Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 231 - 2. desember 2009 Arbeitt hevur verið rættiliga skjótt við einum máli um parkeringsviður­ skiftini í miðbýnum í Tórshavn og longu í januar mánað kom­ andi ár verður endalig støða tikin til økir, kostnað og gjaldshátt PARKERING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er eitt avgjørt ynski hjá býráðnum, at miðbýurin í Havn við tíðini skal gerast bilfrítt øki, og borgarstjórin hevur javnan havt hetta á máli í fjølmiðlunum. Ein liður í hesum er ókeyp­ is busskipanin hjá komm­ ununi, ið miðar ímóti at fólk lata bilarnar standa og heldur nýta býbussarnar. Nú verður so eitt stórt og týdningarmikið stig aftrat tikið á leiðini til bilfrían bý. Málið var fyri í teknisku nevnd 16. juni í ár har samtykt varð, at taka undir við einkm tilmæli frá tekn­ iska stjóra og býarverkfrøð­ inginum, og mæla fíggjar­ nevndini til at játta pening ttil kanningararbeiðið. Tilmælið frá tekniska stjóra og býarverkfrøð­ inginum er soljóðandi: • umsitingin letur gera uppskot til parkerings­ politikk fyri kommununa • uppskot til skipan við tíðaravmarkingum og gjaldsparkering verður gjørt at leggja fyri nevndina aftur, við grundarlagi í »Parkeringsanalyse i Tórs­ havn Midtby« frá 1. apríl 2009 og »Parkeringsanalyse for Tórshavn Midby« frá 12. mai 2009 • gjørd verður kostnaðar­ meting av íløgum í samband við pkt. 2 og meting av inntøkum við slíkari skipan • játtaðar verða 250.000 krónur til kanningar­ og fyrireikingararbeiði Á fundi 25. juni samtykti fíggjarnevndin at játta henda pening, og at kanningar­ og fyrireikingararbeiðið verður lagt fram í seinasta lagi 1. november 2009. Samtykt í býráðnum Tað er danska fyritøkan Rambøll & Nyvig, sum hevur gjørt kanningar­ arbeiðið og hevur lagt »Op­ læg til P­politik« fram, dag­ fest 16. november 2009. Hendan analysan varð so løgd fyri býráðið á fundi 26. november og var sam­ tykt við 12 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Blanka atkvøðan stóðst av, at ein býráðslimur var ikki staddur í salinum, tá atkvøtt varð. Arbeiðsætlanin hevur verið løgd fyri fútan, har greitt var frá, hvussu ætlanin er at farið verður til verka. Politisku ynskini eru: • hvat er ætlanin • hvat fevnir ætlanin um • nær verður farið undir ætlanina Grundarlag: • P­analysa frá 01.04.09 (TK/Rambøll) • P­politikkur 12 12.05.09 (TK/Rambøll) • teljingar og skrásetingar, umsiting Arbeiðsháttur Tekniski stjóri hjá Tórs­ havnar býráð, Boði Haralds­ son sigur, at allir viðkom­ andi áhugabólkar verða tiknir við í viðgerðina. ­ Eitt nú skulu handlar í miðbýnum hoyrast, og tað sama er galdandi fyri pen­ ingastovnar og størri handl­ ar og virkir. Eisini skulu borgarar í miðbýnum eins væl og seráhugabólkar sum MBF og onnur takast við upp á ráð, sigur Boði Haraldsson. Nógv onnur viðurskifti skulu eisini umhugsast og viðgerðast so sum meting av analysu, trýst á p­pláss­ ini, parkeringspolitikkur í síni heild, brúkaragjald, avleiðingar fyri grannalagið og royndir aðrastaðni frá. ­ Brúkaragjaldið krevur eisini gjølliga viðgerð. Hvussu áseta vit kostnaðin, og skulu fólk, sum búgva í miðbýnum, hava eina kort­ skipan, skal ein serskipan setast í verk fyri rørslu­ tarnað? Tað eru slíkir spurn­ ingar, ið vit skulu viðgera, sigur Boði Haraldsson. Gjaldsskipan Tað eru í dag umleið 2100 parkeringspláss í Havn, men teljingar vísa, at trýstið á mest nýttu plássunum er útvið 100%. ­ Vanliga verður sagt, at eitt trýst á 85% er passandi, og trýstið minkar longur tú kemur burtur frá sjálvum miðbýnum. Tað, sum um­ ræður, er at sleppa pendlara­ ferðsluni til lívs, fólk, ið koyra runt í vónini at finna eitt parkeringspláss í mið­ býnum, sigur Boði Haraldsson. Parkeringspolitikkurin er staðfestur av býráðnum skal ætlandi setast í verk einaferð tíðliga komandi ár. Men nógv er at fáa greiði á, áðrenn tað gerst veruleiki. Til dømis gjaldsskipanin. Har finnast fleiri møgu­ leikar. Eitt nú kunnu parker­ ingsvørðarnir nýta síni tól til gjaldsskipan, ella tú kanst nýta eina gps­skipan. Annar møguleiki er at nýta fartelefonina at gjalda við ella tey sonevndu parko­ metrini. Men tey dámar ikki tekniska stjóra. ­ Skal tú brúka parkomet­ ur, skal allur býurin gravast upp, og tey eru eisini ógvu­ liga útsettt fyri herverki, so tað haldi eg ikki er nøkur góð loysn, sigur Boði Haraldsson. Fyribils bíðar býráðið so eftir einum uppleggi frá Ramsbøll & Nyvig um, hvørji øki gjaldsparkeringin skal umfata. Gjaldsparkering samtykt í Tórshavn Enn er ikki avgjørt endaliga, hvørji øki skulu verða gjaldsøki, men Skálatrøð hevur verið nevnt 12 gamlir handlar opna í Sandavági Jóhan Simonsen fer saman við Sandavágs Fornminnisfelagið at lata upp 12 gamlar handlar í Sandavági í kvøld. Ætlanin er, at tað skal bera til hjá fólki at vitja hesar handlar, sum verða prýddir eftir gomlum uppskriftum, so fólk kann fáa eina fatan av, hvussu ein gamal bygdarhandil einaferð hevur sæð út. Fólk kunnu so umframt tað upplivingina fáa høvið at keypa ymiskt, ið boðið verður fram í hesum handlum fram til jóla. Jólatræið í Sandavági verður eisini tendrað í kvøld klokkan 18. Albert Ellefsen, borgar­ stjóri, fer at bjóða vælkomin til tiltakið, og David Johannesen, prestur, fer at halda røðu, og hornorkestrið hjá Frelsunarherinum fer at spæla.