Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 231 - 2. desember 2009 Tey seinastu fimm árini eru rakstrarútreiðslurnar hjá Tórshavnar Kommunu øktar við 200 milliónum krónum. Nú má støðgast á, og neyðugar tillagingar mugu gerast. Nú Tórshavnar Býráð einmælt hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2010 má staðfestast, at stundin er komin til av álvara at fara at hyggja at útreiðsl­ unum hjá kommununi. Tí tað var við ringum tanna­ biti, at eg og hini umboðini í býráðsminnilutanum atkvøddu fyri at hækka skattaprosentið við einum prosentstigi samstundis, sum roknað verður við einum halli upp á 48 milli­ ónir krónur. Hallið er ógvusligt, ser­ liga tá hugsað verður um, at kommunukassin fær tilført meira enn 30 milli­ ónir frá roknskapinum hjá Tórshavnar Havn, og at skattahækkingin upp á eitt prosentstig gevur 30 milli­ ónir eyka í inntøku. So veruliga undirskotið hjá kommununi næsta ár er nærri 100 milliónir krónur! Meirilutin eigur at vísa á sparingar Tað krevur kanska eina nærri frágreiðing hví vit í minnilutanum ikki vildu vísa á, hvar sparingarnar skuldu finnast, tá vit uttan úrslit skutu upp at lata vera við at hækka skattapro­ sentið fyri ístaðin at finna neyðugu sparingarnar í kommunalu umsitingini. Tað eru jú ikki minni­ lutin, sum eru atvoldin til, at rakstrarútreiðslurnar hjá Tórshavnar Kommunu eru vaksnar almikið hesi sein­ astu árini. Hóast vit í fleiri førum hava atkvøtt saman við meirilutanum, so hava vit eisini havt fingurin á lofti fleiri ferðir og ávarað ímóti at geva leyst – eitt nú við enn fleiri ókeypis tænast um til borgaran. Vit vildu tí hava, at finn­ ast skuldi sparingar, so at sleppast kann undan at fara í lumman hjá borgaranum eftir pengunum. Alment sett fólk hava stríðst hart fyri at fáa eina lovaða lønar hækking 1. oktober, men hvat hjálpir tað, tá býráðið tekur alla hækk­ ing ina inn í meirskatti? Tí meintu vit eisini, at meirilutin saman við um sitingini sjálvari skuldi finna fram til tær sparingar og tillagingar, ið vóru neyðugar fyri at sleppa undan skattahækkingini. Um vit høvdu víst á hvar pengarnir skuldu takast, so hevði hetta bara verið brúkt ímóti okkum, og tað ynsktu vit ikki. Gingið væl hjá sitandi meiriluta Eg eri av teirri uppfatan, at Tórshavnar Kommuna hevur verið væl stýrd hesi seinastu árini. Vit hava havt ein ágrýtnan borgar­ stjóra, sum hevur umboðað kommununa á fyri myndar­ ligan hátt. Men er eri eisini fullvísur í, at tíðin nú er komin til, at vit skulu støðga á fyri at ansa eftir, at búskaparstøðan ikki rennur avstað við okkum. Tað er eingin meining í at halda fram við fullari ferð, meðan øll onnur royna at tálma búskapin­ um. Bara tí, at løgtings­ fíggjarlógin er í vanda fyri at koma ígjøgnum við næstan einari milliard í halli, so merkir tað ikki, at kommunan eisini skal stýra eftir sama leisti – als ikki. Neyðugt við neyvari fíggjarstýring Eg síggi tað sum mína upp gávu, sum einsamalt umboð fyri Sambands­ flokkin, ið harafturat situr í minniluta, at hava peiki­ fingurin á lofti og vísa á, at nú skal tálmast. Byggingin av Glyvursvegi, sum gjørd­ ist 35 milliónir dýrari enn ætlað, er eitt ræðandi dømi um útreiðslur, ið gjørdust kommununi óneyðuga høgar. Havi eisini hug at taka Bussleiðina fram. Tað er gott, at nógv brúka Buss­ leiðina og hava stóra gleði av henni. Men eg haldi eisini, at vaksnir borgarar saktans kundu goldið 5 ella 10 krónur fyri ein túr við bussinum. Tað er altso ikki ov nógv forlangað. Ístaðin hava vit tvífalda útreiðsl­ urnar fyri Bussleiðina, so at hon nú kostar kommun­ uni yvir 20 milliónir krón­ ur árliga. Eg fegnist um, at breið semja er í býráðnum um at byggja nýtt ellis­ og røktar­ heim yviri við Strond. Men tað heldur ikki, tá meiri­ lutapolitikarar brúka hesa ætlanina sum skjól fyri at hækka skattaprosentið. Tað ber ikki til at fíggja neyð­ ugar íløgur við øktum skattaútskrivingum. Vit áttu at kunnað funnið peng arnir innan fyri ver­ andi fíggjarkarmar. Ítróttarhøllin ongan góðan Hinvegin iðrar tað meg, at neyðugar íløgur í komm­ ununi ikki eru framdar orsakað av vantandi fígg­ ing. Her hugsi er serliga um Ítróttar­ og samkomu­ høllina á Hálsi. Tað var semja einaferð um, at fremja eina umfatandi um bygging av høllini, sum er harðliga tiltrongd. Ítróttarhøllin á Hálsi hevur verið karmur um stórar ítróttarligar og mentanarligar hendingar, ið hava savnað alla før­ oysku tjóðina. Høllin á Hálsi er ikki bara ein ítróttarmiðdepil – tjóðar­ arena fyri fleiri ítróttar­ greinir – men eisini ein mentanarmiðdepil. Men synd er at siga, at komm­ unan hevur virt høllina sum slíkur, tí hon er slopp­ in at falla í órøkt uttan at neyðugar ábøtur eru gjørdar. Nú er so avtalað at gera nakrar smávegis ábøtur, men hesar nøkta á ongan hátt tann tørv, sum henda høll hevur uppi­ borið. Mugu vísa vilja at tálma útreiðslurnar Tað er eingin skomm at hava hall á eini kommu­ nalari fíggjarætlan, um so er at orsøkin er ein væl­ grundaður tørvur, ella neyðug tiltøk fyri eitt nú at halda gongd á hjólunum. Tí haldi eg ikki, at komm­ unan skal hava javnvág á fíggjarætlanini fyri ein­ hvønn prís. Eg haldi bara, at tað er ov vánaligt av býráðnum at krevja hægri skatt frá borg­ aranum uttan at vit aftur­ fyri hava víst ein vilja til at tálma vøksturin á umsit­ ingarligu útreiðslunum. Um illa vil til – eitt nú um inntøkuætlanin ikki heldur – kann kommunan verða noydd at taka upp lán fyri at klára tað. Hetta er á ongan hátt ynskiligt. Tí vit hava stórar avbjóð­ ingar fyri framman. Um framt høllina á Hálsi, kann eg nevna skúlaøkið. Hóast vit hava fingið og fáa stásiligar skúlar í Hoyvík og á Argjum, so eru vit ikki komin á mál. Venjingarskúlin lýkur ikki longur nútímans krøv, so spurningurin er nær vit mugu í gongd við ein nýggjan “Vesturskúla”. Á ferðsluøkinum eru nógvar, stórar og umfat­ andi avbjóðingar, tað veit ein og hvør, ið hevur roynt at komið gjøgnum býin í meldurtíðini. Ikki minst tá tunnilin til Skálafjarðar væntandi er liðugur um ikki alt ov nógv ár. Tá gerst myndin av miðstaðar økin­ um ein onnur, og her eru avbjóðingar fyri Havnina, sum hædd skal takast fyri í næstum. Peningastovnarnir kenna ikki sína vitjunartíð Vit eru jú sloppin rættiliga væl í Suðurstreymi. Fíggjar liga eru vit væl fyri í mun til kreppuna, sum rakar landið alt. Við tað at ikki so nógv av okkara borgarum starvast í primeru vinnuni, merkja vit ikki so nógv til krepp­ una í okkara kommunu. Men vit vita ikki enn, um kreppan ikki eisini kann raka Tórshavnar Kommunu hart. Í hesum sambandi fegn­ ist eg um, at gongd er komin aftur á flakavirkið Kósina í Klaksvík. At tað í Klaksvík er árræði til at fara undir fiskavirking aftur sigur mær so mikið, at føroyingar ikki eru falnir í fátt, men enn orka at taka tøk, ið eru neyðug. At tað gongur væl við fiski vinn­ uni í Klaksvík er gott fyri allar Føroyar – eisini Havnina. Nú manglar bara, at fíggjarmarknaðurin tekur sær um reiggj og átekur sær sín part av byrðuni fyri at fáa ferð á hjólini aftur. Tað er alt ov kostnaðar­ mikið at fáa fígging í Før­ oyum fyri tíðina, her hugsi eg serliga um sethúsa fígg­ ing og fígging til vinnuna. Eg kann ikki fáa tað at passa saman, at føroysku peningastovnarnir fáa ágóðar gjøgnum banka­ pakkarnar fyri ístaðin at brúka pengarnar til at gera strategiskar íløgur uttan fyri Føroyar. Hetta er ikki rætt. Banka pakkarnir skuldu brúkast til at halda før­ oysku vinnuhjólunum í gongd, og ikki til at gera strategiskar íløgur uttan­ lands við. Ágóðin frá bankapakkanum eigur avgjørt at koma føroyska borgaranum til góðar við tað at vit fáa bíligari fígg­ ing og bíligari tænastu frá peningastovnunum. Tað er jú bara 20 ár farin síðan føroyski skattgjaldarin rindaði fyri at bjarga banka kervinum. Tað tykist sum um peninga stovnarnir longu hava gloymt tað. Politiskt drál Í Føroyum hava vit eitt sera einstáttað búmynstur. Fólk eiga síni egnu hús, og aðrir búmøguleikar eru sum so ongir. At eiga sítt egna hús er eisini ein sera dýrur máti at fáa tak yvir høvdið. Møguleikin at leiga sær eina íbúð eru annaðhvørt í einum kjallara í einum sethúsum ella at leiga eitt vanligt sethús. Politiskt hevur ofta verið tosað um, at vit mugu royna at broyta okkara búmøguleikar, so at øllum fólkum kann standast í boði, at fáa eitt gott stað at búgva, alt eftir hvønn tørv fólk hava. Í juli 2002 varð ein arbeiðsbólkur settur, sum skuldi koma við einum tilmæli um alternativa bústaðarbygging í Føroyum. Síðani hetta álit kom út í januar 2003, hevur verið tosað og kjakast um, at nú skuldi alternativ bústaðarbygging veruliga setast á politiska dagsskrá. Tað er nú fleiri ár síðan, at fyrsta uppskot til lóg um alternativa bústaðarbygging, tann sokallaði “bústaraðpakkin”, sá dagsins ljós. Hesin pakkin kom at enda at innihalda trý uppskot. Leigulóg, lóg um lutaíbúðir og so lóg um at broyta virksemið hjá Húsalánsgrunninum til bert at lata orkulán til føroyska húsamarknaðin, og lán til íbúðarfeløg og íbúðarstovnar. Vit hava síðani bíðað og bíðað eftir, at bústaðarpakkin skal samtykkjast á tingi. Frá MBF hevur verið spurt fleiri ferðir hvar bústaðarpakkin er, og svarið vit øll hava fingið, “nú er hann næstan liðugur, nú fer hann niðan í tingið.” Og so framvegis. Og jú hann hevur verið aftur og fram, kom rímiliga langt ta einu ferðina, kom á løglistan, men fór so av aftur millum annað orsakað av nývali. Og loksins so fór hann til 1. viðgerð á Føroya Løgtingi í hesi tingsetuni. Landsstýriskvinnan í Almannamálum Rósa Samuelsen segði í inngangi sínum í røðu síni tá bústaðarpakkin kom til 1. viðgerð. Citat: Eitt av endmálunum við bústaðarpakkanum er at loysa ein ovurstóran samfelagsligan trupulleika, nevniliga at nærum ongir vardir bústaðir eru bygdir til fólk við serligum tørvi. Samstundis verða karmar skaptir fyri einum øktum útboði á bústaðarmarknaðinum, so fólk kunnu ogna sær ein bústað, sum hóskar til teirra tørv. Bústaðarpakkin, sum í dag er til 1. viðgerð í Løgtinginum, er tað størsta frambrotið á bústaðarøkinum í Føroyum seinastu hálvu øldina. Høvuðsendamálið við pakkanum er at skapa eitt størri og meira fjølbroytt útboð fyri øll á føroyska bústaðarmarknaðinum. Tá eg sigi fyri øll, so er tað tí, at endamálið er eisini at økja um útboðið av bústøðum til fólk við serligum tørvi – fólkum, ið bera lættari brek, men eru so sjálvbjargin, at tey kunnu klára seg í eini vardari íbúð. Men sum ikki einaferð, hvarv lógaruppskotið aftur. Hvar blivu nú føgru orðini av, at hesin pakkin var størsta frambrot á bústaðarøkinum hesa øldina. Ja fyri okkara viðkomandi, sum varða av økinum sum skuldi fáa ágóðan av serligu lutaíbúðarlógini, er onki frambrot at hóma. Spurningurin sum eg so seti. Hvussu ber tað til, at tað skal verða so drúgt og so trupult at fáa eitt so týðandi uppskot samtykt, ið kann verða við til at bjóða sømuligari bústaðarkor fyri fólk, samstundis sum vit síggja at onnur stór mál verða samtykt yvir stutta tíð. Er hetta politisk líkasæla, ella er tað tí at hetta mál ikki viðkemur einum samfelagsbólki ið politiskt er nóg áhugaverdur? Eg eri farin at trúgva tí, at alternativ bústaðar­ bygging eigur ongan góðan í Landsstýrinum í dag, kanska heldur ikki á Føroya Løgtingi. Í nógv ár hava vit bíðað eftir hesum frambrotinum, og vit bíða enn, hvussu leingi skulu vit bíða, og kann Føroya Landsstýri ditta sær framhaldandi at drála í sama lag. Alheimsdag handicapdagin 3. december 2009. forkvinna í MBF LeiLa SoLmunde býráðslimur fyri Sambandsflokkin annfinn BrekkStein Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu má aftur á beint viðmerkingar