Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 231 - 2. desember 2009 Í síni proceduru segði Jens Wang, at Tony Paris hevði sett alt í váða fyri at koma til Føroya at hjálpa KÍ, og at eingin var í iva um, hvørjar treytir og hvørki krøv venjarin setti til leikararnar og leiðsluna framman undan SAKARMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hann sat í einum góðum og tryggum starvi sum fótbólts­ venjari á stórum universiteti við upp til 14.000 næming­ um um dagin harav 2.000 búgvandi. Við síðuna hevði hann venjarastarv hjá felagnum St. Pete Raiders, nakað, sum fór fram í størsta forstáilsi við universitetið. Hann var tryggjaður fyri lívið, og hevði enntá bæði tryggingar og pensjón. Kortini valdi hann at taka møguleikan við KÍ. Sambært sakføraranum gjørdi Tony Paris púra greitt, hvat hann kravdi av leikarum og leiðslu og fyri tað eisini av sponsorum. Tað varð alt lagt fram á einum fundi í býráðshøllini í juli 2005, og tað varð góðtikið av øllum pørtum. Hann hevði fingið tryggja sær, at lønin í minsta lagi var á sama støði sum heima í Florida, sjálvt um tað merkti eina størri grundløn í Føroyum. Men ein stór útskifting var farin fram í KÍ og feløgunum rundan um frá tí, at sáttmálin varð undir­ skrivaður í august 2005 og til Tony Paris tók við starvinum í februar 2006. Jens Wang vísir á, at venjarin metir lítið skil vera á nýggju nevndunum og er ógvuliga ørkymlaður. Alla staðni rennir hann seg inn í ein múr. Hann hevur ofrað alt fyri KÍ, men KÍ vil eftir øllum at døma bara av við hann, sigur Jens Wang. Hunddálkaður Nú metir S/pf KÍ, at tá sáttmálin liggur hjá S/pf KÍ Fyriskipan, sum langt síðani er farið á heysin, hevur Tony Paris onga samráðingarstyrki, so nú er lag á manni at siga venjaran úr starvi, procedurerar Jens Wang. Hann sigur, at dugnaligi venjarin nú hevur fingið navn sítt hunddálkað við tí úrsliti, at tað ikki hevur bor­ ið til at fingið annað nær líknandi líka gott starv aftur, eftir at hann er komin heim aftur til USA, við stórum fíggjarligum avleið­ ingum sum fylgi. Síðani vísti hann aftur øllum ákærum móti Tony Paris. Tað verið seg samstar vstrupulleikarnar, sum – um nakrir vóru – stavaðu frá, at KÍ ikki helt sáttmálan og Tony Paris tískil gjørdi vart við hetta. Jens Wang førdi eisini fram dokumentatión fyri, at venjarin hevur leikt við Ipswich Town á ungdóms­ støði, millum annað við lið­ mynd har Tony Paris var á saman við fleiri seinni kendum leikarum. Eisini førdi sakførarin fram, at svarið hjá Tony Paris um sáttmálan hjá Høgna Madsen, var tikin út úr samanhangi, og at úttal­ ilsi hansara í Dimmalætting 15. mai 2007 tí vóru sonn. Óuppsigiligur Hann dró aftur á tað, sum hann hevði víst á allan dagin í rættinum, hetta, at tá nevndin í S/pf KÍ fann útav, at KÍ hevði yvirtikið sáttmálan frá 2. august 2005, sum S/pf KÍ Fyr iskip­ an hevði við Tony Paris. Og tá hendi eitt hamskifti. Jens Wang vísir til ein mail frá Aksel V. Johannesen dagfestur 24. mai, har táverandi formaður í S/pf KÍ staðfestir, at sáttmálin ikki kann uppsigast fyrr enn í fyrsta lagi 1. januar 2008 við seks mánaða freist, og at endurgjaldsupp­ hæddin er 160.000 dollarar, men hann bjóðar 50.000 dollarar í endurgjaldi. Hann metti, at rætturin átti at leggja upprunaligu grundgevingarnar fyri uppsøgnini, nevniliga vána­ ligu úrslitini, til grund. Hóast talan fysiskt er um tvey skjøl helt sakførarin seg kunna staðfesta, at talan í veruleikanum var um ein sáttmála. Men tá ið S/pf KÍ ongantíð hevði yvirtikið nakran sáttmála frá undan­ farna felagnum, hevði felagið heldur ongan rætt at siga venjaranum úr starvi. At enda vísti Jens Wang til líknandi sakir, har dómarnir gingu hansara sak til vildar. Ofraði alt fyri KÍ Verjin hjá KÍ, Jógvan Elias Winther Poulsen, helt ikki grundarlag var fyri at døma KÍ, og skuldi tað endiliga vera, átti tað bert at gerast til eitt slag á fingrarnar SAKARMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hann byrjaði við at vísa á, at talan greitt var um tveir ymiskar sáttmálar, og at Ítróttafelagið KÍ bert hevði yvirtikið annan teirra, nevniliga tann, ið varð undir­ skrivaður 2. august 2005 frá S/pf KÍ Fyriskipan. Hin sáttmálin frá 18. august hekk mest sum í leysari luft, tó at S/pf KÍ hevur arbeitt út frá honum. Jógvan Elias Winther Poulsen setti eisini spurning við trúvirðið hjá Tony Paris, tá hesin pástóð, at hansara heiti sum CEO hjá felagnum í Florida bert var proforma, tá tað so ítøkiligt stóð, hvørjar hansara uppgávur hjá felagnum vóru. Hann vísti eisini til frá­ greiðingina um, at Tony Paris hevði gingið handan bakið á stjóranum so javnan. Sakførarin staðfesti eis­ ini, at venjarin beinleiðis hevði sagt ósatt í umrøddu greinini í Dimmu 15. mai 2007. Eitt heilt sentralt punkt í proseduruni hjá Jógvan Elias Winther Poulsen var heimasíðan hjá St. Pete Raiders, og at Tony Paris í maili frá februar 2007 hevði kallað seg CEO (forstjóri) í felagnum, eins og hann hevði sagt seg vera tøkan til mánaðarligar telefonfundir eins og til ráðgeving døgnið runt. Hetta helt Jógvan Elias Winther Poulsen vera greitt prógv fyri, at Tony Paris hevði arbeitt fyri onnur enn KÍ, og tískil hevði brotið sáttmálan. Ein av allartýdningar­ mestu spurningunum, sum dómarin, Jóannes Madsen, skal taka støðu til, er nevni­ liga, um grundgevingin fyri uppsøgnini er í tráð við sáttmálan. Sogið KÍ nóg mikið Sakførarin segði, at sáttmál­ in frá 2. august er einasta skjal, sum KÍ kann fyrihalda seg til, og tá hann einki nevnir um húsaleigu er tað púra burturvið at seta krav fram móti felagnum um húsaleigu. Eitt annað, sum hann eisini metti hava stóran týdning fyri eitt møguligt endurgjaldskrav, var, at for­ maðurin í St. Pete Raiders váttar, at felagið beinan­ vegin, sum Tony Paris kom aftur til USA, skrivaði ein tríára sáttmála við venjaran. Sakførarin helt, at Tony Paris hevði sogið ivaleyst av peningi úr KÍ, og metti ikki, at hann átti at fáa eitt oyra aftrat. Skuldi dómarin hinvegin ikki taka undir við pástand­ inum metti Jógvan Elias Winther Poulsen, at talan í mesta lagi átti at gerast endurgjald fyri seks mán­ aðar, svarandi til 39.000 dollarar, men mælti til at halda seg til vanligt praksis, sum er tríggjar mánaðir, ella 19.500 dollarar. Eisini í øðrum lagi metti hann, at nevndu upphæddir í mesta lagi kundu koma upp á tal, og at bótin á 50.000 dollarar átti at falla burtur. Krevur frídøming Jógvan Elias Wither Poulsen er sakførari fyri KÍ, og hann kravdi í fyrsta lagi frídøming av klienti sínum Sambært Jens Wang hevur uppsøgnin frá KÍ ført við sær stórar fíggjarligar avleiðingar, tí hann Tony Paris hevur ikki fingið eitt á leið so gott starv aftur, sum hann segði frá sær fyri at hjálpa KÍ Fleiri landingar í Klaksvík Trý línuskip hava landað í Klaksvík hesa vikuna, og í dag kemur eisini línuskipið Helena aftur av túri. Klakkur, sum landaði í gjár, hevði sløk 90.000 pund og Kvik og Jákup B, sum landaðu mánadagin, høvdu ávikavist 80.000 og góð 100.000 pund. Veiðan hjá Klakki og Kvik, sum royndu undir Føroyum, var toskur og hýsa, meðan Klakkur, sum hendan túrin var undir Íslandi, hevði mest av hýsu. Í dag kemur so línuskipið Helena, men á landingar­ miðstøðini í Klaksvík vistu tey ikki seinnapartin týsdagin, hvussu nógv teir hava inni. Trolbátarnir Fiskaklettur og Varðin landa eisini í Klaksvík í dag. Teir hava ávikavist 33.600 og 24.000 pund.