týsdagur 1. desember 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 230 - 1. desember 2009
Á landsfundi Fólka
floksins kundi
Annika Olsen, lands
stýriskvinna í inn
lendismálum, avdúka,
at arbeitt verður við
at gera eina lands
byggireglugerð og
eina yvirskipaða
byggilóg fyri landið
LANDSFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Annika Olsen greiddi í høv
uðsheitum frá nøkrum av
teimum málsøkjum, sum
hon umsitur, og hvat sødi
seg í innlendismálaráðnum.
Innan lógarøkið nevndi
hon verjumálslógina, ið
betrar munandi um rættar
støðuna og rættartrygdina
hjá veikum bólkum so sum
fólk við demens, sálarsjúk
og menningartarnað.
Eisini nevndi hon mongu
broytingarnar í revsilógini.
Talan er um 55 broytingar,
millum annað herda revsing
fyri siðamisbrot, at hava
barnapornigrafiskt tilfar í
varðveitslu og at breiða hetta
tilfar út, herd revsing fyri
neyðtøku, fyri mannahandil
og fyri vanligan harðskap.
Eisini eru broytingar í
rættargangslógini gjørdar,
ið umfata hægri krøv til
advokatar, eitt nú til útbúgv
ing, broyting í rættargangs
lógini viðvíkjandi heimild
ini hjá løgregluni til at
verða virkin í SSP samstarv
inum, eitt samstarv millum
sosialar
myndugleikar,
skúla og politi til tess at fyri
byrgja harðskap so tíðliga
sum gjørligt.
Á lógarøkinum havi eg
fyrireikað tríggjar yvirtøkur,
har felagslýsingar eru undir
skrivaðar við danska løg
málaráðharran. Talan er um
fíggjarrættin, ið er samtykt
ur at yvirtaka í Løgtinginum,
og yvirtøkurnar av revsirætti
og lógin um sakføraravirk
semi liggja í Tinginum til
viðgerðar í løtuni, segði
Annika Olsen.
Hon nevndi eisini, at lóg
in um dnaprofilar, sum er
ein liður í at avdúka harð
skaprmál, verður løgd fyri
Tingið í hesi tingsetuni.
Á byggitekniska økinum
verður arbeitt við at gera
eina
landsbyggireglugerð
og eina yvirskipaða byggi
lóg fyri landið.
Viðvíkjandi landsbyggi
reglugerðini verður tað far
ið stigvíst til verka. Fyrsti
partur av arbeiðinum fevnir
um bjálving og tetting, sum
verður sett í gildi fyrst í
komandi ári. Hetta skyldast
í
høvuðsheitinum
førda
veðurlagspolitikkinum,
segði Annika Olsen.
Ein partur av landsbyggi
reglugerðini eru atkomuvið
urskiftini fyri tey, ið bera
brek.
Hesin parturin er nú lið
ugur, og fari eg á landsstýr
isfund mánadagin við kunn
gerðini, sum vónandi fær
undirtøku. Tað hevur verið
tosað um hesa kunngerð í
meiri enn 20 ár, so tað er at
fegnast um, at hon loksins
sær dagsins ljós, segði
Annika Olsen.
Hon kom eisini inn á
ferðslumál, ið hon eisini
umsitur.
Sum landsstýriskvinna í
ferðslumálum raðfesti eg
ferðslutrygdina
ovarliga.
Vit hava ikki ráð at missa
fleiri fólk í ferðsluni, segði
landsstýriskvinnan.
Hon vísti á onkrar av
mongu broytingunum, sum
eru gjørdar í ferðslulógini,
eitt nú nullmark fyri rúsandi
evni. Mong ung blanda rús
evni, eitt nú narkotika og
hassj, saman við alkoholi, og
hevur hetta víst seg at verða
ein vaksandi trupulleiki.
Krøvini fyri at sita í
bilbelti eru herd, samstundis
sum bøturnar eru hækkaðar.
Eisini er promillumarkið
sett niður í 0,2, segði Ann
ika Olsen.
Hon kom eisini stutt inn
á ábøturnar, sum í løtuni
verða gjørdar við vegamót
ini í Streymnesi og Hósvík,
og arbeiðið at hegna fram
við vegunum, har sáttmáli
er fingin við eigararnar.
Somuleiðis hevur lands
stýriskvinnan
sett
ein
arbeiðsbólk at kanna møgu
leikarnar fyri einari hálku
breyt í Føroyum, eitt arbeiði,
ið skal verða liðugt í ár.
Nýggj
kommunuskipan
Landsstýriskvinnan
nam
eisini stutt við útlendinga
málið og segði, at ein felags
lýsing er undirskrivað við
danska integratiónsráðharr
an um yvirtøkuna av útlend
ingamálum í seinasta lagi
1. januar 2011.
Í hesum sambandi verður
arbeitt við at orða ein inte
gratiónspolitikk fyri Føroyar.
Krøv verða sett til føroyskt
mál, kunnleika til føroyska
mentan, politikk, og samfel
agsviðurskifti til tess at veita
teimum veruliga rættartrygd
og eina sunna integratión í Før
oyum, segði Annika Olsen.
Eitt annað av stóru málun
um, sum Annika Olsen umsit
ur, er kommunumál. Álit er
skrivað sambært samgongu
skjalinum og arbeiðssetning
urin var:
• kommunueindir
• millumkommunala
javningarskipan
• raðfesting av greiðum
uppgávum og
ábyrgdarbýti millum
land og kommunur
• blokkstuðul
• eftirmeting
Talan er um ein samlaðan
pakka, og tað er ikki ætlanin
at gjøgnumføra nøkur punkt,
meðan okkum liggja.
Matrikkullógin og býar
skipanarlógin eru liberali
seraðar, bæði fyri óðalsjørð
og kongsjørð. Matrikkullóg
in er frá 1962 og er á mang
an hátt stirvin, segði Annika
Olsen.
Taka ábyrgd
Mest aktuella økið, ið Ann
ika
Olsen
umsitur,
er
umhvørvi og veðurlagsmál.
Breið politisk semja er
fingin millum allar politisku
flokkar á Tingi um at Før
oyar skulu skerja útlátið við
í minsta lagi 20% í 2020 í
mum til útlátsstøðið í 2005,
segði landsstýriskvinnan.
Støðufrágreiðing
skal
leggjast fyri Tingið annað
hvørt ár til tess at vita, um
vit kunnu røkka einnum
størri niðurskurði av CO2
útláti.
Tað eru bert fáir dagar til
altjóða veðurlagsráðstevnan
verður í Keypmannahavn.
Veðurlagsbroytingar
eru
størsta avbjóðingin, politik
arar í hesi øldini standa yvir
fyri, segði Annika Olsen.
Hon segði, at vit ikki
longur kunnu lata eyguni
aftur og vóna tað besta, tí
tað er staðfest, at menniskjað
hevur havt sín virkna leiklut
í, at hitalagið á jørðini er
farið út av kós, og tískil er
tað eisini okkara skylda at
fáa hetta í rættlag aftur.
Vit skulu sum øll onnur
heimsins lond taka okkara
skyldur á okkum og tryggja
okkara eftirkomarum eina
jørð í javnvág, soleiðis sum
vit sjálvi hava uppliva hana,
segði Annika Olsen.
Byggilóg fyri landið á veg
Annika Olsen greiddi frá sínum málsøki á landsfundinum
hjá Fólkaflokkinum leygardagin
Mugu greiða hall og skuld
Stjórin í danska Tjóðbankanum, Nils Bernstein, er als ikki hugtikin
av búskaparpolitikkinum hjá donsku stjórnini upp undir altjóða
fíggjarkreppuna. Við blaðið Børsen sigur tjóðbankastjórin, verður
fíggjarpolitikkurin ikki broyttur, er vandi er fyri, at íleggjarar missa
álitið á danska búskapinum. Avleiðingin verður, at rentan fer at
hækka, og tað kann leggja ein doyvara á búskaparvøksturin, sigur
Nils Bernstein. Hann leggur afturat, at stjórnin eigur at leggja eina
greiða ætlan um, hvussu hallið á fíggjarlógini næsta ár og tann
veksandi almenna skuldin skal fáast av vegnum í komandi árum.
Vatikanið hartar Sveis
Benedikt pávi og Vatikanið eru ikki fegin um avgerðina hjá
sveisiska fólkinum at banna biðitornum á teimum mus
limsku moskunum í landinum. Biskuparnir í Sveis hava
sagt, at teir eru ímóti banninum, tí tað stríðir ímóti trúar
frælsinum, og hesum tekur Vatikanið undir við. Antonio
Maria Veglio, sum er formaður í innanríkisráðnum hjá
Vatikaninum, sigur við italsku tíðindastovuna Ansa, at
avgerðin hjá sveisiska fólkinum bøtir ikki um møguleikar
nar fyri at friði og samveru millum teir ymsu átrúnaðirnar.