týsdagur 1. desember 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 230 - 1. desember 2009
Nýggja bókin Meinski
Minkur er ein øðrvísi
myndabók, sum minnir
um eina teknirøð í útsjónd
og bygnaði. Hon er um
minkin Minkur, sum er
ein meinskur lús askarvur
og ógvuliga, ógvuliga
ríkur. Ein dagin skal hann
halda eina stóra veitslu
fyri at gera seg upp fyri
øllum. Hann bjóðar øll
um í veitslu, men skilur
ikki, hví ongir gestir
koma. Man tað vera tí, at
Min kur er ein vána vin
ur?
Anna Maria Reinert
hevur týtt bókina, sum
Bóka deildin gevur út
-ave-
Stríðið millum trúgv
og vitan, ímillum
átrúna og politikk
og ímillum vit og
pátrúgv er evnið
í bókini Trúgv og
vantrúgv, sum A.
Guttorm Djurhuus
hevur týtt til føroyskt
úr svenskum eftir
Christer Sturmark
Týðing
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Sum dømi um, at átrún að
arligur ágangur eisini er
nak að, sum rakar í eini
lítlari føroyskari bygd tekur
týðarin Guttormur Djurhuus
eitt barnaminni fram í byrj
anini á bókini, har hann
greiðir frá, hvussu hann
sjálv ur varð frelstur undir
oki.
Dundurtala í Kunoy
”Eg vaks upp í Kunoy hjá
ommu og abba, Marin
Malenu og Andrias Seyð
berg, í Uppistovu, har prest
ur eisini gisti, tá ið hann
kom til bíggjar at halda
gudstænastu
ella
aðra
kirkju liga tænastu.
Tað var á sumri í 1948 at
maður var deyður av van
lukku á fjalli. Maðurin var
kirkjufólk, og fór sostatt til
gravar úr kirkjuni, og kom
prestur, N. J. Rasmussen, úr
Klaksvík at jarða mannin.
Fleiri av børnunum vóru
vorðin limir í brøðra mein
igheitini, og var henda sama
dag ein av trúboðarunum
frá samkomuni, staddur í
bygdini, og hevði okkurt av
børnunum biðið hann um at
siga nøkur orð á grøvini. Tá
ið prestur hevði lisið elli
gomlu mánabønina og kast
að jørð á, fór trúboðarin
yvir til prest og spurdi um
hann kundi sleppa at siga
nøkur orð. Tann hampa
maður, ið prestur var, nokt
aði hann honum tað sjálv
andi ikki. Trúboðarin bað
so tey, ið vildu lurta eftir
sær um at standa uppi og at
fara úr húgvuni. Hini kundu
fara. Sjálvur stóð eg undir
liðini á abba og setti hann
seg niður á ein stein og setti
húgvuna á høvdið. Tí for
vitin var hann og vildi hava
at vita, hvat ið maðurin
hevði at siga. Helst havi eg
gjørt tað sama, hóast eg
ikki minnist tað fyri vist.
Húgvu havi eg tó neyvan
havt.
So fór trúboðarin undir
eina
dundurrøðu.
Ikki
minn ist meg rættiliga í
stak lutum, hvat ið hann
segði, men inngangurin var
nakað soleiðis: ”Nú hava tit
ringt og sungið henda mann
til helviti...”
Frelstur undir oki
Tá ið dundurrøðan var
liðug, fóru abbi, prestur og
eg spákandi Suður á Bø til
Uppistovu. Ikki varð nakað
sagt á leiðini, men báðir
hesir tilkomnu menn, sum
farnir vóru um miðan aldur,
grótu. Ikki fór prestur í
ervi, men varð sitandi uppi
á prestakamarinum til hann
fekk fart aftur til Klaks vík
ar.
Frá tí degi av haldi eg
meg at kunna siga, at eg var
frelstur undan átrúnað ar
ligum oki. So var tað tá, og
ikki er tað batnað. Helst tað
øvugta.
Átrúnaðarligur yvir gang
ur er sostatt ikki nakað
fremmant, sum bara er úti í
heimi. Hann er so sanniliga
eisini vanligur her heima
hjá okkum sjálvum.”
Neyðug amboð
Guttormur Djurhuus vísir
á, at við bókini leggur
Christ er Sturmark grund
støði undir einari humanist
iskari lívsáskoðan, uttan
nakr an gud og aðrar yvir
natúrligar verur. Hann ber
fram próvgrundir fyri eini
sterkari trúgv á menniskja
við humanistiskum og lívs
játtandi virðum í miðdepli
num. Lesarin fær tey neyð
ugu amboðini til at kunna
møta pátrúgv, new age og
aðrari átrúnaðarligari pá
trúgv, frá einum føstum
støði.
Christer
Sturmark
er
fødd ur í 1964 í Stokkholmi,
og hevur verið formaður í
svenska humanistiska fe
lag num síðani í 2005, og
hevur tey seinastu árini
skrivað og hildið fyrilestrar
um umhvørvisgreining og
umhvørvisansing. Í dag
stendur hann á odda fyri
eini tankasmiðju undir utt
an ríkispolitiska
setrinum,
um týdningin av átrúna í
altjóða politiki.
Tað er forlagið Rísandi
sól, sum gevur út bókina, ið
fæst í bókabúðunum.
Millum trúgv og vitan
Við bókini »Trúgv og vantrúgv« fær lesarin nøkur amboð at
møta pátrúgv frá einum føstum støði, sigur týðarin Guttormur
Djurhuus
Fregnir ressast við aftur
Undir heitnum
»Fregnartænastan«
fara nakrir av
pennunum, sum í
síni tíð myndaðu
blaðið Fregnir, nú
aftur at gera vart við
seg á heimasíðuni hjá
Sprotanum
TænasTa
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Forlagið Sprotin fer nú
undir eina tænastu við tíð
indum um nýggjar bókaú
tgávur,
greinir,
málslig
tíðindi og hugleiðingar.
Tænastan fer at ganga
undir heitinum Fregnar tæn
astan, og her fara nakrir av
landsins nógvu pennum at
skøra í tilveruni við grifl
inum umframt nógv teirra,
sum á sinni skrivaðu blaðið
Fregnir.
Fregnartænastan fer at
kunna um nýggju greinirnar
gjøgnum
teldupost
við
leinki til heimasíðuna hjá
Sprot anum á www.sprotin.
fo, har fólk kunnu melda til
tíðindi frá tænastuni.
Í skrivi boðar Fregnar
tænastan frá, at innihaldið í
greinunum verður ikki á
nakran hátt avmarkað til
bók mentir og mál.
Tær hjartans meiningar,
ið tey skrivandi hava um øll
hugsandi viðurskifti, sleppa
fram í ljós her hug leið
ingar,
viðmerkingar
av
ymsum slagi, okkurt skemt,
kanska onkrar politiskar
greiningar, onkrar for vitnis
ligar
søguligar
keldur,
kunn ingar um nýggjar bøk
ur, ummæli og umrøður.
Longu nú ber til at lesa
fyrstu greinarnar frá Fregn
artænastuni, sum halda seg
til eittans mál:
»Teksturin skal verða so
mikið væl skrivaður, at
hann er verdur at lesa. Tað
skal vera vert at brúka løt
una at lesa tekstin«, verður
sagt.
Øðrvísi myndabók
til tey smáu
Myndabókin »Meinski
Minkur« minnir mest um
eina teknirøð
Longu nú ber til at lesa fyrstu greinarnar frá Fregnartænastuni hjá Sprotanum
Herferð ímóti aling
Norska uttanríkisráðið hevur biðið sínar sendistovur kring
heimin vera á varðhaldi, nú ein felagsskapur er farin í hernað
ímóti norsku laksaalingini. Felagsskapurin, sum nevnir seg Pure
Salmon Campaign, ferðast kring heimin við einari
sjónbandaupptøku, sum roynir at sannføra fólk um, at norðmenn
skaða bæði fólk og náttúru við alistøðum, sum teir hava í Írlandi,
Skotlandi, Kanada og Kili. Millum annað vil felagsskapurin vera
við, at alistøðirnar, sum norðmenn eiga í Kili, brúka nógv meiri
heilivág enn alistøðirnar heima í Noregi.