Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 1. desember 2009 17 tíðindi Myndir: Jan Müller Fríggjadagin 27. novembur læt fyrsta minnisframsýn­ ingin við Ingálvi av Reyni upp í Listaskálanum. Á framsýningini eru fleiri verk hjá Ingálvi sum m.a. eru lánt frá stovnum og priv­ atum í Føroyum, umframt høvuðsverk ið eru lánt frá Statens Kunstfond, Sønder­ jyllands Kunstmuseum, Randers Kunstmuseum og Vejle Kunstmuseum. Listfrøðingurin Mikael Wivel dr.phil. hevur í sam­ bandi við framsýningina skrivað bókina ”Ingálvur av Reyni 1920­2005 – Svartur og villur” sum er um lista­ mannin. Bókin, sum er á donskum, føroyskum og enskum, er 288 síður við hóp­ um av myndum. Tað var Mikael Wivel sum setti fram­ sýningina, og Heðin Morten­ sen, borgarstjóri, helt røðu. Framsýningin letur í fyrstu atløgu aftur sunnu­ dagin 20. desembur 2009, men heldur síðan fram týs­ dagin 5. januar 2010 og end­ ar sunnudagin 28. februar 2010. Framsýningin fer síð­ an víðari til Kastrupgaard­ samlingen og síðan til Vend­ syssel Kunstmuseum. Nógv fólk vóru komin saman í Listaskálanum hend­ an dagin, bæði listafólk, polit­ ikarar og familjan hjá Ingálvi av Reyni. mg Stórsligin framsýning í Listaskálanum Elsa av Reyni saman við børnunum: f.v.: Heri, Eyðun, Árni, Inga og Ása. Málningurin er ein sum ongantíð varð gjørdur liðugur og eitur Skitsa Elsa við einum av málningunum hjá Ingálvi Elsa prátar við Mikael Wivel, sum hevur skrivað bókina um listamannin Líggjas Joensen og Torbjørn Jacobsen á framsýningini Jógvan Arge, býráðslimur, Heðin Mortensen, borgar­ stjóri og Helgi Fossádal, leiðara á Listasavni Føroya