týsdagur 1. desember 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 230 - 1. desember 2009
Í 12 dagar hava teir 38
menninir á Skálabergi
ligið 100 metrar úr
Murmansk, har russar
hava hildið teimum.
Nú røkist fyri eini
loysn, men sektin
verður í milliónatali
Fiskivinna
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
– Nú mugu vit bara hava
skipið út.
Hanus Hansen, reiðari á
Skálabergi, hevur ásannað, at
tað ikki ber til at fáa skipið út
fyri onki, og tí hevur hann
gingið við til, at russar koma
við einum sektaruppskoti við
minst seks nullum í morgin,
og hann ætlar eisini at taka av.
Trætan hevur koyrt síðan
næstseinasta
hósdag,
tá
Skálaberg varð tikin til lands
í Russlandi undir illgruna at
hava fiskað meira enn 600
tons ólógliga.
Hetta vildu hvørki JFK,
sum er reiðarí hjá Skálabergi
ella føroyskir myndugleikar
ganga við til, tí skipið hevur
bara veitt kvotuna hjá Sunda
bergi, sum fyri tíð síðan varð
seldur til Russlands, men
loyvið er framvegis føroyskt.
Síðan tá hava samráðingar
verið. Føroyingar halda uppá,
at myndugleikarnir í Mur
mansk ikki hava fingið upp
lýsingarnar, sum føroyingar
hava sent til Russlands, men
russar kendu seg tryggar í
síni søk.
Aðrir trupulleikar vóru eis
ini. Navni á skiparanum
umborð varð ikki á einum
lista hjá russum, og tað vildu
teir ikki góðtaka, samstundist,
sum Skálaberg bert hevur eitt
avrit av fiskiloyvinum hjá
skipinum, meðan russar vilja
hava eitt veruligt eintak.
Hetta seinasta vilja vildu
føroyingar ganga við til,
hóast tað vanliga hevur ver
ið góðtikið við einum avriti.
Dró út
Hanus
Hansen,
reiðari,
kendi seg upprunaliga trygg
an við, at ein loysn skuldi
koma skjótt, men seinasta
langa vikan hevur víst, at
tað var sera trupult at finna
nakra loysn.
Fleiri og fleiri vóru drigin
upp í samráðingarnar um
skipið. Føroyingar vóru
umboðaðir av Fiskimálaráði,
Uttanríkisráði, advokati hjá
JFK og onkrum russum.
Í gjár byrjaðu fiskiveiðu
samráðingar millum føroy
ingar og russar um kvotur
komandi ár, og Hanus Han
sen váttar, at hesar samráð
ingar kunnu hava gjørt sína
ávirkan galdandi, nú russar
hava gjørt av at koma við ein
um sektaruppskoti í morgin.
Fiskiveiðisamráðingarnar
við russar eru norðuri við
Gjógv, og Hanus Hansen dug
ir illa at ímynda sær, at úrslit
ið av hesum samráðingum
koma at verða ávirkaðar av
málinum við Skálabergi.
Men nú er greitt, at russar
hava lovað at koma við sekt
aruppskoti í morgin. Hanus
Hansen ætlar at taka av hes
um, hóast talan er um milli
ónir, og tí roknar reiðarin
við, at skipið fer úr Mur
mansk í morgin ella í ovur
morgin.
Tá siglir skipið heim. Um
miðjan desembur skal skip
ið nevniliga seljast til Argen
tina.
Hanus Hansen, stjóri
í JFK, dylur ikki fyri,
at hann fegin vil vera
við at keypa Faroe
Pelagic, hóast virkið
sjáldan hevur koyrt
væl. – Fyritreytirnar
eru broyttar. Tað er
so lítið at svartkjafti,
at tað veldst um at fáa
góðan prís og stutt at
avreiða, og so hava
vit eisini hesar sterku
hollendingarnar við
okkum, sigur hann
svartkjaFtur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í gjár kom fram, at Eik, sum
eigur Faroe Pelagic, sum er
fyrrverandi Kollafjørð Pel
agic, hevur gjørt av at leiga
virkið út til hollendska
felagið Parlevliet & Van der
Plas og føroyska JFK, og
givið feløgunum ein for
keypsrætt komandi árið.
Hanus Hansen, stjóri í
JFK, hevur góðar vónir til
virkið, sum virkar svartkjaft
og frystir hann, hóast fleiri
eru komin í trupulleikar av
virkinum fyrr.
– Fyritreytirnar eru broytt
ar. Tað er so lítið at svart
kjafti, at tað veldst um at
fáa góðan prís og so skal
eisini vera stutt at avreiða,
og so hava vit eisini hesar
sterku hollendingarnar við
okkum, sigur Hanus Han
sen.
Hann leggur afturat, at
tað rættiliga skjótt verður
greitt, um teir fara at keypa
virkið frá bankanum, hóast
forkeypsrætturin er gald
andi fyri eitt heilt ár.
Minni fiskur
Høvuðsorsøkin til, at Hanus
Hansen hevur so góðar
vónir, er at so lítið er til av
svartkjafti, og tí veldst ikki
longur um bara at hava so
stóra mongd sum gjørligt.
– Nú mugu skipini hugsa
um ein góðan prís og at spara
so nógva olju sum gjørligt,
so eg rokni við at vit kunnu
fáa fisk frá ymisku skipunum
í Føroyum, sum ikki frysta
umborð, sigur Hanus Han
sen, og greiðir frá, at Næra
berg onki fer at hava við
virkið í Kollafirði at gera.
Hollendingarnir eru stóri
parturin í avtaluni um Kolla
fjørð Pelagic. Stjórin verður
hollendingur og eini 50 fólk
fara at arbeiða á virkinum,
sum fer at byrja at virka
svartkjaft um miðjan des
embur.
Skálaberg rinda
russum milliónir
Lítil mongd bjargar Faroe Pelagic
Lissabonsáttmálin í gildi
Lissabonsáttmálin, sum er eitt slag av grundlóg hjá
Evropasamveldinum, kom í gildi í dag næstan átta ár aftir, at
tær fyrstu orðingarnar í sáttmálanum vórðu festar á blað. Við
sáttmálanum koma nýggjar reglur um atkvøðugreiðslur í ES,
og tey, sum fegnast um sáttmálan, siga, at hann ger ES meiri
demokratiskt. Størvini sum ESforseti og ES
uttanríkisráðharri, sum vórðu mannað herfyri, eru eisini úrslit
av tí nýggja sáttmálanum. Í sambandi við at Lissabonsátt
málin kemur í gildi í dag, er hátíðarhald í portugisiska
høvuðsstaðnum, har fleiri av ESleiðarunum eru hjástaddir.
Obama dýrur gestur
Hóast hann bara steðgar nakrar tímar, fer tað at kosta
danska ríkiskassanum einar 50 milliónir krónur, at Barack
Obama kemur til Keypmannahavnar. Amerikanski forsetin
kemur til Danmarkar, áðrenn hinir ríkis og stjórnar
leiðararnir koma, og tað hevur noytt donsku myndugleik
arnar at broyta trygdartiltøkini. Mogens Lauridsen hjá
løgregluni í Keypmannahavn váttar fyri Politiken, at ferðin
hjá Obama hevur kravt broytingar, men hann vil ikki siga,
hvussu nógv vitjanin hjá Obama kostar løgregluni.
Ríkisløgreglan váttar hinvegin, at vitjanin hjá Obama
kostar løgregluni millum 40 og 50 milliónir krónur.
Síðan næstseinasta hósdag
hevur Skálaberg verið undir
russiskari umsjón, men nú
røkist fyri eini loysn
Kollafjørð Pelagic letur upp
um miðjan desembur, og
Hanus Hansen roknar við, at
virkið nú fer at bera seg