Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 2. desember 2009 15 viðmerkingar Býráðið letur stóran, nýggj an og glæsiligan skúla byggja á Argjum, sum bæði børn og foreldur munnu gleða seg til at flyta inn í í næstu framtíð. Tað er eisini fantastiskt, at lærararnir fara at fáa góðar, nýmótans arbeiðs­ umstøður. Alt gott um tað, og til­ lukku Tórshavnar Býráð við byggingini. Tað verður dagur í viku at sleppa at klippa snórin, tá ið skúlin letur upp, ikki so Jógvan Arge? Ein samtykt og onnur ... Men nú vit eru við skúlar, so standa vit, ið varða av 10nda í Tórshavnar Kommunuskúla spyrjandi. Vit kunnu ikki annað enn undrast, tí tað tykist, sum verður ynskið hjá okkum at sleppa at halda fram við 10nda flokki ignorerað av formanninum í Mentanar ­ nevnd Býráðsins – Jógvani Arge – ið tvíheldur um, at “tað er ein býráðssamtykt”, at 10ndi skal savnast í einum depli yviri í Eystur­ skúlanum. Men er tað nú heilt beint, góði Jógvan? Samtykti býráðið ikki, at 10ndi flokkur skuldi saml­ ast í ein depil, sum lá fyri seg sjálvan og ikki var knýttur at øðrum skúlum? Samtykti býráðið ikki, at 10ndi flokkur skuldi hava sína egnu leiðslu, ið ikki hevði leiðsluábyrgd á øðrum skúlum? Samtykti býráðið ikki, at lærararnir, sum skuldu undirvísa 10nda flokki í nýggja deplinum, burturav skuldu hava tað til arbeiðis og ikki skuldu vera noyddir at undirvísa á øðrum stað? Svarið upp á allar tríggj­ ar spurningar er: Jú, tað samtykti býráðið! Men hvat fær býráðið? Hvat fáa borgararnir í Havnini? Hvat fáa skúlabørnini? Tey fáa ein skúla, sum er partur av Eysturskúlanum! Tey fáa ein skúla, sum leiðslan í Eysturskúlanum skal skipa! Tey fáa ein skúla, har lærararnir eisini skulu taka sær av hinum børnunum í Eysturskúlanum. Børnini í Eysturskúlanum eru fitt, jú ... lærararnir eru raskir, jú ... leiðslan eisini skilagóð; men tað, sum býráðið samtykti er ikki, at 10nda floks depilin skuldi fáa hesa lagnuna. Líkamikið? Er tað ikki heldur so, Jógvan, at nevndin, sum bleiv sett at skriva álit um nýggjan 10nda floks depil fyri Tórshavnar kommunu, skeyt upp, at depilin kundi húsast fyribils í hølum Eysturskúlans; meðan arbeitt var fram í móti, at nýggjur skúlabygningur bleiv bygdur úti í Markna­ gili? Eg veit væl, at tú ikki sat sum formaður í Mentanar­ nevnd býráðsins, tá ið avtalan bleiv gjørd. Floks­ felagi tín – Hildur Eyðuns­ dóttir sat har tá – men er tað nóg góð orsøk til, at gjøgnumtrumfa eina av gerð, ið ikki er í samsvar við veruleikan longur? Er tað nóg góð orsøk at knúsa sundur eitt 10nda floks tilboð, sum riggar? Kanska tað 10nda floks tilboðið, sum riggar best í øllum landinum? Vekir tað slett ikki undran hjá leiðaranum av Mentanarnevnd býráðsins, at formaðurin í nevndini, sum viðmælti, at allir 10nda floks næmingarnir í kommununi skulu savnast yviri í Eysturskúlanum, eisini er skúlastjóri har? Ella er tað fullkomiliga líkamikið, at skúlastýrið fyri Kommunuskúlan á býráðsfundi vísti á henda álvarsama gegnistrupul­ leikan? Er tað fullkomiliga líka­ mikið, at talið av 10nda floks próvtakarum í Kommunuskúlanum hevur staðið í støðugum vøkstri seinastu árini, meðan talið hevur staðið í stað ella í minking aðrastaðni í býnum? Hevði tað ikki verið upp á sítt pláss at bíðað eitt lítið sindur við at knúsað nakað sundur, sum riggar? Hevði tað ikki verið eitt hugskot, at kommunan royndi seg við tveimum deplum fyrst? Vit vilja fegin hjálpa til við at víðarimenna 10nda floks­ tilboðið í kommununi, men ikki um vit skulu avhøvdast fyrst ... ... er tað so ringt at skilja? Aftur til ellisheimið ... Nú hevur floksfelagi tín – Marin Katrina Frýdal – sagt alment, at tað fer at kosta 18­22 milliónir krónur, um 10ndi flokkur skal verða verandi í Kommunuskúlanum, og so legði hon aftrat, at tað fór at forða býráðnum at byggja ellisheim til borgararnar. Persónliga haldi eg tað vera ótrúliga lágt av einum politikara at spæla “ellisheims­kortið” út ímóti einum skúla, og tað rós skalt tú hava, at tú einki hevur sagt um hetta nakrastaðni. Men tá ið kortið nú liggur á borðinum, so kundi man tikið og brúkt tað skilagott. Nýbyggingin á Argjum verður skjótt liðug, og tað merkir, at ein stórur, góður bygningur stendur klárur, ið einans krevur smærri umvælingar, áðrenn hann kann brúkast sum ellisheim. Hevði tað ikki verið ein fantastiskur snórur at klipt, Jógvan? Eitt ellisheim við svimjihyli, stórum køki og ítróttarfacilitetum ... hugsa um tað ... tú skalt sleppa at eiga uppskotið, bara tú ikki verður hin avgerandi atkvøðan, ið knúsar 10nda flokk í Tórshavnar Kommunuskúla, tí tá er vandi fyri, at vit missa meiri fyri minni ... - so at føroyingar á landi kunnu arbeiða í altjóða vinnu til somu kor sum fólk úr okkara grannalondum Føroyingar á landi hava út av lagi vánalig kor at ar beiða í altjóða vinnu. Landið tekur sær rætt til at skatta fólk sum slettis ikki búgva í Føroyum. Í tí fylgjandi vil eg gjøg­ numganga munin millum ta donsku og ta føroysku skattalógina í teimum førum, tá eingin dupult­ skattaavtala er við avvarð­ andi land. Danmark: Danmark hevur eina skatta lóg, ið tekur atlit til at donsk virkir/einstak­ lingar, ið arbeiða uttan­ lands skulu vera kapp­ ingar førir í altjóða vinnu. Danmark frásigur sær øll skattakrøv, um ávísar treytir eru uppfyltar. Treytirnar innibera m.a., at persónurin má hægst uppihalda sær 42 dagar í Danmark í eini 6 mánaða periodu. Hann má eisini verða vekk úr Danmark í minsta lagi 183 dagar av einum ári. Um hesar treytir verða uppfyltar, merkir hetta, at ein danskari, ið arbeiðir í einum lágskatta­ landi ikki betalur danskan skatt. Hetta sjálvt um familja n er eftir í Dan­ mark. Hetta er ein av grund unum til at danskarar hava megnað at uppbygt sær eina sera sterka ráðgevaravinnu sum t.d Cowi, Kampsax, ... ið arbeiða runt allan heim. Føroyar: Ein føroyingur skal altíð betala fullan føroyskan skatt. Dømi: Ein føroysk familja flytir til eitt lág­ skattaland. Um familjan flytur heim til Føroyar nøkur ár seinni, so fær hon føroyskan skatt tilbakar­ virkandi aftur í tíðina. Hetta merkir, at henda familjan ikki kann flyta heim aftur. Familjan verður ruinerað, um hon eftir t.d fýra árum flytir aftur til Føroyar, tí hon fær 50% føroyskan skatt aftur­ virkandi. Sum føroyingur kanst tú ikki flyta út í verðina at búgva í eitt longri tíðar­ skeið, uttan at verða fult skattapligtigur í Føroyum. Hetta er langt úti. Familjan býr ikki í Føroyum, men hóast hetta tekur skatta­ valdið sær rættin til at skatta persónin í Føroyum. (Hesin persónurin hevur ikki valrætt í Føroyum sama tíðarskeið, skil tann, ið skilja vil.) Føroyar hava brúk fyri nógvum fólkum við útbúgv ing um Føroyar skulu útvikla seg frá einum fiskivinnusamfelagi. Um vit t. d samanlíkna antal verkfrøðingar í Føroyum við í Danmark, so eiga danir 5 verkfrøðingar fyri hvønn, ið Føroyar eigur. Soleiðis er tað allan vegin ígjøgnum. Niðurstøða: Vit hava DIS og FAS skip­ anina, tí tað er politiskur vilji til at sjómenn skulu kunna arbeiða uttanlands til altjóða treytir. Á hesum økinum hava politikararnir fatað, at sjófólkið hevði flutt til annað land at búgva, um vit ikki høvdu DIS og FAS skipanina. Her hava politikararnir gjørt nøkur strategisk trekk fyri kappingarføri hjá sjóvinnuni. Men hvat við fólki, ið arbeiða á landi og hava hug at arbeiða í altjóða vinnu? Hví skulu tey ikki gerast kappingarfør? Her er eingin strategi at gera tað attraktivt hjá hesum fólk­ um at búgva í Føroyum. Føringar á landi, ið hava hug at arbeiða í altjóða vinnu, fara ongantíð at velja at búgva í Føroyum við verandi skattalóg. Tí má verandi skattalóg broytast!! Eg vil skjóta upp, at ein arbeiðsbólkur verður settur umboðandi verkafeløgini og arbeiðs­ gevararnar, ið skal gera eitt uppskot til eina kapp ingar­ føra skattalóg fyri fólk á landi, ið arbeiða í altjóða vinnu. Fylgjandi brot er úr donsku skattalógini. Hovedregel for dansk skat ved arbejde i udlandet Skemaet nedenfor kan bruges som tjekliste for, om du kan få lempelse for dansk skat efter en særlig regel i dansk skattelov­ givning. Denne regel skal ses i sammenhæng med dobbelt beskatnings aftal­ erne. Hvis disse er mere lempelige end denne regel, anvendes denne, og du behøver ikke at bekymre dig om, hvorvidt alle de detaljerede regler i skemaet er opfyldt. Det er meget vigtigt at planlægge sit udlandsophold omhygge­ ligt. Blot en dag for meget i Danmark på ferie kan koste i hundredetusindvis af kroner. Lána fyri rakstur! Frættist nú um dagarnar, at fíggjarmálaráðharrin, skuldi út at leita eftir láni, at fíggja hall landskassans við. Tankarnir leita tí aftur til løgtingssamtyktina frá apríl 2006, um at einkilja Føroya Banka og treytirnar sum samtyktin bygdi á. Samd fíggjarnevnd, Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen, Kaj Leo Johannesen, Kári P. Højgaard, Karsten Hansen og Páll á Reynatúgvu, mæltu Løgtinginum til at einskilja Føroya Banka, men við greiðum treytum, tí nevndin tryggjaði sær at samtyktin hjá Løgtinginum bygdi á hesar fyritreytir. 27.apríl 2006 sigur álit frá samdari fíggjarnevnd. »Nevndin tekur undir við at einskilja Føroya Banka, men leggur dent á, at peningurin sum fæst burturúr einskiljingini, ikki bara hesari, men eisini øðrum einskiljingum landsins, verður nýttur at niðurgjalda skuld landskassans, og/ella at seta í ein búskapargrunn.« Løgtingið samtykti við aðru og endaligu viðgerð uppskotið við atkvøðunum 26 fyri, 0 blankari, og 1 ímóti. Við øðrum orðum hevði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum grundarlag fyri einskiljingini. Tó skuldi peningurin sum kom inn fyri søluna, nýtast til at niðurgjalda skuld landskassans við. Enn havi eg ikki sæð nakran miðil, ella nakað umboð fyri fjórða valdið í landinum, sett seg inn í treytirnar fyri einskiljingini og viðgjørt um tær nú eru hildnar sambært løgtingssamtyktini. Tað sum serliga er áhugavert, nú nógv verður tosað um ein ov tungan samfelagsrakstur, er um hesir pengar sum ikki kundu nýtast til rakstur, eru nýttir til rakstur, og hvussu stórur partur, í so fall. Endamálið hjá okkum, sum so avgjørt ynsktu at peningurin fyri einskiljingina av Føroya Banka fór í Búskapargrunn Føroya (sum ikki var samtyktur og stovnaður) varð at framtíðartryggja føroyska samfelagið við peninginum, og at forða fyri ov stórum trýsti, um ein vaksandi rakstrarkarm hjá føroyska samfelagnum. Enn er almenningurin ikki kunnaður um hvar, og hvussu stórur partur at inntøkuni fyri einskiljingina av Føroya Banka er nýttur. Tað átti at verið ein ábyrgd hjá “onkrum” at fingið svarað tí spurninginum. Um so er, at einasti ágóðin føroyski borgarin hevur fingið burturúr søluni av Føroya Banka, er økt samfelagstrýst um meiri lántøku, so er cirkuskarusellin fullkomin. Men enn kunnu vit bert gita at so er, tí lítið verður gjørt, fyri at vit skulu vita, um so er. (flokslærarar í 10. flokki á Kommunuskúlanum) Bergur rasmussen og Petur reinert Páll á reynatúgvu martin Pauli JacoBsen Opið bræv til Jógvan Arge, formann í Mentanarnevnd býráðsins Ellisheim í Argja skúla Broytið skattalógina