týsdagur 1. desember 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Nr. 230 - 1. desember 2009
Bókaverkið Nólsoy –
Søgubrot og Fólk er
ein virðismikil lýsing
av teimum treytum,
nólsoyingar hava livað
undir í forum og til dagin
í dag. Nakað vit nú kunnu
varðveita til gleði fyri
komandi ættarlið
Ummæli
Jákup av Skarði
Fyri stuttum er komin út í
tveimum bindum bygda søga,
Nólsoy – Søgubrot og Fólk, ið
Egon Hansen hevur savnað og
skrivað. Tað er at frøast yvir, at
vit hava kvinnur og menn her á
landi, sum eru hugað fyri at
varðveita bygdasøgur okk ara, so
hon ikki fer fyri bakka. Bygda-
og ættar søgan er ein mentanar-
arvur, ið tjóðin ikki kann vera
fyri uttan. Nólsoy – Søgubrot og
Fólk er ein gjøllig lýsing av
teimum treytum, nólsoy ingar
hava livað undir í forum og til
dagin í dag. Nakað vit nú kunnu
varðveita til gleði fyri komandi
ættar lið.
V
ið bókaverkinum, Nóls oy –
Søgubrot og Fólk, hev ur
Nólsoy fingið eina ná greiniliga
bygdasøgu, ið gevur lesaranum
innlit í allar tættir í bygdarlívin-
um frá sjóvarstrond til fjallatind.
Hvat kvinnur og menn hava tikist
við í dagliga yrkinum, bæði á
sjógvi og landi, í bø og haga.
Í fyrru hálvu av 19. øld lá
framtakshugurin frammar laga í
huganum á nólsoy ingum. At fáa
føroyingar at geva sigling og
fiskiskapi ans við deksførum.
Teir gingu á odda her á landi og
løgdu sjálvir rygg til at byggja
fiskifør í Nólsoy, og síðani út á
hav at veiða. Eisini bátasmíð
hevur eyð kent nólsoyingar í fleiri
ættarlið.
Mentanarlívið hevur eisini
fingið sína rúmd í bók unum.
Bæði í álvara og gaman. Ein
natúrligur part ur í gerandis-
lívnum, har fólkið dró eina línu,
tá ið tað galt um felagsskap. Vit
verða kunnað um kirkju og skúla.
Ja, eisini tá nóls oyingar fóru
niður til kong at mótmæla tvung-
nari skúla skyldu í Føroyum.
Hetta kann í dag tykjast løgið og
afturhaldandi, men mentanarliga
hevði Dan markarferðin kortini
stóran týdning. Nólsoyingar
lærdu og fingu ans fyri nýggjum
sálma-, sangløgum og tón leiki, tá
teir av Flatlondum høvdu við sær
aftur eina harmoniku. Kvøðing,
sang ur og tónleikur hevur sett
dám á felagslívið í bygdini líka
til dagin í dag.
F
yrra bókin lýsir gjølla tíðina
– hundrað ára skeiðið – tá ið
fólk vóru knýtt at vitanum á
Borðuni. Vit fáa at vita hvør
starvaðist har, og hvørji húski
vóru knýtt at vitanum til tøknin
tók yvir. Í dag býr eingin á Borð-
uni. Men eftir stendur vitin og
húsini sum ein prýðiligur varði
um fram rakandi byggilist, har
eisini føroyskar hendur vóru við
í arbeiðinum. Hugstoytt er at
síggja, at hesin dýrgripur stendur
sum ónýti, heldur enn av verða
umskapaður til listafólk og aðrar
týdn ingar miklar vitjanir.
Seinna bindið er í stóran mun
ættarsøga nólsoyinga, og hvar
nólsoyingar eru spjaddir út um
alt landið við teirra eftirkomarum
í triðja ættarlið. Í bókini verð ur
greitt frá húsunum í bygdini, og
hvørji fólk eru ættað úr teimum.
Eisini ymiskar frásagnir, ið eru
knýttar at einstaklingum verða
nevndar.
T
að er áhugavert at síggja,
hvussu fólkið við giftu fer út
um alt landið. Vit fylgja t.d.
nólsoy ing un um, sum grundaðu
Tvør oyri, tá Kongaligi Handilin
stovnaði úthandil í Suðri. Siggu í
Búð sum er ættar mamma til
Effersøe og Müller- fókið í
Føroy um. Systrarnar Marin
Elisabeth sum giftust inni á Fjørð
í Vestmanna og Inga til Mið vágs,
hvørs eftirkomarar eru nógvir í
Vestmanna og Ellefsenfólkið í
Miðvági. Av øðrum nólsoyingum
í Miðvági kann nevnast Lona-
fókið.
Somuleiðis eru nógv ætt arbond
báðar vegir millum Nólsoy og
Toftir. Nólsoyar genta Elsebeth
Malena úr Lon giftist við
Regnábónd anum. Tey eru foreld-
ur til fyrsta dreingjabarnið við
eftirnavninum Højgaard í
Føroyum. Eisini uppi á Regni, á
Hamri og í Leigu stovuni á
Toftum vóru mat møðurnar úr
Nólsoy.
Av øðrum nólsoyingum sum
eru kendir um Føroya land eru
systkini Pól Niklái Danielsen
skipari í Heiðun um og systrar
hansara, Katrina Sofía sum giftist
til Klaksvíkar og Maria til
Hvannasundar. Maria er mamma
navnframu trolara skipararnar,
nevndir Hvanna sundsbrøðurnir.
Sára Malena, ættað av Geil, ið
giftist við Johan Hendrik Weihe í
Sødarfirði, er langomma Victor
Daniel sen, meðan Marin Kristina
Holm, eisini av Geil, sum giftist
til Mykinesar, er omma Kaj Leo
Johannesen løgmann. Soleiðis
kundi ein hildið fram. Okkurt er
tó hjá lesaranum sjálvum at finna
útav.
T
að er ov rúgvusmikið at
nevna alt innihaldið í bók-
unum, sum inni halds yvir litið
nágreini liga vísir. Bøk urnar eru
yvir 600 blaðsíður stórar við 250
mynd um. Nevnd eru um 6000
fóka nøvn, ið eru at finna í
navna listanum. Hetta ger, at
bøkurnar kunnu nýtast sum
uppslagsbøkur.
Nólsoy – Søgubrot og Fólk lýsa
bygdasøguna á ein upplýsandi og
hug vekj andi hátt. Eru væl
skrivaðar við løttum máli. Prent-
listar liga eru tær væl úr hondum
greiddar. Tær eru vakrar við
dyggum innihaldi. Kanska tann
mest umfat andi bygdasøgan, sum
er komin út á føroyskum.
Virðismikil Nólsoyarsøga
Bókaverkið » Nólsoy – Søgubrot og Fólk« eftir Egon Hansen er kanska tann mest umfatandi bygdasøgan, sum er
komin út á føroyskum
Bókaverkið » Nólsoy – Søgubrot og
Fólk« eftir Egon Hansen er kanska
tann mest umfatandi bygdasøgan,
sum er komin út á føroyskum
Ólafur Ragnar til India
Um ein góðan mánað fer íslendski forsetin, Ólafur Ragnar
Grímsson, til India at taka ímóti Nehru-heiðurslønini, sum varð
tillutað honum í fjør. Össur Skarphéðinsson, uttanríkisráðharri, fer
við forsetanum, og íslendsku fjølmiðlarnir leggja dent á, at indisku
myndugleikarnir rinda ferðirnar hjá teimum báðum. Nehru-
heiðurslønin er tann tignarmesta heiðurslønin, sum verður latin í
India. Onnur, sum hava fingið hana, eru eitt nú Nelson Mandela,
Martin Luther King, Olof Palme, Helmuth Kohl og Móðir Teresa.