týsdagur 1. desember 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 1. desember 2009
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Paulina Larsen, fødd Hammer ættað úr Hald
arsvík, búsitandi á Lollandi í Danmark andaðist í
heiminum hósdagin, 72 ára gomul.
Karen Nielsen Odense, fyrrverandi trúboðari á
Sandoynni, vanliga nevnd Karin hjá Kurt,
andaðist fríggjadagin. Jarðarferðin verður hósdagin
kl. 14 úr Bykirken, Østergade 57-59, 5000 Odense.
Andlát og jarðarferðir
Vit hava mist eina fyri-
mynd.
Sum
nærmasti
beiggi, hava vit fylgst ein
stóran part av lívinum. Og
eftir siti eg við minnum
um lítlabeiggja, sum eina
stóra fyrimynd. Løgið at
hugsa sær, tí eg havi altíð
bilt mær inn at fyrimyndir
vóru eldri enn eg.
Á hansara lívsferð, tá
hann bleiv maður, og fekk
familju og børn; mentist
hann nógv. Familjan bleiv
hansara eitt og alt, og
hansara ferð sum familju-
maður bleiv ein ferð yvir
friðarlig dýpi. Har dýpi og
veldigar víddir eru hav og
aftur hav.
Sum unglingi var hann
sum unglingar flest. Hann
sigldi ofta á sløttum sjógvi,
men fírdi ikki fyri at leggja
seg uppat har tað rak hart,
og aldurnar kundu gerast
hvassar.
Sum barn, var hann altíð
so hjálpsamur, og gjørdi
ikki nógv burturúr sær
sjálvum. Hann spældi í
fjøruni niðanfyri heimið,
har var grunt og góður
sandur at vassa í. Gekk og
leitaði eftir tí, sum kom
rekandi av havinum.
Eitt kinesist orðafelli
kom aftur og aftur til mín í
sorgini ”gevst við bønini,
og ger tað góða”. Og tað
er serliga seinna helvt av
hesum orðatakið, sum eyð-
kendi hann. Hann royndi
altíð at gera tað góða, og
ikki minst geva eina hjálp-
andi hond. Hoyrdi einaferð
ein svág siga skemtandi, at
hann kundi ikki fara fram-
við við trillibøruni; so
kom Hilbert út við spakan-
um í hond.
Ein klókur maður segði
einaferð, at tað krevst ein
heil bygd at uppala eitt
barn. Og á Viðareiði eru
fyritreytirnar góðar við tí
samanhaldi, sum er í
bygdini. Vit sum komu úr
Vestmanna, merktu at øll
bygdin var saman um jarð-
arferð og ervið. Tað skulu
øll á Viðareiði eiga stóra
takk fyri.
Og at enda vilja eg takað
til eitt annað kinesist orða-
felli, ”Bønir broyta ikki
veruleikan.
Nei,
bønir
broyta
menniskju,
og
menniskju broyta veruleik-
an”, So mín bøn fer til øll
sum hava ábyrgd av okkara
bjargingar tilbúgving.
Má Harrin styrkja teg
Rannvu og børnini í tíðini
frameftir. Eina lítla troyst
finna vit í orðunum hjá
Jóannes Patursson; ”Komi
børn mín føvning í, har er
trygd úr øllum váða, Harr-
in best kann forløg ráða”.
Hvíl í friði.
Magni
Minningarorð um
Hilbert Martin Blástein
Føddur 16.11.1979 – Andaðist 12.11.2009
Dagurin
1. desember. Arnaldur. Er eitt av teim elstu nøvnunum í halgramanna tali, tað er eitt sindur tvørligt at fáa skil á,
hvør hesin Arnaldur hevur verið. Fleiri við sama navni verða nevndir, og teir flestu halda, at her verður sipað til ein
franciskanaramunk, sum fór til Kina í 1303 sum trúboðari. Navnið er gamalt týskt, sett saman av arn, sum merkir
ørn og wald, ið merkir tað sama sum føroyska orðið vald ella hersi.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Diamantbrúðleyp
Fríggjadagin 4. des. hava Kirsten og Daniel Næs, Hvalba,
diamantbrúðleyp. Tey, sum vilja heilsa uppá diamantbrúðarparið
eru vælkomin hjá Monu og Eliesar, Toftavegur 15, frá kl. 14-
19.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 5. des. kunnu hjúnini Edith og Páll Klettskarð,
í Haraldssundi, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Haraldssundi í millum kl. 12 og 17. Tey, ið
vilja gleðast saman við okkum, eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Sunnudagin 18. okt. høvdu Birgit og Hanus Hansen, klaksvík,
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 12. des. kl.
19 í Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast
saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at
siga frá á tlf. 227479 ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@
post.olivant.fo áðrenn 3. des.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 1. des. hava hjúnini Andra og Hjørleif Zachariassen,
Streymnes, silvurbrúdleyp. Tey verða burturstødd.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 29. des. halda við bæði, Pálin og Henry Olsen,
Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við
veitslu í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða
okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella
223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry-o@
olivant.fo ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember.
Brúdleyp
Fríggjadagin 4. des. kl. 10 giftast í Sørvágs kirkju, Tórgun
Jørleifsdøttur úr Sørvági og Hans Petur Lamhauge av Skála.
Dagurin verður hildin í missiónshúsinum Libanon í Sørvági frá
13-17, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 2. januar 2010 giftast í Sjóvar kirkju Anna
Petersen av Strondum og Pauli G. Hansen av Skála. Vælkomst
verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl 18. Tey, ið ynskja at gleða
okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á
tlf 591486/447257 (Anna) ella 594323/441323 (Pauli) innan
15.desembur.
merkisdagar
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá mamma,
omma og langomma okra
Magdalena Ellendersen
Tvøroyri
andaðist og varð jarðað.
Takk til Suðuroyar Ellis- og Røktarheim, og tykkum,
sum fylgdu henni til hvíldar.
Takk fyri gávur, blómur, kransar og aðra hjálp,
ið veitt varð.
Heilsan
Jensa, Sonny og Demmus
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum sýndu samkenslu og
stórt hjálpsemi, tá elskaða dama, dóttir, ommudóttir,
systir og mostir okkara
Margretha Haraldsdóttir Jensen
Sandi
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri vitjanir, heilsanir, blómur, kransar og
pening til upplýsing um CTD.
Tøkk fyri góð orð í kapellinum og kirkjuni.
Tøkk til sangarar, berarar og kirkjutænarar.
Tøkk tit, ið bakaðu og hjálptu okkum í
heiminum og við ervinum.
Tøkk øll tit mongu, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Sammi, Harald, Fridrikka,
Tórgerð, Hjørdis og Katrin