Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 230 - 1. desember 2009 Mary í Afghanistan Mary krúnprinsessa kom í morgun til Danmarkar eftir at hava verið í Afghanistan og vitjað teir donsku hermenninar har. Hetta er fyrstu ferð, at Mary hevur verið í Afghanistan, og myndugleikarnir hava hildið ferðina loyniliga. Søren Gade, verjumálaráðharri, og Thor Pedersen, fólkatingsformaður, vóru við krúnprinsessuni á ferðini, og tey vitjaðu hermannalegurnar Camp Bastion, Armadillo og Price. Fyri einum ári síðani var Fríðrikur krúnprinsur og virjaði teir donsku hermenninar í Afghanistan. Pengar renna úr A-kassunum Pengarnir renna úr teimum donsku arbeiðsloysiskassunum, nú altsamt fleiri danir gerast arbeiðsleysir. JydskeVestkysten skrivar, at kreppan kostar teimum donsku arbeiðsloysiskassunum 43,5 milliardir krónur í ár, sum er næstan níggju milliardir meiri enn í fjør. Tað eru serliga A-kassarnir hjá handverkarafeløgunum, sum gjalda nógvar pengar í hesum døgum, tí á summum økjum er arbeiðsloysið millum handverkararnar vaksið úr tveimum prosentum í fjør í 12 prosent nú. Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, so arbeiðsloysiskassarnior brúka munandi minni pengar til umsiting nú enn fyrr, skrivar blaðið. – Býráðið er samt um at vísa størsta varsemi, nú myrk skýggj hómast í havs brúnni, siga borg arstjóri og vara­ borgarstjóri í Fugla­ fjarðar kommunu, Sigurd Simonsen og Dánjal Vang FuglaFjørður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fuglafjarðar býráð hevur nú samtykt fíggjarlógina fyri 2010. Skattaprosentið, sum er 21,5, verður íbroytt, og roknskapurin javnvigar við stívliga 58,7 miljónum krónum. Skuldin hjá kommununi er minni enn ein álíkning og ætlanin er ikki at fara upp um eina álíkning. Í komandi fíggjarári verð- ur talan um fáar íløgur. Fuglafjarðar kommuna leggur dent á at gjalda niður av skuld og soleiðis fáa størri rásarúm, sum tíðin gongur. Borgarstjóri er Sigurd Simonsen, og vara borgar- stjóri er Dánjal Vang. Vísa varsemi Teir siga, at málið hjá kommununi er at styrkja um likviditetin við at fremja eina neyva fíggjarstýring, sum teir halda vera alfa og omega í einum góðum kommunubúskapi. – Býráðið er samt um at vísa størsta varsemi, nú myrk skýggj hómast í havs- brúnni, siga borgarstjóri og varaborgarstjóri í Fugla- fjarðar kommunu. Síðan leygardagin hava fáar, men stórar landingar verið í Saltangará. Skipini eru úti, so okkurt er í væntu, sum dagarnir ganga Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í dag landa leirvíks trol ar- arnir Polarhav og Stjørnan 380.000 pund av upsa í Saltangará. Seinasta leygardag land- aðu Heykur og Falkur eisini í Saltangará. Teir høvdu um leið 485.000 pund til- samans. Á landingarmiðstøðini Kongshavn vita tey ikki við vissu, hvussu teir næstu dagarnir í hesi vikuni verða, men møguliga verður onkur landing aftrat, sum dagarnir ganga. – Skipini eru úti, og í næstu viku verður so í øll- um førum boð eftir land ar- unum aftur, siga tey á land- ingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará. Heykur og Falkur við stórari upsalast Í morgun hava Polarhav og Stjørnan landað í Saltangará Mynd: Vilmund Jacobsen Neyðugt við varsemi tá myrk skýggj hómast Fuglafjarðar býráð hevur samtykt fíggjarætlan fyri 2010 Mynd: Vilmund Jacobsen Fiskasølur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 150 tons av fiski. Miðalprísurin fyri øll fiska sløgini var samanlagt 13,61 krónur fyri kilo. Hægsti kiloprísur var 60 krónur, sum varð latin fyri sløk 500 pund av kalva 3. Størstu nøgdirnar vóru av toski 3 og 4. Talan var um tilsamans 57,7 tons, sum fóru fyri ávikavist 14,34 og 10,7 krónur fyri kilo. Besti toskaprísurin á Fiska marknaði Føroya í gjár var 23, 60 krónur fyri kilo, og hetta var fyri eina lítla nøgd av toski 1. 3,5 tons vóru av toski 2, sum fóru fyri miðalprísin 19,21 krónur fyri kilo. Nakað av hýsu var eisini í útboði á Fiskamarknaði Før oya í gjár. 26,8 tons av hýsu 2 fóru fyri miðalprísin 11,42, og 10,7 tons av hýsu 3 fóru fyri 9, 67 krónur fyri kilo. 150 tons seld á Fiskamarknaðinum