mikudagur 2. desember 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 2. desember 2009
13
Danir høvdu onga
skuld í kreppuni!
Eg var glaður at síggja, at Helgi Abrahamsen kom við
síni hugsan og fatan av míni meining, ið bar spei
rekandi heiti »Tíðindastubbi til Helga Abrahamsen«, tí
tað gav mær høvi til at rætta nakrar misskiljingar hjá
Helga av greinini hjá mær. Eg veit fullvæl, at har eingi
nýggj tíðindi vóru, men tá ið eg havi lisið tað, sum
Helgi Abrahamsen og hansara samsintu hava skrivað
um blokkin í síðstani, er tað sum um, at tey hava
gloymt, hvat fór fram í 80’unum, og tann vitnisburð, ið
føroyski húsagangurin fyrst í 90’unum bar fram;
nevniliga, at blokkurin og tað, at vera í ríkisfelagsskapi
við Danmark, ikki er nøkur trygd fyri føroyska
búskapin og vælferðina hjá føroyingum.
Mína meining um danir skal eg nokk sjálvur siga
Helgi Abrahamsen gjørdist firtin, tykist mær, yvir
mínar neiligu útsagnir um blokkin, sum um eg júst
hevði sagt okkurt ljótt um onkran av hansara kæru
blokkurin er altso bert ein peningaligur stuðul. Hetta
fekk Helga at siga, at eg gav dønum og blokkinum
skyldina fyri kreppuna í 90unum. Hetta er fullkomiliga
ósatt. Eg havi ongantíð sagt ella sipa til, at danir høvdu
skyldina, ella ein part av skuldini, í kreppuni hjá
okkum og tað haldi eg heldur ikki. Í míni grein segði
eg bert, at blokkurin og danskt innlit í føroyskum
politikki, ikki garanterar okkara búskap ella vælferð.
Tað, at ein donsk ráðgevandi nevnd kom til Føroya
árliga, undirstrikar bara mítt argument um, at danir
fylgdu betur við fyrr enn nú, og hóast hetta, fóru vit
ikki á húsagang, nú globala fíggjarkreppan herjaði og
enn herjar.
Eingin tilvild
Eg veit ikki hví Helgi Abrahamsen sigur, at eg í grein
míni "spæli við tilvildarlig tøl". Har er als einki
tilvildarligt við teimum tølunum. Tølini fyri fyrst í
90unum hava týdning, tí tað var tá, vit fóru av
knóranum; tølini fyri 2002 hava týdning tí tað var tá,
at vit skóru blokkin úr 980 mió. kr niður í 614 mió. kr;
og tølini fyri 2009 hava týdning tí…ja, tað er jú í
hesum ári vit liva í. Hesi tøl hava einki við spæl ella
tilvild at gera undrunarvert, at Helgi sigur so.
Sannleikin um yvirtøku av málsøkjum
Helgi Abrahamsen vildi eisini vísa aftur umfatandi
lutin hjá dønum innan føroysk málsøkir, áðrenn og
undir kreppuni. Hann sigur, at: "…flestu málsøki, sum
eru yvirtikin tey seinnu árini, vóru í praksis yvirtikin
eftir grein 9 í heimastýrislógini longu í 70unum."
Hetta er bert ein lítil partur av sannleikanum, tí, sum
Helgi sjálvur sigur: "í praksis", ið faktiskt merkir, so
leingi danir eru nøgdir við føroyska "praksis" tað er
sanniliga eingin yvirtøka; bert eitt umsitingarloyvi. Í
grein 9 stendur bara, at vit hava loyvi at semjast um
okkara ávirkan ella yvirtøku av málsøkjum; tað er tað
heila.
Aftan á kreppuna yvirtóku vit faktiskt eina rúgvu av
málsøkjum: Ráevni í undirgrundini, 1992; síðstu
partarnir av málsøkinum telegraf og telefonmál, 1997;
havnir, umhvørvi, skúlamál og almenn forsorg, 2001;
trygd á sjónum, 2002; fjølmiðlaábyrgd, lóggávan kring
uppboðssøluhaldarar, vaktarvirksemi og løgfrøðiliga
hjálp o.a., 2006; tilbúgving og fólkakirkjan, 2007; mát
og vekt tænastan, skipaeftirlitið, veðurtænastan og
fleiri onnur mál. Satt at siga skilji eg ikki, hví Helgi
Abrahamsen sigur, at vit so at siga eingi málsøki hava
yvirtikið síðan 70ini, tí tað er beinleiðis ósatt tak ikki
mítt orð fyri tað; vitja www.tinganes.fo.
Helgi Abrahamsen spyr eisini um tit skulu trygva
mínum tølum og búskaparvøkstrinum frá 2002 2009
upp á 21%. Fyrst av øllum eru hetta ikki míni tøl.
Síðani kunnu tit, Helgi og onnur áhugaði, altíð vitja
heimasíðuna hjá Fíggjarmálaráðnum og kanna eftir
tað gjørdi eg.
Hósvík
DáviD
isfelD
Eg veit ikki, hvussu nógva
orku eg skal brúka til
kjakið við Dávid Isfeld,
men fari tó at gera nakrar
viðmerkingar til hansara
seinastu grein, og tað
verður helst mítt seinasta
íkast til hetta kjakið.
Eg fegnist um, at Dávid
Isfeld undirstrikar í sínum
aftursvari til mín, at tað
vóru føroyingar, og ikki
danir, sum høvdu ábyrgd
ina av kreppuni í 90unum,
og eg haldi eisini, at hann
má geva mær rætt í tí, at
eingin fer á húsagang bara
tí at inntøkurnar eru ov
stórar. Tí dugir tað ikki at
brúka barnsligu undan
førsluna, at høvdu inn
tøkurnar verið minni, so
høvdu vit ikki verið ”lokk
að” at brúkt pengar. Vit
mugu undir øllum um
støðum taka ábyrgd av
okkara egnu peninganýtslu.
Ein spurningur um tíð
Dávid fegnast um, at hóast
blokkstuðulin er lækkaður
og danir hava minni innlit í
føroyskan politikk, so eru
vit ikki farin á húsagang,
nú globala fíggjarkreppan
herjar. Tað er sjálvandi at
fegnast um, men sam stund
is mugu vit ásanna, at við
verandi gongd, er tað bara
ein spurningur um tíð til
húsagangurin rakar.
Hetta minnir ikki sørt
um søguna um optimistin,
sum datt út av vindeygan
um á sjeyndu hædd. Tað
fyrsta, hann hugsaði, var,
at hetta fór at enda galið,
men tá hann var komin
áraka fimtu hædd, byrjaði
hann so smátt at fáa mótið
aftur, tí tað hevði hóast alt
gingið væl higartil.
Vit stýra við fullari ferð
beint ímóti einum húsa
gangi, men enn kunnu vit
siga, at tað hevur gingið
rímiliga væl higartil.
Nógvar, smáar yvirtøkur
Dávid sigur, at føroyingar
hava yvirtikið eina rúgvu
av málsøkjum síðani
krepp una, og eg skal geva
honum rætt í tí, at í tali eru
yvirtøkurnar nokkso nógv
ar, men í týdningi hava tær
lítið uppá seg. Nevnast
kann, at veðrið er blivið
føroyskt, og vit hava eisini
sjálvi fingið ábyrgdina av,
at eitt kilogramm altíð er
eitt kilogramm, og at ein
metur veruliga er ein
metur. Og so haldi eg, at
vitarnir eru eisini farnir at
blunka á føroyskum. Men
eg haldi ikki, at danir hava
mist so nógv vald í Føroy
um av teirri orsøk. Eg kann
í hvussu so er ikki ímynda
mær, at teir høvdu gjørt
meturin longri ella styttri,
um hetta framvegis lá í
teirra valdi.
Tað er ikki rætt, tá Dávid
sigur, at ráevni í undir
grund ini vórðu yvirtikin
aftaná kreppuna. Tann
yvirtøkan varð gjørd stutt
undan kreppuni, og hini
stóru málini vóru yvirtikin,
eftir grein 9 í Heimastýris
lógini, longu í 70unum.
Grein 9 yvirtøkurnar
Dávid sigur, at yvirtøk
urnar, sum vórðu framdar í
70unum, vóru ikki veru
ligar yvirtøkur, og rætt er
tað, at málsøkini vórðu
ikki formliga yvirtikin.
Men tá eg nevndi grein 9
yvirtøkurnar, so var tað
fyri at undirstrika, at danir
stýrdu ikki hesum máls
økjum aftaná at tey vóru
yvirtikin eftir grein 9, og
út frá tí segði eg, at danir
hava ikki mist ávirkan í
Føroyum orsaka av, at
grein 9 yvirtøkurnar seinni
eru gjørdar til formligar
yvirtøkur. Í praksis broyttu
tær yvirtøkurnar lítið og
einki.
Tilvildarlig tøl
Tá eg í míni fyrru grein
segði, at Dávid spældi við
tilvildarlig tøl, so vóru tað
sjálvsagt ikki árstølini, ið
vóru tilvildarlig, men
heldur tað, at hann saman
bar blokkstuðulin við
bruttotjóðarúrtøkuna. Eg
vísti á, at um hann ístaðin
samanbar blokkstuðulin
við landskassaúrslitið, sum
er nógv meira natúrligt, so
bleiv úrslitið heilt nakað
annað.
Tveitt 4 milliardir burtur
Eg haldi ikki, at eg fari at
brúka meira tíð uppá hetta
kjakið, tí vit eru og verða
helst framhaldandi ósamdir
um hesi viðurskiftini.
Líkamikið hvussu nógv
ella fá prosent blokk stuð
ulin er av bruttotjóðar
úrtøkuni, so skerst ikki
burtur, at fullveldis
politikarar hava tveitt einar
4 milliardir burtur úr
einum soltnum landskassa,
sum skal gjalda einar 50
milliónir krónur um árið í
rentum bara fyri undir
skotið í 2010. Tað eru í
hvussu so er nógvir pengar
fyri ein landskassa, sum
hevur beina kós ímóti
húsagangi.
Tað er ikki sørt ein ógvast
yvir, hvussu moralur, ella
rættari sagt ómoralur,
hevur góð gróðrarlíkindi í
hesum lítla samfelagum,
Føroyar.
Eg hugsi serliga um tær
nógvu sparingar, sum
verða framdar, at hesar
venda rætt, tí givið er,
spar ingar mugu til, nú
undirskotið á fíggjarlógini
er so mikið stórt, at tað
táttar í eina heila milliard.
Leitað verður við luppi og
lykt bæði ovarlaga og
niðar laga so finnast kunnu
kr. 20,000 her og 40,000
har t.d nakrar krónur fyri
heilivág hjá pensiónistum,
gevast at stuðla dagtilhald
um, læsa eitt laboratorium
o.s.v...
Men tað sum kann øsa
og sum øsir okkum fólk
upp er, hvussu tingmenn
kunna hóreiggja sær, uppá
fólkins rokning.
10. sep 2008. Edmund
Joensen, løgtingsmaður,
fær løn frá Løgtinginum,
meðan hann hevur farloyvi
haðani, hóast hann hevur
løntan varamann á Tingi
fyri seg. Edmund Joensen
fær meiri enn eina millión
um árið fyri sessirnar á
Løgtingi og Fólkatingi.
Hóast hann fór í farloyvi
við fullari løgtingsløn og
ein løntur varamaður tók
sæti fyri hann, heldur Ed
mund Joensen seg megna
at røkja bæði størvini.
Tað er ein spurningur um
prioritering. Sum sam
bandsmaður royni eg at
binda saman millum
Føroyar og Danmark, og
við sessi í báðum tingun
um kann eg vera eitt
bindilið, sigur Edmund
Joensen. Meðan Edmund
Joensen hevur farloyvi frá
Løgtinginum, er Helgi
Abrahamsen tingmaður
fyri hann.
Fyri fólkatingssessin fær
Edmund Joensen 570.000
krónur um árið. Umframt
at flúgva ókeypis fær hann
upp til 90.000 krónur fyri
bústaðarútreiðslur umframt
72.000 krónur í kostnaðar
samsýning frá Fólkating
inum um árið. Fyri løg
tingssessin fær Edmund
Joensen slakar 400.000
krónur í ársløn.
Tilsamans er hetta oman
fyri eina millión um árið,
og her er tað, eg hugsi um
sparingar, tá tær raka teir
sjálvar sum ráða fyri borg
um. Tá verður ikki tosa so
hart, tí tað rakar alt ov
meint, ja tað pínir í rygg
marvini hjá honun og
teimum sum eru í somu
støðu sum hann.
Høgni Hoydal er somu
leiðis bæði fólkatings og
løgtingsmaður, so vit hava
tveir tinglimir, har tað við
einum góðum vilja hevði
borið til at broytt lógina, so
Løgtingið ikki bar far
loyvis kostnaðin og at tað
bar til at mótrokna í inn
tøkuni, tí talan er um
tvinnar árslønir. Eitt er vist
og tað er, at í hesum tíðum
koma allar sparingar og
eykainntøkur væl við hjá
samfelagnum.
Løgmaður legði í løg
mansrøðu sínari dent á hesi
orðini: »AT VÍSA
SAMFELAGSSINNI«. So
nú er spurningurin, vil
parta maðurin hjá løgmanni
vísa Samfelagssinni?
Nei einki trúgvi eg uppá,
at løgtings og fólkatings
liminir kunna hava eitt
bein í hvørjum leirinum og
virka 100% í Løgtinginum
og á Fólkatingið.
Eingin kann tæna tveim
um Harrum. Sessurin í
Fólkatinginum er fulltíðar
starv eftir donskun máti
stokki, líkaleiðis er
tingsessurin løntur sum
fulltíðarstarv hóast áseting
er um, at loyvt er at hava
upp til hálvt alment arbeiði
samstundis. Tann stóri
trupuleikin er at siga
farvæl til kr 400,000, tað
er SVÁRT. Edmund hvar
er samfelagssinnið??
Eg haldi, valevni skulu
taka støðu til, um tey
ynskja at koma í Løgtingi
ella á Fólkating, tey skuldu
ikki stilla upp til bæði
parlamentini.
Best var, um føroysku
fólkatingsessirnir vórðu
avtiknir, og vit í staðin
fingu ein føroyskan um
boðsmann, ið talaði sak
føroyinga á danatingi uttan
atkvøðurætt, og uttan at vit
blandaðu okkum í donsk
viðurskifti, á sama hátt
sum danir hava sín ríkis
umboðsmann í Føroyum.
50 milliónir í rentum fyri undirskotið í 2010
løgtingsmaður
Helgi
AbrAHAmsen
Annfinnur gArðAlíð
Moralur – Samfelagssinni
viðmerkingar