Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 231 - 2. desember 2009 Maðurin, sum segði upp Tony Paris upp á grátt pappír er eingin annar enn landsstýrismaðurin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen, men sjálvt hetta heitið slapp honum ikki undan at verða vendur á pannuni nakrar ferðir SAKARMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Aksel V. Johannesen, lands­ stýrismaður í heilsumálum var nevndarformaður í S/pf KÍ í 2006 og 2007, so hann var ein av tungu dreingj­ unum, tá Tony Paris byrjaði triðja umfar sum venjari hjá klaksvíksfelagnum. Og hann var eisini for­ maður, tá triðja skeiðið end­ aði, og fyri tað ikki skal verða heilt lygn var tað júst hann, sum endaði tað. Hann greiddi frá, at hann sum so mangur annar hevði fingið KÍ inn við móður­ mjólkini og spældi og var ungdómsvenjari, til hann í 1997 fór til Danmarkar at lesa. Hann kom upp í organisatoriska arbeiðið í felagnum í februar 2006, tá S/pf KÍ Fyriskipan var farin av knóranum, og menn vóru í holt við at stovna S/ pf KÍ. Hann greiddi frá, at tað var KÍ, sum setti 19.000 krónur í felagið og so einar 10 vinnulívsfyritøkur sum átti tær 80.000 krónurnar í partapeningi. Tað lagaði seg soleiðis, at Palli Ziskason játtaði at gerast stjóri í felagnum, meðan Aksel V. Johannesen gjørdist nevndarformaður og Torleif Sigurðsson, sáli, og Elisabeth Akursmørk vóru nevndarlimir. Semja varð gjørd við KÍ um at inntøkurnar hjá S/Pf KÍ skuldu stava frá áskoð­ arainntøkum, sponsorinn­ tøkum og so møguligum europacup inntøkum. Aftur­ fyri skuldi S/Pf KÍ so reka bestu liðini bæði hjá monnum og kvinnum. Ósemja um spælarar Aksel V. Johannesen vísti aftur, at talan hevði verið um sløsaríi og líkasælu í felagnum. Tvørtur ímóti var talan um eina stak væl virkandi nevnd við einnum dugnaligum stjóra. Sjálvur hevði hann ongar samstarvstrupulleikar við Tony Paris, men tað stóð skjótt greitt, at trupulleikar stungu seg upp millum venjaran og stjóran. ­ Tað vóru trupulleikar at finna eini hús, men tey vórðu so funnin. Tá tað sop vísti seg, at tey vóru ómøblerað, fór Tony Paris av sínum eintingum at keypa møblar, og tað líkaði ikki stjóranum, segði Aksel V. Johannesen. Hann dugdi eisini at siga, at tað vóru ávísir trupul­ leikar við hvørjar spælarar felagið skuldi keypa. ­ Til dømis vildi venjarin ikki hava Hjalgrím Eltør, meðan nakrir av stóru sponsorunum kravdu hann í felagnum. Boðini frá Tony Paris vóru at bjóða ein so vánaligan sáttmála, at leikarin ikki tók av og hetta hendi eisini. Hjalgrím endaði í NSÍ, sum gjørdist føroyamistari og Hjalgrím ársins leikari í NSÍ, greiddi Aksel V. Johannesen frá. Venjarin vildi eisini hava ein anan leikara í staðin fyri Høgna Madsen og KÍ lá eftir ynski venjarans fram við eftir einum leikara úr B68. Hesin valdi tó at leingja sáttmálan, og tí var Høgni Madsen næsta loysnin. Tað varð boðað Tony Paris frá í maili og svarið var: »That’s fine« Keypti hús Landsstýrismaðurin kom eisini inn á dystin, har fam­ øsa Høgni Madsen­hend­ ingin fór fram. Ein hending, sum var umrødd í bløðum eins væl og í sjónvarpinum, og í Dimmalætting 15. mai 2007 segði Tony Paris, at hann ikki visti, hví Høgni Madsen var í felagnum, og at sáttmálin var longdur, meðan hann var í USA. Tað úttalisli kallaði Aksel V. Johannesen eini bein­ leiðis ósannindi og vísti til mail samskifti. Hann segði eisini, at illoyaliteturin í Dimmalætting gjørdi, at álitið púrasta reyk. Um februarleitið í 2007 skifti S/Pf KÍ stjóra, inn kom Kári Purkhús, meðan Palli Ziskason tók sæti í nevndini. ­ Tony Paris hevði nú keypt hús í Klaksvík og vildi hava KÍ at rinda allar útreiðslur av hesum, tað verið seg rentur og avdrag, el, hita, telefon og internet, bil umframt tryggingar, alt nakað, sum lá millum 10.000 og 11.000 krónur um mánaðin, metti Aksel Johannesen. Tony Paris vildi eisini hava S/pf KÍ at rinda fyri eitt UEFA A­venjara skeið, sum kanska kostaði einar 30­40.000 krónur. Hann kom eisini inn á ein rættiliga hvassorðaðan mail, sum Tony Paris hevði sent til Kára Purkhús, og sum gjørdi tað næstan ógjørligt at samstarva við venjaran longur. ­ Men onkrir av stóru sponsorunum vildu halda fast við Tony Paris, og tí royndu vit at finna semjur, segði Aksel V. Johannesen. Á pannuna Sakførarin hjá Tony Paris, Jens Wang, tráðspurdi nú landsstýrismannin og vildi vita, hvussu nógvar sátt­ málar henn hevði veirð við til at gjørt sum advokatur. Tað dugdi hann tó ikki at greina neyvt út. Jens Wang spurdi eisini, hvørja heimild S/pf KÍ og harvið Aksel V. Johannesen hevði til at umboða KÍ, og um nøkur avtala, skrivtlig ella munnlig fyrilá. Aksel V. Johannesen váttaði at hann onga fullmakt hevði, men meinti at ein avtala fyrilá, tó at hon ikki var undirskrivað. Sakførarin vildi eisini vita, hví nevndarformaðurin einsamallur á fundi við Tony Paris segði venjaran upp. Har vísti hann til eina samda nevnd. Jens Wang spurdi eisini, hví S/pf KÍ hevði goldið løn, ferðaseðlar og annað, tá felagið ongan sáttmála hevði við Tony Paris. Alt hetta førdi til gartan og skeldan millum Jens Wang og Jógvan Elias Winther Poulsen sum er rættiliga óvanligt í rætti­ num. Sjógvurin slætnaði tó aftur og avhoyringin kundi halda fram. Jens Wang vildi eisini vita, hví positivi og mest­ sum vinarligi tónin í maili­ num frá 14. mai nakrar fáar dagar seinni var vendur til »runukast«. Aksel V. Johannesen greiddi aftur frá, at nevndin tá hevði funnið út av, at Tony Paris hevði arbeitt fyri annan arbeiðsgevara í USA, meðan hann arbeiddi fyri KÍ. Sakførarin sáddi iva um videofundirnar, sum vitnið førdi fram vóru við arbeðs­ gevaran í USA, hann spurdi, um tað ikki var møguligt, at Tony Paris tosaði við familjuna so langt burturi, og tað mátti Aksel V. Johannesen viðganga. Hann helt eisini fast í, at Aksel V. Johannesen skuldi havt sæð Tony Paris og Paul Clapson fara inn í fundar­ hølið hjá B36 eftir dystin móti Skála í Gundadali. Har noktaði Tony Paris púrasta at hava verið í nánd av nøkrum øðrum enn táver­ andi NSÍ­venjara, Johan Nielsen. Grillaður landsstýrismaður Endurgjaldið, sum KÍ verður kravt eftir, kann strekkja seg heilt frá smáum 100.000 krónum og upp til góðar 1,3 milliónir krónur ENDURGJALD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eftir ein sera drúgvan dag í rættinum, skal dómarin taka støðu til tvey viður­ skifti. • breyt KÍ sáttmálan, tá felagið segði Tony Paris úr starvi 15. mai 2007 • um so er, hvussu stórt skal endurgjaldið verða Við í síni umhugsan skal dómarin kortini eisini taka onnur viðurskifti so sum kann S/pf KÍ siga venjar­ anum upp, tá felagið ongan sáttmála hevði við Tony Paris. Eisini skal støða takast til, um Tony Paris kann stevna KÍ fyri brot á ein sáttmála, sum felagið ikki hevur við venjaran. Tað er einki at ivast í, at málið er sera torskilt, og í flestu førum stendur pástandur móti pástandi, meðan fleiri av framløgdu dokumetnunum eru opin fyri tulking. Men út frá krøvum hjá saksøkjara og saksøkta ber til at seta nøkur dømi um ein dóm upp. Saksøkjarin krevur: • 260.000 dollarar + 35.000 krónur + sakarmálskostnað • 220.000 dollarar + 35.000 krónur + sakarmálskostnað Saksøkti krevur: • frídøming •19.500 dollarar ella 39.000 dollarar Upphæddirnar koma soleiðis fram: • Full løn fyri alt sáttmála­ skeiðið fram til oktober 2009 = 260.000 dollarar. • Løn fram til fyrst møgu­ ligu uppsøgn (1. januar 2008 við 6 mðr. freist) = 170.000 dollarar + 50.000 dollarar í bót. Í báðum førum eru tær 35.000 krónurnar vantandi húsaleiga. Hjá saksøkta koma upp­ hæddirnar fram við ávika­ vist 3X6.500 dollarar og 6X6.500 dollarar, sum var parturin hjá Ítróttafelagnum KÍ í sáttmálanum. Dómarin kann so døma út frá einum meðaltali, með­ an tann seinasti møguleikin sjálvandi er frídøming. Dómurin fellur einaferð eftir høgtíðina. Hesir eru møguleikarnir Turkiskir bilar til sýn Í Turkalandi eru myndugleikaranir í ferð við at fáa umleið 200 bilsýnisstøð at virka kring landið. Orsøkin er at turkiska stjórnin er í gongd við eina landsumfatandi bilsýnisskipan fyri at minka um talið av ferðsluvanlukkum. Ein kanning hevur nevniliga víst, at tað er saman­ hang millum talið av ferðsluvanlukkum og teknisk brek á teimum akførum sum eru innbland­ aði. Umleið helvtin av hesum sýnsmiðstøðum eru stationerar, meðan hinar eru mobilar og skulu flyta kring landið til og sýna bilar. Í Turkalandi hevur eingin slík skipan verið áður. Aksel V. Johannesen varð rættiliga grillaður í vitnisstólinum í Føroya Rætti í gjár, men svaraði tó væl fyri sær