Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 230 - 1. desember 2009 viðmerkingar Siamesisku tvíburarnir í politiska lívi landsins hava ver ið á breddanum um viku skiftið. Radikalu sjálv­ stýrararnir í Fólka flokk in­ um heita á allar flokkar – eisini andstøðuna – um at bjarga sær burturúr egnum politikki. Illa skølsettir av sær sjálvum bíða teir langt­ andi eftir eini politiskari tilbúgving, sum fer í ac tión. Flokkurin hevur sitið í samgongu síðani 1996 – í áleið 13 ár – og síðani teir sleptu Tjóðveld­ inum, er almenni geirin vaksin við 80­100%´um, og teir hava samstundis við skattapolitiskum hunda­ kynstrum, alternativari jonglering í havfrøði og ongum vinnupolitikki førk­ að tjóðina fram til eitt hall, sum nú vegar um milliard­ ina á løgtingsfíggjarlógini. Eitt gap, eitt opið sár við skvatlandi bruna, sum skal fyllast aftur skjótast gjør­ ligt, nú skal í ovurmát lánast til nýtslu, og onki er eyðsýndari enn tað, at hend an samgongan ikki er virkisfør longur í so máta. Eitt er tað, at hon liggur í fullkomnum stjórnarloysi, løgmaður stjórnar nóg illa sær sjálvum, so ofta sum hann hevur broytt kós hes­ ar seinastu vikurnar í mál­ in um um karmin í ólavs­ vøkupakkanum, eitt annað og meira ræðandi er, at Poul Michelsen tosar um at steðga svansinum, og av ­ dúkar í Dimmalættingini, at m.a. partamaður hans­ ara, Jacob Vestergaard, hevur í kvittanum, at brúka Fiskiveiðieftirlitið sum val­ beitu á valinum komandi, nú hann ætlar at flyta stovn in til Suðuroyar og vinnumálaráðharrin í 8 av hesum árum – harra Djur­ holm – er farin í andstøðu til alt og øll. Aðrastaðni í hesi marg­ háttligu kringekju situr Javnaðarflokkurin illa heit­ in, tí abstinensirnar frá seinastu veljarakanningini hava ikki lagt seg enn. Guvubjølgar verða varpað­ ir upp ímóti skýloftinum, so hvørt sum góðu hug­ skotini renna á, men oftani eru teknini meira blekkj­ andi og ørkemlandi fyri móttakaran enn tey kennast skilvís og rættskaffin. Trup ult er at greiða seg burturúr tí veruleika, at heilt galið er tað gingið í Føroyum, síðani Javnaðar­ flokkurin tók við landsins leiðslu í 2004. Tað finnast hagtøl fyri hesum, sum ikki pella. Klassakampurin var blástur av úti á Svanga­ skarði fyri fýra árum síð­ ani, og nú verða royndir gjørdar at lansera ein nýggj an politikk, sum onkursvegna skal hóva øllum og serliga hinum siamesiska tvíburinum. Pensiónsreformurin er tað einstaka málið, ið er mest uppi á døgum. Polit­ isk ir vápnabrøður úr øllum flokkum hava staðið Eides­ gaard við lið í hesum stóra og komplexa máli í mán­ aðir, ein umbót, sum sjálv­ andi er ein vælferðar neyð­ turviligheit, ið fyri mong­ um árum síðani átti at verið ein veruleiki. Spurn­ ingurin er bara, hvussu lúturin í teimum ymsu kørunum skal fáast so javnur sum gjørligt – fyri ikki at lóggeva ein nýggjan stættarmun inn í tað før­ oyska samfelagið, nú áhugamálini eru so mong og víðfevnd. Vit, sum hava staðið á politisku áarbakkunum sporadiskt og eygleitt gongdina, meðan pensións­ umbótin er komin strúk­ andi oman undan Kongs­ varða, vita lítið og onki um hetta málið yvirhøvur. Tó tykist ikki at hava verið stór missætting í málinum, soleiðis at tað hevur borið við í almenna rúminum, og halda fakfeløgini í eitt nú Samtak, at hin heilaga grøv in er væl forvarað, nú tað gongur sum rótasúpan í korridorunum, at flokk ar­ nir eru avkláraðir og búnir til at skriva undir hesa meginsátt, so kennist tað heldur enn ikki obster­ nasigt, av einum leikmanni í so fløktum máli í grein­ ingum og útrokningum at mæla fyri munni um tað, sum kann stingast uppá sjálvt tann býttasta. Tó skal sigast, at er málið farið undir húðina og handan skallabeinini á einari leið soleiðis sum tað flýtir, so eri eg ræddur fyri, at politiska skipanin er farin í holt við at lóggeva eitt slag av vulgerari fascismu inn í geiran hjá føroyskum lønmóttakarum. Lóggivin verður ein nýggj­ ur stættarmunur, nú í pensiónshøpi, og hesaferð er tað Javnaðarflokkurin, teir ið skvisaðu sama hug­ tak úr politisku termino­ logi´ini, sum gongur á odda í stríðnum fyri at fáa eitt nýtt stættarstríð, hesa­ ferð ímillum tey ymsu fakfeløgini, alt eftir hvussu tey aktuelt standa í pen­ sións stafettini. Siamesisku tvíburarnir í Fólkaflokk in­ um tváa sær um hendurnar, glómurnar sum í einum bengalskum tikara, glans­ urin av enni og skallaloki vekir minnir um mannin, sum segðist brúka rúta­ puss, táið hann snøggaði sær útsjóndina til dagin, og teir dylja ikki fyri, at teir hava fingið tað, sum teir ynsktu. Skattalættarnir frá 2004­2008 endurspeglast nú í øðrum hami og ljósi. Fendarar og fríholt eru eisini endurnýtsla. Føroya Javnaðarflokkur. Higani og fram til 2019 – 10 tey næstu árini – skulu allir lønmóttakarar vera komnir upp á 15 % í pensiónsgjaldi. Í prinsipp­ inum er tað sjálvandi í lagi, men spurningurin er, hvussu fløkjan verður á arbeiðsmarknaðinum, táið tey sum longu hava rokkið hesi áseting fara spolandi avstað við størri og vaks­ andi lønarinntøku, ímeðan tey sum lítið og onki hava goldið til pensiónirnar frammanundan, í ringasta føri koma undir eitt so kolossalt trýst undir lønar­ samráðingum, meðan hend an 15% ásetingin skal røkkast, at tey í ringasta føri onga veruliga lønar­ hækking fáa hesi næstu 10 árini. Vil illa til, kann hon gerast negativ, alt eftir hvussu viðurskiftini laga seg. Gjógvin veksur, og tað tykist sum, at heilarnir aftanfyri pensiónsumbótina ikki hava skrúva uppá ein tann einasta solidariska sjunt á samfelags radiator­ inum undir prossessini fram til hendan dag. Teknikkurin hevur fingið takholt á politikkinum. Sum ikki er vorðið annað enn barnsliga langtanin eftir bara onkrum hissini bringuprýði. Seinasta mediastuntið hjá javningunum gekk fyri seg úti í Albert Hall. Fríggja kvøldið í Degi og Viku. Avráðingin um, at allir flokkar á tingi í felag skuldu leggja uppskotið fram, táið tað var borðbært, helt sjálvandi ikki, nú táið Eidesgaard, umgirdur av sínum fremstu riddarum, rúsaðir av ideologiskum albylum, langaði trumfin á borðið. Nú skuldu pensión irnar brádliga skattast við inngjaldingini heldur enn útgjaldingini. Danska heima stýrinum tørvar peningafæ í ólukkumát, íkomið av einum totalt miseydnaðum politikki síðani 2004, og ístaðin fyri at lekja sjúklingin við bráð neyðugum og heilsu­ bøtandi heilivági, leypur man elegant um borg, og umperiodiserar skattingina av nýggju pensións um bót­ ini. Ein nýggjur blokkur, sum fyllir nakað í gapandi tóma kjaftin millum land­ sins inntøkur og útreiðslur, men sum á ongan hátt broytir teir skeivu bygn­ aðir, tileggjanin dragnar sjálvandi, ið framhaldandi koma at liggja latentir undir búskapinum, haðartil alt fer í luftina næstu ferð. Hetta botnar alt í einari sjúkligari politiskari fatal­ ismu, har vónin um at tað helst fer at ganga onkurs­ vegna allíkavæl, hevur fingið takholt á sál, vitsku og heilamegi. Hugsjónin er heldur ongin barriera, hon er fokin fyri árum síðan. Men er hendan hugsanin ikki hugsanin um eitt rán frá lønmóttakarunum? Teimum sum hava goldið ørandi upphæddir av egn­ um peningi inn í eina akkumulerandi persónliga ogn? Rentan av tí upp­ hædd ini, sum nú verður skattað frá upphavið um bótarinnar, hvør eigur hana? Ella rættari, eigur politiska skipanin nú brádliga ein stóran part av hesi pensiónsuppsparing, sum ætlanin er at lóggeva fyri, og politisku vápna­ brøðurnir hjá Eidesgaard úr øðrum flokkum, hava teir fingið hetta at vita undir prosessini, og hvat siga fakfeløgini? Tað lysti meg at vita, hóast eg kann vera heilt avmarsjeraður í tí sum omanfyri er sagt, tí eg var og eri ikki partur av teimum, ið hava mannað losjuna á pensións par­ nassinum síðani tjóðar­ hátíðina í summar. “Flaggið fylgir flesk­ inum”, segði Per Hække­ rup, táið danir vóru farnir undir at lima seg inn í EEC, neyvan eru okkara javnaðarmenn so forbein­ aðir blivnir, at teir ætla at ræna stóran part av persón­ ligu pensiónsuppsparingini hjá føroyskum lønmóttak­ arum, bara fyri politiskan løtuvinning, nú egin ómegd arskriða er lopin oman yvir teir. Tað fer at spyrjast um livst. Nú tað ríður um endan á greinastubbanum, skal tann uggi tó verða fráboðaður, at Tjóðveldi onga endaliga støðu hevði tikið í málin­ um, sum landsstýris mað­ urin, ið varðar av hesum stórmáli, nú hevur fløkt uppí ein slíkan ellubita, at lítlar vánir eru fyri eini loysn, nú royndirnar av ABC­regiminum eru komnar at teimum mørk­ um, at bíðað verður bara eftir tí stóru politisku eksplosiónini um árskiftið komandi. Tað man helst vera longst sum best. Alternativið er ein landa­ stjórn, sum manar fram eina solidariska pen­ siónsskipan, ið setir sær fyri at lynna undir inntøku­ vøksturin umvegis veru­ ligari umbóting, eitt nú í fiskivinnuni, og sum setir sær sum greitt mál, við strongum aga, at gapandi kjafturin ímillum inntøkur og útreiðslur í fólksins kassa er teptur og tiptur eftir einum valskeiði. Hvør ið ætlar at hjálpa Tjóð­ veldinum, við hesi tjóðar­ bjarging undan ABC­ kollapsinum, fæst at vita, táið ein heilt nýggj politisk støða fyriliggur um skammari stund, enn tey flestu vita. So kaotiskur sum tilstandurin nú er vorðin. Tjóðin bíðar eftir einum politiskum siðaskifti, har uppgerðin við danska nalvastrongin stendur ovast á breddanum. Virka hálvthundrað túsund menniskju ikki fyri einum og sama máli, flyta seg eftir sama yvirskipaða fokus, býðst ikki í bøtur undir nøkrum umstøðum. Tað alternativið verður roynt í løtuni undir ræði Kaj Leo Johannesens. Flaggið fylgir fleskinum – pensiónsumbótin, stættarstríð og rán Tórbjørn jacobsen Anita á Fríðriksmørk og Tórbjørn Jacobsen úr Tjóð­ veldi hava lagt uppskot fyri tingið um at minka blokk­ stuðulin úr Danmark, so hann kemur niður á null í 2014. Við útvarpið sunnu­ kvøldið segði Anita á Fríð­ riksmørk: »Búskaparliga fyllir blokkstuðulin rætti­ liga lítið. Hann er bert 6 prosent av føroyska búskap inum«. Hetta er ikki fyrstu ferð, at fullveldisfólk seta tær gott 600 milliónir krónur­ nar, sum blokkstuðulin er árliga, upp móti bruttu­ tjóðarúrtøkuni, sum sigst vera á leið 10 milliardir. Ger man tað, so fær man talið 6 prosent – púra rætt! Men sum føroyskur vejari ógvist eg við, tá eg hoyri ein lim í løgtingsins fíggjarnevnd avdúka sína búskaparligu fávitsku á hendan hátt. Lat okkum fylgja eitt sindur upp upp á tað, Anitu sigur. Nettovirðið av føroyska ali­útflutninginum er farið at tátta upp móti 1 milliard árliga. Hetta er eitt ómeta­ liga stórt íkast fyri før­ oyska búskapin. Og netto­ virðið av øllum útflutningi tilsamans úr Føroyum liggur væl um einar 4 milliardir krónur árliga. Tá Anita sigur, at blokk­ stuðulin, við sínum 615 milliónum krónum, er 6 prosent av føroyska búskap inum, so má netto­ virðið av føroyska ali­ útflutninginum vera 10 prosent av føroyska bú ­ skap inum. Og nettovirðið av ØLLUM føroyskum útflutningi tilsamans má vera umleið 40 prosent av føroyska búskapinum. Herligur logikkur Sambært logikkinum hjá Anitu vil tað siga, at 54 prosent av føroyska bú ­ skap inum eru fullkomiliga óheft av, hvussu nógvir pengar koma inn í føroyska samfelagið frá útflutningi og blokkstuðuli! Fá lond eru so tengd at innflutningi sum Føroyar. Vit innflyta stórt sæð allar brúksvørur, og hópin av tænastum, hvørt ár. Virðið av hesum liggur væl eisini um einar 4 milliardir krón­ ur árliga. Fyri at kunna senda so nógvar peng ar av landinum, mugu vit hava pengar í landinum fyrst. Lat okkum nú ímynda okkum ta margháttligu støðu, at vit skóru blokkin niður á null, og at samlaða útflutningsvirðið, av ókend um orsøkum, kom niður á null eisini. Tá høvdu vit, sambært Anitu á Fríðriksmørk, framvegis havt lív í 54 prosentum av føroyska búskapinum, svarandi til 5,4 milliardir krónur! Kann Anita á Fríðriks­ mørk nú greiða okkum frá, hvar hesar 5,4 milliardirnar skuldu komið frá? Og hvussu skuldu vit goldið fyri allar innflutnings­ vørurnar? Eigur at vita betur Ein limur í fíggjarnevndini átti at vitað, at blokk stuð­ ul in er ein ráinntøka, har ein økt króna í blokk­ stuðuli ikki ‘bert’ svarar til eina økta krónu í bruttu­ tjóðarúrtøku. Har er ein multiplikatiónsfaktorur, sum Anita á Fríðríksmørk ‘gloymdi’ at taka við í samanberingina. Nógv framstandandi fullveldis­ fólk undan henni hava eisini gloymt hetta. Hetta eru tey, sum ganga á odda fyri at fortelja okkum før­ oyingum, at vit »saktans kunnu klára okkum uttan pengar úr Danmark«. Eg havi ongantíð hildið, at tað stóð serliga væl til við búskaparligum viti og skili millum hesi fólk. Men at tað stóð so illa til, hevði eg ikki trúð. Veit Anita ikki betur? Hilmar simonsen