týsdagur 1. desember 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 230 - 1. desember 2009
Mikudagin 2. desember verður
ein kendur føroyingur 90 ár. Hetta
er Dánjal Pauli í Búðini av Velba
stað.
Foreldrini hjá Dánjal Paula
vóru Jensia, fødd Lisberg, ættað
úr Fámjin, og Jóannes Danielsen.
Jensia var systir Jens Olivur
Lisberg, “faðirin” at Merkinum.
Jóannes átti eina systir, Sigga.
Hon giftist við Tróndi Olsen úr
Nólsoy.
Sysktini vóru Jenny f. 1921,
Sigga f. 1923, Olavus f. 1927 og
Súsanna f. 1936. Súsanna var bert
10 á gomul, tá ið hon doyði av
tuberklum. Dánjal Pauli og Sigga
eru tey av systkjunum, sum eru
eftir á lívi.
Dánjal Pauli gekk í skúla á
Velbastað hjá Karin Samuelsen,
sum er kend sum ein framúr
lærari. Hon var lærari á Velbastað
19251945.
Dánjal Pauli kom skjótt at læra
lívsins álvara at kenna. Pápi hans
ara kom til skaða, og Dánjal Pauli
mátti longu sum 910 ára gamal
taka upp á seg bóndaarbeiði á
garðinum.
Seinni fór hann á búnaðarskúla
á Hvanneyri í Íslandi, har hann
var árini 194446. Meðan hann
var burtur máttu mamman, systr
arnar og beiggin Olavus taka
tyngsta takið við garðinum.
Á
búnaðarskúlanum
lærdi
Dánjal Pauli eisini at mjólka. Í
Føroyum var tað soleiðis, at mjólk
ing var konufólkaarbeiði, sum var
undir verdigheitina hjá monnum
at gera!
Komin heim aftur fer Dánjal
Pauli at nútímansgera garðin. Hann
fór tá at byggja súrhoyggjbrunnar
og fekk sær mjólkimaskinur, sum
jú alt lætti ótrúliga væl um.
Men fyri tað var tað ivaleysa
strævið. Garðurin er seks merkur.
Hann hevði 160 áseyðir. Tey
høvdu 1015 mjólkineyt, og sjálvt
við nútimansgering gav hetta
nógv arbeiði, eisini við hoygging.
Tað var bæði hoyggjað á Velbastað
og í Havnardali, sum varð dyrkað
ur í 1960. Mjólkin varð send til
Havnar við bili. Men viðhvørt
kundi kavi liggja leingi. Útgerðin
til kavarudding var ein spaki, og
hann munaði ikki nógv. Tá mátti
mjólkin fara til Havnar við rutu
bátinum. Hon varð í árabáti førd
út til gomlu Rituna, tá hon kom
framvið.
Tað komu nógv fólk til húsið í
Búðini. Her var millum annað
støðin hjá Hestfólki, tá ið tey fóru
til Havnar. Fyrst var at koma inn
til Velbastaðar við báti. Inni í Búð
ini fingu tey ein snaps, sum gav
teimum áræði at ganga tann góða
tíman, tað tók til Havnar.
Dánjal Pauli giftist tveir dagar
eftir sín 30 ára føðingardag, tann
4. desember 1949, við Helene
Marie, vanliga kallað Hella, Jacob
sen. Hon var dóttir Marin og
Meinhard Jacobsen, sum búðu í
Konradsbrekku. Ein beiggi Hellu
var rithøvundurin Jørgen Frants
Jacobsen.
Her kann eg loyva mær at
skoyta uppí, at tey búðu í granna
lagnum hjá mammu míni, Lisu
hjá Pola. Mamma og Hella vóru
nakað javngamlar. Tær spældu
saman sum børn og vóru vinir alt
lívið. Hetta sigur nakað um
trúfesti. Í hesum grannalagi búgva
ættirnar nú í fjórða ættarliði.
Tey bæði fingu Súsannu, sum
sigst at vera røsk at ganga á fjall,
men sum ikki vildi vera bóndi. Tí
er tað nú Súsanna, dóttir Olavus,
sum hevur tikið garðin. Tær báðar
eru uppkallaðar eftir fastrini við
sama navni, sum doyði so ung.
Súsanna hjá Hellu og Dánjal
Paula eigur Amaliu, sum er lækni.
Hon giftist beint undan ólavsøku
við Høgna Heinesen úr Klaksvík.
Dánjal Pauli og politikkur
Longu sum heilt ungur var Dánjal
Pauli hugtikin av Jóannes bónda,
sum hann eisini kendi, tí teir búðu
í somu sókn. So sjálvstýrishug
sjónin hevur alla tíð ligið framma
laga hjá Dánjal Paula. Men
mamman Jensia var upprunaliga
sambandsfólk. Tað tók nógva tíð
at sannføra hana um, at sjálvstýri
nú var tað rætta!
Dánjal Pauli hevur tískil mest
sum altíð verið virkin í fólkaflokk
inum. Ì 1974 hendi tað fyrstu
ferð, at samgonga varð skipað
millum tjóðveldisflokkin, javnað
arflokkin og fólkaflokkin við Atla
Dam sum løgmanni. Tá gjørdist
Dánjal Pauli annar av landsstýris
monnunum hjá fólkaflokkinum
saman við Demmus Hentze.
Hetta var eitt landsstýri, sum
framdi nógvar nýskipanir. Eitt av
málunum hjá Dánjal Paula var, at
øll skuldu fáa somu prístalsviðbót.
Undan tí fingu fastlønt hesa viðót
í prosentum, meðan tímalønt
fingu hana í oyrum pr. stig. Tey
fastløntu fingu tískil størri endur
gjald enn tey tímaløntu, tá ið t.d.
prísurin á breyði fór upp. Hetta
kann tykjast at vera ein sjálvfylgja
í dag, men var tað ikki tá.
Onnur mál Dánjal Pauli fekk
frá hondini var byggingin av Norð
urlandahúsinum og Landsbóka
savninum.
Hann hevur altíð havt áhuga
fyri norðurlendskum samstarvi.
Fyri sítt virki á hesum øki fekk
hann í 1994 “Letterstedts nordiska
førtjänstmedalj.”
Í øðrum førum var Dánjal Pauli
frammanfyri sína tíð. Sum tá ið
hann vildi hava píkar á dekkum
bannaðar. Hetta skapti nógv orða
skifti, og uppskotið varð eisini
gjørt til láturs. Men eftirtíðin hev
ur givið Dánjal Paula púra rætt!
Nú verður ásannað, at píkar slíta
vegirnar óneyðuga nógv, og at tað
ber væl til at koyra trygt í hálku á
annan hátt.
Maggi Gunnarsson á Sosialinum
hevur eina stuttliga søgu í sam
bandi við píkar. Dánjal Pauli kom
ein dagin inn á verkstaðið, har
Maggi arbeiddi, við bilinum
punkteraðan. Tá vísti tað seg, at
hann hevði koyrt á ein pík. Tað
helt hann nú vera lagnunnar spei
semi! At júst hann skuldi punktera
av einum píki. Dánjal Pauli sat í
landsstýrinum í seks ár.
Dánjal Pauli hevur eisini verið
við í mongum øðrum almennum
størvum. Í 1957 varð hann valdur
í jarðarráðið. Her sat hann til
hann í 1975 fór í landsstýrið, tey
flestu árini sum formaður. Tá
mátti hann eisini leggja frá sær
starvið sum formaður í umboðs
nevndini hjá SEV, sum hann tá
hevði havt í 12 ár. Eisini hevur
hann verið limur í sjónvarpsnevnd
ini og brunatryggingini.
Aftaná at vera farin úr lands
stýrinum varð hann í 1980 valdur
at umboða Føroyar í nevndini fyri
Norðurlandahúsið, og eigur hann
sín part av tí týdningi, sum hetta
hús hevur havt fyri Føroyar. Hett
starv hevði hann fram til 1998.
Sigast kann, at Dánjal Pauli
hevur gjørt sítt til at menna hetta
samfelagið. Hann er sera vitandi,
fryntligur og fyrikomandi. Tí hev
ur tað altíð verið hugaligt at hitta
hann og fáa eitt prát. Eirikur á
Sosialinum fortaldi, at einaferð
hevði hann hjálpt Dánjal Paula, tá
hann var koyrdur fastur í bilinum.
Nakað seinni kemur Dánjal og
stingur honum ein bógv! Hetta
sigur eisini nakað um mannin.
Teirra heim stóð opið fyri øllum,
og mong eru tey, ikki minst
útlendingar, sum eru komin inn á
gólvið og hava sitið væl.
Seinastu árini eru sporini farin
at tyngjast, og fyri hálvum øðrum
ári síðani fór Dánjal Pauli á
Lágargarð.
Hiðani verður ynskt honum
hjartaliga tillukku við hesum stóra
føðingardegi.
ó.
Dánjal Pauli í Búðini 90 ár
Her er Dánjal Pauli júst blivin abbi. Hann situr undir lítlu Amaliu, meðan
Súsanna, mamman, og Hella, omman, standa aftanfyri
nøvn
Jensia í Búðini við trimum av børnunum f.v.: Jenny, Dánjal Pauli og Sigga