týsdagur 1. desember 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 1. desember 2009 – Nr. 230 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Barcelona dominerar
Við 473 av 480 møguligum stigum, er Lionel Messi greiðasti
vinnarin í søguni hjá Gylta Bóltinum hjá France Football. Honum á
baki komu Cristiano Ronaldo (233), Xavi (170), Andres Iniesta (149)
og Samuel Eto’o (75). Sostatt spældu fýra av teimum fimm bestu við
Barcelona, tá liðið í summar vann Champions League-finaluna móti
Manchester United. Og so skuldi verið óneyðugt at nevnt, at tað var
Lionel Messi, sum við høvdinum skoraði seinna málið í tí dystinum.
Írland vil verða nummar 33
Írar vilja framvegis ikki góðtaka, at teir máttu lúta fyri hondini hjá
Thierry Henry, tá Frakland vann seg víðari til HM-endaspælið. Nú
hevur Írland søkt FIFA um loyvi at gerast land nummar 33 í
HM-endaspælinum, sum annars bara telur 32 lond. – Eg leggi
sjálvandi málið fyri eksekutiv-nevndini hjá okkum, men ganga vit
umbønini hjá Írlandi á møti, mugu vit eisini finna pláss til Costa Rica,
sum mátti lúta fyri avgerandi dómaramistaki í sínum play-off dysti
móti Uruguay, sigur FIFA-forsetin, Sepp Blatter.
na talentið
Fakta
Navn:
Lionel Andrés Messi
Føddur:
24. juni 1987 í Rosario, Argentina
Hædd:
169 cm
Troyggjunr.:
10
Spælt sum vaksin
Barcelona:
179 dystir/91 mál
Argentina:
41 dystir/13 mál
Vunnið
La Liga:
3 (2004/05, 2005/06, 2008/09)
Copa del Rey:
1 (2008/09)
Supercopa de Espana:
3 (2005, 2006, 2009)
Champions League:
2 (2005/06, 2008/09)
UEFA Super Cup:
1 (2009)
U-20 World Cup:
1 (2005)
OL-gull:
1 (2008)
Persónligt
U21 European Footballer of the Year:
2007
Toppskjútti í U20-HM:
2005
Besti spælari í U20-HM: 2005
Copa America, stjørnuskot:
2007
Ársins spælari í Argentina:
2005, 2007
FIFPro Special player of the year:
2006/07, 2007/08
FIFPri Young player of the year:
2005/06, 2006/07, 2007/08
World Soccer young player of the year: 2005/06, 2006/07, 2007/08
Besti útlendingur í La Liga:
2006/07, 2008/09
Besti miðamerikani í La Liga:
2006/07, 2008/09
FIFPro World XI:
2006/07, 2007/08
UEFA ársins lið:
2007/08
FIFA ársins lið:
2008
Champions League toppskjútti:
2008/09
Trofeo Alfredo Di Stéfano:
2008/09
UEFA ársins áleypari:
2008/09
UEFA ársins spælari:
2008/09
LFP ársins spælari:
2008/09
LFP ársins áleypari:
2008*09
Onze d’Or:
2009
Ballon d’Or:
2009
Tað var eingin ivi, tá France Football taldi saman
atkvøðurnar um, hvør er besti spælarin í Europa í 2009.
Lionel Messi setti met við 473 av 480 møguligum stigum
Mynd: Polfoto/AP