mikudagur 2. desember 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 231 - 2. desember 2009
Sosialurin
Føroysku oljufeløgini
og framtíðin
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Finnbjørg
Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein
sveinrogvi@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Hóast tey eru ymisk, arbeiða við ymsum strate giium og í
mangar mátar als ikki kunnu samanberast, hava mangir
føroyingar tikið Atlants Kolvetni og Føroya Kolvetni
til sín sum síni oljufeløg. Bæði eru tey við í leiting og
framleiðslu.
Við jøvnum millumbilum frætta vit, hvussu gongur hjá
feløgunum. Altjóða kreppan hevur sjálvandi eisini sett síni
fingramerki á tilveru teirra.
Vit hava við áhuga fylgt AK, síðani tað gjørd ist partur av
stórum samtaki her heima til seinni at gerast fram leiðari.
Felagið mentist skjótt og gjørdist nærum hvørmansogn.
Men lánibyrðan gjørdist so stór, at felagið rendi seg fast.
Tá leiðsla og nevnd ikki megnaðu at endurfíggja lánini
í útheiminum, kravdu føroysku fíggingarstovnarnir –
fyri at átaka sær endurfíggingina – at broytingar vórðu
gjørdar í nevnd. Úrslitið varð, at nevndarformaður og
tveir nevndarlimir máttu fara frá. Og inn komu fólk við
royndum innan altjóða fíggjar- og oljuheimin. Síðani
vórðu 180 mill. kr. teknaðar í nýggjum partapeningi, harav
meginparturin fór til at rinda niður skuld.
Eftir tað fylgdu hendingar, sum aftur skakaðu parta-
eigarar og almenning. Fyrst segði fíggjarstjórin upp, og
harnæst varð forstjórin biðin um at fara.
Gamla felagið er ikki at kenna aftur. Og hóast broyt ing-
ar er felagið framvegis er í tungum sjógvi. Ein mein bogi
er, at tað er ikki væl fyri fíggjarliga ella við sam starvs-
partnarum. Lítið røkist fyri, at brunnur verður boraður í
bræði, har AK er við.
Tað er lætt at hyggja í bakspeglið og fella dómar. Møgu-
liga er tað so, at teir, sum hava havt valdið í felagnum,
hava ikki dugað nóg væl at geara fyritøkuna til tey
krøv, sum oljuvinnan setir til slíka fyritøku, eitt nú til
professionell og roynd olju- og fíggjarfólk í nevnd
og leiðslu. Tað var møguliga eisini eitt mistak, at tað
ikki varð farið út eftir nýggjum partapeningi, tá tað
gekk væl hjá felagnum. Og negativa úrslitið hevur so
verið, at felagið megnaði ikki at vera eins virkið á olju-
marknaðinum, sum henda vinna krevur.
Hitt oljufelagið, Føroya Kolvetni hevur eftir øllum at døma
havt eina meira hepna hond við sínum virksemi og hevur
dugað betur at gerast partur av áhugaverdum loyvum.
Skuldi tað hent, at AK ikki megnar at fáa lut í boringum
saman við størri oljufeløgum, kann tað lættliga koyra seg
fast. Og tað vil vera ein vanlukka fyri føroyska samfelagið,
tí so nógvar fyritøkur og einstaklingar hava sett nógvan
pening í felagið.
Vit kunnu bara vóna, at nýggja nevndin fær skútuna
aftur á beint, men verða brotasjógvarnir ov stórir er lítið
annað at gera enn at leggja saman við annað oljufelag.
Ein møguleiki, sum nýggi nevndarformaðurin í AK ikki
hevur útilokað er at leggja saman við hinum føroyska
oljufelagnum. Sum uttanfyristandandi eygleiðarar meta
vit, at tað kann vera, at hesi feløg høvdu passað saman
sum fótur í hosu í eini samanlegging. Har AK hevur megn-
að væl at fingið framleiðslu í hús, hevur FK megnað
at fingið leitibrunnar uttan at gjalda nógv fyri teir. So
mugu oljuserfrøðingarnir hjá feløgunum meta, um slík
samanlegging er skilagóð fyri báðar partar.
Journalistforbundene i
Finland, Sverige, Danmark
og Norge slår alarm om
angrep på presse- og
ytringsfriheten på Island.
Etter finansskandalene
og krakket i den islandske
økonomien, er det særdeles
viktig at de islandske
mediene er i stand til å
bevare sin frie og uavheng-
ige stilling. Mediene må
være fullt i stand til å
informere folket om hva
som har skjedd, og hva
som gjøres av de som sitter
ved makten, politisk og i
finansverdenen.
Utviklingen i islandske
medier er derfor spesielt
urovekkende. En stor andel
av journalistene har mistet
jobben på grunn av ned-
skjäringer og konkurser.
Samtidig ser vi en rekke
tilfeller der journalister
med lang erfaring blir
sparket uten forvarsel. På
denne måten forstummer
formidling av viktige,
kritiske stemmer.
Spesielt alvorlig er
situasjonen i Islands eldste
avis Morgenbladet. Her har
eierne ansatt landets tid-
ligere statsminister,
sentralbanksjef da Islands
økonomi brøt sammen som
sjefredaktør – samtidig
som han er under gransk-
ing for sin rolle i den
ökonomiske krisen.
Journalistforbundene i
Norden ser med stor
bekymring på behandl-
ingen som ledende tillits-
valgte i det islandske
forbundet blir utsatt for.
Både nåværende og den
nylig avgåtte lederen for
forbundet, samt ett av
styremedlemmene, er i
løpet av kort tid sparket fra
sine jobber, utenom varslet
nedbemanning. I tillegg er
det alvorlig at disse tillits-
valgte blir forsøkt ilagt
munnkurv av redaktører og
beskyldes for å ha skjulte
agendaer, når de står opp
for å beskytte sine kolleger.
I Norden har vi alle et
ansvar for å si tydelig fra
når presse- og ytrings-
friheten settes alvorlig på
prøve i et av våre nabo-
land. Derfor vil Nordisk
Journalistforbund i sam-
arbeid med det islandske
journalistforundet i
närmeste framtid arrangere
en konferanse på Island for
å sette sökelys på og
diskutere ytringsfrihet og
mediestötteordninger i
Norden.
Dansk Journalistforbund
Mogens Blicher
Bjerregaard
Svenska
Journalistförbundet
Agneta Lindblom
Hulthen
Finlands
Journalistförbund
Arto Nieminen
Norsk Journalistlag
Elin Floberghagen
Tíðindaskriv
Landsnevnd Unga
Tjóðveldisins
Hesi vóru orðini hjá løg-
manni á sjónbandsupptøku,
ið var víst í sambandi við
almannakunngeringina av
konseptinum Support
Faroese Indepence
(SFI)15. mai 2009 í
Reinsa ríum í Havn. Lyftið
hjá løgmanni var, at um vit
megnaðu at útvega 50.000
undirskriftir, so skuldi
hann útskriva fólkaatkvøðu
um loysing (ella samband).
Herferðin at savna undir-
skriftir er byrjað!
Unga Tjóðveldið saman
við Peturi Pólson skapti
hetta konsept fyri at menna
kjakið um loysing til at
vera viðkomandi fyri hvørt
einstakt menniskja, sum
býr í Føroyum. Hugskotið
handan SFI er, at eingin
einstaklingur ella tjóð skal
geva seg undir nakran
hægri myndugleika, men
heldur søkja frælsi - bæði
mentalt og praktiskt.
Kjakið um frælsi hevur
ongantíð verið so viðkom-
andi sum nú, vit sita við
einum málleysum løg-
manni og einari visjóns-
leysari samgongu. Eisini
hevur fíggjarkreppan víst
okkum, hvussu lítið hitt
einstaka menniskjað er
vert, og hvussu banka-
verðin sær okkum sum
neyt, ið skulu brúkast fyri
at skapa profitt. Tað er
umráðandi í einum tílikum
altjóða og heimligum
politiskum anda at minnast
frælsi hins einstaka.
Slagorðið hjá SFI er
“alter the states of the
mind”. Hetta skal skiljast,
sum at vit skulu broyta
sinnisstøðu okkara og
sleppa okkum av við
trælalyndið, men sam-
stundis eisini, at vit skulu
broyta okkara støðu til,
hvørjar tjóðir (ella hvørjir
“statir”) eru til. Hetta
orðaspæl lýsir best okkara
ríkisrættarligu støðu, sum
er ein samantvinning av
trælyndi hins einstaka og
tjóðarloysi lands okkara.
Í sambandi við SFI
hevur Unga Tjóðveldið
saman við Peturi Pólson
ferðast runt landið og
hildið SFI tiltøk. Á hesum
tiltøkum hava røður, kjak
og tónleikur verið á
skránni. Vit hava verið í
Gøtu, á Giljanesi, á
Tvøroyri og í Klaksvík. Nú
ætla vit so at hava tað
størsta SFI tiltakið í
Tórshavn. Hetta eitur SFI
Tórshavn og verður í
Perluni fríggjakvøldið 4.
des. kl. 20.
Á skránni verður tón-
leikur við Tróndi Enni og
Onion Tree og røður frá
Bergtóru Høgnadóttur
Joensen, tinglimi, Peturi
Pólson, listamanni og
Bjarna Husgaard Niclasen
úr Unga Tjóðveldinum.
Presse- og ytringsfriheten på Island under press
Løgmaður lovar fólkaatkvøðu um loysing