Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 231 - 2. desember 2009 Odd Færø kom at kenna Tony Paris tá hesin var venjari hjá KÍ í 1999, og teir hava verið vinmenn síðani. Hann hevði einki at seta niður á Tony, men helt, at tað hevði gingið strilti hjá KÍ at halda sáttmálan SAKARMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Teir komu at kennast, tá Tony Paris í 1999 kom til Klaksvíkar at venja gulliðið, Odd Færø fekst eitt sindur við at venja yngri lið, og hann endaði við at umseta føroyskt fótbóltstilfar fyri Tony Paris, eisini eftir at hesin fór av landinum aftur yvir til USA, har hann flutti til í 1992. Tað var tí náttúrligt, at Odd Færø onkusvegna varð drigin inn í tilgongdina, tá Tony í juli 2005 kom til Føroya at royna at fáa ein sáttmála við KÍ í lag. Upprunaliga var tað John William Joensen, sum fekk samband við Tony Paris, men tað var fyrst og fremst Petur Simonsen, sum tá var formaður í S/pf KÍ Fyri­ skipan, ið stóð fyri samráð­ ingunum. Eftir fyrsta fundin tóktist alt at síggja ljóst út, men síðani kom stígur í. Alt endaði tó við, at partarnir undirskrivaðu sáttmála í síðstu løtu; tað hendi enntá á einum tíðindafundi í ítróttahøllini í Klaksvík. Sambært vitninumsetti Petur Simonsen fram ynski um, at sáttmálin varð býttur upp í tvey soleiðis, at ein sáttmáli var fyri sjálvan venjingina, har ein triðingur av lønini varð goldin á konto í Føroyum, meðan hin parturin av sáttmálanum umfataði aðrar uppgávur fyri felagið, og har tveir triðingar av lønini vórðu fluttir á konto í USA. Mishildu sáttmálan Odd Færø hevði nógv samband við Tony Paris eftir at hann byrjaði sum venjari í 2006. Hann hevði ta fatan, at KÍ hevði ilt við at halda teirra skyldur mót­ vegis nú amerikanska venj­ aranum, so sum tær vóru feldar niður í sáttmálan. Har vóru trupulleikar við húsunum, sum KÍ skuldi útvega venjaranum. Hann mátti sum fyrr greitt frá búgva á Sjómansheiminum í einar 10­12 vikur, tá hann kom til Føroya. Eisini segði Odd Færø, at tað gekk sera tungt at fáa til vega nøkur videobond, so Tony Paris kundi fyrireika seg heiman ífrá. Eisini í øðrum førum var tungt at fáa nakað ígjøgnum. ­ Eg merkti tað væl, tí tað endaði sum regul við, at Tony Paris heitti á meg um at fáa tingini í rættlag, segði Odd Færø í rættinum. Hann helt sum heild, at samstarvið gekk »trekt«, sum hann málbar seg. Óheppin e-mailur Hann avvísti pástandin um, at Tony Paris eftir at vera koyrdur frá, royndi at selja Poul Clapton til B36. Hann hevði sjálvur verið úti fyri líknandi søgu, tá hann prátaði einar 5­10 minuttir við Clapson. Hann visti ikki annars um samstarvstrupulleikar sum so, men vísti á, at Tony Paris var sera beinleiðis í orð og tal, og at tað kanska ikki vóru øllum, ið líkað hetta. Hann hevði eisini mælt til at finna eina loysn á máli­ num, men hann hevði eina kenslu av, at partar av leiðsl­ uni vildu bara sleppa av við Tony Paris. Men Odd Færø var eisini í einum føri ein miðdepil í málinum. Eftir at hann helt seg hava funnið út av, at Tony Paris eftir øllum at døma hevði havt eitt arbeiði við síðuna av heima í Florida hjá fyrrverandi felag sínum, sendi hann ein hvassorðaðan mail til táverandi stjóran í S/pf KÍ, Kára Purkhús, har hann ikki var mjújkur í orð­ um um Tony Paris. Orsøkin var hon, at hann hevði funnið fram til heimasíðuna hjá St. Pete Raiders og har sæð, at Tony Paris stóð listaður sum CEO hjá felagnum (fremsti leiðari), og tá hann sam­ stundis ikki fekk fatur á manninum, hevði hann sent hendan famøsa mailin. Hann segði seg tó seinni hava fingið fatur á Tony Paris, sum hevði greitt hon­ um frá rætta saman­ hanginum. So summa summarum var, at Odd Færø hevði bara alt gott at bera amerikanska venjaranum. Eyðvitað boraði Jógvan Elias Winther Poulsen, verji hjá KÍ, djúpt í mailinum, og vann helst nøkur stig hjá dómaranum fyri tað. Bert gott at bera Tony Palli Ziskason, sum var fyrsti stjóri í ný­­ stovnaða S/pf KÍ í 2006, helt ikki nógv um øll krøvini frá Tony Paris, sum hann helt vóru størri enn frá einum ameri­ kanskum forseta SAKARMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eins og hini vitnini byrjaði Palli Ziskason við at greiða eitt sindur frá sínum tilknýti til KÍ og serliga til S/pf KÍ. Hann fekk ein fyrispurn­ ing einaferð í 2005 um at verða við til at stovna eitt felag sum kundi taka yvir frá S/pf KÍ Fyrisiting og eftir eina umhugsanartíð játtaði hann. Ferð kom ikki reiðiliga á, fyrr enn ein fundur varð hildin í Ítróttahøllini millum nakrar áhugaðar sponsorar og onnur fólk við tilknýti til KÍ, eini 12­15 í tali, og tá varð hann spurdur, um hann hevði áhuga at gerast stjóri í felagnum. Hann nevndi, at eftir áheitan frá Hans Hansen varð ein kvinna vald í nevnd­ ina eftirsum felagið eisini skuldi reka fyrsta kvinnulið hjá KÍ, og valið fall á Elisabeth Akursmørk. Eins og Aksel V. Johanne­ sen vísti Palli Ziskason aftur øllum svansi í umsit­ ingini og vísti á, at teir enntá fingu eyka avsláttur fyri at vera góðir gjaldarar. Hann segði eisini, at Tony Paris setti sera stór krøv til bæði eitt og annað. Tað skuldi ikki vera hvørt sum helst hús hann vildi búgva í, tað skuldi bæði vera nýtt og liggja væl fyri. Somu­ leiðis setti hann seg ikki inn í hvønn sum helst bil. Um talan so var um ameri­ kanska forsetan, høvdu krøvini ikki veirð størri, segði Palli Ziskason. Hevði sneytarar Stjórin helt, at Tony Paris nýtti nógva tíð at blanda seg upp í slíkt, sum hann einki hevði við at gera. Hann brúkti tað, sum fólk vanliga rópa »hentar býtt­ lingar« at sneyta um leikarar og leiðslu. Hann nevndi Christian Lundberg sum dømi. Hann kom til Klaksvíkar í mai/ juni 2006 við drúgvum royndum frá bæði donskum og útlendskum fótbólti, og skoraði eina rúgvu av málum upp á stutta tíð. Hann var sera væl umtóktur av Tony Paris, men hetta fekk ein brattan enda. Ein dagin hittust vit heilt tilvildarliga inni á einum matstaði og fingu ein kopp av kaffi saman. Líka tilvild­ arliga kom táverandi hjálp­ arvenjarin inn og sá okkum, og ikki meiri enn hálvan tíma seinni var venjarin í telefonini og spurdi hvat eg billaði mær inn at sita og avgera framtíðina hjá Christian Lundberg, segði Palli Ziskason. Stjórin segði, at hann viðhvørt varð spurdur, hvussu stóð til við peningi at keypa spælarar fyri, men at hann aldrin blandaði seg í, hvørjir leikarar felagið ognaði sær. Hann kom eisini inn á ein mail, sum Tony Paris hevði sent til FSF fyri at fáa teir at blanda seg í spurningin um, hvørt KÍ skuldi gjalda fyri eitt UEFA A­venjara­ skeið, sum frá 2008 var neyðugt fyri at verða høvuðsvenjari í bestu føroysku deildini. Sakførarin hjá Tony Paris spurdi, um hann helt at S/pf KÍ hevði hildi sáttmálarnar við leikarar og venjara svaraði stjórin, at tað helt hann. Síðani kom Jens Wang inn á eina hending beint und­ an steypafinaluni í 2006, tá fleiri leikarar ætlaðu at fara í verkfall, men hetta segði Palli Ziskason stavaði frá, at einum leikara langt fyri teirra tíð skuldi havt verið lovað ein bil, og tá Christian Lundberg hoyrdi orsøkina, var verkfallið avblást og finalan spæld. Kravmiklari enn Obama Ársins Rósa latast í Leirvík Aftur í ár kemur jólaskipið til Leirvíkar á vitjan, áðrenn tað fer víðari til Klaksvíkar. Í samband við, at Jóla­ skipið kemur til Leirvíkar, hevur tey seinastu árini verið skipað fyri tiltakinum Ársins Rósa, har ein leirvíking­ ur hevur fingið eina viðurkenning fyri sín leiklut í bygdini. Ein nevnd fyrireikar tiltakið og skal velja Ársins Rósu 2009. ­ Hugsanin aftan fyri Ársins Rósu er ein roynd at venda okkara tankar til øll tey mongu, sum eru stuðlar undir okkara samfelagið, men sum mangan verða gloymd, siga fyrireikarar. Tey vilja við hesum heita á fólk um at koma við uppskoti til Ársins Rósu 2009. Fólk kunnu skriva nøkur orð við navni hjá viðkomandi, sum tey halda átti at fingið Ársins Rósu. Fólk kunnu soleiðis í stuttum greiða frá, hví tey halda, at viðkom­ andi skal hava Rósuna. Í fjør varð Monika S. Joensen kosin Ársins Rósa í Leirvík. Uppskot skulu sendast innan 15. desember 2009 til Eysturkommunu, Landsvegur 2, Postsmoga 30, FO­510 Gøta. Palli Ziskason, sum er kendur fyri sítt formansskeið í Svimjisambandinum, var í 2006 formaður í S/pf KÍ. Hann var eitt av fýra vitnum í málinum millum Tony Paris og KÍ