Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. desember 2009 – Nr. 230 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. desember 2009 Newell’s Old Boys hevði í hygg ju at skriva sáttmála við Lionel Messi, men teir høv du ikki ráð at gjalda fyri við gerð ina fyri vakstrar- sjú ku hansara. Tí endaði mað ur in, sum sjálvur Ma ra - do na hevur kalla tann nýg gi Maradona, í Barce lona Í gjárkvøldið stóð greitt, at Lionel Messi er ársins fótbóltsspælari í Euro pa í 2009. Enntá við methøgum at kvøðutali, har hann fekk 473 av teim um 480 stigunum, sum kundu fáast. Men sum við so nógvum vøkrum ævintýrum, so var tað um reppið, at Messi ongan tíð gjørdist fót bólts­ spælari. Tað er framvegis eyðsæð, at Messi ikki er serliga høgur av vøkstri, men sum smádrongur hótti hetta við at steð ga fótbóltsleiðini, hóast evnini við leðurkúluni vóru eyðsýnd. 11 ára gamal fekk hann staðfest eina hormon­ og vakstrarsjúku, og hend an kravdi eina kostnaðarmikla við gerð. Í Argentina hevði hann fram til tá spælt við lokala felagnum, Grandoli, har pápi hansara var venjari. New­ ell’s Old Boys var eitt av feløg u num, sum hevði lagt fótbóltsevnini til merk is, men hóast sáttmálin var til reið ar at skriva undir, so hevði felag­ ið ikki ráð at rinda fyri sjúkr a við­ gerð ina, sum kostaði $900 um mánaðin. Tað var tó ikki ein upphædd, sum nervaði spanska Barcelona tað allar­ mins ta. Har hevði ítróttarstjórin, Carles Rexach, eisini lagt til merkis stóra talentið, og tá Messi hevði skyld fólk í Catalonia, bar til at fáa uppi halds loyvi til húskið, sum so leið is flutti til spanska stórbýin. Ein avgerð, sum Barcelona als ikki hevur havt nakra orsøk at angra. Longu legenda So skjótt, sum hann hevði aldur til tess, spældi hann við B­liðnum hjá Barce lo na, og eftir bara fimm dystir á hesum, var hann til reiðar at spæla fyri besta liðið, sum tann 16. nov em­ ber spældi venjingardyst móti Por­ to. Tá var Messi 16 ár og 145 dagar gamal, og fyrsta almenna dystin fekk hann 11 mánaðir seinni, tá hann gjørdist yngsti spælarin, sum hev ur spælt í La Liga fyri Barcelona. Eitt met, sum liðfelagin, Bojan Krkíc tó síðani hevur tikið. 1. mai 2005 gjørd ist hann eisini yngsti mál­ skjúttin í søguni hjá Barcelona. Eisini het ta metið er tó síðani tikið av Krkíc, men tá tað hendi, var tað sjálv­ an di eftir assist frá Messi sjálvum. Og síðani hevur hann støðugt ver ið millum mest eyðsýndu spælar ar nar hjá Barcelona. Í 2005/06 gjørd ist talan um sjey mál í 23 dyst­ um, áðrenn ein vøddaskaði sendi hann út á beinkin í einum kapp ing­ ar ári, har Barcelona vann bæði La Liga og Champions League. Í 2006/07 var leiklutur hansara enn meira eyðsýndur. Talan gjørdist um 14 mál í 26 dystum, men 11 av hes um komu í seinastu 13 dystu­ num, og við einum hattrick ímóti Real Madrid skrivaði hann seg av álv a ra inn í hjørtuni hjá við halds­ fólk unum hjá Barcelona. Árið eftir var Messi av álvara á veg móti heimstindunum. Tí einu vikuna megnaði hann til dømis at skora fimm mál upp á eina viku, og tá árið var av, stóð Messi bara aftan fyri Ronald in ho í atkvøðugreiðsluni um gylta bóltin hjá France Football. Eftir at Ronaldinho var farin úr felag n um undan 2008/09, stóð Messi við 10­talinum á rygginum. Kanska ein stór ábyrgd, men við støðug um avrikum í top­klassa, lat Messi ongan iva vera um, at hann var maður at lyfta uppgávuna. Tilsamans skoraði hann 38 mál í 51 dystum fyri Barcelona. Hann skor aði tvey av málunum, tá Real Ma d r id varð eyðmýkt við 2­6 tapi á heima vølli. Hann var toppskjútti í Champions League, har hann skor­ aði næsta málið í finalusigrinum móti Manchester United. Hann varð kosin UEFA Club Forward og UEFA Club Footballer, og við Barcelona vann hann eina søguliga Treble. La Liga, Copa del Rey og Champions League. Messidona Seinastu 15 árini hevur ein og hvør argentinskur spælari við fót bólts­ evn um út yvir tey vanligu upplivað at verða eyknevndur tann nýggi Mara dona. Lága vakstrarlagið og vandamikla vinstra beinið gjørdu sjálvandi sítt til, at Messi alt fyri eitt fekk hetta stemplið á seg. Og vónirnar til hans­ ara minkaðu ikki, tá Maradona sjálv­ ur segði, at Messi var tann einasti spælarin, sum hann helt vera ver­ dug an at lyfta arvin sum nummar 10 á argentinska landsliðnum. Og tvær hendingar í 2006/ 07­ kapp ingarárinum gjørdu ei sini sítt til, at hann tíðum verður nevndur Messi dona. Onnur hendingin kom tann 18. apríl í 2007, tá hann skoraði tvey mál Getafe í hálvfinaluni í steypa kapp­ ingini. Annað av hesum var nevnliga átøkt málinum, sum Maradona skoraði móti Onglandi í 1986, og sum seinni hevur fingið heitið “aldar innar mál”. 62 metrar frá málinum (sama fjar­ støða sum hjá Maradona móti Ong­ landi) fekk Messi bóltin. Eins og Mara don á sinni, snýtti hann seks spæl ar ar á vegnum, og tá málverjin sum tann seinasti av hesum varð rund að ur skoraði Messi úr mest sum sama vinkli. Og eins og Mara­ dona gjørdi tað 21 ár framm an und­ an, rann Messi til hornaflaggið at feira málið, sum liðfelagi hansara, Deco, segði vera tað besta, sum hann nakran tíð hevði sæð. Men tað var ikki alt. Móti Espanyol hevði hann stutt undan hesum gjørt eitt mál, sum líktist neyvt hin­ um málinum, sum Maradona gjørdi móti Onglandi. Espanyol­málverjin, Carlos Kameni, helt seg hava tamar­ hald á støðuni, men Messi stakk hond ina upp í nevaði bóltin í málið, uttan at dómarin legði hetta til merk is. Enn restar tó HM­heitið, áðrenn Messi veruliga kann sammeta seg við Maradona. Og fleiri vilja helst vera við, at Argentina í undan kapp­ ing ini hevur verið alt annað enn á líkt einum komandi heimsmeistara. Søgubøkurnar siga tó, at Mara­ dona og hansara menn høvdu ser­ stak liga trupult við at vinna seg til enda spælið í 1986. Ikki fyrr enn í seinas ta undankappingardystinum varð HM­luttøkan tryggjað, og Car l­ os Billardo hekk í sera klønum tráð, tá farið varð til HM. Sjálvur er Billardo nú hjálpar mað­ ur og ráðgevi hjá argentinska lands­ liðs venj aranum. Hesin er eingin mæt ari enn Diego Maradona, og á vølli num hevur hann ein lítlan lám við 10­talinum á rygginum. Nevnliga Lionel Messi, sum – um nakar – er mað urin, sum kann gera Argentina til heimsmeistara. Sjúka gav Barcelo jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk