? Ella, er suðurøkið ikki so áhuga­ vert? Eru sandoyingar og suðuroyingar minni verdir samfelagsliga? Og, tá talan er um at knýta landið saman, hoyra tá sandoyingar og suður­ oyingar ikki við til landið? Men, tað er so dýrt – og ómøguligt! Ja, tað er dýrt at gera hesa íløgu til suðurøkið! – Og er tað í heila tikið møguligt at gera fast samband til Suðuroynna? Sat umborð á Smyrli á veg suður saman við Ólavi Hátún og Heina Olsen. Prátið kom inn á fast sam­ band til Suðuroynna, og segði Heini, at hann einaferð hevði projecterað ein undirsjóvartunnil til Suðuroynna. Eg spurdi Heina, um tað letur seg gera at gjøgnumføra eitt slíkt project. Svarið, ið hann gav var, um ikki orðarætt: “Alt letur seg gera, bara tú hevur peng­ arnar!” So, hví ikki fara í gongd við Sandoyartunnilin? – Og, tá hann er liðugur, er møguliga klárt at halda fram til Suðuroynna? Bleyt virði Onkur nevndi bleyt virði! – Er tað ráðiligt í hesum tíðum at fara í gongd við slíka kostnaðarmikla ætlan? Er tað ikki betur at brúka pengarnar til bleyt virði? Tá talan er um bleyt virði, er eitt fast samband so sanniliga bleytt virði fyri okkum, ið eru so nógv avskorin frá ymiskum, ið onnur so lættliga kunnu koma til? Og, tað tykist næstan altíð at vera so, at tá vit halda okkurt at vera neyðugt, so finna vit møgu leikar fyri fígging. – Men, eg eri ræddur fyri, at suðurøkið ikki er so áhugavert fyri mong – enntá politikarar úr hesum øki. Um so var, so hoyrdust fleiri røddir! Verandi risahall á leiðunum til suðurøkið! Men, ber tað til at fáa fígging til slíka ætlan? Og, eru fíggjarvánir til tað í løtuni? ­ Eg veit ikki! Men, minnist meg rætt, so hevur Anfinn Kalsberg nevnt, at undirskotið á Sandoyarleiðini og Suðu­ royarleiðini er onkustaðni øðrumegin við 80 milliónir um árið. Verður hetta tal faldað við 20 árum fáa vit 1,6 milliard. Verður tað faldað við 30 árum fáa vit 2,4 milliard. – Og, hendan pening síggja vit aldri aftur! So nevndi hann nokk eisini, at um vit fingu útvegað eitt lán upp á uml. 2 milliardir og fingu hesar tunlar gjørdar innan fyri stutta tíð, so høvdu vit kunna avdrigið lánið upp á teir við verandi árliga risaundirskotinum, ið er á hesi farleið! Undirsjóvartunlar skulu eisini rekast, men at tað kemur at kosta nær í námind av tí, sum tað kost­ ar at reka skipini, ivast eingin í. – Og, hevði ikki eisini Co2 útlátið blivið nógv minni, serliga tá vit hugsa um Smyril, sum er so orkukrevjandi? Hugburður til suðurøkið! Tað, sum mest fær meg at skriva hesar reglur, er tann, um ikki avvísandi, so líkasæli hugburður, ið er hjá myndugleikum okkara mótvegis føstum sambandi til Sandoynna og Suðuroynna. Hetta er so hugstoytt samanborið við tað bjartskygni, ið valdar, nú ið Skálafjarðartunnilin tykist at gerast veruleiki innan stutta tíð. Eisini er tað hugstoytt fyri okkum her suðuri at hoyra, hvussu negativt, ið mong tosa um okkum, tá vit koma inn á samferðslu­ viðurskiftini til suðurøkið. Sagt verður, at vit skulu bara vera “tilfreds”, tí vit hava so góð skip. – Men, hví var so ikki hildið fram at sigla um Vestmannasund og Leirvíksfjørð? Hví vóru tey ikki bara nøgd við tað, sum var?! Í dag er eingin í iva um, at hesar íløgur vóru rættar, hóast mong vóru ímóti á byrja við. – Hetta, ikki bara, tí tær bera seg fíggjar liga, men so sanni­ liga eisini orsakað av teimum møguleikum, ið hetta gevur so mongum av borgarum okkara, ið búgva í hesum fyrrverandi útjaðarum. At enda Til seinast, so ynski eg ikki, at hetta skal skiljast, sum um eg ikki haldi, at vit búgva í einum góðum landi, sum er signað við so mongum fram um so nógv onnur støð í heiminum. – Vit, ið búgva í Føroyum liva í einum so góðum landi og heimsparti, og hava tí nógv at vera takksom fyri. Hesar reglur eru tí eisini skrivaðar við bestu ynskjum og bøn um Guds signing yvir land og fólk okkara. Samferðsluhugleiðingar John í Skemmuni Landsstýrið hevur longi havt ábyrgd av fleiri al ­ tjóða sáttmálum, eitt nú av hesum trimum sáttmálum um náttúruvernd: Sáttmálanum um lív­ frøðiligt margfeldi, har vit m.a. hava bundið okkum til at tryggja, at afturgongdin í náttúruni er so lítil sum gjørligt í 2010. RAMSAR­sáttmálanum, sum ásetur, at vit skulu verja vátlendi, sum hava týdning fyri fugl. AEWA­sáttmálanum, har vit hava bundið okkum til at verja ferðafugl. Í hesum døgum arbeiðir landsstýrið fyri at fáa Før­ oyar nevndar í enn einum altjóða sáttmála – hesin um útlát. Tískil er tað nú, at landsstýrið skal vísa, at altjóða sáttmálar verða tiknir í álvara her á landi. Ikki kann sigast, at undan­ farin landsstýri hava gjørt stórvegis fyri at halda áset­ ingarnar í hesum altjóða sáttmálum. Tað einasta, ið hevur verið gjørt sambært sáttmálanum um lívfrøði­ ligt margfeldi er at útgeva eina bók um náttúruna í Føroyum. Einki vátlendi er vart og heldur einki er gjørt fyri at verja ferðafugl. Tí vóru tað sera góð tíð­ indi, sum vit fingu at hoyra 17. november í fjølmiðl­ unum. Millum onnur kundi Annika Olsen, lands stýris­ kvinna í innlendismálum, kunngera, at eitt slóð brót­ andi frambrot í sam bandi við umhvørvið er á veg. Innlendismálaráðið, sum varðar av náttúru og um hvørvi, leggur upp til at fáa grønar blettir runt um í landinum og hevur nú tikið fyrsta stigið við einum umhvørvissamstarvi við Tórshavnar Kommunu. Tað tykist, sum um Inn lendis­ málaráðið nú vil arbeiða fyri at lúka treytirnar í áðurnevndu sáttmálum og harvið vísa, at landsstýrið tekur altjóða sáttmálar í álvara. Eitt frálíkt átak Tað skal bera til at fáa eina uppliving í náttúruni, sigur Annika Olsen, og hetta fyrsta grøna økið skal vera opið fyri fólki. Samstarvið er grundað á ein dreym um eina “stórpark”. Annika Olsen sigur, at tað er neyð­ ugt at raðfesta grøn øki og umhvørvi. Hon nevnir viðarlundina í Havn sum dømi. Tá eg lesið hetta, fari eg at ivast í, hvat talan er um. Vil Innlendismálaráðið gera nakað fyri at lúka sátt málatreytirnar og har­ við verja okkara náttúru, ella vil tað stuðla Tórs­ havnar Kommunu í at skapa eitt øki, har enda­ málið er trivnaðurin hjá borgarunum? Trivnaður og náttúruvernd útiloka ikki hvørt annað, men tey eru heldur ikki tað sama. Í Sosialinum stendur, at tað verður ikki bara ein nýggj viðarlund. Nei, sigur Heðin Mortensen, hetta skal vera eitt øki til ymist frítíðarvirksemi, har fólk hava frítt at ganga á øllum økinum. Altso, eitt stórt øki til frama fyri trivnaðin hjá borgarunum – eins og fótbóltsvøllir, svimjihyljar og aðrar viðarlundir. Um tað kemur á mál, so ivist eg ikki í, at hetta verður til fragd hjá nógvum havnar­ borgarum. Innlendismálaráðið verjir ikki náttúruna Átakið er fyri trivnaðin hjá fólki. Um tað merkir, at áirnar harafturat verða reinar og at nakað av føroys kum vøkstri kann vaksa uttan at verða biti av seyði, so er tað eitt frálíkt átak. Men hetta er als ikki nakað frambrot fyri umhvørvið ella náttúruna. Hevði Innlendis málaráð­ ið arbeitt fyri at fylgja teimum altjóða sáttmálum, sum eg nevndi omanfyri, so hevði tað verið eitt frambrot fyri náttúruna. Tað, sum higartil er komið fram í fjølmiðl un­ um, staðfestir enn einaferð tað, sum leingi hevur verið greitt: Innlendismálaráðið verjir onga náttúru. Eg havi kortini varhugan av, at landstýriskvinnan veruliga er hugað fyri at verja náttúruna. Annika Olsen sigur, at tað er neyðugt at raðfesta grøn øki og um hvørvi, og tað sigur nakað um, at viljin er til staðar. Men tá ið hon tekur viðarlundina í Havn sum dømi, so vísir tað, at hóast viljin er til staðar, so er alneyðugi kunnleikin um náttúru og náttúruvernd tíverri ikki til staðar. Innlendismálaráðið eigur ikki at taka støðu til, um viðarlundir eru í Havn ella ikki. Uppgávan hjá Inn­ lendismálaráðnum er at verja føroysk djór og plant­ ur í tí umhvørvi, har ið tey hoyra heima! Eftir øllum at døma er tað vantandi kunnleiki, ið er orsøk til, at verandi og undanfarin landsstýrisfólk ikki hava vart okkara náttúru. Tískil ber til at hava vón um bata. Munur er á umhvørvi og náttúru Eg vil hervið loyva mær at kunna Anniku Olsen og onnur um, hvussu tað ber til at skilja ímillum tey týdningarmestu hugtøkini í hesum sambandi: Trivnaður: Er máteindin menniskjaligt nøgdsemi, snýr tað seg um trivnað. Umhvørvi: Er máteindin alis­ ella evnafrøðilig (t.d. ppm CO2 ella litrar olja pr. m2), snýr tað seg um umhvørvi. At minka um hesi evni er umhvørvis­ vernd, og politikkur í hesum sambandi er umhvørvispolitikkur. Náttúra: Er máteindin livandi verur (t.d. tal á fuglum ella fjølbroytni av plantum), snýr tað seg um náttúru. Politikkur, sum viðgerð fuglastovnar ella tal á sløgum, er náttúru­ politikkur. At bøta um lívsumstøðurnar hjá sløg­ um, sum hoyra til í før­ oysku náttúruni, og at minka talið á fremmandum sløgum, tað er náttúru­ vernd. Við tí í huga, at Føroya landsstýri einki ger fyri at verja fuglastovnar ella fjølbroytni av plantum, kunnu vit staðfesta, at landsstýrið nærum einki ger fyri at halda ásetingar­ nar í áðurnevndu altjóða sáttmálum. Tískil vil eg at enda heita á Anniku Olsen, lands stýriskvinnu í inn­ lendismálum, um at tryggja, at ásetingarnar í verandi sáttmálum verða hildnar, áðrenn vit verða bundin til enn ein sáttmála. Umhvørvi, náttúra og altjóða sáttmálar lívfrøðingur JanuS hanSen